leygardagur 7. september 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 171 - 7. september 2002
FUGLUR OG VEIÐA
Vilmund Jacobsen
“Tá ið tað luktar av svidnaroyki í
nátatíð, so luktar tað eisini av
pengum_”
Soleiðis tók ein ferðamaður til
einaferð, sum vitjaði úti á bygd,
har menn fingust við náta, og
roykurin stóð um alla bygdina.
Stríggið er tað, um lønandi
vinna skal fáast burtur úr teir fáu
dagarnar, sesongin er.
Summi torga ikki roykin, onn-
ur elska hann. Sjálvur
svidnaroykurin er nøkulunda eins
frá fugli til fugl, men tá ið
fuglurin er í sínum fulla búna,
luktar nátin burtur úr — og hann
luktar ikki væl, kunnu vit vera
samd um. Hann hevur ein sterk-
an og beiskan royk, sum setir seg
í næsarnar, kemur tú ov nær.
Nertir tú fuglin við fingrum ella
klæðum, skal vaskast væl,
áðrenn roykurin er burtur. Ein
vasking er ov lítið. Tað var tí ikki
so løgið, at ein útlendskur
ferðamaður varð vístur burtur
við tveimum óroyttum nátungum
í hondini á Sjómansheiminum í
Havn fyri fáum árum síðan.
Hesin hevði keypt sær fuglarnar í
Vágsbotni og var á veg uppá
kamarið at royta ella skrædla, tá
ið fólk sóu hann!
Tað eru ikki øll fólk, sum
dáma náta — heldur ikki, tá ið
teir liggja í døgurðafatinum, sum
stendur á borðinum. Hetta kann
tykjast undarligt hjá teimum,
sum væl dáma henda fugl. Náti
er ikki øðrvísi enn annar fuglur.
Hann er bara nógv feitari enn eitt
nú lomvigi og lundi, men sjálvur
kjøtmaturin er vælsmakkandi og
moyrur, tí hetta er jú ungfuglur
burturav. Dámar tær ikki — ella
vilt tú ikki eta - fituna, kann
fuglurin skrædlast ella fitin
skavast burtur av, tá ið stokt ella
kókað er. Nakað annað er so tað,
at náti krevur nógv salt, skal
hann ikki vera vamlisligur.
Úr grýtuni í ovnin
Í mong ár stokti fáur nátunga; alt
fór í salt, og har kundi fuglurin
goymast leingi. Tá ið kókast
skuldi, varð fuglurin tikin upp og
útvatnaður, áðrenn hann fór í
grýtuna.
Nú munnu tey flestu steikja
nátungan, men skilagott er
kortini at leggja hann í salt ella
saltlaka einar tveir dagar, áðrenn
hann fer í ovnin. Hetta ger, at
fuglurin verður fastari í kjøtinum
og tí eisini leskiligari at eta.
Ein trupulleiki er tó; tað er,
hvussu fuglurin skal goymast.
Verður hann lagdur í salt ella
saltlaka, verður hann fyrst
vaskaður. Og tá ið hann er
vaskaður og frystur sum vanligt,
tráðnar fitin skjótt, og fuglurin
verður ikki mannaføði. Tí frysta
fleiri nátungar í mjólkarpakkum
við vatni rundan um fugla-
kroppin. Er talið stórt, fyllir tað
kanska ov væl í frystiboksini.
Ein annar háttur, sum ivaleyst
hevur vundið nógv uppá seg og
er góður, er at frysta fuglin
óvaskaðan við sótini á. Fyri-
myndin her man vera útlendsku
seyðarhøvdini, sum koma
óvaskaði og fryst til landið. Tey
halda sær leingi, og frystur
nátungi við sótini á heldur sær
eisini væl í frystiboksini, kanska
eitt heilt ár. Umráðandi er at
halda vatni burtur, tí er ov nógv
vatn komið at fuglinum, tráðnar
hann skjótari.
Skal fuglurin frystast við sótini
á og uttan, at væta er komin at
fuglakroppinum, er best at frysta
hann ókruvdan — við gørnum
Ein 55 ára gamal náti
– við unga!
Náti livir leingi. Hann verður umleið 50-60 ára gamal, og fuglurin kann fáa
avkom øll árini frá tí, hann hevur vorpið fyrstu ferð, til hann doyr.
- Vit vita um ein minst 55 ára gamlan ringmerktan hon-fugl, sum fekk
unga, sigur Jens Kjeld-Jensen
Myndin er tikin seinasta leygarmorgun – á veg eystur í hav eftir nátungum. Morgunsólin rísur so vøkur úr havsbrúnni, men illa royndist dagurin, tí nakrar tímar
seinni var eitt hav av bátum á veg aftur til lands – teir flestu við lítlum og ongum náta.
