týsdagur 10. september 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 172 - 10. september 2002
Nr. 172 - 10. september 2002
3
Dánjal Nielsen
80 ár
Í dag týsdagin 10. september fyllir Dánial P. Nielsen
80 ár. Dánjal, sum er ættaður úr Sandavági, hevur
búð meginpartin av lívi sínum í Klaksvík. Foreldur
hansara vóru Kristianna og Tummas Nielsen.
Kristianna var ættað av Ryggi í Miðvági og Tummas
var sonur Onnu Sofíu og Dánial Petur Nielsen, ið
var skómakari, keypmaður og postmaður Úti á
Bakka í Sandavági.
Í 1945 giftist Dánjal við Onnu Joensen, dóttir
Viktorinus, ættaður av Viðareiði og Elisabeth
Michelsen, kallað Betta, ættað úr Árnafirði. Tey
bæði, sum giftust í 1919, bygdu Eysturi í Horni á
Viðareiði, men í 1929 fluttu tey til Klaksvíkar at
búgva. Anna og Dánjal eiga fýra børn. Tey eru Jona,
Kristianna, Bergfríða, ið vanliga verður kallað
Begga og Viktur.
Á ungum árum fór Dánjal til Havnar at fáa sær
skrivstovuútbúgving. Seinni kom hann til Klaks-
víkar at arbeiða á skrivstovuni hjá P/F. J. F. Kjølbro.
Nøkur ár seinni tók hann við sum skrivstovustjóri
hjá Føroya Bjór, og í sekstiárunum stovnaði Dánjal
Nielsen egið bókhaldsvirkið við navninum Føroya
Bók. Tá Dánjal gavst at arbeiða, yvirtók sonurin
Viktur bókhaldsvirkið og annað virksemi, sum er
knýtt at fyritøkuni.
Dánjal var millum teirra, sum í 1960 tóku stig til
at stovna partafelagið Norðoya Samvinnufelag, og
varð litið honum upp í hendi at vera stjóri í
felagnum. Samvinnufelagið bygdi og rak tvey
línuskip. Norðingur varð bygdur í 1961 og
Norðaldan í 1969. Frá 1970 til 1990 var Dánjal P.
Nielsen stjórnarlimur í Realkredittstovninum og frá
1985 til 1989 var hann eisini dagligur leiðari á
stovninum.
Dánjal hevur eisini røkt onnur álitisstørv. M. a. var
hann formaður í fyrstu líkningarnevndi hjá
Klaksvíkar kommunu. Hann varð valdur at røkja
hetta álitisstarv av javnaðarumboðunum, sum tá
sótu í kommunustýrinum. Eisini hevur hann
umboðað Javnaðarflokkin í Klaksvíkar býráð. Har
var hann nøkur tíðarskeið sum varamaður. Hann
hevur eisini verið valevni fyri javnaðarflokkin til
løgtingsval.
Um Dánjal Nielsen er í stuttum at siga, at hann
hevur verið og er ein skilamaður og ein álitismaður
burtur av. Hann er ein sera stillførur maður. Í
arbeiðsárunum var hann sera nærlagdur, dugnaligur
og fram um alt arbeiðsamur og røkin.
Við vón um góð ellisár ynskja vit Dániali
hjartaliga tillukku við 80 ára degnum. Somuleiðis
ynskja vit Onnu, børnunum og næstringum annars
alt gott í framtíðini.
Klaksvík, 7. september 2002
Vinarlig heilsan
Vilhelm Johannesen
Mánadagin 2. sep-
tember fór 9. flokkur
í Felagsskúlanum á
Oyrarbakka í starvs-
venjing. Vit hava
spurt floksfelagar
okkara, hvussu
teimum dáma at
verða í starvsvenjing
Emma Hansen og Brynhild
H. Reinert, praktikantar
Navn: Olga Kruse.
Praktikpláss: Griffilin í
SMS.
Hví valdi tú at fara í
starvsvenjing í Grifflinum?
Tí eg vildi royna at
arbeiða í handli.
Hvat gert tú her?
Eg seti prís á vøruna,
ruddi hillar og standi við
kassan.
Hvussu dámar tær í
Grifflinum?
Mær dámar væl. Fólkini
eru fitt og hjálpsom.
Hevði tú tímað at arbeitt í
handli?
Ja, kanska.
Navn: Súsanna Isakssen.
Praktikpláss: Hotel
Hafnia.
Hví valdi tú at fara á Hotel
Hafnia?
Eg vildi vita, hvussu tað
er at arbeiða á einum
hotelli.
Hvussu dámar tær?
Væl.
Fólkini,
sum
arbeiða her, eru fitt og
hjálpsom.
Hvat gert tú her?
Eg dekki borð.
Ætlar tú tær at arbeiða á
hotelli seinni?
Nei, tað ætli eg mær ikki.
Navn: Fróðbjørt Andreas-
sen.
