Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 172 - 10. september 2002 Nr. 172 - 10. september 2002 7 Norðoya Vistarheim fingið ein Berlingo Christian í Grótinum kom á Klaksvík sunnukvøldið um nátturðatíð við fullari last av svartkjafti og fór seinni um kvøldið á Fuglafjørð at landa FISKIVINNA Solby A.Eliasen Klaksvík: Hesin túrurin hjá Christiani í Grótinum var ein av teimum longru túrunum, tí tað viðraði stak illa. Veðrið hevur nógv at siga, tá talan er um svart- kjaft, tí tá veðrið so er batn- að aftur, kann tað taka upp til tveir dagar, áðrenn svart- kjafturin samlar seg aftur, so tað loysir seg at royna eftir honum. Palli Ziskason frá Pf Christian í Grótinum sigur, at hann hevur ikki tosað við nakran av monnunum enn, men hann veit kortini at siga, at hósdagurin var góð- ur hjá teimum. - Sum eg havi skilt, versnaði veðrið aftur fríggjadagin, men hóast tað, gekk tað gott. Ta sein- astu náttina mundu teir fáa um 500 tons, sigur Palli Ziskason. Spurdur um, hvussu teir eru nøgdir við árið hjá Christian í Grótinum higar- til, svarar Palli, at alt sjálv- andi kann gerast betur. - Samanborið við hesa tíðina í fjør hevur skipið fiskað fyri fimm milliónir minni í ár. Men sum heild eru vit væl nøgd, kortini, sigur hann. Christian í Grótinum verður verandi í svartkjafti í eina tíð afturat, síðani verður farið at royna eftir makreli. Skipið lá eina løtu á Klaksvík sunnukvøldið, men fór so á Fuglafjørð at landa tey 2.000 tonsini, sum teir høvdu fingið. Christian í Grótinum fór avstað aftur seinnapartin mánadagin. Palli Ziskason sigur, at Norðborg er á sildaveiðu, og teir landa í Norra. Teir hava nóg mikið at gera. Í dag byrjar nýggi bilurin hjá Norðoya Vistarheimi at koyra døgurðar út til eldri í Klaksvík. Í nógv ár hava heilsuhjálparar heintað døgurðarnar á Vistarheiminum; til hesa koyring hava tær nýtt egnu bilar sínar. Tað eru virkir, feløg og privatpersónar, ið hava stuðlað tiltaki- num ELDRARØKT Rúna Sivertsen Norðoya Vistarheim hevur í nógv ár gjørt døgurðar til eldri, sum búgva heima, men ikki sjálvi eru før fyri at matgera. Døgurðarnir eru síðani heintaðir av heilsuhjálpar- um, sum av vælvild hava nýtt sínar egnu bilar til hesa koyring. Í februar tóku tey á Norð- oya Vistarheimi, við dygg- um stuðli frá nevndini, stig til at savna pening inn at keypa bil fyri. Innsavningin hevur ging- ið væl, og longu nú eru tey á Vistarheiminum eydnu- samir eigarar av einum Citroën Berlingo. Virkir, feløg, stovnar og privatpersónar og búfólk á Vistarheiminum hava latið pening, so bilurin kundi keypast. - So at siga allar fyritøkur í býnum hava stuðlað til- takinum; sjálvt teir smæstu handlarnir, sigur Eydna Dragaberg, leiðari, á Norð- oya Vistarheimi. - Vit eru serstakliga takk- som fyri ta góðu undirtøku, hetta tiltak hevur fingið, sigur Eydna. Ein av góðveðursdøgun- um í summar høvdu vit køkutombola uttanfyri Vistarheimið. Tað eydnað- ist væl, og 20.000 krónur komu í kassan, sigur hon. Bilurin tekur 5 persónar, og skal hann eisini nýtast til smáar útferðir og annan flutning hjá búfólkunum, sigur Eydna Dragaberg at enda. Eydna Dragaberg, leiðari, á Norðoya Vistarheimi í nýggja bilinium hjá Vistarheiminum. Gongur væl hjá Christiani í Grótinum Christian í Grótinum kom á Klaksvík sunnukvøldið við fullari last av svartkjafti Dalbingar skulu ikki vænta sær tunnil við tað fyrsta, kom fram av svarinum, sum Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, fekk frá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, upp á fyrispurning um tunnilsgerð til Dals SAMFERÐSLA Edvard Joensen Dalur: Fyribils verður einki gjørt við tunnil til Dals. So stutt kann svarið frá landsstýrismanninum við samferðslumálum týð- ast, heldur sandoyarting- maðurin, Gerhard Logn- berg. Gamli vegurin til Dals er bæði smalur og ørandi at koyra eftir. Serliga hjá honum, sum ikki er vanur at koyra á slíkum støðum. Bilverja er í ytra borði, men stegðar tú á og hyggur omanav, ræður um at hava góðar nervar. Og her koyra bussar