leygardagur 7. september 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 171 - 7. september 2002
Nr. 171 - 7. september 2002
31
Tórshavnar býráð
hevur samtykt at taka
av tilboðnum hjá
Mouritsens bussum
og Gundurs bussum
fyri bussleiðina. Hetta
eru tó ikki øll so fegin
um
TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ
Heri á Rógvi
Tórshavnar býráð samtykiti
á býráðsfundi hóskvøldið,
at taka av tilboðnum frá
Mouritsen
bussum
og
Gundurs
bussum
uppá
bussleiðin í Tórshavnar
kommunu.
Nakrar tingingar skulu tó
gerast,
áðrenn
tilboðið
endaliga verður tikið av.
Jan Christiansen, býráðs-
formaður, segði á býráðs-
fundinum, at tað mest vóru
formalitetir, ið skuldu fáast
uppá pláss, og talan neyvan
gjørdist um tær nógvu
tingingarnar.
Tilboðið frá Mouritsens
bussum og Gundurs buss-
um
er
áljóðandi
10.710.843,00 kr. fyri at
røkja
bussleiðina
í
Tórshavnar kommuna, t.e.
leiðirnar 1,2 og 3. Har-
umframt leið 4/4x og skúla-
leiðini. Koyrt verður eisini
sunnudagar.
Klára Mourtitsens bussar
og Gundurs bussar ikki at
standa við tilboðnum, so
verður tað Gunnleifs buss-
ar, sum eiga næst lægsta
boðið, ið fær bussleiðina at
røkja.
Tilboðið frá Gunnleifs
bussum er 11.763.400,00
kr. - góða millión dýrari
enn tilboðið hjá Mouritsen
og Gunduri.
Hetta merkir eina sparing
aljóðandi 3,5 mió.
Jan Christiansen segði á
býráðsfundinum, sum var
hóskvøldið, at vitast skuldi,
um tilboðið frá Mouritsen
bussum var realistiskt, t.e.
kann førast út í lívið, og
kann Mourtitsens bussar
standa við sínum tilboðið.
Verður hetta ikki so, so er
kvívskarpt, at Gunnleif
sleppur til.
Býráðið samtyki at taka
við tilboðnum frá Gunduri
og Mourits við sjey at-
kvøðum fyri og ongari
ímóti.
Avtalan er galdandi í sjey
ár. Talan kann gerast um ein
vøkstur ella minking í
koyritímum uppá 10%.
Koyrt verður yrkadagar
frá 7 til 23, leygardagar frá
7 til 17 og sunnudagar frá
10-18.
Orðaskifti
Orsakað av stóra áhuganum
fyri málinum, varð málið
um bussleiðina tikið fram
um á býráðsfundinum hós-
kvøldið.
Uppskotið hjá meirilut-
anum varð sum nevnt
samtykt, men minnilutin
gjørdi sína støðu kenda.
Leivur Hansen og Jógvan
Arge, báðir valdir fyri
Tjóðveldisflokkin, gjørdur
greitt, at teir als ikki vóru
glaðir fyri, at lagnan hjá
bussleiðini gjørdist hendan.
Teir ynsktu at spardi pen-
ingurin heldur skuldi nýtast
til at menna bussleiðina
fyri.
Jan Christiansen vísti
kritikkinum greitt aftur.
Hann segði, at teir høvdu
havt teirra tíð at gera
viðmerking, og støðið var
tikin til málið. Tikið verður
nú av einum tilboði, og
útbjóðingartilfarið er liðugt
viðgjørt.
Minnilutin segði seg vera
fyri, at bussleiðin verður
boðin út, men viðgerðin var
í sambandi við hetta málið
var út av lagi vánalig, hildu
teir.
Eisini var gjørt nógv
burturúr einum túri til
Reykjavíkar, ið tekniska
nevnd og partar av umsit-
ingini
gjørdur
nakað
áðrenn løgtingsvalið. Jógv-
an Arge og Leivur Hansen,
sum
tá
vóru
limir
í
tekniskunevnd, hildu túrin
vera oyðsl, sambært Jan
Christiansen, og komu ikki
við.
