leygardagur 22. januar 1983síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leygardagur 22. januar 1983
føroyskari bygd, og at hon
har eisini hevði fingði
bjóðað hasj at keypa.
Til æru fyri sjón-
varpinum
Síðan var høvi at seta
spurningar fram til panel-
ið. Tá tað er av týdningi
fyri slíkan fund, at so
nógvir áhoyrarar sum
gjørligt seta spurningar
fram ella siga frá persón-
ligum sjónarmiðum, so
ávirkaði hetta fundin, tí
tað ivaleyst vóru fleiri,
sum ikki hættaðu sær
fram í ljósmála.
D. P. Danielsen var tann
fyrsti, sum kortini royndi
at koma við sínum sjónar-
miðum.
D. P. Danielsen helt, at
tað var skeivt at skapa
slíka esing um málið, sum
bert elvdi til, at ungdóm-
urin gjerdist forviting og
fekk hug at royna hetta,
sum so nógv varð tosað
um. Hann vísti á at 100
norðmenn í farna ári
doyðu av narkotika, og at
vit áttu at leggja okkum
hetta í geyma og royna at
gera fyribyrgjandi tiltøk,
at slik 6lukka ikki gjørdist
veruleiki hjå okkum.
Tå mammurnar
fóru í útivinnu
Annar spyrjari var Ólavur
Petersen, sum vildi vera
við, at føroysku heimini
vóru farin í upploysing, tá
mammurnar fóru í úti-
vinnu. Hetta var orsekin
til, at ungfólk nýtti
narkotisk evni.
Karin Kjelbro svaraði,
at hon ikki kundi góðtaka
niðursteðuna hjá Ólavi
Petersen, tí í Danmark t.d.
vóru mammurnar farnar
heimaftur, vegna arbeiðs-
loysi, og at tað ikki vóru
útlit til, at foreldur og
bern har trivust betur, —
heldur tverturímóti.
Karin Kjelbro segði
eisini, at tað ikki hevði
týdning fyri trivnaðin
millum bern og foreldur,
hvussu leingi hesi vóru
saman, men heldur, at
hvussu samveran
myndaði seg, tá familjan
var savnað.
Karin Kjelbro svaraði
samstundis Honnu
Joensen, sum vildi vita
hvat nú skuldi henda, tá
spurningurin var komin
fram. Karin Kjelbro svar-
aði, at tað heldur átti at
verið gjørt nakað fyri ung-
dómin, so hann fekk annað
at taka sær til, enn bert at
ganga á getuni um næt-
urnar. Her átti at verið
givið frítíðartilboð, sum
m.a. kundi fíggjast
gjøgnum Jólamerkja-
grunnin, sum kundi veita
stuðul til slíkt virksemi
Eisini hevði verið gagn-
ligt, um skúlaflokkar í
evnisvikuni kundu við-
gjert evnið hasj og narko-
tika, so upplýsingin um
vandan við hesum fyri-
brigdi kom ungdóminum
til góðar.
Prógv: ikki missa
starvið!
Av tí at legreglan bein-
leiðis hevur gjert sítt til,
at fólk eru uppskakaði av
hasj og narkotikaspurn-
inginum i hesum døgum,
so fekk umboð : legregl-
unnar hópin av spurn-
ingum sum vóru svaraðir í
ymsan hátt, tó vit ikki
fingu nakrar upplýsingar
hvaðani áðurnevnda tal
109 kilo hasj stavaði.
Hetta vildi Elin
Súsanna Jacobsen vita.
Suni Vinther svaraði
hesum og eðrum spurn-
ingum vid at skera allir
yvir ein kamb: — Um fólk
um t.d. fýra ár fingu at
vita, hvussu illa stóð til,
so vildu tey breðga løg-
regluni, at hon ikki hevði
gjørt vart við seg áður.
Onnur frágreiðing var
ein samanbering við svart-
kjaft: Eingin ger hóvasták
burturúr, at meta at veið-
an verður eitt ávíst tal av
svartkjafti komandi ár.
Hann nevndi 136 tons.
Hann setti spurningin
fram: Hví ikki eins væl
196 tons, — tað er bert eitt
tal!
