hósdagur 3. februar 1983síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 14 — 3. februar 1983
SVALBARD TREATY
entitles 41 nations to tap
the islands' resources, though
only Norway and the Soviet,
Union do so N
fiskar
tann flotin inni á
norðurnorsku firðunum og
yvir alt Barentshavið og so
viðhvert við Svalbard. So
vítt eg veit, er samlaða
veiðan hjá tí flotanum eini
13.000 tons.
Norðmenn ikki pliktað
seg at avmarka
— Sigur Svalbardtraktatin
ikki, at skal eitt land av-
marka seg á fiskiøki við Sval-
bard, so mugu aðrir eisini
gera tað. Og er hetta íkki
rættuliga natúrligt?
— Traktatin noktar jú
ongum frívilluga at átaka
sær avmarkingar.
— Var tað ikki nattúrligt,
tá norðmenn nú bera ótta fyri
stovninum, og teir vilja hava
okkum at gera avmarkingar,
at teir eisini gjerdu tað?
— Tað mugu vit ganga út
frá, síðani teir brúka hasa
biologisku argumentat-
iónina, at teir taka hetta líka
álvarssamt sum vit.
Men ein kann eisini siga, at
vit ikki eru heilt á sama steði
sum norðmenn í svalbard-
ekinum, tí tað er nú norska
stjórnin, sum hevur ábyrgd-
ina av, at fiskastovnarnir við
Svalbard verða varðveittir.
Og ta ábyrgd mugu teir so
eisini liva upp til, tá tað snýr
seg um norska veiðu.
— Men tit hava so ikki
tryggjað tykkum í sáttmál-
anum, at teir gera tað?
— Teir hava ikki yvirfyri
okkum viljað pliktað seg til
at avmarka sína veiðu við
Svalbard.
— Er hetta ikki órímuligt?
— Tað kann ein so disku-
SOVIET CLAIM
encompasses the sea
from the Norway-Russian
border to the North Pole
observing the treaty line
Norway
Norway
tera rimuligheitina av. Tad er
klårt, at vit gjørdu sått-
målan, ti vit meintu, at sæð 1
éini heild, gav såttmålin
okkum fyrimunir.
Tað er greitt, at velja vit
ikki at hava nakran sáttmála
við Noreg, so kunnu vit
byggja allan flotan út til at
fiska rækjur ivð Svalbard.
Men so missa vit toskin í
norskum eki. Tað er tí spurn-
ingurin, hvussu nógv ein skal
seta í vága. Nú hava vit havt
trolarafiskiskap eftir toski í
Barentshavinum. Tað er m.a.
eisini avvigingin av rækju-
áhugamálunum kontra salt-
fiskaáhugamálunum. Hetta
má so eisini vera avvigingin
av nekrum, sum man veit er
kent og sum plagar at lata
seg gera, og so nakað, sum er
so nýtt og ósikkurt. Skal ein
tá fara at seta alt hetta í vága
út frá vikugomlum upplýs-
ingum, um at ein rækjutrolari
hevur havt gott fiskarí í
nakrar dagar!
Fingu nakað av
upplýsingum
— Tit hava verið fyri nógvum
atfinningum í pressuni, har
rækjumenn siga seg vera
ónegdar við, at teir ikki
vórðu eftirspurdir, áðrenn tit
fóru til Noregs at avgera
lagnuna hjá teimum. Serliga
tá tit frammanundan gera av,
at avtala skal gerast eftir eitt
samráðingarumfar. Heldur
tú úrslitið hevði verið eðrvísi,
um tit komu heimaftur og
spurdu vinnuna eftir, áðrenn
tit gjerdu ein endaligan sátt-
mála?
— Tí dugi eg ikki at svara
NORWEGIAN CLAIM
includes the waters west
of a line running midway
between Norway and the
USSR to the Pole
DISPUTED AREA
covers i55,400 square
kilometers 180 .00X
square miles)
North of nearlv everything. Svalbard
holds importance far greater
West Virginia size might indicate. In
1925 the Treaty of Svalbard gave
than :ts
sovereignty over the archipelag
formerly called Spitsbergen after its
largest island. The treaty bars r
activity on the islands, but it
exploitation of resources. The {
which mines coal there as extensivelv as
Norway,
compared with Norway's 1,000. The
Soviets are also concerned with Svalbard's
strategic location: Soviet submarines
based at Murmansk need the ice-free
waterway between Svalbard and
's mainland to reach the Atlantic
SSR
has 2,00
citizens on Spitsbergen
Rækjuvinnan hevði sjálvandi
nakað av upplýsingum, sum
tó ikki vóru meira enn eitt ára
gamlir. Men vit hava væl
tosað við menninar og fingið
teir = upplýsingarnar frá
teimum, ið teir høvdu tå.
— Hverjar menn?
— Frá onkrum reiðara. Eg
havi prátað við hann onkun-
tíð og Pauli Ellefsen, løg-
maður hevur gjert tað onkun-
tíð. Men okay, tað er megu-
ligt, at teir seinastu upplýs-
ingarnir um fiskaríi hjá
Karinu ikki vóru
representativir. Men her má
eg tó aftur vísa á, at nakað,
sum er vanligt og sikkurt
vigar tyngri enn nakað sum
er nytt og ósikkurt, endar
Arni Olafsson, skrivstovu-
stjóri í landsstýrinum í sam-
reðuni við Sosialin.
