leygardagur 7. september 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 171 - 7. september 2002
LUGARPRÁT
Orð/myndir: Dagfinn Olsen
Søguliga hugsað, so eru árini
ikki so mong síðani, at slupp-
irnar fyltu nærum hvønn fjørð í
Føroyum. Tær áttu lívið í
føroyinginum í eini hundrað ár.
Men ótakk er verðsins løn,
verður tikið til, og í dag eru
sluppirnar ikki nógvar eftir í
Føroyum. Og ivasamt tykist ofta
vera, um tær, ið eftir eru, eiga
nakran góðan. Tó so, av og á
taka menn tøk.
Teir menn, ið farnir eru um
seksti ella sjeyti, minnast slupp
tíðina væl, og tíðina, tá vað-
beinið átti heiðurin av, at fiskur
kom til lands. Ikki er hetta longri
síðani enn so.
Men tíðin fer við øllum og
menniskjan gloymir skjótt.
Trolarar, ið liggja í hundrað-
millióna flokkinum, hava trokað
alt hetta gamla og fátæksliga
burtur í gloymskuna. Men til ber
at blaða í gloymskunnar bók.
Lugar í kjallaranum
Í Vági er eitt lugar. Og hóast
hetta í veruleikanum ikki er eitt
veruligt lugar, men eftirgerð, so
er tað at koma innar í hetta lugar,
sum at sita umborð á slupp ella
at verða settur fleiri ár aftur í tíð.
Tað sermerkta við hesum
lugarinum er, at tað er uppi á
turrum. Og ikki umborð á skipið.
Ein vágbingur, ið er fittur í
hondunum, hevur smíðað sær
eitt lugar í einum kjallararúmi,
og so væl er frágingið, at inn-
omin fáa tey, ið leggja minst í at
vera á sjónum, óivað ein feril av
sjóverki. Hetta er sum at koma
umborð og setast í lugarið.
Hann, ið hevur roynt at sitið í
lugari á slupp, kennir seg aftur.
Og hugurin reikar. Her hava
menn búleikast longu túrarnar til
skips við fremmandar strendur.
Væl er frágingið og tað er, sum
hoyrist aldututlið hinumegin
veggin.
Savn
Hartvig Poulsen hevur smíðað
sær eitt lugar í einum kjallara-
rúmi, ið annars stóð til onga
nyttu. Hóast farin um tey sjeyti,
er hann spelkin og virkin og
aldur merkist ikki á honum. Tá
hann fyri eini 11 ella 12 árum
síðani gjørdist sjúkur, og nakrar
vikur tí gekk fyri einki, fór hann
í gongd við lugarið.
Fyrst kom bonkur, síðani
koyggjur. At byrja við hevði
hann hugsað at gera ein kassa, ið
skuldu hongjast upp, so ein
rættuliga fekk kensluna av
sjólívinum, men hetta varð tó av
ongum. Men í dag stendur eitt
rættuligt lugar í kjallaranum.
Sjálvsagt er mong góð løtan at
minnast aftur á í lugarinum í
kjallaranum. Har hevur mangur
maður sitið væl, og mong
jóansøkan hevur átt sínar bestu
løtur í lugarinum í kjallaranum.
Menn hava minst aftur á og
mangan er fongurin, ið greitt
hevur verið frá og reypað verið
um, bert vaksin, sum tíð er
fráliðin.
Jú, lugarið í kjallaranum ber
boð um gott hondverk, um innlit,
men lugarið ber eisini boð um
farnar tíðir.
Og umframt at vera ein varði í
sær sjálvum, so er øll útgerðin,
ið inni er, eisini ein ferð
ígjøgnum søguna hjá føroyskum
fiskimonnum. Sum at koma á
eitt forngripasavn.
Har er sjálvsagt vaðbeinið,
sum átti lív í føroyinginum í eina
øld, ella meira. Løgið at hugsa
sær í dag, tá ein hyggur at hesum
lítla trælutinum. Sum vanligt er,
so eru bókstavir ristir í. Hvør
maður hevði sítt vaðbein við,
eins og so mangan annan
reiðskap, t.d. knív.
