Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 172 - 10. september 2002 Nr. 172 - 10. september 2002 9 Johannes Steingrund, sum hevur staðið fyri ljóðviðurskiftunum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, metir, at viðurskiftini eru so góð, at hølini kunnu brúkast til eitthvørt slag av tónleiki LJÓÐ Ingrid Bjarnastein – Eftirklangstíðin í hølun- um kann tillagast til tað slagið av tónleiki, hølini skulu brúkast til. Og er tað hetta, sum ger, at ljóðviður- skiftini eru so góð, sigur Johannes Steingrund, sum er verkfrøðingur og hevur spesiali innan akustikk. Fyri at fáa opitimal ljóð- viðurskifti skal ein kunna broyta eftirklangstíðina, og hetta letur seg gera í Ment- anarhúsinum í Fuglafirði. Tað er eitt serligt slag av gardinum, ið ger tað møgu- ligt at broyta eftirklangstíð- ina í hølunum. Tá gardin- urnar verða drignar frá verður eftirklangstíðin stytri, og og tí sjálvsagt longri, um gardinurnar eru drignar fyri. Kórsangur hevur til dømis langan eftirklang, og tá verða gardinurnar tí drignar fyri. Tá talan er um rock/pop- konsertir er eftirklangurin stuttur og tá eru gardinurn- ar frá. Hetta ger, at hølini kunnu brúkast til øll sløg av tónleiki. – Nakað annað, ið eisini ger seg galdandi er, at tað eru ongir paralellir veggir, sigur Johannes Steingrund. Operahúsið í Sydney Tann størri salurin, sum er konsertsalurin, er væl at merkja ætlaður til konsertir. Tann aftari er gjørdur so- leiðis, at hann eisini kann brúkast til samkomur av ymsum slag, sum eitt nú brúdleyp og annað tílíkt. Johannes Steingrund gjørdi uppskot til ljóðvið- urskiftini. Her var talan um útrokningar og annað, sum hann fann útav útfrá eini tekning hann hevði fingið sendandi frá Niels Midjord, sum hevur teknað sjálvt húsið. – Niels Jordan, sum hev- ur staðið fyri ljóðviður- skiftunum í Operahúsinum í Sydney, hevur hugt uppá útrokningarnar, og var hann samdur í øllum tí, sum eg hevði gjørt, sigur Johannes Steingrund. Sjálvur er Johannes væl nøgdur við úrslitið. – Vit høvdu ætlað at fáa eina eftirklangstíð uppá 1,7 sekund við 100 fólkum inni í salinum, og tað hevur eydnast okkum. So ein kann siga, at vit hava rakt tað vit ætlaðu. Sum er nú hanga bara einar fyribilsgardinur uppi. Men tær skulu skiftast út við eitt útvalt slag av gardinum, men nær hetta endaligt verður liðugt, veit Johannes Steingrund als ikki at siga frá. LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Sum flest øllum kunnugt hevur landsdystur verið um vikuskiftið. Nógvir vóru skotarnir, sum hava leitað sær til landið, men hetta merkti løgreglan í Havn lít- ið og einki til. – Teir larma eitt sindur, men teir hava skikkað sær stak væl. Tón- leikur og róp hava verið at hoyrt har teir hava verið, men ongin ófriður, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Politiið var eisini á Svangaskarði, og har var ein, sum varð tikin við á støðina. Hann verður skuldsettur fyri brot á politiviðtøkuna. Trý fólk hava verið gestir á politistøðini um viku- skiftið. Hetta fyri at sova rúsin av. Mentanarhúsið í Fuglafirði: Ljóðviðurskifti til øll tónleikasløg LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Fríggjakvøldið aftaná midnátt fekk politiið í Havn fráboðan um, at ein knallert koyrdi eftir landsvegnum norðuri í Sundi. Knallertin var myrk og hevði ongar lyktir og var tískil ógvu- liga ring at síggja. Tá politiið kom á stað- ið vóru teir báðir dreing- irnir, sum sótu á knall- ertini, dotnir. Drongurin, ið sat á, hevði fingið onkrar smærri snuddir og varð tí koyrdur á skaðastovuna. Førarin verður skuldsettur fyri at koyra við kenning. Politiið hevur annars ikki so nógv stríð av øllum knallertunum og skutarunum, sum vit síggja nú fyri tíðina. – Vit