Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-01-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. januar 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Utgevari: p/f sosialurin Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Biaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Postsmoga 76. 3800 Argir, telefon 11820 Høvur- og halaleyst Í SAMBAND vid nyggjårsrødu løgmans hevdi Sosialurin vidmerkingar til hesa frå formonn- unum i Javnadar- Fólka- og Tjóð- veldisflokkinum. Hesir triggir vóru allir samdir um, at rødan var ósaklig, hon var grunn og ésonn, og grundaðu teir sína áskoðan á ymiskan hátt. Haraftrat vidgjørdi oddagrein blaðsins sama dag hesa réðu, har einstøk brot vóru víst aftur sum beinleiðis ósonn og vísti á, at løgmadur kom við hálvum sannleikum. SJÁLVANDI var ein og hver frammanundan greiðir yvir, at løg- maður fór ikki at svara beinleiðis uppá nakra av hesum atfinningum. Tad er hann ikki vanur til. Í MÁLGAGNI sínum, Dimmalætt- ing, ger hann hósdagin sínar »vid- merkingar«. Viðmerkingin til Atla er, at formaður Javnaðarfloksins vísir ikki á nakran skeivleika. Atli er bert argur sum vant sigur løg- maður. Sum tað skilst er løg- maður meira glaður fyri viðmerk- ingina hjá Erlendi. Hon er einasta viðmerkingin, sum hevur eina at- finning við skili í, heldur hann. Erlendur helst, at løgmadur tosaði bert um fisk, krónur og oyru. Løg- maður tosaði bara til búkin í fólk- inum segði Erlendur. Hetta fær løgmaður til, at hesir tríggir floks- formenninir hava fingið ilt í búkin av rødu hansara! !!??? EITT SINDUR annarleiðis er við »vidåmerking« løgmans til tað, sum samgongumaður hansara, Jógvan Sundstein hevur. Hendan viðmerking samsvarar betur til staði løgmans — klandur og stríð í samgonguni. Á klandursøkinum hevur løgmaður fylgt væl við, og ger hann eitt stutt søguligt yvirlit yvir stórstu klandurshendingarnar seinasta árið. Sera áhugavert. >The show must go on«. TIL ODDAGREIN okkara hevur løgmadur — helst av góðum grundum — onga viðmerking. Hvussu við metinum í handils- javnahallinum uppá 400 miljónir krónur? Hvussu við teimum hálvu sannleikunum um »gomlu láni- byrðuna<? Hvussu við hålvu sann- leikunum um fiskiveiðisáttmálan við EF í 1981? Osfr. Ongin viðmerking. ...OG SYNDARLIGI leikurin á Nesinum heldur fram, — í sama anda sum løgmaður stakk út í nyggjårsrødu síni. Samgongu- fundur um helikoptaramálið og fleiri onnur mál seinasta hóskveld. Sagt var, at ein avgerð skuldi tak- ast hetta kveldið um fleiri av hesum málum. Sjálvandi hendi einki. Ongin avgerð av nøkrum slag varð tikin. Og eingin nýggjur fundur er avtalaður. Neyvan hava stakkarnir av óavgreiddum málum verið størri í Tinganesi enn júst nú. Men hetta leggur løgmaður sektin á. Landsstýrið er bæði høvur- og halaleyst. Krossur og fyrigykling Tingakrossur viðgerð í oddagrein í gjár býráðsslitið í Havn og ætlaninar hjá nýggju samgonguni. Tær kallar sjålvstyrisbladid ør- skap og fyrigykling og sigur, at tad ber til at billa fólkið inn, at ellisheim, røkt- arheim, byarhus o.s.fr. eftir tveimum årum: »Men ein og hvør, sum hugsar eitt lítið vet kann síggja, at tað ber íkki til at gera bert ein lítlan part av øllum hesum eftir so stuttari tíð, og tað ber als íkki til at gera øll hesi arbeiði í senn, og heldur ikki ber tað til uttan at stór lánibyrða verður løgd á Havnar býráð við tí úrsliti, at skatturin fer munandi upp i eitt