Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-01-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. januar 1983síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 5 — 13. januar 1983 Hálvtannaðhundrað vilja búgva heitari Játtanin til bjálvingarlánini er uppi — nú má bíðast til eftir 1. apríl Íkki færri enn 152 pensiónistar hava sekt um at fáa lán til at bjálva sethús síni við, síðan løgtingid í fjør samtykti lógina um bjálvingar- grunn. Av teimum, sum hava sekt, og hvers umsóknir eru viðgjerdar, eru bert eini tjúgu, sum ikki hava fingið játtan um bjálv- ingarlán, upplýsir Trúgvi Strem, á Almannastovuni. Upphæddin, pensionist- urin kann fáa, er 25.000 kr. Henda upphæddin kann — umframt til van- liga bjálving — eisini brúkast til útskiftan av vindeygum, um metingar- menninir kunnu góðtaka hesa ætlanina sum lið í eini bjálving. Tað ber sjálvandi til at fáa eina minni játtan, men rekka tey 25.000 kr. íkki til, so kann pensionisturin sekja Husalånsgrunnin um eitt ískoytislán. Øll kunnu ikki fáa Tað ber kortini ikki til hjá ollum at fáa. Er inntøkan ov stór, ella stendur on nógv á banka- ella spari- kassabókini, so kann saks- viðgerarin á Almanna- stovuni koma til ta niður- stødu, at bjálvingarlán kann ikki latast. Heldur ikki kann lán latast, um onnur fólk — t.d. vaksin bern við innteku — búgva inni hjá pensiónistinum. Trúgvi Strem upplýsir, at í samband við reiða pen- ingaogn hevur Almanna- stovan hildið seg til eina ávísa upphædd, tá talan hevur verið um at nokta bjálvingarlán, meðan ein meting liggur til grund, tá steða verður tikin til inn- tøkuvidurskiftini. Markini Er peningaognin meira enn 33.000 kr. hjá einum stakum pensiónisti, kann viðkomandi ikki rokna við bjálvingarláni. Fer ognin hjá hjúnum upp um einar 37.000 kr., fáa tey ikki lán Hinvegin er einki inn tøkumark sett. Her kemur eisini inn í myndina hvenn pensionist talan er um — fólka-, avlamis- ella einkjupensionist aldur o.a. Hevur ein yngri pen- sionistur eina minni innteku umframt pensiónina, kann við- komandi ikki rokna við bjålvingarlåni. Er aftur ímóti talan um eldri persón við eini hampiligari urtøku, so liggur markið, fyri at kunna fáa bjálv- ingarlán, hægri. Í teimum førum, Al- mannastovan hevur nokt- að lán, hevur annaðhvort peningaognin verið ov stór, ella hevur inntekan verið í hægra lagi — upp ímóti ella um 100.000 kr. og meira. Aðrar grundir fyri at nokta láni hevur verið, at skyldfólk búgva fast hjá pensionistinum, ella tí viðkomandi ikki eigur ognina Tekur nakrar mánaðir Tað tekur einar tveir mánaðir frá tí at ein pensi- ónistur sekir um bjålv ingarlán, til ein játtan er tek. Fyrst kannar Al- mannastovan á tingles- ingarskrivstovuni, um viðkomandi eigur ognina. Tá henda váttanin er fingin, viðgerð Almanna- stoavn umsóknina. Kann jattan gevast, fær umsekjarin og Húsaláns- grunnurin tað at vita, Húsalánsgrunnurin sendir síðan sínar metingarmenn á staðið fyri at koma við síni meting. So skuldi alt verið í lagi og bjálvingar- lánið kann veitast. Bert einaferð Bjálvingarlán kann bert veitast einaferð. Tað skal Bjálvingarlán kann eisini veitast til pensionistar, sum ætla at skifta vindeyguni út ikki gjaldast aftur, uttan tá húsið annaðhvert skiftir eigara, ella tå búgv ið verður skift eftir andlát. Peningurin, sum tá kemur inn, fer í bjálv- ingarlánsgrunnin. Soleiðis skuldi grunnurin eftir- hondini fingið eitt sindur av peningi innaftur. Sambært legtingslógini skulu tríggjar milliónir kr. árliga setast av á fimm fíggjarlógum. Tá upp- hæddin er 25.000 kr. til hvert lánið, kunnu stív- liga 100 lán latast árliga. Kann klagast Heldur ein lånsøkjari, at hann ikki hevur fingið rætta viðferð, og metir seg hava rætt til lán, kann við- komandi