leygardagur 7. september 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 171 - 7. september 2002
29
8
Sosialurin Nr. 171 - 7. september 2002
Nei, eg hugsi ikki um hend-
ingina sum øll skulu hoyra um
og minnast komandi mikudag.
Hendingin sum eg her hugsi
um er so mikið gomul, at hon
var við at fara í gloymibókina.
Tað var ein tíðindamaður sum
fann út av at her var ein
merkisdagur sum ikki átti at
fara í søguna. Hetta var hóast
alt ein hending sum hevur
havt ávirkan á hvønn einasta
norðmann sum hevur livað
síðani 1902. Og tað er oftani
so, at vit minnast kríggj,
vanlukkur og tá fyrsti
amerikumaður setti fótin á
mánan. Men nakað sum er
nær og er ein partur av
gerandisdegnum hava vit hug
til at gloyma..
Tað eg her tosi um er eitt
glas. Men ikki eitt tilvildarligt
glas, men sjálvt ”Norges-
glasset”. Á lokinum stendur
Norge, harav navnið. Í 100 ár
hava norðmenn — og nakrir
føroyingar — súltað og
hermetiserað ber, frukt og
annað gott í noregsglasinum.
Tað var Hadeland Glassverk
som í 1902 fór í holt við at
framleiða noregsglasið. Tá var
Norra framvegis ein partur av
tí svensk-norska samveldin-
um. Norra fekk ikki sítt frælsi
fyrrenn í 1905.
Tá ein blaðmaður herfyri
ringdi til Hadeland Glassverk
og spurdi um tey skuldu
hátíðarhalda 100 ára dagin, so
vistu tey ikki hvat tey skuldu
svara. Tey vóru ikki greið yvir,
at tað vóru 100 ár síðani
glasið kom á marknaðin. Eitt
sindur løgið haldi eg, tá ein
sær hvat handilslívið annars
velur at hátíðarhalda. Nýggir
handlar hava ”jubileum” bæði
tá teir eru eitt og tvey og trý
ára gamlir.
Og Hadeland Glassverk
hevur á hvørjum ári eitt ella
annað sum tey hátíðarhalda.
Men teirra mest selda glas,
noregsglasið, hava tey gloymt.
Havi sjálvur sæð kjallarar hjá
fleiri í familjuni hjá konuni.
Har eru hundratals noregsgløs
í øllum støddum. Millum
glaslokið og glasið verður ein
gummiringur lagdur og so
verður lokið fest niður á
glasið við einum jarnringið.
Tey, á Hadeland Glassverk,
eru í dag meir upptikin av at
framleiða fín gløs.
Húsarhaldsgløs eru ikki so
spennandi. Og so eru tað
neyvan tey nógvu sum súlta
og hermetisera í dag.
Í dag verða gløsini sum
oftast brúkt til at leggja hind-
ber, jarðber ella blommur í —
antin sum súltutoy ella sum
omaná. Krákuber og kirsuber
vera eisini løgd í gløsini — so
mamma kann gera sós til
jólaísin og pápi sín jólalikør.
Á jólum blanda nógvir norskir
pápar sín jólalikør við egnum
berum og heimabrendum
brennivíni.
Seinast í sjeytiárunum vóru
tey sum súltaðu og hermeti-
seraðu so mikið fá, at ikki
loysti seg hjá Hadeland Glass-
verk at halda fram við fram-
leiðsluni.
Sum sagt so er ikki so
vanlig í dag at súlta og
hermetisera á sama hátt sum
fyri 20-30 árum síðani, so tá
mamma hevur súltað ber og
aðrar fruktir, so brúkar pápin
restina av gløsunum til at fylla
tey við skrúvum, møtrikkum
og seymi. Tað er sjálvandi
eisini ein máti at súlta uppá.
Men eg rokni við, at tá vit
nærkast jólum so kemur
Hadeland Glassverk við sínum
”100 ára noregsglasi”, sum
allar mammur í Noregi fáa í
gávu á jólum.
