týsdagur 1. februar 1983síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
pe 13 — 1. februar 1983 tíðindablaðið Ss | S É | uri | =
Fleiri ferdaløg
biða eftir
svari
Hotellið fær ikki flutt allar
áhugaðu ferðabólkarnar til
Føroya. Serliga striltið er at
fåa plåss å Noregsrutuni
Dagliga koma fyrispurn-
ingar og fleiri ferðalog
standa og bíða eftir svari,
um tey kunnu senda bólk-
ar við ferðafólki, ella ikki
til Feroya. Serliga stórur
er áhugin hjá norskum
ferdaløgum at koma henda
vegin, upplýsir Peter
Jacobsen, selustjóri á
Hotel Feroyum.
Bíleggingarnar til
hotellið eru nógvar, og
hotellið kann taka ímóti.
Trupult er aftur ímóti at
fáa ferðafólkini til Feroya
og serliga á rutuni Bergen
Tórshavn er striltið at fáa
nóg nógv pláss.
Tí standa eini 9—10
ferdafeløg og bíða eftir
svari.
— Kemur ein nýggj
ferja, senda vit eitt fjarrit
yvir, og siga, at tey kunnu
koma, sigur Peter
Jacobsen. Men teykunnu
ikki blíva við at bíða, tí
tey skulu skjótt avgera,
um tey skulu taka Fer-
oyar við í ferðaskránna
ella ikki.
Av hesi orsek er Hotel
Feroyar við at missa
nekur ferdaløg av hond-
um.
Stórur áhugi
Stórt arbeiði er gjert fyri
at upplýsa um tað nýggja
hótellið í hinum Norður-
londunum og í eðrum
europeiskum londum.
Ferðabóklingar og upplýs-
ingar eru sendir til ferða-
feleg og ferðamannastov-
ur. Hotel Scanticon í
Hotell Føroyar verður liðugt til tíðina. Nógv er gjort fyri at marknadarføra hotellið í
ødrum londum. Ahugin fyri hotelli og landinum er stórur, men..
Árhus hevur tikið sær av
hesum arbeiðnum. Hetta
hotellið hevur eisini verið
ráðgevi hjá Hotel Fer-
oyum.
Men síðan oktober
hevur Peter Jacobsen
starvast sum selustjóri.
Hann hevur verið ein part
av tíðini her og ein part av
tíðini í Árhus
Peter Jacobsen sigur, at
alla staðir hava ferða-
mannafeleg og onnur ver-
ið áhugað í Føroyum og
at senda bólkar til Feroya.
Eisini hava umboð fyri
hotellið eftir ynski verið í
ymsum londum og greitt
frá um hotellið og ferða-
meguleikar her.
Lidugt til tíðina
Eftir ætlan skal hotellið
verða liðugt um 1. mai. Og
roknað verður við, at tað
verður liðugt. Ætlanin er
at tað skal takast í brúk 2.
mai. Frá fyrsta degi er
virksemi í hotellinum,
upplýsir selustjórin.
Tá verður onkur ráð-
stevna har. Peter
Jacobsen sigur seg hava
fingið ta fatan, at tað
hevur verið tervur á
einum hotelli her, sum
hevur kunnað átikið sær
sterri ráðstevnur 0.1.
Og í mai mánað fær
hotellið uttan iva eisini
vitjan av meira promin-
entum persónum, tá
norðurlendsku forsætis-
ráðharrarnir koma henda
vegin. Í samband við at
norðurlandahúsið skal
takast í brúk eru forsætis
ráðharrarnir, mentamåla-
rådhararnir og
bjóðað til eitt stórt há
tíðarhald. Men um allir
hesir koma, hevur blaðið
ikki fingið at vita
onnur
jo-mo
Hevur ikki
hann heldur
tinginum
Anfinn Kallsberg: — Í
politikki kemur man
altíð at taka við ábyrgd-
arstørvum, sum man
kanska ikki heldur seg
ordiliga makta
Anfinn Kallsberg — ný-
kosna landsstýrisevnið
hjá Fólkaflokkinum —
hevur enn ikki tikið
steðu til, um hann fer at
halda fram sum legtings-
maður, eftir at hann
hevur tikið sætið í lands-
stýrinum.
