Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-01-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. januar 1983síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Á Gu Leygardagur 22. januar 1983 Feroyingar eru ikki tablettmisbrúkarar ella narkomanar Løgreglan skapar osing at uppgeva ávísa mongd av smuglaðum hasji, uttan at grundgeva hvussu teir eru komnir fram til talið Hajshundur verður keyptur Øsingin um hasjmálið kann hava við sær, at áhugin fyri at royna hasj verður størri Hetta vóru nakrir av upp- lysingunum og áskoð- anum, sum komu fram á panelfundinum í Lærara- hellini mikukveldið, har Ungtemplarasambandið Feroya skipaði fyri um hasj og narkotika. Panelluttakarnir vóru: Suni Vinther, politistur, Sølvi Winther Olsen, lækni, Eydun Joensen, sål- arfrødingur, Karin Kjøl- bro, kriminalforsorgin og Eilif Samuelsen, lands- stýrismaður. Orðstýrari var Jógvan Sundstein. Hóast vánaveður og at Útvarpið sendi úr Ting- inum hetta kveldið, so var Læraraskúlahellin á trem- ur av fólki í ellum aldri, sum vildu vita meira um hasj og narkotika og um hetta verður nýtt í Fer- oyum. Um fólk hevdu hug at luttaka meira aktivt í tjakinum, so vóru nógv forðaði í hesum, tí Sjón- varpið tók íundin upp á video. Hetta gjerdi, at fólk sum vildu seta spurn- ingar fram, noyddust fram á talarastólin, um tey skuldu hava orðið. Hetta í 3jålvum sær var meguliga við til, at sjónarmiðini ikki vóru so mong, ella so fjøl- broytt. Í framleguni hjá panel- luttakarunum komu nógv- ir upplýsingar fram. Ser- liga tal tilfarið vísti, at nógv umrødda hasjsmugl- ingin, sum løgreglan vil vera vid hevur verið í 1982, kanska ikki sam- svarar veruleikanum. Gagnligt var 'at tølini hjá løgregluni um smugl- ing av hasji í 1982 vóru samanborin við tel fyri Danmark, sum vístu, at tey 109 kilo hasj eru so stór mongd, sum ikki kann hava verið nýtt í Feroyum burturav. Karin Kjelbro segði m.a. um upplýstu telini hjá løg- regluni: Um hesi tel skulu sammetast við donsk viðurskifti, so roykja føroyingar 50 pst. meira hasj árliga enn danir. Tað vil siga allir feroyingar, eisini oldingar og pinku- bern íroknað, hava roykt hasj 36 ferðir árliga, og tá hava fimm fólk verið um eina pípu sum nýtir 1/4 ella 1/2 gram hverja ferð! Karin Kjelbro upplýsti annars, at Kriminalfor- sorgin heyði 29 fólk, sum : vóru í Kriminalforsorgini tí tey vóru undir eftirlit vegna dóm ella leyslatin upp á roynd. Av hesum 29 persónum vóru tveir, ið nýttu narkotisk evni tá hevi var til tað, umframt sjey fólk sum segdu, at tey royktu hasj, tá tey fingu tað í boði. Keypa hasjhund Fyri fáum degum síðan varð kungerð í bleðunum, sum danska innanríkis- málaráðið tók í nýtslu 24. februar 1981. Hetta er um- farsskriv sum umfatar nýggj narkotisk evni, ið eru komin fram á markn- aðin innan heiluvág, og sum nágreiniliga sigur, hverji evni eru dusandi. Landsstýrið hevur eisini sett ein arbeiðsbólk at kanna revsilógina fyri serliga grov lógarbrot innan selu av narkotisk- um evnum. Í Feroyum er galdandi upp til seks ára fongsul fyri brot á hesa lóg, meðan danir hava sett revsitíðina upp til 10 ár fyri serliga grov lógarbrot, eitt nú sølu av narkotiskum evnum. Eilif Samuelsen upp lýsti á fundinum, at Landsstýrið hevði játtað pening til keyp av hasj- hundi. Eilif Samuelsen segði víðari: — Um vit skulu forða fyri sterri misnýtslu av hasj og narkotika, so noyðast reglurnar at broytast viðvíkjandi revsitiltøkunum fyri teimum, sum selja narkot- isk evni, her serliga hugsað um teir sokallaðu bakmenn, sum ríka seg upp til ólukku fyri tey, ið verða bundin av narkotika og