hósdagur 20. januar 1983síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 8 — 20. januar 1983
Er hasj vanda-
mikið?
Kjartan Mohr:
Spurningurin er
ringur at svara, men
ein veit, at fólk verða
sálarliga bundin at
hesum evni.
Óbeinleiðis er evnið
skadiligt, ti tað
verður ofta brúkt
undir umsteðum ið
kunnu elva til brúk
av sterkari narkot-
iskum evnum.
Brúkið av hasj
hongur ofta saman
við tíðini, — tað kann
vera »in« i ávísum
bólkum í samfel-
agnum.
Eg vil tó fráráða
fólki at brúka hasj.
Jóhannes Alvheygg:
— Tað er vandamikið,
tí tað meguliga fær
ungfólk at ynskja
sterkari rús, tá tey
fyrst hava vant seg
til hasj.
Vit vita, at rús-
drekkamisnýtsla byrj-
ar við, at fólk drekkur
øl, men at tey seinni
fara yvir til sterkari
drykkir. Tí haldi eg
hasj vera vandamikið
í sær sjálvum.
Eyðbjern Mikkelsen:
— Eftir tí vit hava
lisið um hasj, so kann
hetta verða byrjanin
til nýtslu av sterkari
evnum.
Eins og sigarett-
roykjarar lættari fara
yvir til hasj, enn tey
sum ikki roykja, so
vísa telini frá kann-
ingum uttanlanda, at
hasjbrúkarar fara
víðari, og byrja at
taka narkotisk evni.
Landsstýrismaðurin
skilur ikki sammet-
ingina
Greinarnar, sum undirritaði hev-
ur skrivað í Sosialinum í sam-
bandi við at landsstýrði hevur
steðga øktari veiting av
heimahjálp, hava heilt givið talað
til búkin á sambandsmonnum.
Dimmalætting og Eilif
Samuelsen hava fingið eitt satt
herðindi av búkilsku. Og hetta
skilir ein og hver.
Í Dimmalætting hósdagin
roynir landsstýrismaðurin seg
við eini nýggjari sjóforkláring.
Undirritaði hevur ikki skilt
munin á fólka- og avlamisveit-
ingum eðrumegin og veiting av
heimahjálp hinumegin. Og so
greiðir landsstýrismaðurin frá
muninum. Veiting av fólka- og
avlamispensión er ásett við lóg.
Veiting av heimahjálp er ásett
við kunngerð. Alt hetta er undir-
ritaði sjálvandi vitandi um.
Men lat meg gera enn eina
roynd fyri at fáa landsstýris-
mannin at skilja samanlíkning
ina. Um ein persónur uppfyllir
tær læknaligu treytirnar fyri at
fáa avlamispensión ella fram-
skundaða fólkapensión, so skal
viðkomandi hava annaðhvert av-
lamispensión ella framskundaða
fólkapensión og fær hann tað
ikki, so var tað ikki bert eitt brot
Vilhelm Johannesen,
tingsmaður, hevur skrivað
politisku viðmerkingina
politisk
viðmerk-
ing
log-
á lógina, men harvið hevði tað al-
menna gjørt mun á samfelags-
borgarum.
Um nú ein persónur uppfyllir
tær læknaligu treytirnar fyri at
fáa heimahjálp, men ikki kann
fáa hesa, orsakað av, at lands-
stýrismaðurin hevur sagt, at
heimahjálpin skal halda seg til
játtanina, so er munur gjerdur á
samfelagsborgarum. Persónurin,
sum ikki fær heimahjálpina, felir
seg á sama hátt, sum hann vildi
folt seg, um honum varð sýtt av-
lamispensión ella framskundaða
fólkapensión, hóast hann
uppfylti læknaligu treytirnar.
Ein kann eisini leggja tekstina
hjá landsstýrismanninum soleið-
is út, at vóru lógirnar um fólka-
og avlamispensión ikki í vegin, so
vildi landsstýrið gjørt tað sama
galdandi viðvíkjandi veiting av
fólka- og avlamispensión. Nevni-
liga kravt at játtanin varð hildin
og so svíða sum svellur. Men her
eru lógirnar, sum javnaðarflokk-
urin í áravís stríddist fyri at
fremja, tíbetur í vegin. Tá heima-
hjálparskipanin varð sett í gildi
við kunngerð, vardi tað okkum
ikki, at Feroyar nakratíð kundu
fáa eitt so asosialt stýri sum tað,
ið nú situr.
verandi
enn ikki
Í samreðuni í Dimmalætting
hósdagin mótsigur landsstýris-
maðurin sær sjálvum so dyggi-
liga sum hetta. Hann sigur: > Æt-
lanin hjá landsstýrinum í hesum
sambandi er bert at strika undir,
at heimahjálpin eins og allir aðrir
stovnar undir landinum eiga at
halda sínar jåttanir«.
Og í endanum av samreðuni
verður sagt: »Sjålvandi eigur tað
at verða meguligt, soleiðis sum
heimahjálparaleiðarin, Sonja á
Argjaboga, málbar seg í útvarp-
inum herfyri, at tey, sum veru-
liga hava tørv á heimahjálp, eiga
altíð at fáa hana, sigur Eilif
Samuelsen at enda«.