Praktikpláss: Farstøðin.
Hví valdi tú at fara á
farstøðina?
Eg vildi royna at arbeiða
innan ferðavinnuna.
Hvat gert tú her?
Eg rópi á bussarnar, taki
telefonina
og
avgreiði
pakkar til farmaskip.
Hvussu dámar tær á
farstøðini?
Mær dámar væl. Fólkini
eru fitt.
Hevði tú tímað at arbeitt
her seinni?
Ja, tað hevði eg.
Navn:Brian L. Festirstein.
Praktikpláss: DB Bilar
Hví valdi tú at fara í
starvsvenjing her?
Eg vildi sleppa at royna,
at arbeiða á einum bil-
verkstaði.
Hvat gert tú?
Eg skifti bremsur og olju.
Hvussu dámar tær her?
Mær dámar væl. Her er
stuttligt, og teir hjálpa mær,
um tað er okkurt, eg ikki
dugi.
Hevði tú tímað at arbeitt
her seinni?
Nei, eg hevði ikki tímað
at arbeitt við bilum.
Navn: Beinta Ellings-
gaard og Bjørg Ellings-
gaard.
Praktikpláss: Svimjihøll-
in í Havn.
Hví valdu tit at fara í
svimjihøllina?
Til stuttleikar. Vit vildu
royna, hvussu tað er at
arbeiða í eini svimjihøll.
Hvat gera tit?
Frá kl. 8-10 gera vit sum
vit vilja. Vit kunnu svimja
o.t. So vaska vit ymiskt í 2
tímar. Síðan hava vit pausu.
Tá pausan er liðug, vaska
vit í 1 tíma, og so hava vit
frí.
Hvussu dámar tykkum
her?
Okkum dámar væl. Her
er stuttligt at verða, og
fólkini eru fitt.
Høvdu tit tímað at arbeitt
her?
Nei, tað høvdu vit ikki.
Vit hava aðrar planir.
Næmingar av Felags-
skúlanum í starvsvenjing
í Havn
Olga Kruse
Beinta Ellingsgaard og Bjørg Ellingsgaard
Fróðbjørt Andreassen
Brian L. Festirstein
Súsanna Isakssen
Ivan Klein Olsen:
Onki hokus pokus við grindabýti
GRIND
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Lesarar hava verið ónøgdir
við grindabýtið í seinastu
grindini í Havn. Grindin
varð máld til 388 skinn og
av hesum vóru bert 176
skinn býtt til drápspartar.
Talið 176 fekkst við at telja
skinnini á listunum sum
hingu
uppi
á Vestaru
bryggju. Av teimum 42
hvalunum, fóru 15 til
drápspartar, fýra til stovnar
og lesarar hava sprut hvat
hendi við teimum 23 hval-
unum, sum eftir vóru.
-Tað er einki løgi við
grindabýti og eg sum sýslu-
maður havi grindareglu-
gerðina at halda meg til og
einki annað. Í grindareglu-
gerðini er neyvt útgreinað
hvussu ein grind skal být-
ast, sigur Ivan Klein Olsen,
sýslumaður í Norðstreym-
oy. Tað er hann sum stedur
fyri grindabýtinum í Havn
eisini.
-Tað vóru ikki 176, men
226 skinn, sum vóru býtt til
drápspartar og hesi vóru
sundur í 642 partar ella 1/3
skinn í part. Grindalistin er
bara fyri at hjálpa teimum
sum hava verið í drápinum
at finna sín part og tað er
ikki vist, at alt stendur har,
sigur Ivan Klein Olsen,
sýslumaður.
-Eftir vóru 162 skinn og
tey vóru býtt soleiðis eftir
grindareglugerðini. Finn-
ingarfiskur 19 skinn. Vakt-
arhald
1
skinn.
Metingarløn
4
skinn.
Sýslumaðuin, tvey prosent
av grindini, tilsamans 8
skinn. Grindaformenn, eitt
prosent av grindini, fimm
grindaformenn og hetta gav
tilsamans
20
skinn.
Skaðasýn
1
skinn.
Skiftishjálp, tað er sam-
sýningin sum kommunalu
stovnarnir, ið eru við í
grindini fáa, eitt nú brand-
støðin, politi, Tórshavnar
Havn, teir sum syrgja fyri
trukkum o.s.v. víðari fáa.
Skiftishjálpin var i seinastu
grindini 50 skinn. Spilla 6
skinn. Restin 53 skinn fóru
til ymiskar almennar stovn-
ar, eitt nú ellisheimið,
Láargarð
og
landsjúkrahúsið fekk ein
15 skinns fisk, sigur Ivan
Kelin Olsen, sýslumaður.
Ikki alt kemur upp listan,
sum hongur uppi fyri at
vegleiða teir sum eiga
drápspart. sigur
sýslumaðurin Ivan Klein
Olsen
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
3
2