hósdagur 20. januar 1983síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
eisini
Utgevari: p/f soslalurin
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jéhann Mortensen og Jan Miller
Lýsingar: Árni Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Ódámligt myrkaspæl
oddagrein
Á TINGFUNDI í gjár varð m.a. álitið til
uppskotið um samtíðarskatta-
skipanina lagt fram. Ein minniluti í
skattanevndini, Javnaðarflokkurin,
hevur gjørt sítt egna minnilutaálit.
EFTIR okkara áskoðan eru tað serliga
tvey stór ivamál, vit kunnu seta við
ætlanir landsstýrisins í hesum máli.
Sum kunnugt er tað ætlan landsstýris-
ins, at eitt privat datafelag skal umsita
hesa skipan. Tað margháttliga við
hesum er, at eingin veit, hvat hetta fer
at kosta. Fíggjarmálaráðharrin hevur
sagt ferð eftir ferð, at hetta ikki kostar
eina einastu krónu. Hesum er stjórin á
líkningarráðnum ikki samdur við
landsstýrismannin i. Just, hvussu
nógv hetta kostar, visti hann tó ikki.
KANSKA eitt tað mest áhugaverda
við kostnaðinum fáa vit at vita frá
stjóranum fyri Tryggingarsambandið
Føroyar. Teir hava áður nýtt eitt privat
datafelag, men nú Tryggingarsam-
bandið keypti sína egnu útgerð, sparir
Tryggingarsambandið eina miljón kr
árliga.
VIÐ ØDRUM orðum vita landsins
myndugleikar lítið og einki! Men
hóast tað vil landsstýrið hava málið
samtykt. Tad er at keypa eina veru
Framhald av síðu Í bankunum. sambært landsstýris-
Vilhelm Johannesen mannin skal Elektron ikki
Vilhelm Johannesen. metir, at tá fólk skulu hava eitt oyra.
Saman við peninga-
stovnunum eigur Trygg-
ingarsambandið Feroyar
Elektron. Men
verða sett eftir tí nýggju
sokallaðu skattaskipanini,
so fer tað at krevja fleiri
uttan at hava minsta varhugan av, hvat
hon kostar, hvat hon inniheldur og
hver dygdin er. Heldur ikki vil lands-
stýrið út við sínum uppskotið til sam-
arbeiðssáttmála við privata
datafelagið. Her er talan um eitt
óhugnaligt myrkaspæl. Alt skal dylj-
ast fyri almenningi og legtingi — fólk
hava allar grundir fyri at hugsa bæði
líkt og ólíkt um veruligu ætlanir lands-
styrisins við hesi mannagongd.
HITT STÓRA spurnartekini, vit seta,
er viðvíkjandi miðsavnanini av EDV-
upplýsingum. Vit hava ferð eftir ferð
ávarað móti eini tílíkari miðsavnan og
hetta er galdandi, um stovnurin er al-
mennur ella privatur. Hverjar ætianir
landsstýrið hevur her, vita vit heldur
ikki. Eingin veit nakað og eingin må
fáa nakað at vita.
HETTA KUNNU vit als ikki góðtaka á
nakran hátt, og tað kann als ikki koma
upp á tal, at málið í hesum líki verður
samtykt.
EINA KELDUSKATTASKIPAN vilja vit
avgjørt hava. Tað man vera fáar staðir
í heiminum, at hon er so neyðug sum
júst í Føroyum, tá hugsað verður um
tann lutvíst stóra part av fólki, hvers
inntøka er ógvuliga 6jøvn alt eftir
veðri, veidumøguleikum o.ø. Tað er ti
harmiligt, at landsstýrið í so grovan
mun heldur bæði løgting og almenn-
ingin fyri tað turra spott.
Landsstýrið hevur mett,
at fyri fíggjarárið 1985-86,
sum er tað annað undir tí
Tryggingarsambandið he-
vur tað seinasta árið koyrt
á sínum egnu datatólum.
vilhelm Johannesen
ynskti tí at fáa stjóran,
Marius Thomassen, við á
fundin í skattanevndini.
Tað lat seg ikki gera og
skattanevndin hevði ikki
áhuga sum so at hoyra
orsekirnar til, at Trygg-
ingarsambandið koyrir við
egnum datatólum.
