Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 172 - 10. september 2002 Nr. 172 - 10. september 2002 5 Allar fyrireikingar eru fingnar í rættlag, og 16. oktober skal føroyski operasang- arin syngja Tú alfagra land mítt fyri 45.000 áhoyrarum á Nieder- sachsen Stadion í Hannover, umframt at milliónir av týskum hyggjarum fylgja við LANDSDYSTUR Jákup Mørk Stutt eftir at tað var greitt, fóru fyritøkur av ymsum slag í Føroyum at sam- starva um, hvussu hesin einastandandi hjá føroysku ferðavinnuni á bestan hátt kundi gagnnýtast. Tað er jú ikki á hvørjum degi, at Føroyar hava møguleikan at koma á breddan í týska fjølmiðla- heiminum, men fótbólts- landsliðið hevði nú givið ferðavinnuni ein gyltan møguleika, og líkt er til, at hesin nú verður gagnnýttur. Sum kunnugt varð lands- dysturin móti Skotlandi varpaður beinleiðis á tveimum týskum sjón- varpsrásum, og bara tað í sjálvum sær gevur helt meira reklamuvirði, enn nøkur føroysk fyritøka kundi lýst fyri. Rúni syngur í Hannover Alt steðgar tó ikki við hesum. Um góðan mánað skulu Føroyar á útivølli spæla ímóti Týsklandi, og hetta fer uttan iva at verða eitt enn størri høvi at siga týskarum, hvat Føroyar í veruleikanum er fyri nakað. Og projektbólkurin, sum fór at virka umleið 1. mei, hevur eisini fingið nógv upp á skaftið. Umframt at gera hópinm av kunnandi arbeiði, luttaka á ferða- messum og í aðrar mátar gera vart við Føroyar, hava tey eisini sett sær fyri, at týskarar skulu bíta sær merki í júst dystin móti Føroyum. Of fyri at gera nakað heilt serligt burturúr, setti bólkurin seg í sam- band við føroyska opera- sangaran, Rúna Brattaberg, og var ætlanin, at hann skuldi syngja føroyska tjóðsangin á leikvøllinum beint undan dystarbyrjan. Sissal Kristiansen, sum er ein av limunum í pro- jektbólkinum sigur, at alt sum so er fingið í rættlag hesum viðvíkjandi. Rúni hevur langt síðani játtað at vera við, og saman við týska orkesturleiðaranum hevur hann eisini lagt alt til rættis, soleiðis at nótarnir sita rætt, tá syngjast skal. Eisini týska fótbóltssam- bandið hevur játtað tiltakin- um, og í føroyska Fótbólts- sambandinum hava tey sjálvsagt einki ímóti hes- um. - Tað er sum so ikki okk- ara borð, við tað at tað er DFB, sum stendur fyri dystinum, men tað er sjálv- andi gleðiligt, at landsliðið á hendan hátt kann vera við til at stuðla føroysku ferða- vinnuni, sigur Ísak Mikla- dal, aðalskrivari í FSF. Sostatt eru øll formlig viðurskifti komin upp á pláss hesum viðvíkjandi, og hóast talan »bert« er um ein dyst móti lítlu Føroy- um, so kann roknast við, at væl verður fylgt við dystin- um. Dysturin er nevnliga tann fyrsti hjá týska landsliðnum á heimavølli, síðani teir vunnu silvur- merkini í HM-kappingini í summar, og tí er alstórur áhugi fyri honum. Tey 45.000 atgongumerkini til dystin eru mest sum øll seld, og dysturin verður sjálvandi varpaður bein- leiðis kring alt Týskland, so einki er at ivast í, at hetta er ein stórur møguleiki. Bæði fyri føroysku ferðavinnuna og Rúna Brattaberg – og so sjálvandi eisini hjá lands- liðnum! Rúni syngur tjóðsangin í Týsklandi Framman fyri 45.000 áskoðarum skal føroyski operasangarin, Rúni Brattaberg, syngja føroyska tjóðsangin, tá føroyska fótbóltslandsliðið skal royna seg móti Týsklandi um góðan mánað Seinast Arbeiðseftir- litið gjørdi tílíka kanning blivu 27 virkir kannaði. Av teimum blivu