Har er logg og flundra. Stórt
framstig, tá henda útgerð kom, tó
hon í dag tykist einføld. Lodd,
seglhandski og bøkingarjarn,
krúthorn og tilhoyrandi útgerð
og mangt annað, ið hoyrdi
gerndisdegnum til, men sum í
dag er ókent millum manna.
Lugarprát uppi á turrum
Gomlu lugarini eru ikki mong eftir og ein ávísur farri av nostalgi og hugna
er kring lugarini, tá tey koma upp á tal. Tað er ikki nútímans skip, ið koma
til hugs, men gomlu fiskiførini, sluppirnar. Ikki sjonbond og bleytar sofur,
men tronga rúmið, ið bæði var til at eta í, til uppihalds og har menn høvdu
koyggjur sínar. Langt er í dag millum gomlu lugarini. Og at finna eitt lugar
uppi á landi er óivað sjáldsamt, men í Vági finst eitt slíkt
Lugarið í kjallaranum. Innkomin fáa tey, ið ikki tola væl at vera á sjónum, helst ein farra av sjóverki. So væl er frágingið
Sosialurin Nr. 171 - 7. september 2002
5
Hann er ikki maður, ið ger
burturúr sær sjálvum, men tað er
ikki smávegis, Hartvig veit at
greiða frá, meðan hann tekur
ymsa reiðskapin upp. Sjálvur fór
hann fyrstu ferð til skips í 1947
og hann hevur roynt slupptíðina.
Onkran túr hevur hann verið við
sluppini Johonnu, sum enn er til,
um enn hetta bert var til útróður.
Serstaka deksglasið
Fyrst ein kemur inn, leggur ein
til merkis kúgveygað í hurðini.
Aftanfyri hurðina er ymisk
umstýriútgerð til motor. Hetta er
av fyrsta útróðrarbátinum, ið
Hartvig hevði. Nógv tól eru
eisini, ið hann hevur fingið av
ymsum bátum.
Men fyri at vera við tað
gamla, sluppirnar, so er so neyvt
farið til verka í lugarinum, at
eisini deksglas er í loftinum.
Og deksglasið ger Hartvig
fegin vart við. Deksglasið er tað,
ið gevur ljós frá dekkinum og
niður í lugarið. Sterkt glas,
sjálvsagt. Sildatunnur kundu væl
rullast eftir, uttan at tað gjørdi
mun. Tó er deksglasið í
lugarinum í kjallaranum serstakt,
tí tað hevur serstakan form, er
ikki avlangt, sum vanligt var.
Hetta er deksglasið av St.
Jacques. Sera vakurt og nú í
góðari varðveitslu, og nýtslu, í
lugarinum.
Túrurin er komin at enda og
prátið endar við práti um ymiskt.
Leyst og fast. Skiparin greiður
frá ymsum, ið honum hevur
verið fyri og sum hevur samband
við tað, ið inni er. Fittur í
hondunum er hann og m.a. sæst
prógv um, at eisini tað at evna til
borðbátar hoyrur til ítrivini hjá
hesum hegnismanni.
Og millum mongu svørtu og
hvítu myndirnar á vegginum av
gomlum fiskiførum, hanga eisini
smáir málningar, ið hann hevur
málað.
Jú hegnismaður er og í hesum
kjallararúminum, sum nú er
lugar, hevur farin tíð aftur fingið
lív. Jú, sanniliga ber til at sita
væl í lugarinum, um enn tað er á
turrum. Og ein kennir seg
næstan sum sjógarp, nú túrurin
er at enda og ein útafturkomin í
gongina aftur kennir fast undir
fótum.
Kúgveygað í hurðini kann latast upp og tað er sum at hyggja inn í eitt
veruligt lugar, hóast vit eru uppi á turrum
Aftanfyri hurðina er vøkur útgerð. Hetta er umstýriútgerð til motor
Deksglasið undir loftinum er
serstakt, ikki avlangt, sum vanligt
var. Hetta er deksglasið av St.
Jacques
Nógvur reiðskapur er at síggja í lugarinum, vaðbein, logg og flundra, seglhandski og mangt annað, ið fyrr hoyrdi
gerandisdegnum til
Eisini tað at evna til borðbátar er millum ítrivini hjá Hartvig, ið er
hegnismaður
C
M
Y
K
25
24