Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-02-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. februar 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | tíðindablaðið Utgevari: p/f sosialurin Sr s0Slalurin Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting: p/f sosiaturin. Prent: p/f pressan 1981 Liberalisman horvin oddagrein Í 1975 FÓRU føroyingar undir mill- umlandasigling við Smyrli. Vit fingu skjótt prógv fyri at her vóru meguleikar. Smyril gav rakstrar- vinning í millumlandasiglingini. Hann kundi flyta farmin bíligari enn aðrir. Og her var talan um eini 70 arbeiðspláss. VIT FINGU EISINI prógv fyri bein- an vegin at Smyril var alt ov lítil til hesa sigling. Í 1978 var ætlan javn- aðarfloksins og tjóðveldisfloksins at keypa eitt stórri og meira tíðar- hóskandi skip til hesa sigling. Fólkaflokkurin segði kortanei til hesa ætlan. Í andstøðu sótu sam- bandsflokkurin, framburðs- og fiskivinnuflokkurin og sjálvstýris- flokkurin. Hesir tóku heldur íkki undir við at keypa eitt størri og meira hóskandi skip. SÍÐANI HEVUR siglingarmålid fingið eina ófatuliga og syndarliga lagnu. Hetta er tað svartasta blað- ið í okkara siglingarsøgu. Tey tvey árini hetta landsstýrið hevur sitið er onki komið av skafti, hóast vit nú eisini verða hfotir við, at aðrar tjóðir ætla sær at taka hesa sigling upp, og hóast tað, at talan nú er um eitt privat felag, ið er stovnað við tí fyri eyga at keypa og reka eitt millumlandaskip. HIGARTIL HAVA teir borgarligi hongt seg í tað, at skipið í mill- umlandasiglingini hevur verið ogn hjá tí almenna, og so hava vit hoyrt óveruligt møsn um at hava slanguna niðri í landskassanum. Nú er so ikki talan um nakað alment skip, men um eitt privat felag. sum biður um almennan partapening og alment veðhald á jøvnum føti við ollum onnur privat feløg. Onnur privat skipafeløg hava enntá fingið munandi størri sømdir enn hetta felagið biður um. TAÐ SEINASTA nýggja í hesum máli er at fundur hevur verið millum umboð fyri landsstýrið og umboð fyri stovnarnar av nevnda felag. Hesin fundur varð hildin týs- dagin. Áðrenn fundin bar útvarpið tey tíðindi, at sambandsflokkurin kundi ganga við til, at tað almenna setur 20 pst. av partapeninginum í felagið og veðheldur fyri 15 pst., men var hetta treytað av, at fel- agið vil binda seg til ikki at flyta farm til Føroyar um veturin. SKAL NAKAR hava hoyrt so galið? Kann nakað tílíkt henda undir einum borgarligum libiralum landsstýri? Hvar er libiralisman, ið sigur, at útboð og efitrspurningur eru avgerandi fyri prísin, og sum sigur, at øll herðsla verður løgd á ta fríu kappingina? Hvussu sam- svarar tað við libiralistisku sjónar- miðini, tá borgarliga alternativið vil binda eitt skip til, at tað íkki má flyta farm til Føroyar? Í TILTIKNU GR. 13 í samgongu- skjalinum verður sagt, at mál, ið hava principiellan týdning fyri samgonguflokk, ikki verða fram- løgd ella samtykt. Vit høvdu mett, at her var ein spurningur, sum hevur principiellan týdning fyri allar tríggjar flokkarnar í sam- gonguni, men so tykist ikki at vera. Ella hvat siga teir frílyntu í fólkaflokkinum og 'sjálvstýris- flokkinum? Svíkja teir eisini tey liberalu sjónarmiðini? :/ KJARTAN DALSGAARD / — ROR + UMBODS MOYDALSVEGUR 8 TLF 15222 Kasta ikki kavabløk eftir bilum. Hin øvugta leiðin Í okkara grannalondum verður í hesum tíðum nógv tosað um demokrati (fólkastýri) á arbeiðspláss- unum — bæði á almennum og privatum — og eru tey lóggevandi tingini í holt við at gera lógir hesum máli viðvíkjandi. Hver fyritøka á sjógv ella landi kann umvera arbeiðsfólk? (fiskimenn, arbeiðsfólk og starvsfólk) Hví skulu hesi fólkini dis- kriminerast soleiðis av Feroya Landsstýri, at tey ikki mugu veljast í leiðsl- una? Ein lesur um apart- heit í Suður-afrika Í Januar lýsti stýrið eina reglugerð og fundarskipan fyri Trygg- ingarsambandið Feroyar (Umboðsráðið, sum burt- ursæð frá Jøgtinginum, er hægsti myndugleiki fyri hesi landsumfatandi fyritøku). Tað, eg beit merki í, var ein partur av $ 2 í hesi reglugerð, sum bannar nevndunum at velja nakað starvsfólk inn í umboðsráðið Mær er upplýst, at millum 100 og 200 fólk hava starv innanfyri hesa fyriteku, tá