eini 7 ákærd fyri brot á Arbeiðsumhvørvislóg ina, tí tey høvdu so álvarsamar manglar við trygdini ARBEIÐSEFTIRLIT Tíðindaskriv Arbeiðseftirlitið fer nú undir eitt átak, sum hevur til endamáls at kanna trygdina á fiskavirkjum. Frá seinnu hálvu av sep- tember fara eftirlitsfólk hjá Arbeiðseftirlitinum at vitja fiskavirkir. Sambært arbeiðsum- hvørvislógini skal ar- beiðsgevarin syrgja fyri, at trygdin hjá starvsfólkunum er í lagi, tá arbeitt verður við útbúnaðinum (skrædl- arar, avhøvdarar, flaka- maskinur v.m.). Eisini verður kravt, sambært kunngerð nr. 102 ”Um aldursmark at passa ávísar maskinur á flakavirkjum v.m.”, at skeltir eru sett á viðkomandi maskinur sum upplýsa um, at arbeiðarin skal lúka kravið um 17 ára aldursmark. Virkir, sum kunnu vænta sær vitjan av Arbeiðseftir- litinum, eru fiskavirkir sum heild, tvs. laksavirkir, flakavirkir umframt virkir ið gera fiskafars, fiska- fóður v.m. Tað er eingin loyna, at tað verður farið heldur tilvildarliga um persónligu trygdina á nógvum fiska- virkjum. T.d. er ikki altíð nøktandi maskinvernd, har hon eigur at verða. Stund- um kann staðfestast, at maskinverndin er tikin vekk fyri at spara tíð og økja um effektivitet, hóast henda vernd skuldi verið ein sjálvfylgja fyri virkið og einstaklingin í royndini at verja seg móti arbeiðs- óhappum. Arbeiðseftirlitið veit um arbeiðsóhapp á fiskavirkj- um, har fólk eru komin álvarsliga til skaða tí trygdarviðurskiftini ikki vóru í lagi. Hinvegin veit Arbeiðseftirlitið eisini, at fólk kunnu hava ilt við at góðtaka trygdarviðurskift- ini, tí hesi skulu vera ein bági í arbeiðinum. Eftirlitsfólkini fara, uttan at boða frá frammanundan, at vitja fiskavirkir kring alt landið. Kannað verður um hóskandi maskinvernd verður nýtt. Harafturat verður m.a. kannað um neyðsteðgarar eru, har teir upprunaliga eiga at vera, og um hesir virka sum fyri- skrivað. Um maskinvernd, neyð- steðgari o.l. eru sett upp, og virka sum tey eiga, fær virkið skriv frá Arbeiðs- eftirlitinum um at útgerðin er í lagi. Eru viðurskifti við trygdini ikki heilt sum tey skulu verða, fær virkið skrivliga boð um at fáa hesi í rættlag innan ávísa tíð. Um Arbeiðseftirlitið hin- vegin staðfestir, at trygd- arútgerð beinleiðis er tikin vekk, eitt nú at skermur er tikin av maskinu fyri at spara uppá tíð og/ ella økja um effektivitet, verður hetta mett sera álvarsamt. Málið verður tá sent bein- leiðis til fútan, sum so tekur støðu til at reisa ákæru móti arbeiðsgevaranum. Ar- beiðsgevarin kann tá vænta sær bót, sum fútin ásetur við sektaruppskoti. Verður bótin ikki goldin, endar málið í rættinum. Hugsast kann eisini, at arbeiðsgevarin hevur sett trygdarútgerð upp, sum kortini ikki verður nýtt. Í slíkum føri kann eisini starvsfólk verða ákært, um tað ikki aktar givin boð. Tá ið Arbeiðseftirlitið kemur á vitjan, verður, sambært arbeiðsumhvørv- islógini, heitt á umboð fyri leiðslu og trygdarumboð um at verða til staðar með- an sýnað verður. Arbeiðseftirlitið kannar trygdina á fiskavirkjum Ein politisk avgerð er ikki bindandi longur enn til tann næsti verður tikin. Tískil stendur tað Annlis Bjarkhamar frítt at lata Stuðulsstovnin liggja í Havn, ella flyta hann okkurt heilt annað stað POLITIKKUR Heri á Rógvi Stuðulsstovnurin er aftur í andglettinum. Stovnurin kom at standa ovast á breddanum í føroysku fjøl- miðlunum, tá Tórbjørn Jacobsen, sum