Tað var eftir øllum at
døma á hesum góða túri, at
útbjóðingartilfarið
var
gjøgnumgingið og disk-
utera.
Bussførarar ósamdir
Á býráðsfundinum hós-
kvøldið vóru nógvar buss-
førarar at finna millum
áhoyrararnar.
Áðrenn fundin hevði ein
skari av tólv føraran gjørt
vart við sína misnøgd. Ein
av teimum tólv vildu seinni
verða tikin av aftur listan-
um yvir avsendarar.
Tað var týðuligt, at teir
vóru alt annað enn nøgdir.
Skrivið frá bussførarun-
um er at síggja aðrastaðni á
síðunum.
TÓRSHAVNAR BÝRAÐ
Heri á Rógvi
Á býráðsfundinum hós-
kvøldið
samtyki
Tórs-
havnar býráð eisini uttan
atkvøðugreiðslu at keypa
eina hús í Kollafirði, sum
skulu nýtast til barnagarð.
— Vanliga eru ráðgev-
andi nevndirnar ógvuliga
skeptiskar at tilmæla okk-
um at keypa sethús til
barnagarð. Men í hesum
førinum metti ein ráðgev-
andi nevnd, at húsini vóru
ógvuliga væl egnaði til
endamálið,
sigur
Jan
Christiansen.
Talan er um eini sethús í
tveimum hæddum, ið báðar
eru 153 m2. Afturat hesum
er stórt øki rundanum
húsini.
Kostnaðurin er 1,2 mió.
Afturat hesum verður um-
leið ein millión nýtt til at
gera húsini klár til barna-
garð.
Umleið 25 børn fara at
ganga í barnagarð í húsun-
um. Borgarstjórin metir, at
hetta er væl sloppið í mun
til kostnaðin fyri hvørt
barnagarðspláss aðrastaðni
í Havnini.
Á býráðsfundinum hós-
kvøldið varð eisini upp-
skot
til
fíggjarætlan
framlagt fyri býráðslim-
unum.
— Talan er um eina
fíggjarætlan, sum um-
sitingin hjá býráðnum
hevur gjørt. Hetta vísir
okkum, hvussu nógv tað
kostar at reka komm-
ununa, sigur Jan Christ-
iansen, borgarstjóri.
Hann sigur, at hetta
skal vera at meta sum
eitt
slag
av
einari
beinagrind hjá býráð-
num og nevndunum,
sum nú fara undir at
viðgera og gera tilmæli.
Endaliga
fíggjar-
ætlanin skal samtykjast
tvær ferðir av býráðnum
við
tveimum
vikum
ímillum.
Fíggjarætlan
framløgd
Barnagarður
í Kollafirði
Tað eru hesi húsini í Kollafirði, ið Tórshavnar kommuna hevur keypt til barnagarð
Mynd: Jens Kristian Vang
Mouritsen
koyra býbussar
Meirlutin í Tórshavnar býráð stóð sterkur á býráðsfundinum og fekk trumfa sítt ígjøgnum.
Mynd: Heri á Rògvi
Hetta er skrivið, ið býráðið fekk
frá undirritaðu bussførarunum.
Teir ynsktu at verða hoyrdir,
men meirilutin í býráðnum helt,
at teir høvdu havt møguleikan
- Mystifiseringin av
oljuvinnuni er farin.
Fyritøkurnar eru við
at finna út av, hvat tað
snýr seg um. Tær
gloriøsu vónirnar til
oljuvinnuna eru
vornar nógv meira
realistiskar. Hetta er
ikki so nógv øðrvísi
enn at fáast við aðrar
vinnur. Spurningurin
er nú, um fyritøkur-
nar hava styrki og
vilja til at fara út um
landoddarnar og at
vera tænastuveitarar
heldur enn bara at
veita tænastur til ta
vinnu, sum hevur
útgangsstøði í Før-
oyum sigur Magni
Arge, formaður í
Oljuvinnufelagnum
OLJA OG VINNA
Jan Müller
Magni Arge, formaður í
Oljuvinnufelagnum
hjá
Vinnuhúsinum var millum
føroyingarnar, sum vóru á
altjóða oljumessuni í Sta-
vanger nú um dagarnar. Nú
vinnan sjálv hevur fingið til
uppgávu
at
stíla
fyri
føroyskari luttøku á slíkum
framsýningum sigur hann,
at Menningarstovan hevur
gjørt eitt gott arbeiði øll
árini
við
at
profilera
Føroyar á framsýningum
uttanlands. Menningarstov-
an hevur lagt grundarlagið.