Triðja frágreiðingin
var, at Suni Vinther eins
og onnur fólk, sum høvdu
eitt starv ikki vildi gera
nakað sum kundi verða at-
voldin til, at hann gjerdist
arbeiðsleysur!
Fyribyrgjandi tiltøk
Eilif Samuelsen helt, at
ungdómurin skuldi fáa
sakliga upplýsing um
narkotisk evni, og at av-
markingin at tey skuldu
fáa fatur i hasj og ødrum,
skuldi gerast so góð sum
gjørligt.
Vidvikjandi upplys-
ingararbeiðnum, so kundi
hetta fara fram á skúl-
unum. Nakrir lærarar
hava fingið serkøna
undirvising i hesum, men
enn eru ov fåir lærarar, og
ti skal ein utbygging, fara
fram, so fleiri ungfólk
kundu fáa hesa undirvis-
ing.
Sølvi Winther . Olsen
segåi, at læknar, sosialråd-
gevarar og onnur serkøn,
sum hevði við spurningin
at gera, eru ógvuliga
ósamd um, hvussu upplýs-
ing og viðgerð skal fara
fram.
— Hetta vísir best,
hvussu torferur spurning-
urin er, tí tillagistrupul-
leikarnir eru stórir, tá fólk
skulu til avvenjingar. —
Eitt nú evnið Metadon,
sum verður givið narkom-
anum ið skulu avvenjast
við narkotika, er eitt
syntetiskt evni, sum líkist
morfin. Hann nevndi tað
ódámliga við hesum, at
nýta eitt narkotiskt evni,
at beta um annað.
Hann metti tó, at Meta-
don viðgerð við ansni og
sálarlig viðgerð í felag
kundi geva gott úrslit.
Sølvi Winther Olsen:
— Eins fyri narkomanar
er, at kvinnur og menn
vera bundin at narkotika.
Fyri kvinnur er trupulleik-
in, at tær eru i aldursbålki,
tå tær vanliga eiga børn.
Tá kvinnur ið eru narko-
manar fáa bern, so er ein
narkomanur borin í heim-
in. Hesi pinkubern eru
vorðin narkomanar í
móðurlívi, av tí at tey fáa
evnið beinleiðis gjøgnum
móðurkekuna.
Pinkubernini er torfer-
ari at avvenja enn til-
komin fólk, og eru eins
bundin av narkotika sum
mammurnar.
Uppá fyrispurningin hjá
Honnu Joensen um
hvat nú skuldi henda,
segði Selvi Winther Olsen,
at tað var tað neyvan
nakar sum visti. Hann
helt tað vera gagnligt við
upplýsingararbeiði um
spurningin og at hyggja
eftir, hvat onnur lond
høvdu gjørt av royndum.
Ungfólk eiga ikki at koma
soleiðis fyri, at tá skaðin
hevur rakt tey, siga, at tey
ikki vistu, at evnið var so
vandamikið.
Fyri at mynda hvussu
upplýsingin ikki átti at
farið fram, samanbar hann
við seksual undirvísingar-
spurningin, at vit ikki
koyrdu narkotikaspurn-
ingin í sama bólk.
UTF hevði gjert stórt
arbeiði at lýsa um fundin í
Læraraskúlahellini, og
hetta gav eisini gott
úrslit, tí so nógv fólk
komu á fundin.
Tú kundi ikki lata vera
við at hugsa um annan
trupulleika i feroyska
samfelagnum, — nevniliga
rúsdrekkaspurningin. sum
vit øll vita rakar fólk i
stórum tali og aldursbólk-
um.
Onkur av panelluttak-
arunum nam eisini við
henda, at vit ikki áttu at
gloyma tað, sum lá so
beint fyri.
Hevði rúsdrekkaspurn-
ingurin savnað eins nógv
fólk saman, ella er hesin so
nærliggjandi og viðkvæm-
ur fyri mongum, at hann tí
verður tagdur burtur.
Tað er so lætt at síggja
flísina í eyganum hjá
eðrum, men torferari við
bjálkanum...
Alt er mær loyvt;
men ikki alt er
gagnligt. (1. Kor.
