týsdagur 10. september 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 172 - 10. september 2002
Nr. 172 - 10. september 2002
11
Nú skulu prestar, kirkjuráðslimir og bispur og dóm-
próstur “hoyrast”, áðrenn fólkakirkjan verður
yvirtikin! Ella skulu hesi, sum á ein ella annan hátt
varða av kirkjuni, takast upp á ráð kortini?
Landsstýrismaðurin í kirkjumálum líkasum broytti
áskoðan, eftir at løgmaður hevði sagt nøkur álvars-
orð – ella sett landskonuna upp á pláss – men so
tóktist, sum hon kortini vendi einaferð afturat. Ella
er tað ein misskiljing? Nú fáa vit at síggja.
Tann stóri stríðsspurningurin, nú ætlanin er at
yvirtaka kirkjuna, er, um yvirtøkan skal fyrireikast
væl og virðiliga, ella um yvirtøkan bara skal skund-
ast ígjøgnum. Tá málið tók seg upp næstsíðsta
vikuskiftið, vísti formaðurin í prestafelagnum Jákup
Reinert Hansen á, at teir vórðu ikki hoyrdir, nú
kirkjan skal koma undir føroyskt stjórnarvald.
Grundgevingin hjá Anliss Bjarkhamar var, at hon
hevði sett sær fyri í fyrstu atløgu at fáa kirkjuna
undir føroyskan myndugleika. Síðani kundu prestar,
kirkjuráðslimir, próstur og bispur stinga út í kortið,
hvussu tann føroyska fólkakirkjan skuldi skipast.
Men hesum hóvaði hvørki prestum, andstøðuflokk-
um og so vísti tað seg eisini, at í mannagongdin var
eisini í stríð við samgonguskjalið, sum sigur nakað
um, at yvirtøkan skal gerast í samljóð við allar
partar í hesum máli. Eisini er ætlanin at yvirtaka
fólkakirkjuna í andsøgn til aðraryvirtøkur, sum allar
eru fyrireikaðar væl ov virðiliga, áðrenn tær koma
undir føroyskt ræði.
Sum ikki einaferð dugur Tjóðveldisflokkurin ikki
hógv. Hvørja ferð Tjóðveldisflokkurin skal yvirtaka
eitt mál, ella standa á odda fyri nøkrum, sum skal
bera á sjálvstýrisleið, verður rok og stígur kemur í.
Samstundis sum aðrir landsstýrismenn – enntá
sonevndu sambandsmenninir í Fólkaflokkinum –
klára at skipa fyri yvirtøkum so væl, at tað gongur
sum eftir smurdum lunni.
Í summum førum hava andstøðufólk róð upp undir,
at hetta hevur Tjóðveldisflokkurin gjørt tilvitað fyri
at fáa rok í mótvegis dønum, so fíggindamyndin
framvegis kann standa klár í hugaheimi føroyinga.
Men í hesum føri er ikki stríð við danir, men við
sjálva “geistligheitina”.
Hetta er spell. Kirkjan hevur týdning fyri flestu
føroyingar og hon er ein partur av føroyska samleik-
anum. Tí eigur henda yvirtøkan at skipast væl og
skynsamt, so vit fáa eina føroyska fólkakirkju, sum
flest møgulig kunnu fegnast um. Kirkjan og tey
mongu, sum gera ólønt arbeiði innan kirkju okkara,
hava annað uppiborið enn ta gongd, sum hevur tikið
seg upp.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Kirkjan hevur annað
uppiborið
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari: Jústinus
Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Mouldi Manai
Eftir at hava lisið greinina
hjá Ingolvi S. Olsen í
Dimmuleygardagin
31.
aug., havi eg ikki havt hug
at gjørt meira við málið
beint nú. Men eg má siga,
at eg ikki kundi lata vera, tá
ið eg las teigin “mein-
ingar” í Dimmu mikudagin
4. sept., har Høgni Hoydal
skrivar aftursvar til, sum
hann sjálvur nevnir tað,
rasismu, persónliga niður-
gering, jantulóg og for-
dómar, sum Dimma borð-
reiddi við leygardagin 31.
aug.