Annars vil hann ikki
koma við nakrari við-
merking, fyrr enn hann
er valdur.
— Men ivaðist tú í at
taka av sum landsstýris-
maður?
— Ja. Tað er so, tá
man fæst við politikk, at
avgjørt um
fram í log-
Geri tað
sum
flokkurin
áleggur
mær
man skal gera upp við
seg sjálvan, tá man fer
inn í tað, tí man kemur
altíð at taka við ymisk-
um ábyrgdarstervum,
sum man kanska ikki
heldur seg ordiliga
makta.
Anfinn Kallsberg
heldur tað vera ringt at
koma í sessin eftir Olaf
Olsen, tí steðan er óvan
lig — landsstýrismaður
hevur lagt frá sær og
samarbeiðið gongur ikki
ov væl.
— Er tað hugaligt at
fara út í Tinganes, tá fólk
vita, at Olaf Olsen hevur
lagt frá sær vegna sam-
starvs-trupulleikar?
— Eg geri tad, sum
flokkurin åleggur mær,
sigur Anfinn Kallsberg.
jo-mo
Folkaflokkurin vil skifta
landsstyrismann uttan treyt
og samrådingar
Nýggjur landsstýrismaður verður helst valdur í hest ella
fyrstínæstu viku
Legtingið skal velja tann
nýggja landsstýrismannin
síðst í hesi vikuni ella allar
fyrst í næstu viku. Hetta
er ætlanin hjá Jógvani
Sundstein, legtingsfor-
manni.
— Vit hava valt ein
nýggjan mann fyri Olaf
Olsen, og vilja hava
skiftið at fara fram innan
nakrar fáar dagar uttan
nakrar sum helst treytir.
Jógvan Sundstein legg-
ur afturat, at Fólkaflokk-
urin fer ikki at samráðast
um valið av tí nýggja
manninum.
Og tann nýggi maðurin,
Fólkaflokkurin hevur av-
gjert at skjóta upp at taka
við eftir Olaf Olsen, er
Annfinn Kallsberg. Ann-
finn Kalsberg, sum er 35
ára gamal, hevur umboðað
Norðoya valdemi síðan
logtingsvalið 1980.
Fólkaflokkurin tók hesa
steðuna á einum fundi í
landsstjórnini leygar-
dagin. Á hesum fundinum,
ið var rættuliga drúgvur,
viðgjerdi leiðslan í flokk-
inum eisini politisku stød-
una.
Jógvan Sundstein, for-
maður í tingbólki Fólka-
floksins, upplýsir
almennt, at fundurin
samdist um, at tað er
trupult at arbeiða í sam-
gonguni, og ásannaði, at
landsstýrið enn ikki hevur
avgreitt tey mál, ið lands-
fundur floksins í novem-
ber, og seinri landsstjórn-
in, hevur álagt tingbólki
og landsstýrismonnum at
fremja.
— Síðan er tað hent, at
annar landsstýrismaðurin,
Olaf Olsen, hevur boðað
frá, at hann leggur frá sær
av persónligum orsekum.
Av tí at tað er av persón-
ligum orsekum, viðtók
fundurin at seta annan
mann í hansara stað, ið
hevur til uppgávu at fáa
málini loyst, sigur Jógvan
Sundstein
Beint eftir fundin leyg-
arkveldið fekk legmaður,
Pauli Ellefsen, bræv frá
Fólkaflokkinum, har
flokkurin boðar frá, hvenn
hann hevur avgjert at seta
í landsstýrið. Fólkaflokk-
urin hevur ikki fingið
nakra viðmerking frá
Paula Ellefsen til avgerð-
ina. ;
jo-mo
Jógvan Sundstein:
— Vit ætia at velja
nýggja landsstýris-
mannin uttan góð-
kenning og
samráðingar
lýsið í sosialinum