týsdagur 10. september 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 172 - 10. september 2002
Nr. 172 - 10. september 2002
13
So skjótt Amerda
Hess er liðug við
boringina við markið,
sum skjótt er eina
viku gomul, fer West
Navion at seta enn
eitt hol á undirgrund-
ina, longur norðuri.
Eisini tann brunnurin
kann fáa stóran týdn-
ing fyri Føroyaøki.
OLJULEITING
Jan Müller
Vil væl til verður meira enn
tann eina boringin við før-
oyska markið í ár. West
Navion, sum borar ein
avmarkingarbrunn fyri The
Faroes Partnership sam-
takið, fer at bora enn ein
brunn, tá hesin fyrri er
liðugt boraður. Talan er um
ein
kanningarbrunn
í
Cambo-prospektinum, ið
liggur í loyvinum 204/9 og
10, væl longur norðuri.
Ben Arabo, stjóri hjá
Amerada Hess í Føroyum
váttar, at teir eisini ætla at
bora Cambo-brunnin í ár.
Hóast hesin brunnur eisini
er í bretskum øki, so hevur
hann kortini stóran týdning
og áhuga fyri oljufeløgini,
sum leita eftir olju á
føroyska landgrunninum.
Cambo er skamt frá mark-
inum og tætt við 9-ára
loyvið hjá Agip. Tað er
greitt, at henda boringin tí
vil hava stóran áhuga fyri
eitt nú Agip. Men hon vil
eisini hava áhuga fyri
føroyskar myndugleikar, nú
teir skjótt skulu til at seta út
í kortið enn eina útbjóðing.
Ikki er ósannlíkt, at úrslitið
av hesi boringini kann
ávirka, hvørji øki Olju-
málaráðið fer at peika út til
2. útbjóðingarumfar.
The Faroes Partnership
skal bora enn ein brunn í
bretskum
øki. Tað
er
Bedlington
prosepektið,
sum liggur í teiginum
204/21 ella ikki so langt frá
tí brunninum, sum West
Navion borar í teiginum
204/16 heilt tætt við markið
júst í hesi løtu. Sum skilst
er eingin endalig avgerð
tikin,
nær
hesin
triði
brunnurin hjá Hess við
markið skal borast.
Øll eygu eru vend
móti Hess-brunnin-
um, sum West Navion
borar í løtuni. Fleiri
brunnar skulu borast
í bretskum øki í
næstu framtíð, tætt
upp at markinum.
Hesir kunnu fáa
stóran týdning fyri
gongdina á land-
grunninum
OLJULEITING
Jan Müller
Av tí at jarðfrøðin ikki
kennur
nøkur
politisk
mørk, so er greitt, at brunn-
ar, sum verða boraðir í
bretskum øki nær okkara
marki kunnu eisini fáa
avgerandi
týdning
fyri
leiting á føroyska land-
grunninum. Hetta er brunn-
urin, sum Hess borar í
løtuni eitt gott dømi um,
umframt teir báðar brunn-
arnar tað skal til at bora
aftrat í ár og næsta ár við
markið.
Men tað eru eisini onnur
feløg, sum hava fingið
tillutað teigar tætt upp at
føroyska markinum. BP
fekk tillutað 204/18, sum
mong hildu vera tann besta
blokkin við markið. Men
boringin har í fjør, Assynt,
Hess tveir
brunnar í ár
Fleiri
brunnar
við markið
næsta ár
Brunnur nr. 6004/16-1, har týðandi nøgdir av kolvetnum
vórðu staðfest í fjør. Nú skal brunnur hinumegin markið
avgera, um talan veruliga er um eitt stórt lønandi fund.
Kortið sýnir 1. útbjóðing á føroyskum øki. Krossarnir bretsku megin markið vísa verandi boring
hjá Hess (tann syðri) og Cambobrunnin, sum Hess fer at bora í oktober ella november
(norðari).