Ein søgulig hending sum fekk stóran týdning
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Jógvan Hugo Gardar, Oslo, hugoga@online.no
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
HANDIL
Solby A. Eliasen
Húsar: Tá Sosialurin kemur inn
í handilin hjá Doru — Dora
sigur, at tað er maðurin, sum
eigur handilin – er ongin at
síggja. Ein hurð stendur opin út í
eina gongd. Har hoyrist onkur,
og vit bíða bara. Onkur man fara
at vísa seg. Ein ung kvinna
kemur fram, men verður stand-
andi í hurðini. Eg hugsi um hatta
man vera Dora. Men tað er tað
ikki, tað er ein kundi. Hon spyr
okkum, um vit skulu hava fatur á
Doru, og tá vit játta, letur hon
seg úr skónum og fer upp í
gjøgnum einar trappur úti í
gongini. Helst mundi hon fara at
boða Doru frá, at fólk var í
handlinum.
Meðan vit bíða, standa vit og
hyggja okkum um inni í handl-
inum. Har eru nógv ymisk at fáa.
Har eru lutir av ymsum slag,
barnaklæðir umframt matvørur-
nar, fruktina og góðgæti. Eg
hyggi at nøkrum barnasokkum,
har eru allar støddir líka frá
stødd 17 og upp til 45.
Tá eg vendi mær aftur, fanga
eyguni hjá mær eitt skelti á
vegginum. Tað er ein barnatekn-
ing. Eitt par av rulliskoytum við
einum krossi yvir, soleiðis at
skilja, at tað ikki er loyvt at
koma inn í handilin í rulliskoyt-
um. Men tað, sum ein veruliga
beit merki í, var barnaskriftin
uppi yvir tekningini. Við stórum
stavum stóð skrivað
RUGLISKOYTIR.
Eg mátti smílast við, tí eg helt
hetta vera avbera fitt og ein
góður máti at gera vart við, at
rulliskoytur ikki eru ynsktar inni
í handlinum.
Nú hoyrast fótafet aftur í
trappunum. Hesuferð eru tað
bæði Dora og tann unga kvinnan.
Hon rindar fyri tað, sum hon
hevur keypt og fer so víðari. Tað
sær út, sum hon ber postin út í
oynni — í øllum førum eftir
taskuni at døma.
Dora hyggur smílandi upp á
okkum og byrjar beinanvegin at
tosa við okkum, sum um vit
kennast væl. Tað er sera hugna-
ligt, og ein kennir seg væl-
komnan.
Tá eg spyrji um skeltið, sigur
hon, at tað eru dóttir hennara og
tann yngri sonurin, sum hava
staðið fyri hesum meistara-
verkinum.
Meðan vit práta um hetta,
kemur annað av listarfólkunum
inn. Sonurin. Hann er púra
ósmæðin og spyr, hvørji vit eru,
og hvar vit koma frá. Ein sera
fittur unglingi, sum er framligur
á ein dámligan hátt. Hann er
tíðindafróur og greiðir sjálvur
frá, at hann hevur skrivað,
meðan systirin hevur teknað.
- Eg helt, at hatta var so fitt, at
eg hongdi tað upp í handlinum
og tað er so blivið hangandi,
sigur Dora og smílist upp á átta
ára gamla sonin, sum sær út til at
vera errin av tí.
Ongar rulliskoytur – takk!
Tá Sosialurin var í Kalsoynni, vitjaðu vit inni í handlinum
á Húsum. Ein sera hugnaligur bygdarhandil. Meðan vit
bíðaðu eftir at Dora kom at tosa við okkum, løgdu vit
merki til eitt heldur øðrvísi skelti, sum hekk á vegginum
Bøkur um Lóu
Bókadeild Føroya Lærarafelags
hevur givið út smábarnabøkurnar
Lóa skal sova og Lóa í skóginum
eftir Lene Fauerby og Mette
Kirstina Bak. Niels J. Thomsen
týddi.
Hetta eru tvær fittar søgur um
lítlu gentuna Lóu, og um hvussu
gerandisdagurin hjá henni er: Í
fyrru bókini fer hon í song, skal
busta tenn og lata seg í náttklæði.
Pápin skal lesa søgu, men hann
er móður, og tað er Lóa ikki. .
Í seinnu fer Lóa túr í skógin
saman við mammu og pápa. Har
er ein stórur stakkur av
viðarbulum, sum Lóa klintrar
uppá. Men so missir hon
suttuna....
Bøkurnar eru 28 bls. í litum
hvør, innbundnar og kosta kr. 30
hvør í bókabúðunum. Hestprent
stóð fyri prentgerðini.