Hann staðfestir samtíðis, at
man nú er komin til eitt
vegamót, har tað fyrsta
forvitnið um oljuvinnuna er
av, og tey, sum nú eru við á
oljumessu eru tey, sum
hava eitt ella annað ítøkiligt
samstarv á økinum. Hetta
er eisini orsøkin til, at lut-
tøkan er minni enn fyrr.
Hann heldur tó ikki at hetta
er nakað negativt men skal
síggjast sum ein náttúrligt
menning, at tey, sum fáa
eitt ítøkiligt samstarv, eru
tey, sum halda fast, meðan
hinar fyritøkurnar, sum
hava fingið mettað sítt
forvitni, eru meira sjáld-
samir gestir á slíkum
stevnum.
Hann heldur tað eisini
vera náttúrligt, at vinnan
tekur við eftir Menn-
ingastovuna, tá hon hevur
arbeitt tað upp. -Og tað eru
tær royndirnar vit gera nú.
Vit hava nógv at læra eitt
nú á hesi framsýningini, tí
tað eru ting vit kunnu gera
betri.
Magni Arge, sum hevur
roynt at loddað dýpið á
framsýningini í Stavanger
við at tosa við fólk, heldur,
at tað er týðuligt, at áhugin
er merktur av, at tað hevur
ikki verið nakað virksemi á
føroyska landgrunninum av
týdningi í ár. Tað er eisini
týðuligt, at Føroyar eru
farnar aftur um. Eftir tær
fyrstu boringarnar er tað
ein meira avmáldur áhugi
fyri Føroyum, enn tað
hevur verið. Nú er tað
meira ein spurningur um, at
føroyskar fyritøkur royna at
koma sær inn í oljuvinnuna
í Norra, Onglandi og Dan-
mark, sum drívið verkið
heldur enn tann heilt stóri
áhugin sum var hjá øðrum
feløgum at etablera seg í
Føroyum.
Hetta
kann
sjálvandi broytast til næsta
ár.
Fáið fatur á
kontraktarunum
Men er tað ikki ringt hjá
føroyskum fyritøkum at
koma inn á útlendska
marknaðin?
- Vit eru við tíðini komnir
eftir, at tað, sum er avger-
andi, er at fáa samband við
tey størru kontraktorfeløg-
ini, sum oljufeløgini brúka.
Har vit fyrr kanska meira
hava havt samband bein-
leiðis til oljufeløgini, so er
tað ikki tann vegin tær
smærri føroysku fyritøkur-
nar skulu inn. Tær skulu
inn gjøgnum stóru undir-
veitararnar, sum arbeiða
fyri oljufeløgini so sum
Schlumberger,
Kværner,
Ager, Halliburton, rigg-
feløg osfr., sum eru tey, ið
fáa sáttmálarnar. Hesi fara
so aftur til aðrar undir-
veitarar, og tað er har vit
skulu vera klárir at lofta
uppgávum.
Í hesum sambandi nevnir
Magni fundin, sum før-
oysku fyritøkurnar á ONS
høvdu við Statoil og sum
snúði seg nettupp um hetta
at kunna fáa sáttmálar fyri
tey ymsu økini. Hann
heldur eitt hugskot vera, at
Statoil kemur at luttaka á
oljuráðstevnuni, sum sann-
líkt verður tann seinasta
mikudagin í november í
Føroyum. Tá kunnu teir
hava við sær nakrar av
teirra sentralu veitarum, og
man kann fáa skipað eina
workshop millum føroysk-
an mekaniskan ídnað og
kontraktorfeløgini fyri at
vita, um man kann fáa eitt
samstarv.