Kortið sýnir loyvini í bretskum øki frá seinastu útbjóðing. Í ár og serliga næsta ár verða fleiri brunnar boraðir beint við markið.
Framhald á síðu 13
-Higartil hevur
oljuvirksemið við
Føroyar mest ment
samstarvið við Skot-
land. Men stjórin í
Atlantsflogi ivast ikki
í, at avgerðin hjá
Statoil at flyta sítt
Føroyakontór úr
London til Stavanger
fer at skunda undir
samvinnuna og sam-
skiftið við norska
oljustaðin
SAMSTARV OG OLJA
Jan Müller
Nú
nógv
oljufólk
og
journalistar úr allari verðini
hittast í Stavanger koma tey
flestu við flogfari. Sosial-
urin hevur tosað við nøkur
teirra, sum eru rættiliga
kløkk at hoyra, at tað
verður flogið beinleiðis
millum Føroyar og Sta-
vanger. Ein av mynda-
monnunum hjá Stavanger
Aftenblad spyr, hví tað
verður dult sum mansmorð,
at Atlantic Airways hevur
eina rutu millum Føroyar
og Stavanger. Hann sigur,
at mong fólk kenna ikki
hesa rutuna og skulu tey
fara til Føroya fara tey
antin um Keypmannahavn
ella til Bergern og víðari
við Norrønu. Tey vita einki
um hesa nýggju rutuna
sigur
myndamaðurin
á
norska blaðnum, sum sjálv-
ur hevur verið í Føroyum
uttan at hava hoyrt um
rutuna.
Vit hava spurt Magna
Arge, stjóra í Atlantsflog,
um teir gera ov lítið við at
upplýsa um hesa rutuna!
Hann sigur, at tað er
avmarkað, hvussu stór átøk
ein kann gera, tá man hevur
so avmarkaða flúgving sum
hesa. Í ár er hon avmarkað
til bert einar 12 flogferðir í
summar. Tað hevur víst seg
at vera rættiliga tungt at
koma ígjøgnum í Norra.
Tey hava brúkt rættiliga
fittar upphæddir til hetta í
fjør og fyrraárið uttan at tað
gav nakað serligt úrslit,
men síðani tey fóru at
flúgva uppá Oslo eisini
tvs. eina rutu beinleiðis til
Oslo leygardag og umvegis
Stavanger til Oslo mikudag
er ferðslan vaksin munandi.
Magni Arge sigur víðari, at
tað er so stór spjaðing í
trafikkinum í Norra, har
Oslo er so stórt knútapunkt,
at fólk hava størri nyttu at
flúgva til Oslo enn til
Stavanger. -Vit hava fingið
nokk so gott mót út frá
tølunum fyri Osloflúgv-
ingina. Vit fara í hvussu er
at halda fram við tí sama vit
hava. Tað kundi møguliga
verið, at flúgvingin uppá
Oslo fevndi um eitt longri
tíðarskeið. Hon byrjaði
sum er miðjan juni og end-
aði umleið 1. september.
Stjórin í Atlantsflogi,
sum eisini er formaður í
Oljuvinnufelagnum undir
Vinnuhúsinum
heldur,
Stavanger
verður
bara
áhugaverdur at flúgva til,
um eitt samstarv innan
oljuvinnu tekur seg upp
millum
Stavanger
og
Føroyar eins og millum
Føroyar og Aberdeen. Tað
hevur verið nógv meira
samstarv millum Aberdeen
og Føroyar enn millum
Føroyar og Stavanger, og
tað er helst eisini orsøkin
til, at nógv meiri ferðsla er
tann vegin. Operatiónirnar í
Føroyum í sambandi við
oljuleitingina hava í størri
mun verið avgreiddar og
stýrdar úr Aberdeen, og tí
verður tað eitt størri trafik-
knútapunkt.
Ein av høvuðsorsøkunum
er tann, at Statoil valdi í
síni tíð at leggja Føroya-
økið undir Londonkontórið
heldur enn til Stavanger.