Dóttirin hjá Doru og tann yngri sonurin gjørdu hetta skeltið, sum hongur í
beint innan fyri dyrnar til handilin á Húsum
Kanslaravalevnið
hjá
kristiligu demokratun-
um í Týsklandi, Edmund
Stoiber, hevði nóg mikið
við at verja seg, tá víð-
gongd
vinstrasinnað
mótstøðufólk tveittu egg
eftir honum í Hamburg
hóskvøldið.
Løgreglan noyddist at
leggja uppí, og fýra fólk
vórðu tikin.
M ó t m æ l i s f ó l k i n i
róptu ókvæmisorð eftir
Stoiber. Tey hildu, at
Týskland hevur havt nóg
nógvar vanlukkur í sein-
astuni, og at fólkinum
tørvar ikki Stoiber oman
á alt tað, sum hevur ver-
ið.
Arabiska Samgongan
ávarar amerikanarar
ímóti at leypa á Irak.
Samstundis lupu
hundrað amerikansk
og bretsk flogfør á
irakskar
loftverjuskipanir
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen:
Londini í Arabisku Sam-
gonguni hava á fundi í
Kairo umrøtt ta spentu
støðuna millum USA og
Irak. Aftan á fundin segði
formaðurin í samgonguni,
Amr Moussa, at tann ara-
biski heimurin ávarar USA
ímóti at seta sína álops-
ætlan í verk
– Vit fara at gera okkara
at forða fyri, at hetta kríggj
verður veruleiki, tí eftir
okkara tykki verða dyrnar
til Helviti latnar upp í Mið-
eystri, verður kríggið veru-
leiki, segði ein sera av-
gjørdur Amr Moussa aftan
á fundin.
Hann legði afturat, at
Irak eigur at laga seg eftir
samtyktunum hjá ST og at
lata vápnaeftirlitsmenninar
sleppa aftur til arbeiðis.
Bert fáar tímar eftir, at
fundurin
hjá
Arabisku
Samgonguni var liðugur,
lupu umleið hundrað amer-
ikansk og bretsk flogfør á
loftverjuskipanir í Irak.
Sambært bretskum hernað-
arkeldum søktu flogførini
serliga at høvuðsstøðini,
sum umsitur loftverjuna
har vesturi í Irak. Bretsku
keldurnar siga, at álopið
var ætlað sum svar upp á
irakskan ágang.
Vesturlendskir hernaðar-
serfrøðingar hava fyrr sagt,
at ætla amerikanarar at
senda herfólk til Irak, fara
teir helst at leypa á vestan-
eftir.
Amerikanska senatið
hevur við stórum
meiriluta samtykt, at
flogskiparar á ferða-
mannaflogførum
kunnu hava vápn hjá
sær
FLOGFERÐSLA
Árni Joensen:
Stjórnin hjá Bush forseta
var upprunaliga ímóti at
loyva flogskiparunum at
hava vápn við sær umborð
á flogfarið, tí stjórnin bar
ótta fyri, at tiltakið kundi
fáa óhepnar avleiðingar fyri
trygdina. Men nú senatið
við stórum meiriluta hevur
samtykt, at flogskipararnir
skulu hava loyvi at taka
vápn við sær til arbeiðis,
hevur stjórnin valt at slaka.
Hvítu Húsini siga, at
flogskipararnir sleppa at
hava hondvápn hjá sær,
men tey skulu goymast í
einum skríni frammi í stýri-
húsinum. Lagt verður aftur-
at, at flogskipararnir fáa
ikki loyvi at hava vápn hjá
sær, fyrr enn teir hava verið
til skjótivenjing.
Felagið hjá flogskiparun-
um hjá American Airlines
tekur undir við hugskotin-
um um at lata flogskipar-
arnar hava vápn umborð á
flogfarinum. Ein talsmaður
hjá felagnum heldur tað
vera løgið, at stjórnin upp-
runaliga var ímóti at geva
flogskiparunum
vápna-
loyvi, tí á hvørjum ári ferð-
ast fleiri túsund vápnaðir
løgreglumenn við teimum
amerikansku flogførunum.
Vit hava ikki hoyrt stjórn-
ina tosa um, hvussu trygg
hendan skipanin er, sigur
talsmaðurin hjá flogskipar-
unum.