var lands- stýrismaður tá, avgjørdi, at økismenning skuldi fremj- ast í verki, og Stuðulsstovn- urin skuldi flytast úr sínum verandi sæti til Runavíkar. Ein spurningur er so, hvønn týdning ein tílík politisk avgerð hevur? Tað var Tórbjørn Jacob- sen, sum tók avgerðina í sínari tíð sum landsstýris- maður. Síðani er Tórbjørn Jacobsen farin úr sínum embæti. Tveir aðrir lands- stýrismenn hava síðani ver- ið at sæð við stóra skrivara- borðið í stýrinum/ráðnum á Hoyvíksvegnum. Óli Holm, sum tó tók við landsstýrismaður eftir Tór- bjørn Jacobsen, vildi halda fast í avgerðini hjá undan- gongumanni sínum. Tað eydnaðist tó hvørgum teirra at fremja hetta í verkið, og Stuðulsstovnurin liggur enn í Havn. Annlis Bjarkhamar er nú eisini vorðin konfronterað við spurningin, og hon hev- ur enn ikki tikið nakra heilt greiða støðu. Annlis avgerð Avgerðin hjá Tórbirni Jacobsen er ein politisk av- gerð. Avgerðin vísir á eina politiska ætlan. Avgerðin inniber ikki nakra fyrisit- ingarliga ger, eitt nú setan í starv ella leigan av hølum osfr. Rúni Joensen, løgfrøð- ingur og aðalstjóri í løg- málaráðnum, sigur, at ein politisk avgerð lættliga kann broytast, men søgan var ein onnur, um onnur fyrisitingarlig stig vórðu tikin, eitt nú at fólk vórðu sett í starv at arbeiða hjá Stuðulsstovninum í Runa- vík. Við hesum stigum fylgir ein ábyrgd. Sostatt kann Annlis Bjarkhamar gera sum hon vil. Hon kann flyta Stuðuls- stovnin til Runavíkar í dag og flyta hann aftur til Havn- ar í morgin. So leingi ar- beitt verður við politiskum avgerðum kann alt henda. Vert er at nevna, at starvssetanarøkið hjá starvsfólkunum á Stuðuls- stovninum er mentamála- ráðið. Terji á Lakjuni greiðir frá, at umframt hann sjálv- an arbeiða fimm fólk á Stuðulsstovninum, og tey eru sett í starv av Menta- málaráðnum og eru limir í Starvsmannafelagnum. Tað er sostatt bæði í tráð við teirra starvssetan um tey arbeiða í Runavík, Havn ella í Mykinesi. Terji á Lakjuni er sjálvur limir í Magistarafelagnum, og hansara starvsøkið fellir eisini innanfyri Menta- málaráðið. Flytast? Í Sosialinum 30. august 2002 verður spurningurin um framtíðar adressuna hjá Stuðulsstovninum við- gjørdur. Har greiðir Annlis Bjark- hamar frá, at hon fer at hyggja eftir málinum og fer so at taka eina avgerð. Terji á Lakjuni greiðir tá eisini frá, at starvsfólkið er ørkymlað av støðuni, tí tey fáa ikki nøkur greið boð um framtíðini hjá stovnin- um. Ført er fleiri ferðir fram, at starvsfólkið á Stuðuls- stovninum ynskir at vera í Havn, og hetta hava eisini onnur gjørt vart við, at tey ynskja. Tórbjørn Jacobsen kallar tað hinvegin púrasta burtur- við, at Annlis Bjarkhamar nú skal viðgera málið av nýggjum. Fyrispurningur Tá tað í sínari tíð kom fram, at Stuðulsstovnurin skuldi flytast til Runavíkar, varð eisini víst á av summum, at Løgtingið skuldi verið betri kunnað. Løgtingsmenn hava sam- bært Stýrisskipanarlógini rætt til at spyrja løgmann og landsstýrismenn um tað, teir ynskja. Bæði Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Sam- bandsflokkin, og Katrin D. Jakobsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, nýttu herfyri høvið til at seta Annlis Bjarkhamar ein munnligan fyrispurning um Stuðulsstovnin. Áður hevur eisini Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, spurt Óla Holm um henda sama stovn. Hóast spyrjararnir ikki vóru