fáa onkrar frá- boðanir viðhvørt um, at fólk verða órógvað av teimum, og tað kemur eisini fyri, at vit taka onkrar, sum eru broyttar og koyra skjótari enn loyvt, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Eisini verða summi tikin fyri at koyra ófan- taliga – tað verið seg á gongubreytini og annað. – Nógvir skutarar og nógvar knallertir verða tiknar fyri at vera broytt- ar. Hetta heldur ein dempara á tí heila, men hetta er bert í eina tíð. Ein fær ongantíð tikið øll. LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Nøkur smærri herverk hava verið í Havnini um vikuskiftið. Náttina til sunnudagin hevði onkur gjørt seg inn á ein parkeraðan bil í Gunda- dali. Har vóru rútarnir brotnir, men onki varð stolið úr bilinum. Sunnumorgunin hevði onkur eisini brotið ein stóran rút í Gunleivs Bakaríi við Landavegin. Politiið hevði eisini verið ein túr uppi í Bad- mintonhøllini eftir onkr- um, sum vísti seg at gera ónáðir. Viðkomandi varð blakaður út fyri ósømiligan atburð, men helt áfram at venda aftur og gera ónáðir. Eisini var politiið til húsafrið onkrastaðni í Havnini, men tað hevði ikki so nógv upp á seg, og tamarhald var bein- anvegin á støðuni Tvey smærri ferðslu- óhapp hava eisini verið, men her var talan bert um materiellan skaða. Á Skálatrøð var løg- reglan eisini leygar- kvøldið. Her snúði tað seg um ein bát, har siglt var við kenning. Við- komandi verður skuld- settur fyri brot á sjólóg- ina. Annars letur løgreglan stak væl at vikuskiftin- um. – Nógv er at fara til, men hetta vikuskiftið hevur ikki verið so nógv øðrvísi enn øll onnur. Tað hevur staðið heilt væl til, sigur vakthav- andi á politistøðini í Havn. Myrkar knallertir Rútar brotnir Skotar skikka sær væl Sjálvt um skotarnir larma illa og gera nógv um seg, so hava teir skikkað sær stak væl meðan teir hava verið í Føroyum, verður sagt av politistøðini í Havn Mynd: Álvur Haraldsen Johannes Steingrund, sum hevur staðið fyri ljóðviðurskiftunum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, metir, at hølini kunnu nýtast til øll sløg av tónleiki Adolf V. Hansen, fyrrverandi fakfelags- leiðari og løgtings- maður doyði sunnu- kvøldið ANDLÁT Vilmund Jacobsen Adolf V. Hansen doyði sunnukvøldið í Danmark, 66 ára gamalur. Saman við konuni, Marnu og dóttrini, Bjørg, búðu tey í eini góð- ari íbúð uttanfyri Århus. Adolf og Marna eiga eisini børnini, Fríðrik og Mari- ann. Bjørg er rættiligur eftirnølari, 21 ár yngri enn Mariann. Í sínari tíð var Adolf nógv frammi í kjakinum her á landi og øll tey, sum ikki eru alt ov ung, vita, hvør maðurin var. Adolf gjørdist kendur sum for- maður í Meginfelag Út- róðrarmanna og var verk- falsleiðara undir stóra út- róðrarverkfallinum í 1975. Seinni gjørdist hann eis- ini løgtingsmaður, og her gjørdi hann sína ávirkan galdandi á fleiri økjum, ikki minst innan fiskivinn- una, sum var hansara hjartamál. Men hvør var nú hesin, Adolf, og hvussu var hann sum persónur millum tey, sum stóðu honum nærm- ast? Sosialurin hevur tosað við Marina Bláhamar, ið vaks upp saman við Adolfi í heiminum hjá foreldrum hennara, Mariu og Fríðrik Bláhamar í Vestmanna. Adolf var næstyngstur av stórum barnaflokki á Toft- um. Foreldur hansara vóru, Hansina og Anthon, og Hansina var systir Fríðrik. Tá ið Adolf var tvey ára gamal, gekk mamman við tí yngsta, sum er Harry Hansen. Samstundis høvdu Fríðrik og Maria mist sítt fyrstafødda, og tóku tey tá Adolf til fosturs. Marin sigur, at hon og hini systkini kallaðu Adolf stórabeiggja, tí hann hevur altíð verið teirra stóri- beiggi. – Vit vóru jú ikki fødd, tá ið mamma og pápi tóku hann til fosturs; tí hevur Adolf altíð verið beiggi okkara, og hann hevur altíð verið ein góður beiggi, sig- ur