Blaðið royndi at fáa eina
viðmerking frá norska fiska-
rístjóranum, Hallstein
Rasmussen, sum ferdi
norsku samráðingarnar við
Feroyar, men hann var ikki
at hitta, áðrenn blaðið fór til
prentingar. Vónandi hava vit
eina viðmerking frá honum í
leygardagsblaðnum.
jan
Formaðurin í felagnum Rækjuskip:
Vit høvdu bygt
rækjuflotan út
var hasin sått-
målin ikki gjørdur
Nu skuldu so allir teir
stóru rækjutrolararnir
verið við Svalbard. Hegi-
fossur, Svalbard, Karina,
Sólborg og Fame eru nú
allir á fiskileið
Tað er ikki nógvur ísur,
har bátarnir royna, men
enn er nakað harður
streymur og tað rekur
hart. Tá samband var við
Hegafoss mánadagin lógu
teir um 1500 kilo í hál-
inum. Tað er minni enn
roknað var við, men tá
streymurin verður minni,
fer fiskiskapurin helst at
vera betri.
Bátarnir royna á 400
favna dýpi á einum rættu-
liga stórum umráði frá 78
stigum 20 til 79 stig 20.
Hetta er rættuliga norða-
liga, so at umsteðurnar at
fiska við Svalbard hesa
tíðina mugu sigast at vera
stak góðar. Tað var eisini
heilt gott fiskari, til
streymurin harðnaði.
Annars var rættuliga
nógv at fáa við Svalbard í
februar í fjør. Tá royndi
Ocean Prawns har.
Eingin útbygging
Johan á Plógv formaður í
felagnum Rækjuskip
sigur í samrødu við Tid-
indablaðið Sosialin, at av-
talan við norðmenn hevur
tikið steðið undan eini út-
bygging av rækjuflot
anum.
Vit høvdu roknað við,
at tað var stór framtíð í
hesi veiðuni við Svalbard,
og tí hevdu vit eisini
ætlanir um.at gera skipini
betri út. Fleiri skip eru ov
lítil til hesa veiðuna. Vit
muga hava stór og góð
skip, tí ringastu árstíðina
— um veturin — plagar at
vera mest at fáa har norð-
uri. Eg má enn einaferð
vísa á, at var ein framtíð
við Svalbard, so høvdu vit
gjørt okkum betri út og
kanska fingið okkum
sterri skip. Nú hevur land-
stýrið so avmarkað
okkum, og tí eru menn
ikki so fegnir um framtíð-
ina.
Johan á Plógv vísir
eisini á, at teir, sum hava
tey smáu rækjuskipini í
dag, vilja helst sleppa av
við tey, tí tey eru ikki so
væl egnað til fiskiskap við
Svalbard Okkurt av
hesum skipum er eisini til
sølu
Uppå fyrispurning um
rækjumenn ikki
teir kunnu fiska óavmark
að innanfyri 4 fjórðingar
nú avtala er gjerd við
norðmenn, sigur Johan á
Plógv, at hann er ikki heilt
vísir í hesum
Men eg veit ikki, um
ein skal rokna við so nógv
um innanfyri 4 fjórðingar
Har, royna norðmenn, og
teir fáa tær smærri rækj-
Vita, at
urnar, meðan vit høvdu
sett vónina til tær stóru
rækjurnar då djúpum
vatni
Men tó hava bátarnir
fingið túr innanfyri 4
fjórðingar og talan er so
um økini suðuri á firð-
unum. Eg má tó viðganga,
at ekini innanfyri 4 fjórð-
ingar norðanfyri eru als
ikki roynd.
Jan
Frá fundinum sum felagið Rækjuskip helt herfyri, tá teir viðgjerdu steðuna hjá
rækjuvinnuni. Á myndini Petur Thomsen, skipari og John Dam, reiðari
Framhald av síðu 1
hevur siglt í havsigling í
Norðsjónum í 13 ár, og menn
hava sera góðar royndir av
hesi sigling.
Tað skulu umleið 80 fólk at
arbeiða umborð á skipinum,
tá tað skal rekja summarsigl-
ingina. Arbeitt verður tó í
skiftum, soleiðis at ell mann-
ingin telur 120 fólk.
— Men fer tað at bera seg
spurdu vit Ola Hammer.
— Sambært okkara útrokn-
ingum, so fer skipið at bera
seg
Óli Hammer sigur víðari, at
nýggja skipið í ár fer at rekja
somu sigling, sum Smyril
hevur gjert undanfarin ár
Tað er ov seint nú at broyta
rutuna m.a. til at fevna um
fleiri pláss
Uppá fyrispurning hvat
teir fara at brúka skipið til
um veturin sigur Óli
Hammer, at tá skal skipið
leigast út. Teir hava longu
kannað eftir og her eru góðir
meguleikar.
— Men hvat viðvíkur kapp-
ingini frá íslendingum, so var
hetta í evstu stund, at vit
komu í gongd við einum
sterri og meiri tíðarhóskandi
skipi, sigur Oli Hammer og
leggur aftrat, at hetta skipið
vit nú skulu keypa, er mun
andi betri egnað og munandi
sterri enn skipið, íslendingar
byrja sigling við í summar
jan