Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-01-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. januar 1983síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 9 — 22. januar 1983 Ein »krimi« sum kann bliva »bestseller« Landsstýrið hevur fingið grønt ljós og kann arbeiða víðari við ætlanini um samtíðarskatt. Men loysnin, landsstýrið hevur valt, fekk eina harða viðferð. Nógvir spurningar ósvaraðir Minnilutaálitið hjá Vilhelmi Johannesen í kelduskattamålinum er ein krimi. Tad heldur i øllum førum formad- urin i skattanevndini hjå løgtinginum, Eli Nolsee, úr Sambands- flokkinum. Fylgir Vilhelm Johannesen ráðunum hjá Eli Nolsee, gevur hann álitið út, tí Eli Roknar við, at tað verður ein sokallaður »best-seller«… Ting- menn kunnu eisini vera skemtiligir. Eisini tá stór og álvarsom mál eru fyri og herð annars falla. Legtingið samtykti seinra- partin hósdagin uppskotið til samtyktar hjá landsstýr- inum um hevuðsreglurnar í tí komandi samtíðarskatta- skipanini ella kelduskatt inum, sum hann eisini verður róptur Talan er ikki um eitt lógar uppskot, men uppskot til samtyktar Hetta hevur landsstýrið ynskt fyri at fáa tað tiltikna >grena ljósið“ fyri at arbeiða víðari við sjálvari lógini og annars ellum teimum nógvu fyrireik- ingunum. Tað var ikki eitt samt legting, sum tók undir við uppskotinum. 25 atkveddu fyri sjálvari endamálsgrein- ini, meðan atkveðutalið fyri hinum greinunum var 17, sum er minsta mark. Í onkrum førum atkveddi FF- flokkurin eisini fyri. Frammanundan hevði legtingið felt eitt uppskot frá Vilhelmi Johannesen um, at málið skuldi viðgerast gjell- igari í skattanevndini, sum skuldi kanna ymiskar aðrar loysnir. Annars grundgav Atli Dam, hví Javnaðarflokkurin ikki kundi atkveða fyri: nógv- ir upplýsingar ikki fingnir og tí at málið er ov illa viðgjert. Snúði seg um minni- lutaálitið Orðaskiftið varð hart og drúgt. Fyri tað mesta snúði tað seg um minnilutaálitið hjá Vilhelmi Johannesen. (Tað er prentað á síðu 2 og 4 í Sosialinum). Fleiri sam- gongumenn funnust at orða- ljóðinum — serliga Hilmar Kass — meðan landsstýris- maðurin í skattamálum, Tor- bjern Poulsen royndi at svara ivamálunum, sum Vil helm Johannesen reisir álitinum Harafturat varð spurning urin um, at eitt privat data við virki saman peninga stovnunum skal koyra sam tíðarskattaskipanina, nógv umreddur. Andsteðan fanst harðliga at, at skattanevnd og lands- stýrið ikki hevur kannað fleiri meguligar loysnir, men bert læst seg fast í ta einu skipanina Ta sokallaðu kumultativu- skipanina ella andi sum merkir, at tað, sum verður trekt av lenini til skatt, alla tíðina lagar seg at tí, sum skattgjaldarin hevur fingið útgoldið í len. Við eðrum orðum skal ein álíkning fara fram 52 ferðir árliga fyri ein, sum fær tíma- len hverja viku. Hin loysnin, sum legtings- menn tosaðu um, var ein skipan við einum fastum so- kalladum »trekk-prosenti« frådråttar-prosenti. Sum so verður endurskoðað við endan av skattaárinum uppsavn- Nógvar deildir Torbjern Poulsen, landsstýr ismaður, frá, hví landsstýrið hevði valt pen ingastovnarnar. Og grundin var m.a. hon, at peninga- stovnarnir hava allar hesar deildirnar vid data-tólum kring landið. Ti valdi lands- stýrið hesa loysnina fram um at gera skattainnkrevjingina almenna Hinvegin helt landsstýris- maðurin tað vera natúrligt, at Feroya Gjaldstova og Tryggingarsambandið hava sína