Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-01-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. januar 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Utgevari: p/f sosialurin tíðindablaðið Postsmoga 76. 3800 Argir, teiefon 11820 Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miller Lysingar: Årni Joensen BYRÅDSFORMADURIN i Havn er ikki blíðorðaður. Í eini viðmerking í Oyggjatidindi í gjár sýnist. sum hann er ógvuliga fitin um, at hann ikki longur sleppur at vera einaráðandi í býnum. Um nýggju samgonguna sigur hann m.a. at teir hava ikki skil upp á búskap og kenna ikki til ábyrgd. Hann vil tó kortini ugga byarbørn síni við at siga, at hann framvegis vil vera loyal- ur mótvegis býráðnum. AT BÝRÁÐSFORMAÐURIN er firtin, verður hann sjálvur um, og at hann framvegis vil vera loyalur mótvegis býráðnum, mátti bert verið ein sjálv- segd sek. Men at hann vil skýra nýggju samgongulimirnar sum ábyrgdarleysar og ikki hava skil á bú- skapi, ljóðar heldur enn ikki stór- orðað. Í minsta lagi kann Poul Michel- sen minnast á, at býurin hóast alt hevur verið til og enntá verið stjórnað- ur, áðrenn núverandi borgarstjóri fekk politiskar ambitiónir. EINS OG undanfarna samgongan í bý ráðnum hevur henda eisini gjørt eitt samgonguskjal, sum kortini ikki er so ómetaliga nógv annarleiðis enn tað hjá gomlu samgonguni. Hetta nýggja er tå í stórri mun merkt av øktum virksemi hjá kommununi og í minni mun merkt av búskaparliga trong- skygninum hjá gomlu samgonguni. Tað er ikki beint, sum borgarstjórin sigur, at nýggja samgongan prioriter- ar skoyturenning og dans fram um vinnumøguleikar í kommununi. Hetta veit hann eisini sjálvur, og ger hann ikki, kann hann bert hyggja í nýggja samgonguskjalið, har stórur dentur júst verður lagdur á bráneyðugar upp- gávur sum td. í fyrstu grein í sam- gonguskjalinum. Har stendur m.a., at Tórshavnar Havn verður utbygd so, at betri pláss verður fyri framleiðslu- skapandi virksemi. Nú hava tit møguleikan Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 AT EISINI mong onnur mål verða nevnd í samgonguskjalinum, sum orsakað av fíggjarligum meguleikum ikki kunnu setast í verk beinanvegin, ger skjalið ikki verri. AV NÝGGJA samgonguskjalinum sæst, at henda nýggja samgongan hevur ávísar — og nógvar — ætlanir. Allar verða neyvan framdar í hesum valskeiðinum, um útreiðslurnar verða hildnar innan fyri fíggjarætlanina og eykafíggjarætlanina, sum meiningin er. KANSKA tað mest áhugaverda úttal- ilsi hjá býráðsformanninum í Oyggja- tíðindi man vera, tá hann sigur, at ein partur av arbeiðsskránni hjá nýggju samgonguni er í lagi. Men hetta eru mál, sum gamla samgongan hevur lagt lunnar undir og stóð fyri at fremja. Her má tað vera beint at minna býráðsformannin um, at tað, sum hann hevur »framt« hesi bæði árini, hann hevur sitið sum býráðsfor- maður, er júst — og ikki annað — enn tey mál, sum undanfarna býráð hevði sett í verk, men sum ikki vóru liðug. Tak bert svimjihellina, sum núverandi býráðsformaður hevði alt annað enn blíð orð um undan valinum. Nú fall tað í hansara lut at sóla sær í hesum verki frá seinasta býráði. Og soleiðis kundi verið nevnd dømi fyri dómi. SUM OKKARA heilsan til nýggju sam- gonguna í Havn skal vera: Nú hava tit meguleikan. Nú er eingin Poul at „skylda uppå«. Fáa tit framt skila- góðan og initiativríkan politikk í hes- um báðum árunum, sum eftir eru í hesum skeiðinum, verður tað til stóran sóma fyri býin og tað fólk sum her býr. Tá kunnu tit eisini vænta tykkum enn størri stuðul til eitt komandi val. Men, um so ikki verður, verður ikki stuttligt at fara til eitt kom- andi val. Tá var betur, um samgongan ongantíð varð slitin. Vit vóna tað fyrra. Góða eydnu! sosialurin heldur: stórliga vónsvikin, tí eingin semja fekst um keyp. Um ur mín sann afturat, at Og Pauli løgmadur legg- sjálvstýrisflokkurin OY, OY... Ársins jólagáva frá Emili. Gott keyp á jólum. Men William, er tað hugsanin, at vit sjålvi sxulu líma síðurnar upp! um nakrar av okkara bestu listarmonnun Okkara Amariel Norðoy? tákKara best: Valdemar besti malara teknara Dals gaard? Fann raffineraða Janus Sørensen? Olivur vid Neyst, Arthur Djurhuus, Gydja Hjalmarsdóttir, hvar eru oll hesi virkandi listarfólk — og onnur við? Eiga vit sjálvi at líma síðurnar um tey upp í okk- ara OY-OY-jólagávu, Will- iam og Emil — (parið list & kapitalur). kp. Borgarligur ungdómur kann ikki arbeiða