Tað hevur viðrað illa í nátatíðini higartil í heyst, og lítið er komið burtur úr hjá monnum
Mynd: Vilmund Jacobsen
og øllum í. Tá ið hann so verður
tikin uppaftur, so hvørt steikjast
skal, verður hann fyrst vaskaður,
meðan hann enn er “heilur” og
síðan kruvdur.
Vanligt hevur verið at vaska
nátunga við sotu, men tað ber
saktans til í staðin at stoyta
nakrar dropar av uppvaskievni í
heita vatnið; tá verður fuglurin
púra reinur. Tá ið sápan er skolað
burtur av heila fuglinum, verður
hann kruvdur, reinsaður innan,
skolaður, kryddaður, lagdur á
skuffu og settur í ovnin.
Nýbakaður drýlur og heit epli
hava leingi verið etin afturvið
nátunga, og drýlurin smakkar
líka so væl aftur við, hóast
fuglurin er stoktur og ikki
kókaður.
170 ára gamal
Náti er ikki so ógvuliga gamal í
eitt nú Føroyum og Noregi,
hvørki sum fuglur, ei heldur sum
mannaføði. Leita vit stívliga 170
ár aftur í tíðina, var eingin náti
her á landi. Fara vit longur suður,
eitt nú til oynna, St. Kilda vestan
fyri Írland, so hevur náti búð har
í nógv longri tíð enn í Føroyum.
Jens Kjeld-Jensen, ið man vera
tann í Føroyum, sum veit eina
mest um fugl og fuglalív, sigur,
at nátin kom til Føroya í umleið
1830 og nøkulunda um somu tíð
til Noregs.
- Onkur vil vera við, at hann
kom higar 15 ár frammanundan,
men vit halda uppá, at tey fyrstu
pørini settu búgv her um hetta
mundið. Og fuglurin hevur eftir
øllum at døma trivist ógvuliga
væl í okkara umhvørvi, tí í dag
verður mett, at stovnurin er
umleið 1 miljón pør, sigur hann.
Í Noregi, sum er nógvar ferðir
størri enn Føroyar, hevur
fuglurin av eini ella aðrari orsøk
ikki følt seg so væl “heima”; har
liva og virka bara nøkur túsund
pør.
- Hví fuglurin ikki fór um
størri partar av Noregi, tá ið
livilíkindini har skuldu verið eins
góð og í Føroyum, veit eingin.
Tað er undarligt, heldur hann.
Jens Kjeld sigur, at nátin setti
búgv í Íslandi nógv fyrr enn í
Føroyum, men í Íslandi hevur
hann bert í lítlan mun verið
gagnnýttur.
- Í flest øllum londum uttan í
Føroyum, er náti friðaður um
summarið, tá ið hann reiðrast, og
í fleiri londum er hann friðaður
alt árið, eitt nú í Noregi og
Onglandi.
Spurdur, um nátin eisini skuldi
verið friðaður í Føroyum um
summarið, heldur Jens Kjeld, at
tað hevði verið skilagott.
- Tað er altíð keðiligt, at fuglur
verður veiddur, tá ið hann hevur
ungar. Hetta førir jú til, at onkur
— ella fleiri — pisur doyggja,
antin tí hon-fuglurin ella hann-
fuglurin ikki kemur aftur til
pisuna. Og soleiðis eigur tað jú
ikki at vera, sigur hann.
Gerst aldrandi
Náti livur leingi, og tað merkir
oftast, at fuglurin eisini búnast
lutfalsliga seint. Hinvegin fær
hann ungar heilt uppí ellisár.
Jens Kjeld sigur, at náti
vanliga verpur fyrstu ferð um 8-
10 árs aldur. Hon-fuglurin er
verpingarbúgvin um 10 ára
aldur, men hann-fuglurin er
búgvin eini tvey ár fyrr. Nær
fuglurin verpur fyrstu ferð,
veldst eisini um umstøðurnar,
har hann heldur til. Eru
umstøðurnar góðar, kann hann
verpa eitt sindur fyrr.
- Náti livir, til hann er umleið
50-60 ára gamal, og fuglurin
kann fáa avkom øll árini frá tí,
hann hevur vorpið fyrstu ferð.
Vit vita um minst 55 ára gamlan
ringmerktan hon-fugl, sum fekk
unga!
Árini, meðan fuglurin enn er
ungur og ikki verpur, nýtir hann
til at finna sær búpláss og reiður,
tá ið tann tíðin kemur.