klaga til lands- stýrið. Higartil hevur landsstýrið ikki broytt av- gerðina, sum tikin er á Al- mannastovuni. jo-mo Vilhelm Johannesen: Varð játtanin til fólka- pension uppi: skuldi so útgjaldingin steðgað? — Vit at læsa seg fastan í, at ein ávís upphædd skal haldast, setur landsstýrið sakleysum fólki knívin á barkan. Við at gera hetta revsar landsstýrið gomul og sjúk, sum hava brúk fyri heimahjálpini. Sigur Vilhelm Johanne- sen, legtingsmaður, í eini viðmerking til tað, eftirmaður hansara, Eilif Samuelsen, landsstýris- maður í almannamálum, sigur við Dimmalætting týsdagin. Við málgagn sítt sigur Eilif Samuelsen, at eingin hevur fingið knívin á bark- an, sum Vilhelm Johannes- en vísti á í Sosialinum leygardagin. | Hinvegin sigur landsstýrismaðurin, at avsetta upphæddin skal haldast. Og avsetta upphæddin, talan er um, er játtanin til heimahjálpina í hesum fíggjarárinum. Játtanin er ov lítil í mun til tað, sum Heimahjálpin hevur havt brúk fyri. Jólabrævið Tí sendi Almannastovan eitt bræv til kommunu- læknar og eftirlitskvinnur hjá Heimahjálpini fyri jól. Har verður boðað frá spar- ingum: eingin nýggjur má fáa heimahjálp, og tey, sum fáa hjálp, skulu íkki hava meiri hjálp. Orsekin er hon, at játtanin er við at vera uppi hóast sparsemi. Men ikki nóg mikið við hesum avleiðingunum tað ið eftir er av hesum fíggj- arárinum. Avleiðingarnar ganga eisini inn í komandi fíggjarár, tí Heimahjálpin fær ikki tað, hon metir vera neyðugt, um hjálpin skal virka eftir ætlan. Ynskið hjá Heimahjálp- ini til komandi fíggjarlóg var 18 mill. kr., men lands- stýrið hevur skorið upphæddina niður til 15 mill. kr. Tað er eisini við hesi avgerðini hjá lands- stýrinum sum grund, at »jolabrævid« til tey eldru er skrivað. Avgerðin tápulig — Tað má tykjast heilt órímuligt, at hesi sakleysu fólk skulu revsast, tí stovnurin í hesum fíggjár- árinum metti skeivt, við tí úrsliti, at jåttanin ikki rekkur til, sigur Vilhelm Johannesen. Fyrrverandi lands- stýrismaðurin heldur av- gerðina hjá landsstýrinum verða tápuliga og tekur sum demi, um ov lítið varð sett av til fólkapensión á fíggjarlógini og játtanin ikki rakk til: — Tí, so skal man eftir teoriini hjá Eilifi Samuel- sen halda uppat at gjalda fólkapensión, tá kanska einir tveir mánaðir eru eftir av fíggjarárinum. Vilhelm Johannesen heldur tí, at tað avgjert er neyðugt við eini eyka- fíggjarlóg, soleiðis at tað, sum skeivt er mett, kann rættast, og heimahjálpin virka eftir ætlan. Dimmalætting endur- gevur Eilif Samuelsen fyri at siga, at „Bæði meðan Vilhelm Johannesen og aðrir sosialistar hava um- sitið sosialmál í landsstýr- inum, hevur tað ikki verið so umráðandi, at avsettar upphæddir hava verið hildnar. Tað er nakað sum týðir uppá, at teir hava Heimahjålpin er rakt av skerjingum: tey, sum ikki hava fingið heimahjálp, kunnu ikki fáa. Og hevur onkur brúk fyri meiri hjálp, so nyttar einki at biðja um tað sett telini í minna lagi uppá fíggjarlógina, soleiðis at yvirtrekkini skuldu koma uppá eyka- figgjarlogina«. Vilhelm Johannesen sigur, at hetta er fullkomi- liga burturvið. Eins og nú komu stovnarnir við sínum metingum, sum síðan vórðu viðgjerdir. Sumt varð skarvað. Annað varð hækkað. — Men okkara manna- gongd var hon, at tá stovnur boðaði frá, at ein játtan ikki fór at rekka, legði landsstýrismaðurin, málsekið var undir, eitt uppskot fyri landsstýrið um eina eykajáttan. — Tók landsstýrið undir við tí, fór málið víðari til figgjarnevndina, og samtykti hon eisini eina eykajåttan, ja, so var ein slik til og stovnurin kundi arbeida vidari. — .Hetta eigur lands- styrid eisini at gera i hesum aktuella førinum, soleidis at gomul og sjuk kunnu fáa ta heimahjålp, sum tey hava tørv å, slær Vilhelm Johannesen fast. jo-mo