Flogfeløgini vilja ikki
hava vápn umborð á flog-
førini. Leiðslurnar í 21
amerikanskum flogfeløg-
um royndu at fáa senatið at
fella uppskotið. Í einum
brævi
til
senatorarnar
skrivaðu flogfeløgini m. a.,
at tað má sigast at vera
løgið, at myndugleikarnir
nýta milliardir dollarar til
tess at forða fyri, at nakar
sleppur umborð á eitt flog-
far við vápnum, og at somu
myndugleikar samstundis
loyva drepandi vápnum í
hesum somu flogførunum.
Myndugleikarnir
hava
roynt at sissa ferðafólk. M.
a. er avgjørt, at hvør einasti
av teimum umleið 85.000
amerikansku flogskiparun-
um skal kannast væl og
virðiliga, áðrenn hann fær
loyvi at hava vápn í flogfari
sínum.
Fronsku
myndugleik-
arnir vilja vera við, at
Zacarias
Moussaoui
skuldi ikki taka lut í
yvirgangsatsóknunum at
World Trade Center og
Pentagon, soleiðis sum
amerikanarar vilja vera
við. Moussaoui hevur
sitið í fongsli í USA í
fleiri mánaðir, tí CIA og
FBI vilja vera við, at
hann skuldi taka lut í at-
sóknunum.
Fronsku myndugleik-
arnir siga harafturímóti,
at tann tikni skuldi taka
lut í nøkrum atsóknum,
sum al-Qaeda ætlaði at
seta í verk tíðliga í ár.
Hetta siga fransmenn
seg hava fingið at vita,
eftir at teir hava avhoyrt
fleiri limir í al-Qaeda
seinastu mánaðarnar.
Franska løgreglan sig-
ur, at hon hevur fylgt
Zacarias Moussaoui í
fleiri ár. M. a. vita frans-
menn, at hann var á
venjingarlegu í Afghan-
istan.
Fyrrverandi
amerik-
anski forsetin, Jimmy
Carter, finst at framferð-
ini, sum fangarnir á her-
flotastøðini
Guanta-
namo á Kuba fáa.
Í
einari
grein
í
Washington Post ávarar
fyrrverandi
forsetin
amerikanarar ímóti at
broyta ta vanligu amer-
ikansku uppfatanina av
mannarætindunum.
Hann vil vera við, at tað
eru sterkar konservativar
kreftir, sum royna at
røkka sínum málum við
at nýta bardagan ímóti
yvirgangi sum undan-
førslu.
Jimmy Carter vísir á,
at Donald Rumsfeld,
verjumálaráðharri hevur
sagt, at fangarnir úr Tali-
ban verða ikki latnir
leysir, sjálvt um teir
verða
funnir
ósekir.
Fyrrverandi
forsetin
skrivar, at hetta minnir
um mannagongd hjá
stjórnum, sum amerik-
anskir forsetar altíð hava
fordømt.
Týskarar mintust hós-
dagin 30 ára dagin fyri
tilburðin, tá palestinskir
yvirgangsmenn myrdu
ellivu ísraelsk ítróttar-
fólk, sum vóru á olymp-
isku summarleikunum í
Múnchen.
Tað vóru limir í fel-
agsskapinum
Svarta
September, sum rændu
ísraelsku ítróttarfólkini.
Yvirgangsmenninir
skutu tvey av ítróttar-
fólkunum og kravdu, at
200 palestinskir brots-
menn skuldu latast leys-
ir úr ísraelskum fongsl-
um. Eftir drúgvar sam-
ráðingar gjørdi týska
løgreglan av at herja á
yvirgangsmenninar. Úr-
slitið gjørdist eitt blóð-
bað. Ellivu ísraelsk ítr-
óttarfólk, fimm yvir-
gangsmenn og ein týsk-
ur
løgreglumaður
doyðu.
Nógvir
føroyingar
munnu minnast tilburðin
fyri 30 árum síðani, tí
Útvarpið var á staðnum.
Mong munnu minnast
táverandi útvarpsstjór-
an, Niels Juel Arge, siga
frá tí, sum hendi.
Stoiber í eggjaroki
UTTAN ÚR HEIMI
Ikki 20. flogrænarin
Carter við atfinningum
Mintust OL-morðini
Álopið fer at lata
Helvitis portur upp
Kunnu hava vápn við sær
umborð á flogfarið
Leiðarin í Arabisku Samgonguni, Amr Moussa, ávarar um, at eitt amerikanskt álop á Irak fer at lata Helvitis portur upp
C
M
Y
K
29
28