langt áramála. Góði Krossur, hver hevur sagt, ella billa fólki inn, at alt hetta skal gerast eftir tveimum árum? Tað er hvørki sagt elia sæð á prenti! Afturímóti er sagt at hetta og hetta skal gerast. Og sjálvandi meinast at fara undir, fyrireika o.s.fr. Við tí endamáli at fáa nakað í gongd aftur! Minst til, at einki stór- arbeiði er byrjað nú í langa tíð. Heldur tann stødan fram, kann sjálvt Tinga- krossur rokna sær til, hvat úrslitið verður — vinnuloysi og sparing eftir reyv við minkandi inntøkugrundar- lagið hjá kommununi! Og hvat er tá vunnið? Gott nýggjár løgmadur! Gamlaårskvøld ynskti løgmadur, sum siður er, landsmonnum sínum eitt gott nýggjár. Feroya fólks sakir, vórðu av honum ynskt somuleiðis. Sigast kann, at løg- maður, Pauli E. — fyri Feroya fólks sakir — hevur brúk fyri einum góðum nýggjum ári, einum ári, ið hilnast betur og verður betri brúkt enn gamla árið. Sjálv nýggjársheilsanin hjá legmanni var merkt av dugnaloysi og lítlum og ongum skynsemi. Reyði tráðurin, ið vit kenna aftur frá eðrum talum hjá Paula E., talum, ið hann hevur hildið á veitslum, vígslum, stevnum og eðrum polittisk óviðkom- andi hátíðarhaldum, var eisini íspunnin í hesari Andsteðan hevur bjargað fleiri Nr. 3 — 8. janua! stórum vinnulivsmålum ti sam- gongan megnaði ikki — Hvar er andsteðan, verður spurt. Spurningurin má heldur vera, hvar er samgongan, skrivar Jørgen Thomsen m.a. í hesi politisku viðmerkingini Eftir at legmansreðan hevði havt sína umreðu, kann eg minnast, at leg- maður í Dimmalætting spurdi, hvar andsteðan á tingi var. Sóknast varð eftir einum veruligum and- steðupolitikki, har hann heldur enn ikki í illavorn- um vendingum royndi snildi sítt, soleiðis at fólk skuldu fáa tað fatan, at andsteðan á tingi átti sterstu skuldina fyri vána- liga háttalag teirra, bæði í landsstýri og á tingi. Í sjálvari legmans- reðuni verður eisini sagt soleiðis. »Vidmerkjast skal, at eg eisini í eðrum førum metti skeivt fyri ári síðani, nevniliga tá eg helt and- steðuna fara at fáa fotin fyri seg, og byrja at virka sum andsteða, eisini her var eg ov bjartskygdur«. Vit minnast, hvussuleið- is í Sambandið leikaði í við Paula Ellefsen á odda, tá ið teir sótu í andsteðu, og valla finnast nógv lands- stýrisuppskot, har í Sam- bandsflokkurin tók undir; tá ið teir sótu uttanfyri. Um hetta er andsteðu- politikkurin, ið legmaður sóknast eftir, so kann eg vissa hann um, at soleiðis háttaður verður Javnaðar- flokkurin ongantíð, hverki í andsteðu ella í sam- gongu. Javnaðarflokkurin kenn- ir sína ábyrgd fyri fer- oyska samfelagnum — kennir sær ábyrgd av fer- oyskum vinnulívi yvir- hevur. Eisini er at siga, og sum veruleiki er, at feroyskt vinnulív, hevur ongan meguleika, um so er at landsins myndugleikar ikki hava eyguni opin fyri, at hesi skulu kunna trivn- ast. Teir borgarligu siga, at alt vinnulív skal vera á privatum hondum, at privatmenn — einstak- lingar — skulu eiga og reka arbeiðsplássini, og at tað almenna, minst megu- ligt skal"hava við hesi at gera. Vit verða ell noydd at ásanna, at slíkur politikk- ur er ónýtuligur í dag. Samfelagið er sterkt inni í myndini sum er, á hesum eki. Skulu vit hava megu- leika fyri at fáa arbeiðs- pláss, so má hitt almenna á ein skilagóðan hátt og í sterri mun taka lut í øllum veruligum tiltøkum, ser- stakliga tá ið tað snýr seg um veruliga nýskapan. Sjáldan er samgongan for fyri at reka nakran veruligan vinnulívs- politikk. Tí er andsteðan noydd til at bjarga teim flestu landsstýrisuppskot- um igjøgnum, sum hava arbeiðsskapandi týdning. Tað vil siga, um hetta verður teimum loyvt fyri tí svartasta skrivi í før- oyskari segu — júst „grein 13«, ið heldur sína keldu hond yvir ellum framburði her á landi. Hver bjargaði Giljanesi lagaligt úrgerðar lán, frá Nordisk Investerings Bank? Javnaðarflokkurin! 