Magni Arge heldur, at nú
Statoil hevur avgjørt at
flyta sítt Føroyavirksemi úr
London til Stavanger, kann
tað koma at broyta ymiskt.
-Hyggja vit mentanarliga at
hesum, so liggur tað eitt
sindur lættari hjá okkum at
fáast við norðbúgvar enn
við bretar. Eitt nú er tað
málið, og man skilur eisini
betri
umstøðurnar
hjá
hvørjum øðrum. Tí er tað
náttúrligt, at tað mennist
eitt samstarv í størri mun
millum Føroyar og Norra
enn tað hevur verið.
Men tað er í løtuni eisini
ein spurningur um, at norð-
menn hava nokk at gera og
hyggja til sín sjálvs í hesum
tíðum, meðan bretar hava
verið meira svangir, nú
oljuvirksemi í bretskum øki
er fallandi. Harafturímóti
hevur virksemi í Norra
verið á rímuliga hægri
støði.
Magni Arge ivast tí ikki í,
at avgerðin hjá Statoil at
flyta sítt Føroyakontór úr
London til Stavanger fer at
hava við sær, at betra um
grundarlagið fyri øktari
samvinnu millum Føroyar
og Noreg.
OLJULEITING
Jan Müller
Boringin hjá West Na-
vion skamt frá føroyska
markinum gongur sum
ætlað. Tey hava nú
arbeitt í góða viku og frá
høvuðsskrivstovuni hjá
Smedv ig í Stavanger
frætta vit, at tað gongst
væl við at bora. Ætlandi
skal West Navion bora
fram til desember mán-
að. Tá hesin brunnurin
er liðugur verður farið at
bora
Cambobrunnin,
sum liggur nakað norð-
ari. 117 mans er við tí
stóra boriskipinum. Hjá
Smedvig siga tey, at eftir
hesar báðar boringarnar
hevur skipið ongar aðrar
uppgávur. Boringin í
løtuni er framhald av tí
fundinum, sum Ame-
rada Hess gjørdi í før-
oyskum øki í fjør. Talan
er um ein avmarkingar
og metingarbrunn til
føroyska fundið, sum
verður mett at ganga inn
á bretskt øki eisini.
Gongst
sum ætlað
Helst økt samstarv
millum Føroyar og Noreg
Magni Arge, stjóri í Atlantsflog og formaður í Oljuvinnufelagnum vitjar á høvuðsstøðini hjá
Statoil í Stavanger saman við øðrum føroyingum, sum eru á oljumessu. Her tosar hann við
fyrrverandi oddamannin fyri leitingini hjá Statoil í Føroyum, Jon Inderhaug
Mynd Jan
gav jú einki úrslit. BP
hevur tó bundið seg til at
bora fleiri brunnar í
hesum teiginum.
Enn eitt stórt oljufelag
ChevronTexaco skal bora
nakrar kanningarbrunnar
í bretskum øki nærhendis
føroyska markinum. Fe-
lagið fekk fleiri blokkar
tillutaðar í 19. útbjóðing-
ini, sum allir liggja heilt
uppat føroyskum øki.
Sambart blaðnum Deep-
water Technology hevur
ChevronTexaco kannað
dagraturnar
fyri
ein
brunn og option fyri
einum øðrum í teiginum
204/17 í bretskum øki,
skamt
frá
markinum.
Hesin brunnurin skuldi
eftir ætlan borast í hesum
ársfjórðinginum. Eisini
hesin brunnurin kann
hava stóran týdning fyri
komandi boring í 6-ára
loyvinum hjá Agip við
Føroyar. Tí hann er stutt
frá staðnum, har Agip
næsta summar fer at bora
sín fyrsta brunn á før-
oyskum øki.