Eg má siga, at eg í byrj-
anini av aftursvarinum hjá
Høgna føldi tað, sum at
hann vísti til greinina, ið
varð skrivað um meg sjálv-
an sama leygardag. Somu-
leiðis sum Høgni eri eg sera
ovfarin av, at Dimma velur
at prenta sovorðnar leysa-
søgur og letur ein tíðinda-
mann skriva alt hatta, sum
um tað er sannleiki og at
hann hevur prógv fyri tí, ið
hann í greinini fóðrar Før-
oya fólk við.
Og er tað har, eg meini at
tað gongur galið.
Har er nevniliga einki
sum helst hald í tí hann
skrivar, og kundi hann
heldur ikki geva mær nakað
prógv fyri tí, ið hann
skrivar, tá ið eg tosaði við
hann týsdagin 3. sept. Eg
føldi meg so órættvíst við-
farnan og persónliga for-
fylgdan av hesum, og áðr-
enn eg visti av, sat eg og
gav honum langa frágreið-
ing um, hvussu alt hekk
saman. Tá fann eg útav, at
hann,t.d. viðv. málinum um
kvinnu, sum er í ætt við
meg, og sum eg sambært
honum skal hava misbrúkt
og ikki givið løn síðani mai
í ár, er so langt úti vegna
manglandi research, at eg
føli meg noyddan at greiða
frá.
Fyri tað fyrsta hevur
kvinnan ikki arbeitt hjá
mær síðani apríl mánað, og
sjálvandi ikki fingið løn
síðani tá. Og hesin sátt-
málin við kvinnuna, sum
hann pástendur geldur til 1.
nov. í ár,er nevniliga eingin
sáttmáli men bert ein
arbeiðsgevaraváttan, sum
hon skal vísa fyri myndug-
leikunum sum prógv fyri,
at hon hevur arbeiði og
sostatt hevur loyvi at vera í
landinum. Hin sáttmálin
gekk út 1. nov. 2001, og
hava bæði eg og kvinnan
síðani tá verið leys av
hvørjum øðrum. Maðurin
hjá hesi kvinnu skuldi
eisini sambært Dimmu vera
fyrrverandi medeigari hjá
mær, og mær vitandi hevur
viðkomandi ongantíð verið
tað. Hevði eg so mikið sum
verið spurdur um málið,
kundi eg sagt honum
beinanvegin hvat pappíri
innibar. Eftir at hava sagt
Ingolvi frá, hvussu alt
hongur saman, fekk eg
boðið eina rætting í blaðið,
men nei takk. Tann, ið
hevur valt at svína meg til,
fari eg ikki at lata vaska
mær.
Eg meini tí, at mátin,
sum tíðindamaðurin hevur
ført seg fram, er fullkomi-
liga burturvið, og undrist
eg mest av øllum á, at
Dimma borðreiðir við slík-
um. Hetta er bert eitt av
dømunum í greinini, sum
vísir, at blaðmaðurin als
ikki hevur kannað um
nakað høpi er í leysasøg-
unum, hann hevur hoyrt.
Hetta minnir meg ikki sørt
um Ekstra Blaðið. Igno-
ransa og inhabilitetur eru
bert nøkur av orðunum, ið
eg kann siga um hesa grein,
og loyvi eg mær veruliga at
ivast í, um familju-, vina-
og
kenningapolitikkurin
ikki eisini er tað, ið dreiv
verkið hjá tíðindamann-
inum í hesum føri.