nøgdir, so var svarið greitt: Ein avgerð stendur við til ein onnur kemur ístaðin. Tórbjørn Jacobsen kann bert hyggja at, tí tað verður Annlis, sum sleppur at gera av, hvar Stuðulsstovnurin skal og ikki skal halda til. Avgerðin kann broytast Meðan Bjarti Mohr er í farloyvi, loysir Páll Petersen hann av í býráðnum TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ Heri á Rógvi Fyrsta mál á dagsskránni fyri býráðsfundin seinasta hóskvøld, 5. september, var innkallan av tiltakslimi. Bjarti Mohr, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, hevði boðað býráðnum frá, at honum berst frá at røkja starv sítt sum býráðslimur orsakað av øðrum arbeiði. Í hansara stað er tiltaks- limur innkallaður. Tað er Páll Petersen. Tíðarskeiðið hjá Pálli er fyribils avmark- að til 1. oktober, men kann eisini verða longt. Fyri at fáa farloyvi skal Bjarti Mohr vera burtur í meira enn 14 dagar. Á seinasta kommunuvali hin 21. november 2001 gjørdist Fólkaflokkurin størsti flokkur við í alt 2.384 atkvøðum, sum vóru 35 fleiri enn næst størsti flokkurin, Sambandsflokk- urin, fekk. Sjálvur gjørdist Páll Petersen 12 atkvøður ov stuttur. Sjúrður Olsen fekk við sínum 183 atvkvøðum fjórða plássið á listanum hjá Fólkaflokkinum og har- við sæti í býráðnum. Páll Petersen hevur ann- ars eina drúgva fortíð í bý- ráðnum í Havn. Páll hevur verið sterki maður í Kald- bak nógv tey seinastu árini. Kina hevur sett strangari krøv við- víkjandi pakningi sum verður inn- fluttur. Krøvini koma í gildi longu 1. okt. Tá flutnings- tíðin úr Føroyum til Kina er umleið ein mánaða, vil tað siga at sendingar sum longu nú fara úr Føroyum mugu lúka nýggju krøvini fyri at sleppa inn í Kina TÍÐINDASKRIV Vinnuhúsið Nakað av fiski verður regluliga útflutt úr Føroy- um til Kina. Eftir al- mennu hagtølunum fyri uttanlandshandil við Kina er tað ikki tað stóra. Men hetta kemst av at nógv av tí sum verður selt til Kina fer umvegis Dan- mark og verður tí skrásett sum útflutningur til Dan- markar Fyri okkara útflutning er tað serliga træplattarn- ir sum verða raktir. Alt træ sum verður nýtt til plattar skal verða viðgjørt á serligan hátt, og frítt fyri parasittar og annað sum kann skaða plantu- lívið í Kina. Við hvørjari sending skal eisini fylgja ein serlig plantuheilsu- váttan. ES steðgaði fyri nøkr- um mánaðum síðani inn- flutningi av fiski og skeljadjórum úr Kina vegna vánaligu støðuna í Kina á heilsufrøðiliga økinum. Tað er onki at ivast í at hetta er eitt aftursvar frá kinesisku myndugleikunum til ES. Vit verða rakt tí í slík krøv vegna altjóða hand- ilssáttmálar ikki kunnu setast móti ávísum landi, men mugu setast gener- ellt til allan innflutning Í Danmark er tað »Plantestyrelsen« sum tekur sær av at gera plantuheilsuváttanir og tekur sær av málinum sum heild frá almennari síðu. Við hava av góðum grundum ikki nakað »Plantestyrelse« í Føroy- um. Málið verður í Før- oyum mett sum um- hvørvis mál og er plasera til umhvørvisdeildina hjá Oljumálaráðnum. Arbeitt verður við málinum í løt- uni og vit vóna at neyðug orka beinanvegin verður sett til at finna útav hvat krevst til eina slíka váttan og at seta eina skipan við plantuheilsuváttanum í verk. Forðingar fyri útflutninginum til Kina Páll fyri Bjarta Páll Petersen er aftur at síggja í býráðnum, men steðgurin verður kanska ikki so langur hesaferð Mynd: Heri á Rógvi C M Y K 5 4