- Náti verpur bara eitt egg og
kann bara verma einum eggi.
Onkuntíð hendir, at fuglur, sum
er ógvuliga væl fyri, verpur tvey,
men tá doyr ungin í báðum, um
annað eggið ikki verður skump-
að úr reiðrinum í góðari tíð. Frá
náttúrunarhond er náti ikki
egnaður at verma meira enn tað
eina eggið, sigur Jens Kjeld.
Sum skilst, er tað búplássið,
sum knýtir tveir og tveir fuglar
saman, og teir halda saman,
soleingi báðir eru á lívi.
- Eitt nátapar svarar til eini
hjún ella eitt par, sum búgva
saman. Í berginum ella á rókini
fuglarnir saman, men tá ið teir
fara til havs, fara teir ofta hvør
sær. Hetta svarar til eitt par, har
bæði arbeiða úti, men koma
aftur, tá ið dagur er lokin, sigur
Jens Kjeld.
Myrkari norðanfyri
Tað, sum vit vanliga kenna til, er
náti ljósur á liti, men longur
norður, tú kemur, t.d. norður í
Barentshavið ella vestur á
Flemmish Kap, tess myrkari eru
fjaðrarnar, serliga rundan um
høvdið.
Soleiðis hevur onkur sæð
myrkan náta og onkur annar
hvítan náta. Tað eru eisini tey,
sum halda, at munur er á
støddini á fuglinum — alt eftir,
hvar hann heldur til.
Jens Kjeld sigur tó, at talan er
bara um tann eina fuglin.
- Jú, tað er rætt, at fleiri
myrkir nátar eru at síggja, longur
norður vit koma. Hetta hevur
nakað við náttúruviðurskiftini at
gera. Longur suðuri er meira sól,
og tá hevði verið heitari hjá fugl-
inum, um hann var ov myrkur.
Har norðuri er kalt, og tá er tað
ikki verri, um búnin er myrkari.
Hann vísir á, at hann-fuglurin
vanliga er nakað størri enn hon-
fuglurin, og tá ið menn halda seg
hava fingið størri fugl ein dag
enn ein annan, er orsøkin helst
tann, at júst hendan dagin var
meira hann-fuglur uppi í veiðini.
- Men fuglurin er hin sami
kortini, leggur Jens Kjeld dent á.
Á Flemmish Kap eru fleiri
myrkari nátar enn í Føroyum, og
har er fuglurin vanliga eisini
smærri.
Hann veit eisini at siga, at
umleið 3 prom. av búfuglinum í
Føroyum eru myrkir ella myrkari
enn vanligt.
- So, hetta er eitt lutfalsliga
lítið tal.
Áðrenn vit sleppa hesum
partinum um nátan, kunnu vit
leggja aftrat, at fyri fyrstu ferð,
sum fólk veit um at siga, fekk
eitt nátapar ein unga í Danmark
síðsta ár.
- Hetta var á Bulbjerg í út-
nyrðingspartinum av Jútlandi,
sigur Jens Kjeld.
Støðan í heyst
Tað skerst ikki burtur, at nógv
minni náti er tikin í heyst enn, tá
ið heystið er av teimum frægu
ella góðu. Ivaleyst er veðrið, sum
hevur verið ólagaligt í nátatíðini,
ein orsøkin, men spurningurin er,
um tað er øll søgan.
Jens Kjeld heldur tað tó ikki
vera rætt at siga, at nátin sum so
er minkaður.
- Eg veit, at teir stóru nátadag-
arnir hava ikki verið higartil í
heyst, men eg trúgvi, at orsøkin í
fyrsta lagi er vánaliga veðrið –
og so tað, at fuglurin helst er eitt
sindur seinni á veg enn vanligt.
Hann heldur ikki, vit kunnu
siga við veiðini í heyst sum
grundarlagi, at nátin er
minkaður.
- Sjálvandi gongur tað eitt
sindur upp og niður við øllum,
sum livir í náttúruni, eisini við
nátanum. Vit plaga at siga, at
sleppa 50 nátungar av rókini av
100 vorpnum eggum, so kemur
væl undan. Hvør endin er á
hinum 50 eggunum og ungunum,
er ilt at siga, men tað kann vera
so mangt, sum hevur ført til, at
teir ongantíð komu úr egginum
ella av rókini. Rovfuglur kann
hava gjørt enda á hesum - ella, at
aðrar umstøður í náttúruni eru
orsøkin til fellið.
Hann leggur dent á, at hesi tøl
bert fevna um nátan og ikki um
annan sjófugl, har uppaftur
meira eigur at koma undan.