Ignoransa og inhabilitetur
Dánial á Dul
Jacobsen
Um nú Føroyar vóru mus-
limskar í staðin fyri kristn-
ar, og tú Niels Uni Dam
hevði skrivað á sama hátt
um islam, sum tú skrivar
um tey kristnu í sosialinum
leygardagin, so hevði tú
neyvan fingið stundir at
lisið hetta aftursvarið. Vart
tú á lívið, kundi tú prísað
teg lukkuligan, og tað hevði
tú neyvan gjørt, vart tú
staddur her á landi. Ivast tú
í hesum, ger so eina roynd
at fáa fatur í Salman Rush-
die og vita, hvat hann
heldur. Ella, hví er tað
neyðugt
hjá
jødum
í
Danmark at fáa politiverju?
Er tað tí, at tey kristnu hava
sett tey á deyðslista?
Veit ikki um tú skilir tað,
men gleði tín yvir talifrælsi
annara osar av hykli. Nakað
í tráð við at onkur kemur til
tín, og slær teg meir ella
minni í ørviti, og gjøgnum
tokutám hoyrir tú við-
komandi bedýra, at hann
elskar teg.
Tú skírir onnur svøk,
svín, svíkjarar og sjálvút-
rópt. Kundi verið áhugavert
at fingið at vita, hvør hevur
útrópt Niels Una Dam?
Til Niels Una Dam
VIÐMERKINGAR
Digitalisera sendinet í Føroyum!
Hans Birgir Hansen
Mr. Big
Eg vil alment loyva mær at
siga, at tíðin er farin frá
analogiskum skipanum hjá
Føroya Tele og hvat sendi-
neti viðvíkur, hvat øll skulu
gera sær greitt í dag. Vit
eiga at krevja at fáa eitt nýtt
digitaliserað sendinet, ið
skal umfata bæði útvarp og
sjónvarp og ikki bert tele-
varpið, so slepst undan
kappingaravlagan í næst-
um.
Eg vil vísa á møguleikan
at fáa lækkað kostnaðar-
støðið hjá bæði útvarpi og
sjónvarpi og sleppa øllum
lurtarum, hyggjar undan
bæði útvarps- og sjónvarps-
gjøldum. Vit vilja yvir
longri tíðarskeið fáa bí-
ligari útvarp og sjónvarp, tá
hesi hava fingið sítt digi-
taliseraða sendinet og upp-
tøku- og redigeringshøli í
Havnini í næstum.
Vit eiga at krevja av
landspolitikarum at bæði
útvarp og sjónvarp koma á
løgtingsins fíggjarlóg sum
skjótast, ið kann fíggjast
umvegis skattin hjá øllum
føroyingum. Eg haldi, at vit
skulu fáa lokal útvarp og
sjónvarp úti í størri útjað-
araoyggjum og fáa sam-
sendingar við útvarp og
sjónvarp og fáa meira av
lokal tilfari.
Tað er tíð uppá at út-
varps- og sjónvarpsfólk
taka hesi viðurskifti upp til
viðgerðar á fundum og
fyrireika seg til kappingina
á fjølmiðlaøkinum seinni í
heyst. Tað hevði verið gott
at fingið útvarp og sjónvarp
dagført og útbygt sínar
heimasíður, so føroyingar
bæði heima og uttnalands
kunnu fylgja meira við øll-
um. Digitaliserað sendinet
fyri alt landið kann sleppa
okkum undan frumskógar
parbolum á húsatekjum og
á húsaveggjum og úti í
garðinum í øllum Føroyum.
Hvussu verður við øllum
eigarafeløgunum í Havn í
heyst, tá ið televarpið byrj-
ar sínar sendingar og at
skapa kapping mótvegis
sjónvarpi og útvarpum?
Hvussu verður við radio-
og
teldufyritøkum
og
handlum í Føroyum, tá
heimateldan verður kapp-
ingarneytin.
P.S. Eg komi aftur til hetta!