Hvi so krevja at jåttanin
verður hildin, tå tað er progvad,
at jåttanin ikki er so mikið stør,
at øll sum hava tørv å ti, kunnu
fåa heimahjålp? Hvi ikki geva
eina eykajåttan i hesum figgjar-
árinum? Og hví bert seta 15 mió.
kr. av í komandi fíggjarári, tá
heimahjálpin og almannastovan
meta, at tað verður neyðugt við
18 mió. kr.?
Lat meg til endans tríva aftur í
orðini hjá landsstýrismanninum,
tá hann sigur, at ætlanin hjá
landsstýrinum í hesum sambandi
er bert at strika undir, at heima-
hjálpin eins og allir aðrir stovnar
undir landinum eiga at halda
sínar játtanir
Lat okkum taka okkurt dømi
Fyrsta fíggjarárið, hetta lands-
stýrið sat vóru 1 mió. 250 tús. kr
settar av til uttanlandsferðir hjá
legmanni, landsstýrismonnum
(t.d. Eilif Samuelsen) og eðrum,
veruliga nýtslan varð 2 mio. 121
tús. og 600 kr. Ein meirnýtsla
uppá 70 pst. Hví varð hendan
játtanin ikki hildin? Hví hildu
Eilif Samuelsen og løgmadur seg
ikki til hesa játtan?
Eitt annað demi. Sama fíggjar-
ár var játtanin til umboðan og
t.v.s. alment veitsluhald 300.000
kr. Veruliga nýtslan varð 522.900
kr. Ein meirnýtsla uppá 222.900
kr. Hví varð hendan játtanin ikki
hildin?
Við ødrum orðum er politikk-
urin hjá hesum landsstýrinum
tann, at gomul og sjúk, sum hava
tørv á heimahjålp, onga heima
hjálp skulu fáa við tí grundgev-
ing, at játtanin til heimahjálp
skal haldast, meðan legmaður og
Eilif Samuelsen kunnu loyva sær
at nýta nærum tvífalt so nógv
sum játtað er, tá talan er um
uttanlandaferðir og veitsluhald
nakað um tað.
Í hvussu so er, okkara
ber seg at, men eg vóni, at
hann hjálpir mær við
hesum.
Skomager bliv ved din læst!
Aftursvar til Martin Djurhuus, skrivara í Menningargrunninum
Ikki ætlaði eg mær at
svara aftur, men feli meg
kroystan til tess. Og tað
vegna skriv skrivarans í
Menningargrunninum,
Martin Djurhuus.
Tað vísir seg,at Martin
so fegin vil vera í >rampu-
ljåsinum«, helst avmynd-
aður eisini! Hvi er tað ong-
antíð formaðurin í Menn-
ingargrunninum, ið svarar
grunsins vegna? — Eins
og í Ídnaðargrunninum.
Her er eitt avrit av tí,
Dimmalætting 14. des. -82,
sum Martin ikki vil við-
ganga, um tað er Dimma
ella Martin er mær tað
sama.
Gott orð á sær
Teir umleið 10 privat-
menninir, sum høvdu sett
pening i virkid, hava eftir
ollum at døma mist umleið
eina hálva millión hvor,
Menningargrunnurin miss-
ir umleið 4 milliónir, bert
spell at eitt tílíkt virki skal
fara á heysin tá vit vita, at
framleiðslan hjá virkinum
hevur eitt gott orð á sær.
Hetta eru teir mongu fyri-
spurningarnir eitt gott
domi um, sigur Martin
Djurhuus.
Eg havi í hvussu so er
ikki valt formannin, ið
situr í Bruxelles. Tann
einasti, ið eg havi vegna
virkið — sum Martin sigur
at geva skyldina — er, at
løgmadur átti at gripið
inn, vegna partapeningin
hjá Landsstýrinum, og at
meirlutin í nevndini átti at
tikið móti tilboðnum frá
landsstýrinum. Eg havi
ikki skuldsett nakran
viðvíkjandi umtalaða
virkið.
Annars havi eg alt gott
at bera Menningargrunn-
inum. Eg var vanur at
tosa við formannin, tá
okkurt var áfatt, og ikki
við skrivaran. Tað er
kanska tí, hann er vorðin
firtin og leggur meg undir
eitt og annað — t.d. óvirk-
ið hjá nevndini. Viðvíkj-
andi nevndini, ið Martin
skrivar um, er helst einki
at viðmerkja, tí næstu
ferð hann skrivar, ja, so
hevur hann helst einki at
viðmerkja, tí næstu ferð
hann skrivar, ja, so hevur
hann helst ongantíð sagt
samráðingar í nevndini
við Landsstýrið og Menn-
ingargrunnin, so dugi eg
enn ikki at síggja, hvat
Martin Djurhuus, ið (bert)
hevur starv sum skrivari í
Menningargrunninum,
hvat hann hevur við hetta
at gera.
Tormóð dámar mær
væl, um hann, sum ein
góður feroyingur, vil veg-
leiða meg at saksekja
Jydsk Teknologisk Insti-
tut, sum hann tekur til.
Ikki veit eg, hvussu ein
Legmann tími eg ikki at
»kommentera«, ti hann
skrivar i Dimmu ymiskt,
so sum hann 11.1.83 skriv-
aði, at sett vóru fólk at
ansa eftir virkinum -
meinar hann fleiri fólk,
ella meinar hann EITT?
Nú eru brúkt nógv
ymisk orðatek, so eg vil
eisini enda hesa grein við
einum slíkum: »Skomager
bliv ved din læst«.
Johan Niclasen
Tess stytri lesara-
brøvini eru — tess
fleiri sleppa við