ið deildirnar í bý og bygd eru taldar við. Ein freistast at spyrja, um tað er lógligt soleiðis lands- diskriminera hesi starvsfólkini? Hvat verður tað næsta? Hvat sigur starvsmannafel- agið? Mær kunnugt hevur ein limur í starvsmanna- felagnum áður verið í hesum góða umboðsráði Hvat sigur Feroya Arbeiðarafelag, sum tað stersta landsfelag fyri ar- beiðandi stættirnar í Fer- oyum? Skal hetta bara fara aftur við borðinum, so sum okkara politikk- arar eru vanir at taka til? Kann tað koma at henda, at vit ein annan dag lesa eina nýggja reglugerð, har tað stendur t.d., at eingin sum er reyð- hærdur ella er skallutur kann fáa tað starvið, sum ) við lóg at er leyst' Man meirilutin av oya løgtingsmonnum góð- kenna hesa diskriminering av einari stætt í samfelagi Fer- okkara? Tað hevði verið áhuga- vert at roynt tað, helst við navnakalli. Annars vóna fleiri, at Feroya Arbeið- arafelag og starvsmanna- felagið og aðrir líknandi felagsskapir lata við seg koma. Har ein skriðan er lopin er onnur væntandi starvsfólk „Beina I Dimmu fyri stuttum lesa vit eina ógvuliga spotska grein sum fortelur, hvussu nýggja Samgongan í Tórs- havnar Býráð er byrjað við at geva hverjum eðrum sessir, ein til tín og ein til mín: Hví gloymir sama tíð- indafróða Dimma at siga lesarum sínum frá, at harra Túsundbein reddaði sær eitt bein afturat? Ta 13. mánaðarlen býráðs- formansins, sum ikki er so heilt lítil. líttla eg Alle taler om vejret, men ingen ger noget ved det Johan Niclasen Martini Djurhuus Ikki visti eg, at Martin hevur so hega útbúgving, at hann kann úttala seg um, hver fær mein ella ei. Hann byrjar aftur við tí smáborgarliga tvætlinum, so sum at eg havi búð í Danmark í eini 15 ár, (tað talið passar sjálvandi heldur ikki), eins alt hitt hann roynir at billa fólki inn. Ein kann kanska eisini fáa mein av at sita í sínum egna kjallara fyri Menningargrunnin? (Sum tú sært, so kann eg eisini bliva småborgarligur, men hví spilla meira tíð uppá tað?) Lat vera við at geva mær nekur góð ráð — tað er kanska tann vegin, tú kemur at hoyra frá mær svarar næstu ferð. Tí, at blíva við at kjakast í blødunum, har tú melur sum hundur um heitan greyt, er bæði synd og skomm fyri blaðvinn- una. „Alle taler om vejret, men ingen gør noget ved det«. Mangur maður, id eg tosi vid, gremur seg um tad sama. Nevniliga: hvi situr ein skrivari i einum almennum grunni og úttalar seg um bæði eitt og annað? — So álvara tos, Martin, hver er tað, sum skal koma niður á jørdina. — Tú ert kanska í ferð við tað, tí seinast manglaði skrivaraheitið og myndin. Johan Niclasen Nr. 14 — 3. februar 1983 Stríðið fyri tjóðskap- ar- og mentunar- ligum framburði í vanda a A ársfundi tann 27. jan. 1983 samtykti LISA, Listafólka- samband Feroya, hesa áheitan viðvíkj- andi sjónvarpi í Fer- oyum: Sjónvarpið er nýkom- ið, men er longu ein partur av gerandis- lívi fólksins. Hetta er ein veruleiki og flestu foroyingar munnu ásanna, at her er ein avbjóðing at storsta týdningi fyri hugsan og mentan okkara Tíðin er tí komin at taka við hesi avbjóð- ing, tí staðan, sum nú er, er tilvildarlig og ráðaleys. Heldur sjn- varpið fram sum nú, og skal tað framvegis einans umsita video- kassettir og dag- dvøljusendingar, gjør- dar av eðrum, so kann strid foroyinga eina heila old fyri tjóðskaparligum og mentunarligum fram- stigum koma í vanda. Hóast meguleikar okkara eru avmark- aðir, so er kortini av- gerandi neyðugt, at í einum foroyskum sjónvarpi verða umstødur og somikið av figgjarligari orku, at rúm verður fyri skapandi virksemi og framleiðslu av for- oyskum tilfari. So at tað út frá royndum og egnum kunnleika ber til at velja og samskipa tað útlendska tilfarið, ikki sum nú bara úr Danmarks Radio, egnum men úr hinum norður- londunum við og úr ollum ættum Listafólkasamband Foroya vil tí heita á oll hugsjónarfólk í for- oyskum politikki og á fólk yvirhøvur um at arbeiða fyri, at midvis ætlan verður logd at útbúgva okkum, tekniskt og listaliga, til at kunna taka við teimum moguleikum, sum sjónvarpið soleiðis at fjølmidil, sum hevur so stórt árin, gevur, hesin menna mál og mentan okkara og gerast ein dyggur og livandi kann førovingum upplysingarstovnur.