hon. Áðrenn vit siga meira um eginleikarnar hjá Adolfi sum menniskja, fara vit góð 10 ár aftur í tíðina. Raktur avferðsluvanlukku Adolf, konan og dóttirin fluttu niður til Danmarkar at búgva fyri góðum 10 árum síðan, og her fekk Adolf kjans sum stýrimað- ur umborð á ferju. Men tey høvdu ikki búð leingi niðri, tá ið ein ferðsluvanlukka broytti alt lívið hjá familjuni. Vanlukkan hendi, meðan Adolf sjálvur koyrdi, og konan sat við síðuna av. Tey fingu ein lastbil inn í síð- una á bilinum, og Adolf fekk stóran skaða í høvdið. Marna slapp frá vanlukkuni við smærri snuddum. Í langa tíð stóð um lív hjá Adolfi, og tey vistu ikki, hvønn veg tað fór at bera. Men so við og við byrjaði hann at koma fyri seg aftur, og seinni árini hevur hann eftir umstøðunum havt tað hampiliga gott. Tó merkti vanlukkan hann øll árini, ið eftir vóru. Adolf hevði ilt við at minnast tað, sum fyrigekk í dag. Hinvegin hevði tað gamla, ið var far- ið fram í hansara lívi fyri vanlukkuna, sett seg rætti- liga fast. Marin sigur, at Adolf vildi gerast frískur aftur, og hann gjørdi nógv fyri at náa hesum máli. – Eg vil siga, at hann var komin hampiliga væl fyri seg aftur eftir longu og drúgvu sjúkraleguna; hann gekk og hinkaði og kláraði seg rímiliga væl, eisini við bussunum í býnum. Adolf visti, at hann var ikki tann sami, og hann visti, at hann var vorðin gloymskur, men hann dugdi væl at bera tað. Hann gjørdi nakað fyri, at minnast tað, ið hann skuldi minnast. Ringdi tú og spurdi um eitthvørt, so skrivaði hann niður. Hann var humoristiskur og kundi flenna at sær sjálvum. Marin sigur, at Adolf gekk ongantíð og grenjaði; hann var í góðum lag og hevði sanniliga sínar fram- tíðarætlanir. – Fyri at menna seg sjálv- an, gjørdi hann venjingar, gekk til talv og var gongu- túrar. Hann hevði eisini fingið sær bøkur heiman úr Føroyum til tess at fríska fólkanøvn, staðarnøvn og árstøl uppaftur. Hetta hjálpti honum at fáa minnið aftur. Hon sigur, at tá ið flestu vónaðu, at Adolf rættiliga fór at koma fyri seg aftur, fekk hann ein blóðtøpp, sum nú umsíðir gjørdi enda á honum. – Tað gekk bara fram á hjá honum, til hann fekk blóðtøppin og noyddist á eitt heim, tí hann gjørdist so óhjálpin. Marin sigur, at kona Adolf, Marna, var ógvuliga nógv um mannin, og nú hann var noyddur at vera á stovni, búði hon næstan hjá honum. – Hon eigur nógv rós uppiborið fyri tað, hon hev- ur verið um mannin øll árini, síðan hann gjørdist sjúkur og nú endaði á stovni. Eg trúgvi neyvan, at nakar hevði klárað hetta so væl sum hon, sigur Marin. Hjartagóður og gávumildur – Sum ungur fór Adolf til skips, og tá ið hann kom aftur, hevði hann altíð okk- urt við aftur til okkara. Hann var hjartagóður, gávumildur og góður við familjuna. Vit fingu bæði dukkur og brøv frá honum, tá ið teir seldu uttanlands. Eisini sum tilkomin, kom hann altíð við góðum gáv- um til føðingardagar og onnur høvi, tá ið høvi beyðst. Marin sigur, at familjan í Føroyum vitjaði fleiri ferðir í Århuus og Adolf, konan og dóttirin vitjaðu í Føroy- um hvørt ár og annað hvørt ár. – Altíð var hann trúfastur og kom inn á gólvið. Hon- um dámdi so væl at vera ímillum fólk, og skemting- arsamur og positivur var hann sum fáur. Sum yrkjari er Adolf nokk ikki so væl kendur, men Marin sigur, at hann var úrmælingur at yrkja til veitslur og brudleyp, og ofta varð heitt á hann um eina yrking til serstøk høvi. – Vit minnast Adolf fyrst og fremst sum ein góðan og trúfastan stórabeiggja. Nú hann er deyður, verður hann jarðaður í Føroyum. Tað ynskti hann sjálvur, sigur Marin Bláhamar at enda. Adolf var ein hjartagóður og positivur maður Adolf V. Hansen var kendur sum fakfelagsleiðari, og hann var ikki minni kendur sum politikari C M Y K 9 8