Christian M. Poulsen
Ikki veit eg, hvør navnleysi
dimmimaðurin á baksíðu
dimmu er (4.-9-02); men at
fara eftir manninum og ikki
eftir bóltinum, hevur van-
liga verið hildið at vera
vána blaðetikkur og undir
mjadnunum. Um skugga-
maðurin hevur ilt millum
stórutærnar og mjadnarnar,
er stavitarnaður ella hitt, er
ilt at vita.
At viðgera (kritisera)
eina sendirøð uttan at við-
gera sendingarnar, er fram-
haldandi vána blaðetikkur.
Og at leggja eftir einari
heilari
familju
er
so
hermafroditkent, at tú øtast.
Skuggamaður
-
eina
heilsan skalt tú fáa frá mær:
“Mítt land hevur fostrað
eitt ravnaslag, fegnast tað
flýgur um nætur; sum hav-
hestur sprænir lýsi, tað spýr
eiturkynt, svíðandi hatur.”
Til Skýmaskotshøvundan á Dimmu
Hugo Skorastein
Sambandsmaður og
fyrrverandi bussførari
Nú kjakið enn einaferð
hevur tikið seg upp um
skálafjarðaleiðina, skuldi
Tobbi eisini gera seg inn á
bussarnar har á leiðini. Og
tað ljóðaði, sum visti hann
hvat hann tosaði um. Men
tað skal eg pína uppá at
hann ikki ger.
Navnið er Hugo, og havi
eg til fyri stuttum, koyrt
bygdaleiðir á Tobba’sa leið
í knapt 2 ár. Mangan sá eg
Tobba har, við ballini
hangandi í øðrum munn-
klovanum, spaserandi í túni
sínum, uttan at vita av, at
hann har niðri gekk og
ilnaðist um, at eg koyrdi,
við hansara oðrum »við
skralltómum bussi«.
So má eg spyrja, hvussu
veit Tobbi um bussurin var
tómur ella ei? Var hann
har? Áh nei, tí so var
bussurin
jú
ikki
»skralltómur« meir. Hvat
trupulleikar Tobbi hevur at
dragast við, veit eg ikki,
men um hann sjálvur
heldur tað vera ov dýrt at
brúka bussin á síni leið, so
kann eg vissiliga spara
honum nøðkur oyru har.
Ein
ferðaseðil
frá
Skipaneskrossinum, har ið
eg havi sæð Tobba fleiri
ferðir staðið og bíða eftir
Leið 400 á veg á flogvøllin
um morgunin, til flogvøllin
kostar 110kr, men tað veit
Tobbi væl. Tað eg ikki,
fyrenn
nú,
kann
læra
Tobba, er at frá buss steðgi
staðnum beint oman fyri
húsinum hjá Tobba kostar
ferðaseðilin eisini 110kr.
Har kanst tú Tobbi spara
eina rúgvu, í staðin fyri at
koyra við bensin drivna
Volvo
bilinum
inn
á
krossin, kundi tú tikið
bussin. Tú sigur jú sjálvur
at hann er Skralltómur, so
plásstrot skuldi ikki verið
naðkar vandi. Og eitt atrat.
Tobbi situr á Fólkatingið og
reisur
tí
tíðum
til
flogvøllin, keyp eitt 10-
túrakort, tá sparir Tobbi
aftur 20% av vanliga
ferðaseðlaprísinum, so tað
sum annars kostaði 1100kr
fyri
10
túrar
av
Skipaneskrossinum
til
flogvøllin, kann Tobbi fáa
av Glyvrum til Flogvøllin
fyri undir 1000, nærri
900kr. Hatta kanst tú Tobbi
ikki vita av, tí at eg tey bæði
árini eg koyrdi har á leiðini
ongantíð havi sæð teg í
bussinum, og tað er ikki tí,
at mínum eygum feila
nakað sum helst, eiheldur tí
at Tobbi ikki sæst, men tí
Tobbi,
líka
lítið
sum
Anfinn Kallsberg, Eyðun
Eltør,
Karstin
Hansen,
Vilhelm Johannesen og
Heini í Kunoy fyri at nevna
nakrar, brúka bussin meira
enn hægst neyðugt. Og tað
er nokk ikki so galið at
hava bussin at líta á
allíkavæl, tí at hann er
rættiliga nógv bíligari enn
t.d. ein hýruvognur.