Men tað liggur ótrúliga
nógv í hondunum hjá teim-
um føroysku fyritøkunum
sjálvum, um tær vilja
sleppa framat í oljuvinnuni
heldur formaðurin í Olju-
vinnufelagnum. Tú mást
brúka orku uppá tað og
eisini finna teg í, at tú ikki
kemur at vinna nógvan
pening ta fyrstu tíðina.
Men fær tú fótin inn um og
fær nakrar royndir, so fær
tú eisini ment teg. Og
finnur tú nakrar røkur, hvar
tú kanst vera ein veitari, so
er tú innan fyri olju-
vinnuna. Ger tú ikki tað, so
er tað kanska ikki so
áhugavert at vera í hesi
vinnu og tú skal halda teg
til fiskivinnuni ella annað.
Varsemi við íløgum
Magni Arge heldur tað vera
sera skilagott, at føroyskar
fyritøkur bara brúka part av
síni orku og tíð til at vilja
fara upp í eina oljuvinnu. -
Tú mást ikki gera íløgur nú
í hesa vinnu tí tú roknar við
at fáa eitt avkast, tí
oljuvinna verður ein stór
vinna í Føroyum. Tað vita
vit ikki, um hon verður.
Men eru tað hinvegin
summir, sum finna fram til,
at teir megna uppgávur
saman við kontrakatarum
aðrastaðni, so kann tað gott
vera, at teir kunnu byggja
upp eina forrætning, sum
ikki neyðturviliga nýtist at
verða bundin at, hvat
hendir í Føroyum.
Í heila tikið heldur for-
maðurin í Oljuvinnufelag-
num, sum sjálvur hevur
fylgt oljutilgongdini neyvt
tey mongu seinastu árini, at
mystifiseringin av olju-
vinnuni er farin. Fyritøk-
urnar eru við at finna út av,
hvat tað snýr seg um. Tær
gloriøsu vónirnar til olju-
vinnuna eru vornar nógv
meira realistiskar. Hetta er
ikki so nógv øðrvísi enn at
fáast við aðrar vinnur. So er
tað spurningurin um fyri-
tøkurnar hava styrki og
vilja til at fara út um land-
oddarnar og at vera tæn-
astuveitarar heldur enn bara
at veita tænastur til ta
vinnu, sum hevur útgangs-
støði í Føroyum.
- Eg haldi man kann altíð
royna at finna tað positiva í
tí gongd, sum hevur verið.
Tað vildi verið ein vandi,
um alt varð yvirupphitað, tí
tingini gingu ov skjótt. Tað
er ein fyrimunur finna vit
olju, tí tá hava vit eitt annað
bein eisini, so eg vóni, at
tað fer at eydnast.
Magni Arge heldur tað
mest spennandi vera, um
tað eydnast nøkrum fyri-
tøkum at koma framat og
kunna arbeiða í oljuvinn-
una, gera seg dugnaligar og
verða
virðismettar
av
øðrum kontraktørum, og
sum so kunnu levera eisini
uttan fyri Føroyar. Eydnast
tað einum ella tveimum
teirra, so vísa tær fyritøk-
urnar eisini vegin fyri
øðrum føroyskum fyritøk-
um, sum kunnu fylgja
aftaná. Tað er tað vit seta
okkara vón til. Eru tær
uppá pláss og tingini so
vaksa í Føroyum, so hava
vit so einastandandi góðan
møguleika at fáa okkara
fyritøkur í størri mun in-
volveraðar í einum olju-
ídnað, sum verður her
heima hjá okkum sjálvum.
Mugu hava styrki og vilja
at fara út um landoddarnar
Magni Arge, stjóri í Atlantsflog og formaður í Oljuvinnuráðnum á oljuframsýningini ONS í
Stavanger: -Tær gloriøsu vónirnar til oljuvinnuna eru vornar nógv meira realistiskar
Mynd Jan
Umboð fyri føroyskt vinnulív vitja á Statoilhøvuðsstøðini í Stavanger at kunna seg um, hvussu norska oljufelagið ber seg at, tá tað
ger sáttmálar við undirveitarar
Mynd Jan
C
M
Y
K
31
30