egnu data-útgerð. Í áliti sínum first Vilhelm Johannesen at, at landsstýrið ikki hevur gjert ein sam- starvssáttmála við P.f. Elek- tron, áðrenn landsstýrið kemur í Tingið við uppskoti um nýggju skattaskipanina. Til hetta segði Torbjern Poulsen, at okkurt hevdu tingmenn sagt, um hann kom við einum lidnum sáttmála, uttan at nekur samtykt fanst. Annars segði landsstýris- maðurin seg taka undir við teimum, sum halda ein vanda vera í at miðsavna so nógvar upplýsingar á einum stað. Torbjern Poulsen metti, at tað ongatíð er meguligt at fyribyrgja misbrúki, men at fólk kunnu tryggjast við greiddi data-lóggávuni. „For innviklad« Eli Nolsøe, sum so at siga bert viðgjerdi álitið hjá minnilutanum, Vilhelm Johannesen, og fundin skattanevndini, segði Tryggingarsambandid Fer ovar hevði fingið sær egnu data-tól, tí uppgávurnar vóru »for innvikladar« at loysa á P.f Tað hevði hann fingið upplýst á fundi við stjóran á trygg- ingarsambandinum Í áliti sínum finst Vilhelm Johannesen at tí, at umboð fyri samgonguna skatta nevndini hava fingið kopi av uppskotunum til sjålva lóg- ina um samtíðarskattin. Til tað segði Eli Nolsee, at tað var ikki loyniligt, men helt tað vera rímuligt, at and- stødan ikki hevur fingið nakað eintak, tí tað er ikki liðugt riektron Elektronisk lensharra- skipan Finnbogi Isaksen, sum eisini hevur eitt minnilutaålit i mål- inum, segåi, at fyri hann var tað ikki avgerandi, um post- verkið ella ein banki flytur skattin. Hinvegin segði hann seg vera ímóti at miðsavna so nógvar upplý singar á einum stað Limur Tjóðveldisfloksins í skattanevndini ætladu skipanina vid skipan- ina, tå kongar i Danmark høvdu lensmenn at upp krevja skattin fyri seg, og kalladi ætlanina hjå lands- styrinum fyri eina »elektron- iska lensharraskipan«. Annfinn Kalsberg fanst at skattanevndini fyri ikki at hava kannad munin å kost- nadinum fyri at hava eina kumulutiva uppkrevjingar- skipan og eina skipan vid føstum »trekk-prosenti«. Hann visti å, at fyri ein stóran part av føroyingum kemur upp å tal, at teir skulu álíknast heilar 52 ferðir árliga. Tí roknaði hann við einum hegum kostnaði fyri álíkningina. | Annars helt hann, at ein kumulativ skip- an er betur, um hon er bílig- ari. samanber Antin hetta — ella mugu vit bíða Hilmar Kass, sum ikki segði seg hava sæð eitt slíkt álit sum tað hjá Vilhelmi Johannesen í tey 16 árini, hann hevur sitið á tingið, metti tað vera líka vanda- mikið sum edv-misnýtslu, tí tað kemur út í bók (her mein- ast ikki við »krimi'ina«, sum Eli Nolsee tosaði um, men eina so turrisliga bók sum Legtingstíðindi, blaðm). Annars kom limur Sjålv- i skattaneynd ningin alment privat. Hilmar Kass tók landsstýrið vildi vera v ið at ikki henda meguleikan nú, so rður ein samtíðarskattur útsettur í fleiri ár Men Hilmar Kass nevndi eisini meguleikan at umleggja seinri frá koyring á einum privatum virki til um- leggjan á eitt alment data- virki. Jógvan Sundstein, limur Fóikafloksins í skattanevnd- ini, vísti á tað sama: Vit mugu gera okkum greitt, at skal kelduskatturin fáast at virka frá 1984, so má tað gerast igjøgnum tann data-kapasitet, vit hava, og hann hava vit í Elektron Gera vit ikki hetta, so hava vit onga kelduskattaskipan fyrr enn í 86. Annars upplýsti Jógvan Sundstein, at tað er neyðugt við eini registrering, men ikki við sjálvuppgávum. Hann vísti á fyrimunirnar við tí valdu skipanini, tí