Sum
eg
segði
við
bilføraran, sum einaferð
skræddi
seg
um
bussføraranar
í
vikublaðnum
á
sinni,
somuleiðis sigi eg við teg
Tobbi,
undurbygg
tíni
sjónarmið,
áðrenn
tú
gloppar munnklovan, ella
halt bara gák. Tá gert tú so
einki galið.
Páll á Reynatúgvu
Tjóðveldismaður og
sandoyingur
Aftaná at hava hoyrt
skakandi etnisku rokni-
stykkini
hjá
donsku
stjórnini, kom tað ikki so
óvart á, nú "nýggja
dimma" tók tráðin upp
eftir donsku lagsbrøðr-
unum. Vit Sandoyingar
eru teir fyrstu sum skulu
stúvast niður í nýfunna
etniska sambandsrokni-
leistin.
Gamaní. Tað er freist-
andi hjá einum ungum
p e r m u s t r e m b a n d i
"journalisti"at lofta nøkr-
um tølum, elta teimum
saman við nøkrum bók-
stavum og hokus pokus!
So nógv kostar ein Sand-
oyingur!
Uttan á nakran hátt at
viðurkenna mær ábyrgd-
ina av tí máta landsins
politikarar hava roynt at
loyst tann partin av
føroyska
samferðslu-
kervinum, sum í dag
eitur Meginøkið, Hestur,
Sandoy, Skúvoy, so noyð-
ist eg at viðganga ein
farra av firtni, ella rættari
sagt, innigyrdum fanan-
skapi, nú eg sum sandoy-
ingur og føroyingur, fyri
aðru ferð innan eina viku
verið bókførdur sum ein
etnisk útreiðslukonto í
hálovaða ríkisfelagsskap-
inum.
Sjálvur dugi eg, og
nokk aðrir sandoyingar
við mær, illa at síggja hví
júst henda søgan skuldi
varpast upp, og ei heldur
við hvørjum endamáli!
Um greinin hjá F.J. varð
tann fyrsta av 30 við-
víkjandi samlaðu sam-
ferðsluútbyggingini
í
føroyum, og hon bygdi á
sakligt og væl granskað
tilfar, so varð okkurt eg
kundi lært av greinini.
Er endamálið hinvegin
at fáa staðfest at vit
Sandoyingar kosta sam-
felagnum meira enn gott
er, so eigur viðkomandi
skribentur at spenna sær
skallan nakað betri, og
lofta hinum tølunum sum
eru við til at mynda
samlaða rakstrarúrslitið
fyri ymsu partarnar av
landi okkara.
Sjálvur leggi eg einki
at gera okkum í Sand-
oynni meir ella minni
verd enn frændir okkara
aðrastaðni í landinum.
Sundurlyndi er nokk av,
men ikki hevði tað verið
heilt av leið um hesin
góði
F.J.,líkasum
til
stuttleikar, enn einaferð
spenti sær bollan, og
roknaði eitt nú hvusssu
nógv Sandoyggin lat
føroyska samfelagnum
av framleiðsuágóða og
hinvegin tók aftur í al-
mennum tænastum. Ikki
er vist at etniska økið
Sandoyggin
tá
varð
skrivað við reyðum tøl-
um í landsrokniskapin-
um.
Annars er tað nokk so
at alt føroyska sam-
ferðslukervið,
tíbetur
kann nýtast bæði aftur og
fram, av øllum landsins
borgarum og gestum við.
Eisini av F.J.
Tobbi sigur: skralltómir bussar
Eg sigi: skralltómi Tobbi!!
Hvussu nógv kostar
ein Sandoyingur?
C
M
Y
K
11
10