2) Hver bjargaði Gull- finni undan at verða seld- ur aftur til Noregs? Javnaðarflokkurin! Samgongan kundi heldur ikki semjast í fíggj- arnevndini um at veð- halda, soleiðis at menn kundu keypa stóran trol- ara úr ltalíu til at fiska svartkjaft við. Hesum tók Javnaðar- politisk viðmerk- ing flokkurin undir við, tí hildið varð, at tervur er at fáa eitt slíkt skip afturat til veiðu og svartkjafta- framleiðslu um borð. Eisini her bjargaði Javnaðarflokkurin? Samgongan megnaði ikki. Veruleikin er soleiðis hann, at samgongan má fáa hjálp, um nekur veru- lig vinnulívsmál skulu fremjast í hesum samfel- ag. Hesa hjálp hevur hon fingið: Millum annað frá Javnaðarflokkinum. Hetta gera vit ikki júst fyri at hjálpa samgonguni, men hetta gera vit fyri at føroyskir fiskimenn skulu fáa nakað fyri hendurnar. Hetta gera vit fyri at svartkjaftaroyndirnar skulu kunna fullferast, og at Bakkafrost kann gerast eitt veruligt arbeiðspláss. Hetta gera vit fyri at samfelagið ikki skal sovna av máttloysis politikki samgongunar. Eitt er at siga afturat í hesum sambandi, at um „grein 13« ikki hevði verið nytt, so høvdu føroyingar havt eitt stórt og gott ferðamannaskip til mill- umlandasigling, áður enn útlendingar fóru við meguleikanum, tí megu- leikanum sum kundi givið fjøldd av sjómonnum okkara arbeid. Her sluppu vit ikki at bjarga. Hvar er andsteðan, verður spurt. Spurningurin má heldur verða, hvar er samgongan, ið vera skal. Her eru nevnd nekur stór vinnulívsmál við ný- skapan, ið farin vóru fyri skeyti, um eingin and- steða var á tingi. nýggjárstaluni hjá leg- manni. Meðan hetta heitið »reydi trådurin« eigur sín uppruna í ensku marinuni, og har tað vist nokk m.a. stendur fyri góðsku (sum hjá Esbj. Tovværk) í- myndar reyði tráðurin í talunum hjá Paula E. seg sum: dugnaskapur, ábyrgdarloysi og ósann- indi. Í nýggjárstaluni hjá løg- manni eru tað ósannind- ini, ið eg syndist mest inn á. Aður havi eg víst á fleiri við vilja framd ósannindi hjá Paula E. Hesaferð verða ósannindini hjá hesum statsgóðkenda grannskoðarar gjørd, tå hann framheldur, at hevði gamla samgongan ikki havt skapt hetta »stéra« uttanlandslánið, ja, so var javnvág á figgjarstøduni. — Ikki mátti revisorurin komið sær, niðarliga ríður hann nú. Lánini vóru fyri stóran part nýtt til vinnuna — mótsatt í dag — og eru tað tí hesi lånini, sum í gjøgn- um vinnuna eru tey, ið geva inntekuna til landið. Vóru lánini ikki tikin, hvar var so íðnaðurin og skip- ini, og sum ein fylgja av hesum, hvar var so inn- tøkan og harvið javn- vágin??? : So grovliga mistekur ein statsgóðkendur revisorur seg ikki. Við hesum hevur Pauli Ellefsen enn eina- ferð víst Feroya fólki, hver maður hann er. Mær kemur í huga orð- ini hjá frálíka danska segumanninum, Erik Kjersgaard, sum nú hetta kveldið i sjónvarpinum greiddi frá Danmarkar- segu, og har hann tá segði: »Regeringen skal ikke dømmes efter sine postu- later, men eftir sine ger- ninger« Tad verdur eitt jånkas- ligt skodsmål løgmadur Pauli Ellefsen fær. Jallur