hvønn dag við bæði skúla- børnum og øðrum ferða- fólki, umframt aðra ferðslu, sum fer gjøgnum bergið. Tí berg er í bæði borð, og bergið er ikki støðugt. Har hendir alla tíðina okkurt, og javnan kemur grót á vegin. Seinasta sunnudag leyp eitt rættiliga fitt lop, og heilt nógv grót endaði á vegnum. Tíbetur stóðst eingin mansskaði av. Men fólk, Sosialurin hevur tosað við, og sum vóru á Dals- vegnum um tað mundið, lopið var, siga, at rakti tað ein bil, var eingin ivi um, at ein stór vanlukka hendi. Gerhard Lognberg, løg- tingsmaður, heldur, at nú hava dalbingar livað nóg leingi við hesi støðuni. Og hon er ikki haldbar, sum hon er. Langt frá tí. Dalur er bygd í menning, vísir hann á. Har er fólk flutt til. Virki sett á stovn, sum flyta framleiðslu sína um alt landið. Og nógv av fólkinum í Dali ferðast úr bygdini hvønn dag. Til flakavirkini oynni fara tey til arbeiðis, eins og fleiri fara í skúla í Sandoyar Meginskúla. Fyrispurningur á tingi Fyri at fáa meira ferð á kjakið um samferðsluna til og úr Dali, setti Gerhard Lognberg Bjarna Djur- holm, landsstýrismanni við samferðslumálum, fyri- spurning á Løgtingi. Gerhard Lognberg spurdi Bjarna Djurholm um, hvat gjørt er í málinum higartil, og í øðrum lagi um nakrar fyrireikingar eru farnar í gongd. – Men har kom einki svar soleiðis, sigur Gerhard Lognberg, ið sum vitiligt er ikki er nøgdur við tað, hann fekk at vita. Bjarni Djurholm svaraði beinleiðis, at einki er sett av til hetta arbeiðið, og at tað verður tað heldur ikki við tað fyrsta. – Hann segði okkurt um, at okkurt er kannað, men einki verður gjørt, tí onnur øki eru meira vandamikil enn hetta, sigur Gerhard Lognberg. Men hann ætlar sær ikki at gevast so kortini, sigur hann og boðar frá, at hann fer at taka málið uppaftur. – Tað er nú løgið, at einki skal vera neyðugt nú, held- ur Gerhard Lognberg og vísir á, at beint undan valin- um helt sama samgonga, sum enn situr, at tað var sera átrokandi at játta 475.000,- krónur til at fyrireika berghol millum Húsavík og Dal. – Men tað var rímiligt bara valagn, sum sam- gongulimir als einki meintu við kortini, staðfestir Ger- hard Lognberg. Lappaloysnir Tað tykist, sum ferðslu- viðurskiftini í Sandoynni koyra upp á lappaloysnir, sigur Gerhard Lognberg. Í vár leyp eisini í Dals- bergi. Tá fór eitt rímiliga stórt lop undir vegnum, Heilt niðan undir sjálva koyribreytina. Ta ferðina varð støðan mett so mikið hættislig, at onkur teirra, sum koyrdu stóru lastbilarnar, aftraðu seg við at fara til Dals. Tá var í fyrstu syftu skervur lagdur í rennuna í ovara borið, og ferðslan so beind heilt inn undir klettin oman fyri, har lopið var. Seinni er so betongkantur stoyptur undir vegnum og ífylla løgd í aftur. Eitt sindur av oljugrúsi er lagt á vegin, og tað er so tað, vísa fólk, sum koyra dagliga eftir vegnum, á. Eitt er dalsvegurin, men vegurin gjøgnum Sandslíð er lítið mætari. Hann er eisini heilt hættisligur at koyra eftir, sigur Gerhard Lognberg. Tað hevur einki verið frammi við nakrari tunnils- gerð har, sigur løgtings- maðurin, men hann heldur, at tíðin er komin til at tosa um í hvussu er beiðkan av tí vegnum. Tí øll ferðslan til Eysturbygdirnar fer eftir honum. Annars er eitt annað stór- mál, sum liggur fyri, vísir Gerhard Lognberg á. Tað er undirsjóvartunnil millum Samndoynna og Streym- oynna. Hann heldur ikki, at tað er órealistiskt at tosa um tað, tí tað má koma einaferð í framtíðini. Tó leggur hann dent á, at fyrst eiga norðoy- ingar tørn, men síðan má Sandoyggin vera tað næsta. Tekniskt er tað møguligt, og skal menningin av oynni standa við, er tað mestsum ein treyt, at fast samband fast við meginøkið. – Men allarfremst liggur Dalstunnilin, sigur Gerhard Lognberg, løgtingsmaður fyri Sandoyar valdømi. Ring útlit fyri tunli til Dals Vegurin gjøgnum Dalsberg er gamal og smalur og ikki sørt vandamikil heldur, har hann liggur í brattlendinum Mynd: Edvard Joensen Eftir eitt lop í vár, varð stoypt og laðað upp undir vegkantin Mynd: Edvard Joensen C M Y K 7 6