6, 12)
„Alt er
loyvt«…
mær
Tað sum Paulus her ber
á munni, er tað kristna
frælsið, t.v.s hetta, at
Kristus hevur fríað
okkum úr alskins træl-
dómi í lívinum og so-
leiðis givið okkum eitt
nýtt lív at liva. Nú eru
vit sum kristin friadi úr
trældóminum, nú eru
vit ikki longur trælir.
Men so er eisini ver
at geva gætur, at hetta
kristna frælsið er alla
tíðina knýtt at Harr-
anum Kristi, ja hetta
lívið finst bara saman
við honum. Í somu løtu
at hann verður skjúgu-
aður til viks, er tað
frælsa lívið burtur aftur
sum tað var, áðrenn
Kristus kom í heimin,
og vit ve rða ftur teir
trælir, vit vóru framm-
anundan
Sum
Paulus seg
træi hjá
kristin kennir
bara sum
hesin »trældømur« er
tad, id ger hann frian i
oðrum lívsins
hetta er
ollum
forum. Ja,
eingin trældómur, men
eitt gleðiligt tilknýti, ið
gevur honum frælsi í
lívinum.
At verða kristin er
soleiðis tað at
fríur og frælsur í lív-
inum. Tað er at vita, at
alt í lívinum uttan um
okkum er relativt.
Einki e ri lívinum, sum
kann bjarga okkum
undan synd og deyða.
Tað er tað bara Guð, ið
kann. Bara Guð er tað
verða
absolutta, tað avger-
andi í tilveruni.
„Men ikki alt er
gagnligt<... Hóast Guð
er tað avgerandi í liv-
inum, so eru vit ikki
einsamall á jørdini. Vit
eru sett at brúka
okkara lív saman við
medmenniskjum og
medskapningum, og
tað kristna frælsið er
ikki bara ætlað okkum
persónliga, men eisini
okkara næsta. Tað
kristna mannalívið eiga
vit at liva í kærleika
saman við medmenn-
iskjunum og med-
stoku forunum, verður
) Í »kkara, og ta }
kkara ábyrgd. Tað
nyt r okkur eink
geva ( 10 1 2 r
skriftorði skyldum
10 ru % svik ]
dag verð: 19 )
sum Krist -
pg øtur SÅ
Kristus fyri okkara
næsta
Ikki ti mangan
)
gloyma vit hendan 2
setningin: um kær-
leikan til næstans, og
kristindómurin verður
bara okkara privati,
persónligi: „Bara vit
verða frelst (=fræls) so
vertin á hini«
Hinvegin hendir
eisini mangan tað, at
vit gloyma okkara
kristna frælsi og gerast
trælir hjá næstanum
Alt okkara li
nú bara út
tekkjast oðrum menn-
gongur
upp á at
iskjum. Vit missa okk-
ara sjålvstøduga
kristna mannaliv og
fara at liva lívið hjá
oðrum. Vit gera tað, id
g
teimum líkar, vit hava
somu merningar sum
tey og gera teirra gern
ngar. Men gera vit tað
tá hava vit eisini mist
»kara kristna frælsi. Tá
er tað ikki longur Guð.
ið er hin avgerandi í lív-
num; tá eru vit aftur
vorðnir trælir, nevni-
liga hjá okkara
menniskjum.
Ikki minst okkara
egna samtíð við sjón-
varpi, vaksandi
reklamunýtslu og
kapping og alskins
snobbarii, hver id skal
klára seg best í samfel-
agnum, ger tað neyð-
ugt at minna okkum
kristnu á tað frælsa
mannalívið, ið Kristus
og eingin annar hevur
vunnið fyri okkum. Í
hesum altíð nýggja lívi
áttu vit at lagt líka
petti í reklamur, mótar,
útsjónd, Dallas og
hvert av sínum, tí at alt
hetta var tann træl-
dómur, ið Kristus fríaði
okkum undan.
Guð er tað, id er av
týdningi í okkara lívi, tí
at bara saman við
honum eiga vit hitt
frælsa mannalivid, har
id vit kunnu tæna
næsta okkara i kær-
leika uttan harvid at
gerast hansara trælir.
med-
Martin R. Jacobsen