Jens Kjeld loyvir sær tó at
nevna stormin, sum var tíðliga í
summar, tá ið urtagarðar og
annað kendi sviðan av hesum.
- Tað kann kanska hugsast, at
hesin onkustaðni hevur havt sína
ávikan á tað, ið undan kom,
sigur hann.
Náti ella havhestur?
Spurdur, hvat navn, honum
dámar betur, náti ella havhestur,
sigur Jens Kjeld, at hann heldur
seg til orðið, náti, tí fuglanavnið,
havhestur, er ikki føroyskt, men
norskt.
- Eg haldi, at náti er eitt gott
og vakurt navn, har vit kalla
ungan “nátunga” og gamla
fuglin, “gamlan náta”, sigur Jens
Kjeld-Jensen at enda.
Vit skulu ikki leingja um hesa
greinina, men bert skoyta uppí,
at tað var tann tíð í gomlum
døgum, tá ið fólk ikki tordu at
eta náta. Tey hildu, hann luktaði
so illa og hevði verið so nógvum
at meini við nátasjúkuni; tískil
kundi hesin fuglur valla vera
mannaføði heldur.
Søga er soleiðis úr Suðuroy,
har tey lótu eina gamla konu,
sum kortini lá at doyggja, fáa
kókaðan náta at eta.
Eftir at konan hevði etið seg
metta og væl setta av hesum
fugli, gekk húsfólkið javnan inn í
kamarið, har konan lá og svav.
Tey hugdu, um hon andaði! Tey
vóru forvitin eftir at vita, um hon
kom livandi frá hesi máltíð. Og
tað kom hon. Konan doyði ikki
av at eta hendan fuglin, ið
luktaði so illa og hevði elvt til
deyða hjá mangari barnakonu.
Sosialurin Nr. 171 - 7. september 2002
7
Bókadeild Føroya Lærara-
felags hevur givið út
myndabókina Mussa Bjarna
Góða Nátt eftir Amy Hest og
Anita Jeram. Eyðna
Magnussen týddi.
Eitt myrkt og ilsligt kvøld í
Mýrigøtu leggur
bjarnarmamman lítla Bjarna at
sova. Bjarnarmamman ger alt,
sum ein mamma eigur at gera,
tá ið hon leggur børnini at
sova, men lítli Bjarni er ikki til
reiðar at sova. Hvat hevur
bjarnarmamman gloymt?
Bókin er 32 bls. í litum,
innbundin og kostar kr. 68 í
bókabúðunum. Hestprent stóð
fyri prentgerðini.
Mussa Bjarna Góða Nátt
Bókadeild Føroya Lærarafe-
lags hevur givið út ungdóms-
bókina Hin ósjónligi eftir Mats
Wahl. Jákup í Skemmuni
týddi.
Hakakrossar eru allastaðni á
vegginum í fimleikarhøllini.
Hvør hevur gjørt herverkið og
hví? So hvørvur Hilmar
Eriksson. Man tað hava nakað
við herverkið at gera?
Hví hvørvur Hilmar? Hvat
var tað gentan hjá Hilmari
fortaldi honum, beint áðrenn
hann hvarv? Hví hevur onkur
skrivað SVÍKJARI á skáps-
hurðina hjá Hilmari? Hvør
hevur gjørt herverkið í fim-
leikarhøllini? Hví ringir
skúlastjórin ikki eftir løg-
regluni? Hvaðan kemur alt
hatrið frá?
Sera spennandi og øðrvísi
krimisøga um, hvat kann
henda, tá ið ung fólk koma sær
upp í víðgongdar, høgravendar
felagsskapir.
Bókin er 191 bls., heft við
klaffum og kostar kr. 140 í
bókabúðunum. Hon er um-
brotin, prentað og heft á Hest-
prent.
Hin ósjónligi
Bókadeild Føroya Lærara-
felags hevur givið út barna-
bókina Borgin handan havið
eftir Mai Bylock. Ásvør
Djurhuus týddi.
Triðja bókin í røðini um lítlu
gentuna Petité, sum varð rænd
av víkingum og nevnd Ása. Nú
er hon ung genta og er vorðin
væl við høvdingasonin Tor-
finn. Hann fer á víkingaferð,
veturin líður, og eingin
drongur kemur aftur. Øll halda
hann vera deyðan, men so ein
dagin daga skipini úti í havs-
brúnni.... og Ása er eydnurík.
Undanfarnu bøkurnar í
røðini eru: Drekaskipið og
Gylta svørðið.
Bókin er 130 bls., heft og
kostar kr. 125 í bókabúðunum.
Hon er umbrotin, prentað og
heft á Hestprent.
Borgin handan havið
C
M
Y
K
27
26