nú kunnu skattgjaldarar fáa skattin broyttan, tá inntekuviður- skifti ella frádráttar- meguleikar broytast. Hann segði seg ikki rokna við nekrum muni á kostnaðinum fyri eina kumulativa skipan og skipan við festum dráttarprosenti. Hann ikki, at lønin var so skiftandi og tí at strekki í innteku er ira- metti stórt, áðrenn broyting fer fram Bóndafangarí Funnist varð eisini at Vilh- elmi Johannesen fyri at brúka orðið »béndafangari«. Men hann helt við sítt kallaði tað bóndafangarí, tá legting- ið skal samtykkja eitt upp- skot, sum hevur ein sáttmála við sær millum landsstýrið og P.f. Elektron, uttan at legtingið veit, hvat stendur í sáttmálanum. Til Torbjern Poulsen segði hann, at eingin legtings- maður hevði sagt-nakað, um landsstýrið kom við einum sáttmála við Elektron, treytað av legtingsins góð- kenning. Eisini spurdi hann lands- stýrismannin, hver sakkenur hevur sagt, at tað er natúr- ligt, at Feroya Gjaldstova og Tryggingarsambandið koyra við egnum tólum, meðan tað ikki er natúrligt fyri sjálvan kelduskattin. Víðari segði Vilhelm Johannesen: — Torbjørn Poulsen segði, at misbrúk kann ikki fyribyrgjast, men fylgdi landsstýrið okkara Framhald á síðu 17 kenni Poulsen hevur misskilt Torbjørn Vilhelmi eg einki til spurning frá Johannesen ella hevur Vilhelm misskilt svarið frá Torbirni Nullid blivið til milliónir Nullið hjá Torbirni Poulsen og Vilhelmi Johannesen er nú blivið til nakrar milliónir. Men hvussun ogv, vil Líkningarráð Fer- oya ikki upplýsa, og sjálvur lands- stýrismaðurin si- gur, at tað ber ikki til at koma við eini meting nú. Men um nullið byggir á eina misskilj- ing Tá Vilhelm Johannesen í skatta- nevndini spurdi Tor- bjørn Poulsen, hvat P.f. Elektron skuldi hava fyri at koyra sam- tíðarskattin, svaraði hesin: NULL. Men hann svaraði annað- hvert ikki spurning- inum, Vilhelm Johannesen spurdi um, ella misskilti hesin svarið. Tað er ikki Pí. Elektron, sum einki skal hava, men aftur- ímóti = peningastovn- arnir. Hetta upplýsti bæði landsstýrismað- urin í skattamálum og Jógvan Sundstein, log- tingsformaður, á ting- fundinum hósdagin. Sjálvandi skal P.f. Elektron hava pening. Men hvussu nógv er ikki greitt. Stjórin á líkningarráðnum, Eyð- un av Rógvi Olsen, upplýsti mikudagin, at tá vóru menn har við at gera eina meting. Men segan Torbjern Poulsen vildi ikki eftir fundin upp- lýsa, hvat metingin ljóðar uppá. Hinvegin upplýsti hann, at sum er, fær P.f. Elektron 750.000 kr. fyri at koyra núver- andi skatt. Afturat hesum fara so at koma uppkall, fyrispurn- ingar útskriftir o.a Hver transaktión kostar 40 oyru og skal onkur hava eina út skrift, kostar hon 11 oyru. Peningastovnarn- ir bert rentuna — Peningastovnarnir skulu ikki hava annað enn tað, at teir fáa ein fyrimun av rentutil- skrivingini. Tað er so ein onnur sek, segði Jógvan Sundstein undir orðaskiftinum. Hetta er fyri tann dagin, ella báðar tveir, frá tí at teir hava fingið hann, til peningastovn- arnir hava greitt hann víðari til gjaldstovuna. Men tað er ikki bara peningastovnarnir, sum kunnu avgreiða sam- tíðarskattin, men eisini Postverk Feroya, Fer- oya Gjaldstova og seinri tær sterru len- gjaldsstovurnar. Ti spurdi Vilhelm Johannesen, hver fær rentutilskrivingina, tá postverkið hevur pen- ing standandi áðrenn skatturin er av- greiddur — landið, kommunurnar, fólkið ella bankarnir? Men hann fekk ikki nakað svar. jo-mo