Men formaðurin í
skattanevndini, Eli
Nolsee, og Vilhelm
Johannesen, fingu kortini
hevi at tosa við Marius
Thomassen. Hesin kundi
m.a. upplýsa, at Trygg-
ingarsambandið spardi
eina mill. kr. í fjør við at
koyra á egnum datatólum.
Orsekin er hon, at av-
greiðslurnar hjá Trygg-
ingarsambandinum, m.a.
tá bilar verða skrásettir,
krevja fleiri útrokningar
enn avgreiðslurnar hjá
útrokningar enn ein bilur,
sum verður skrásettur ta
einu ferðina. Hann hevur
tosað við serkøn fólk og
fingið viðhald. Talið av út-
rokningum er fleiri ferðir
tað, sum eitt ryggingar-
mál krevur, meta tey
serkønu.
Vilhelm Johannesen er
ti komin til ta niðursteðu,
at tað er líka torført at
finna nekur álítandi tel í
hesum álvarsmáli sum at
finna eina nál í eini des.
Á fíggjarlógaruppskot-
inum, sum landsstýrið
legði fram í desember, er
7,4 mill. kr. sett av til sam-
tíðarskatt.
Meginparturin av
hesum peninginum er
helst ætlaður til fyrireik-
ingarnar og sjálva um-
leggingina.
Annars er upplýst, at
líkningarráðið skal hava
eina millión eyka og Fer-
oya Gjaldstova tvær milli-
ónir kr. meira. Men
nýggju skipanini, skulu
768.000 kr. brúkast til at
koyra samtíðarskattin.
Hóast lardsstýrismaðurin
í skattanevndini, hevur
sagt, at hann kostar 0 kr.
Vilhelm Johannesen er tí
ikki sert bilsin:
— Tá vit hava í huga, at
Tryggingarsambandið í
1982 spardi eina millión
við at koyra á egnum
tólum, so ljóðar hetta talið
heilt burturvið, fyri ikki at
siga vitleyst, at ell sam-
tíðarskattaskipanin bert
skal kosta 768.000 kr. ella
umleið 75 pst. av tí, sum
Tryggingarsambandið he-
vur spart eftir einum ári.
Het má vera ein rokni-
feilur hjá onkrum, vísir
Vilhelm Johannesen á.
Álitið varð lagt fram á
løgtingsfundinum fyrra-
partin í gjár. Í leygarúags-
blaðnum hyggja vit nærri
eftir hesum stóra mål-
inum.
jo-mo
Nr. 8 — 20. januar 1983
Nobelheidursløn fyri at taka
breyðið úr munninum á fólki
Henda yvirskrift stóð í
Sosialinum 1977. Orsekin
var, at nevnda blað hevði
endurgivið brot úr eini
grein, sum hevði staðið í
Framanum. Tann, sum
fekk Nobelheiðurslonina
fyri at taka breyðið úr
munninum á fólki, var
eingin minni enn Milton
Friedmann — maðurin,
sum Óli Breckmann er so
góður við og hevur róst til
skýggja í Dagblaðnum.
Men eisini onnur, aðrir
flokkar og bleð, munnu
halda gott um henda
mann, tí tey hava ikki
mótmælt nekrum av tí,
sum áðurnevndi búskap-
arfreðingur hevur skrivað,
og sagt og vil hava framt.
Nei, tað er bara Sosialurin,
sum hevur sagt sína mein-
ing um búskaparteoriina
hjá Friedmann.
Henda teoriin, sum
verður kallað
monetarisma, gongur út
upp á, at alt skal gerast
fyri at halda inflatiónina
niðri, sektin á, um talið av
arbeiðsleysum veksur.
Somuleiðis gongur hin út
upp á at skerja tær sosialu
veitingarnar, at gera ta
arbeidandi fjøldina fåtæk-
ari, ja, stutt sagt skulu
tey, sum hava nógv, fáa
meiri, meðan tey, sum lítið
og einki eiga, fáa minni.
Hetta er maðurin, sum
verandi landsstýrið hevur
tikið til sín sum sítt
hjartabarn. Tað hevur
Reagan gjørt og tað hevur
Tatcher giert. Og hvussu
er skilið. Búskaparligt
ragnarrok við vaksandi
arbeiðsloysi og minkandi
keypiorku. Ja, í USA eru
10 milliónir fólk nú
arbeiðsleys og triggjar
milliónir í Bretlandi.