Sosialurin frættir tó av
skrivstovuni hjá Chevron
Texaco í Aberdeen, at tey
hava avgjørt at bíða við
hesi boringini til næsta
summar. Vit spurdu eisini
um tað er uppá tal at
“farma” inn í lisensir á
føroyskum øki, t.d. tann
hjá Agip, men tað hava
tey onga viðmerking til í
løtuni. –Spyrjið aftur um
ársskiftið og vit hava tá
møguliga nakað at siga
um okkara ætlanir á At-
lantsmótinum er svarið
frá
talskvinnuni
hjá
Chevron Texaco.
Ein
orsøkin til, at nettupp
hetta
oljufelagið
er
áhugavert fyri føroyingar
er tann, at felagið royndi
at fáa loyvi í 1. útbjóðing
á landgrunninum. Men
tað varð ov stutt. Nú tað
hevur fingið fleiri lovandi
teigar í bretskum øki við
markið ístaðin má met-
ast, at felagið, sum síðani
er lagt saman við tí stóra
Chevron, framhaldandi
hevur eyguni við Føroya-
økinum.
Hyggja vit nærri at
kortinum sæst, at teigurin
204/17
liggur
beint
yvirav loyvinum hjá Agip
002. Keldur í oljuverðini
blaðið hevur tosað við
siga, at tað er ikki heilt
ósannlíkt, at møguligt
oljufelt gongur tvørtur
um markið eins støðan er
beint í grannablokkunum,
sum Hess stendur fyri.
Um so er, at Agip ger eitt
fund næsta summar og
hetta gongur inn á bretskt
øki
í
teiginum
hjá
ChevronTexaco kann tað
hugast, at eitt samstarv
teirra
millum
verður
aktuelt – ella hvør veit, at
feløgini tá kunnu “farma”
inn hjá hvørjum øðrum.
Hetta er tó heilt óvist siga
keldur við blaðið. Men
tað er so ein møguleiki,
sum ikki kann síggjast
burtur frá.
Fara vit nú longur norð-
ur fram við markinum, so
hevur
ChevronTexaco
eisini teigar har, 213/5 og
214/1. Hetta er eisini eitt
fyri Føroyar áhugavert
øki, tí tað verður hildið, at
stórir strukturar, sum
kunnu goyma gass, liggja
undir basaltinum inni á
føroyska landgrunninum.
Nú vit hava nevnt kom-
andi boringar í bretskum
øki nær markinum hjá
Hess, BP og Chevron
Texaco restar í at nevna
enn
eina
áhugaverda
boring. Tað er Phil-
lipsConoco, sum situr á
teiginum 176/25, sunnan
fyri Gullhornið. Í hesum
samtakinum eru eisini
Statoil,
Shell
(fyrr
Enterprice)
og
Petro
Canada (fyrr Veba). Eftir
øllum at døma bíða
Phillip Conoco eftir úr-
slitinum av tí brunni, sum
Hess borar beint nær-
hendis. Tað sama gera
uttan iva eisini Chev-
ronTexaco og BP.
Samanumtikið
kann
sigast, at hóast ongar bor-
ingar eru á føroyskum øki
í løtuni, so vilja teir
brunnar, sum verða bor-
aðir hinumegin markið,
eisini fáa stóran týdning
fyri leitingini á okkara
landgrunni.
Møgulig
fund kunnu gevar nýggjar
upplýsingar um okkara
øki, tey kunnu gera tað
uppaftur meira áhugavert
fyri oljufeløgini at bora
føroysku megin markið,
og tey kunnu eisini gera,
at oljufeløg, sum ikki eru
við í Føroyaøkinum í dag,
vilja hava betri hug til at
farma inn í loyvi hjá
feløgunum, sum eru her í
løtuni. Hetta kann eitt nú
fáa stóran týdning fyri
brunnin hjá Agip og
Føroya Kolvetni. Spenn-
ingurin
er
stórur
á
Atlantsmótinum í løtuni,
og tað er neyvan ov nógv
sagt, at øll eygu eru vend
móti brunninum hjá The
Faroes Partnership við
markið.
Framhald av síðu 12
C
M
Y
K
13
12