uttan stuðul frá sosialistum Ja, soleiðis er yvirskriftin hjá formanninum í Sosia- listiskum Ungmanna- felag. lítlajólaaftan í Sosi- alinum. Ikki lítið opin- skárað og sigandi fyri javnaðarungdóm við slipsi, dokumentmappu og einari tryggari politiskari framtíð í einum borgar- ligum samfelagi Eftir grein hansara at døma er høvudsuppgåvan hjå javnadarmonnum (sum harragudimeg nevna seg »sosialistar«) at studla borgarligum ungdómi at arbeiða. Ja, so greitt er tað aldri sagt fyrr. Spell, at verulig- ir sosialistiskir ungdómar ikki hava aðran meguleika at atkvøda til vinstru. kp. undir umstødum vil Bygdamenning — klandursmenning Likt er ikki til, at føroyingar sleppa at royna eina tyrlu i ár. Fólkið á fjarskotnu smáplássunum eru uttan iva aftur í ár noytt at líta á sjógvin og knossa olju- tunnur 0.a. neydsynjarvør- ur nidan av bakkanum. Or- søkin: samgonguflokkarnir kunnu ikki semjast, um landsstyrid skal keypa ella leiga Strandferåsluni ein helikoptara. Fólkaflokkurin vil gjarna keypa, og Olaf Olsen sigur í Dagblaðnum, at hann er Fólkaflokkurin vil ganga við til leigu, ella bert keyp, sigur hann einki um. Hin- vegin sigur Pauli Ellefsen, legmaður: »Eftir at urslitid av hesum kanningum (sam- ráðingar við Gronlands Fly og Mærsk Air, red.) fyri- liggur, kann sambands- flokkurin ikki taka undir við, at helikoptari verður keyptur beinan vegin. Vit halda rottu loysnina vera, fyrst at fáa ein leigusátt- mála í lag, og síðani kunnu vit keypa helikoptaran, um úrslitið av leigusáttmála talar fyri hesum. hann væntar, at ein heli- koptari verður veruleiki um einar tveir mánaðir!!! So skal onkur taka annað skinn um bak. Ella ætlar hann sær frá??? Tað, sum tó er uppaftur meira margháttligt, er tað, sum Hilmar Kass sigur: „Vit í sjálvstýrisflokk- inum gingu við til hesa loysnina, eftir uppskoti frá Paula Ellefsen sjálvum, so eg dugi íkki at skilja, hvussu logmaður nú kann blokera málið í landsstýr- inum. Uppskotið er jú hansara egna. Hilmar Kass sigur, at ongum ganga við til at leiga ein út- lendskan helikoptara, og sum málið nú liggur, ætlar sjálvstýrisflokkurin sær íkki at gera meira við máliða. Onkur flennur. Men álv- aratos, hvat minnir hetta teg mest um? Smábarna- lótir ella ábyrgdarfullar politikkarar? Neyvan tað seinra. Og hver er offrið — fólkið á smábygdunum. Og hetta landsstýrið sum hevur — »bygdamenning« sum eitt serligt málsokið. Tað mesta týdningarmikla målsøkid hjá hesum lands- stýrinum er eftirhondini blivid »klandursmenning«! Nr. 2 — 6. januar 1983 Tit tala Tit tala, tå id tit ikki longur hava frið vid hugskot tykkara Og t Y tit ikki longur nn ivø einsemi } ptn tvekar skemtan og daga vet} Og í parti av talu tyk kara u hugskotini halvavegn TY hugskot eru fuglar, sum í einum búri av orðum saktans kunnu royna veingirnar, | i fyribeind | Í i Í I men ikki sleppa å flog Tad eru tey tykkara millum, id leita upp tey mælsku av ótta fyri at vera einsamøll Einsemisins tigandi dypir lata upp eygu teirra, so tey siggja seg sjålvi, og tey royna at flyggja. Og tad eru tey, id tosa og uttan at hugsa seg um opinbera ein sannleika, sum tey ikki sjålvi skilja. Og tað eru tey, sum innan í sær eiga sannleikan, men ikki opinbera hann í orðum. Í teirra brósti dvolur andin í ljóðfalsligari togn. Tá ið tit mota vini tykkara á gotuni ella á torginum, latið tá andan í tykkum rora varrar tykkara og ráða tungu tykkara. Latið roddina í tykkara rodd tala til oyrað í hansara oyra; Tí sál hansara skal varveita tykkara innara sannleika, eins og vit minnast smakkin á víninum. Tá gloymdur er litur tess, og vinkerid er ikki longur. úr »Profetinum« Alexandur umsetti Nýárssongur Brot gjøgnum ský á nyårsdegi Guds ríka sól so gåvuung, hitt gamla år av sorg og tregi so mangan kendi forløg tung, eitt nýár nú upprunnið er, tess lagnu Gud í hendi ber. Hin dulda løg, ið øllum valdar, hon krevur mansins bestu ár, brátt mongum eru letur taldar, tað veldur sorg og hjartasár; tó, hvat enn Gud tær unnir her, av kærleika alt sprottið er. Eitt ár er nú til hvíldar farið, tað sá so manga tunga stund; so mangar fúsur fór at garði og floytti far um deyðbleikt sund; tó, vill er havsins mikla lóg, — brátt alt í andarisi stóð. Í Jesu navn vit árið byrja, I navni hans vit leggja út, Tað ræður minni um at spyrja, hvat lagnan okkum berilut; har Jesus innanborða er, tað far fer trygt á síni ferð. Ólivar á Ryggi Úr Sosialinum 5. januar 1935