Tí eigur ell slitmanna-
fjøldin at standa á varð-
haldi og ikki lata seg tela
av nakrari lortaspann úr
Dagblaðnum, Dimmalætt-
ing ella Tingakrossi, men
taka undir við Sosialinum
og Javnaðarflokkinum,
sum er einasta verjan hjá
føroysku arbeidarafjøld-
ini.
Arbeiðsmaður
Rusdrekka, byråd og løgmans-
veitsla
Nyggja byrådssamgong-
an hevur samtykt at einki
rúsdrekka skal skeinkjast
av býráðnum.
Tá nýggja landsstýrið
tók við kunngjerdi tann
nývaldi løgmadurin, at
eingin løgmansveitsla
skuldi vera, ni skuldi
sparast, ti nu skuldi ikki
dansast og drekkast.
Tad er alla æru vert at
menn taka i nakkan å sær
sjålvum.
Men
álvaratos hevur
skilið eisini verið soleiðis í
býráðnum, at tað má ger-
ast samtykt um at lata tað
váta slagið standa!
Hjá landsstýrinum sær
tað ikki út til at avtøkan
av løgmansveitsluni
hevur bøtt nakad sum
helst um steðuna, tí vit
fingu jú at vita at út-
reiðslurnar til royking og
drekking vóru vaksnar
munandi undir hesum
stýrinum enn framman-
undan. Tað
skapartølini.
Og so er tad man spyr,
um tað bara var sum eitt
skálkaskjól, at tað så pent
út at legmansveitslan var
avtikin. Men tubbakkið og
brennivínið verður keypt
alíkavæl í ólukkumáta.
Vónandi verður skilið
ikki tað sama hjá býráðn-
um.
vístu rokn-
Skattaborgari
Javnaðarmenn hava altid verið
róptir sosialistar
Í Dagblaðnum, nr. 97 í
fjør, er eitt lesarabræv við
hesari yvirskrift: >Gerst
Javnaðarflokkurin vinstra-
sosialistiskur«. Í nevnda
lesarabrævi verdur vist å
fleiri dømi, sum skulu
prógva, hvussu sosialist-
iskur Javnadarflokkurin
er blivin. M.a. verður sagt,
at SU, Sosialistiskt Ung-
mannafelag, krevur alt
hervald av landinum.
Hetta er júst tað sama
sum í hvussu so er ein
partur av Fólkaflokkinum
hevur verið við at sam-
tykkja saman við hinum
flokkunum á Tingi. Men
Fólkaflokkurin meinar
kanska ikki so nógv við
samtyktina? Ti annars
hevði Dagblaðið íkki
skrivað soleiðis!
Mangt annað tvætl er at
finna í brævinum, og fyri
at fólk skulu fáa ta fatan,
at okkara flokkur er
longur til vinstri enn hann
er, roynir brævskrivarin
at draga »framamenn« inn
í myndina fyri at tað skal
síggja betri út.
Teimum flestu kunnugt
var upprunaliga navnið á
Fólkaflokkinum Vinnu-
flokkurin, men eftir fáum
árum, tá stórur partur av
Sjálvstýrisflokkinum kom
uppí, broytti hann navn til
Fólka... fyri at krógva
veruligu muru floksins.
Og fyri at geva fólki ta
fatan, at hann er flokkur
floksins, hóast hann er
beint tað evugta. Síðan er
stovningina hevur Fólka-
flokkurin víst í verki, at
hann er verji stórmanna-
veldsins, reiðaranna,
stjóranna og annað av tí
sonevnda betra slagnum.
Hetta hevur hann gjert
bæði væl og virðiliga.
Eg skal bara taka eitt
demi, hvussu FÓLKA-
flokkurin bar seg at ímóti
klaksvíkingum. Gekk
hann áhugamálum klaks-
víkinga á meti í hesum
stríðið? Nei og aftur nei.
Og forrestin, so mynda
teir somu deyðsiglara-
flokkar landsstýrið í dag
sum tá. Hesir flokkar,
sum senda danskt politi
við hundum eftir klaksvík-
ingum.
tá Óli Breckmann
nevnir Javnaðarflokkin
fyri sosialistiskan, er bara
tað at siga, at frá fyrsta
degi av, hava javnaðar-
menn verið róptir sosia-
listar. Langt áðrenn
nakar »frama-madur« så
dagsins ljós. So í hasum
liggur einki nýtt. Við
sosialistakveðu.
sjálvandi sosialistur