hasj. Eilif Samuelsen helt at nú átti at verið upplýst um ymsu evnini og at áleggja legregluvaldinum og tollvaldinum, at fáa borið so í bandi, at slík evni ikki sluppu inn í land- ið. Eitt nú við at kanna ferðafólk og skip, sum koma hendavegin. Sølvi Winther Olsen greiddi frå hasj og narkot- iskum evnum, og hvussu hesi åvirkadi einstakling- in. Hann nam eisini vid spurningin, hví fólk gerast narkomanar. Oftast hevur verið nevnt, at persónliga umhvervið og sosialu við- Orð og myndir Dagny Joensen urskiftini hjá ungum eru soleiðis, at summi gerast bundin at narkotiskum evnum, tí tey eru meiri móttakilig enn ung ið eru betri fyri samfelagsliga. Hann greiddi frá narkomani, sum hann hevði kent, — hann var deyður nú, men sum kort- ini kom frá góðum heimi, har hinir familjulimirnir virkaðu væl í samfel- 5 40 AÐRA agnum. Kortini gjerdist hann narkomanur. Sølvi Winther Olsen tók fram, at summi fólk i persón- leikanum møguliga hava fråvik, sum i serligum føri elvir til narkomani, um umsteðurnar eru til tað. Heldur sakligt tjak enn øsing Eyðun Joensen helt ikki at umreðan um tey 109 kiloini av hasji ikki átti at verið nýtt sum páskot fyri at skapa esing millum fólk. — Hesin trupulleiki gerst ov einfaldur, bert tí tað nú er komið fram, at foroyingar roykja hasj! Hann helt at tað hevði verið gagnligari við sak- ligum tjaki um spurn- ingin. Eyðun upplýsti, at ein kanning, ið júst er gjerd á psykiatrisku deild vísur, at 16 fólk eru innlegd í tíð- arskeiðnum 1970—82, sum hava verið bundin av narkotiskum evnum. Hann segði eisini, at ein partur av hesum sjúkling- um vóru útlendingar, sum vóru komnir hendavegin. — Hesi telini vísa, at frá ein sjúkling niður í ongan árliga eru vorðin sjúk, tí teimum tervaðu narkotisk evni, sum tey vóru bundin at. Um viðurskiftini skuldu sammetast við íbúgvara- talið í Danmark, so skuldi talið av narkomanum og tablettmisbrúkarum í Fer- oyum verið 50 árliga Av tí at vit bert vita um tey fólk sum verða inn løgd, og tí danir gera met- ingar í sambandi við kann- ingar, so kunnu hesi tel ikki nýtast hjá okkum. Samanumtikið kann sig- ast, at misnýtslan av tablettum og eðrum narkotiskum evnum er evarsliga lítil hjá okkum, segði Eyðun Joensen. Eyðun Joensen kom eisini inn á spurningin, hví fólk gjørdust narkomanar. Hann nevndi samfelagslig viðurskifti hjá einstak- linginum og steða hansara í samfelagnum. Nakað bendi á, at fólk sum gjørd- ust bundin av narkot- iskum evnum hevdu ofta frávik í persónleikanum. Um slík fólk komu undir serligar = umsteður og gjørdist narkomanar, so høvdu tey eisini størri møguleika at fáa eina sinnissjúku. Hesi fólk vóru kanska disponibil, men um tey ikki vóru bundin av narkotika, so var sjúkan annars íkki komin til sjóndar. Blomsturbernini Suni Vinther greiddi í framlegu síni frá blomst- urbernunum, sum hann á fyrsta sinni lærdi at kenna, tá hann gekk á Politiskúlanum í Keyp- mannahavn. Hóast áhoyrarnir helst vóru mest áhugaðir fyri at hoyra um kanningar- arbeiði, sum legreglan í seinastuni sigst hava gjørt, so kom einki nytt fram. Suni Vinther visti frá at siga, at tað ikki var nýtt at feroyingar brúktu narkotisk evni. Eitt nú vóru medisinkistur á bát- um mangan fyri, at hesi evni vóru horvin, tá skip komu av fiskileið, tí mann- ingar hevdu brúkt tað til innspræningar. Fleiri fólk í Føroya Rætti høvdu eisini vidgingid, at tey høvdu brúkt morfinevni, segåi Suni Vinther. Eitt sindur burturvið var lýsingin hjá Suna Vinther um feroyska gentu, sum í samreðu við Oyggjarskegga hevur sagt, at Kristiania — frí- Keypmannahavn nógv eini ekið í líktist = so