Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Nr. 172 • týsdagur • 10. september 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Kortini væl nøgdi føroyski venjarin segði seg ikki ivast í, at hansara lið í EM undankappingini fór at røkka teimum seks stigunum, sum hann frammanundan hevði roknað við FØROYAR–SKOTLAND Jóannes Hansen Hann smíltist um alt fimm oyrað, tá hann kom á tíð- indafundin, og hann duldi ikki, at hann var fegin, men kortini segði hann seg kenna tað sum um hansara spælarar høvdu tapt. Henrik Larsen, landsliðs- venjari: – Eg kann ikki rósa spælarunum nóg mikið fyri avrikið, sum teir hava víst. Men kortini kenni tað soleiðis – og tað gera spæl- ararnir eisini – sum at vit hava tapt tvey stig og ikki vunnið eitt stig. Tað sigur seg sjálvt, tá dysturin lagaði seg soleiðis, sum hann gjørdi. Vit vóru á odda 2–0, og vit harmast allir um, at tað ikki eydnaðist John Petersen tíðliga í 2. hálv- leiki at økja til 3–0. Um tað hevði eydnast honum at gjørt tað, so ivist eg onga løtu í, at vit høvdu havt vunnið dystin. Var tað orsøkin til, at John varð tikin av vøllin- um? – So avgjørt ikki. John var sera vandamikil, og eg hevði ikki funnið uppá at tikið hann út, um hann ikki sjálvur bað um tað. John fekk ein snudd í fótin, og tí varð hann tikin av vøllinum eftir eitt stórt avrik. Tú hevur alla tíðina, síðani tú gjørdist venjari, sagt, at Føroyar fóru at fáa seks stig í hesi undankapp- ingini? – Ja, og vit eru væl á veg. Vit kundu havt fingið eina uppaftur betri byrjan. Tað var spell, at vit ikki fingu hana. Men vit hava góðar møguleikar at vinna fleiri dystir. Vit spæla hvørja ferð fyri at fáa øll stigini. Tað fara vit eisini at gera á útivølli í komandi dystun- um. Hvat heldur tú um spælið hjá Skotlandi? – Tað er ikki mín upp- gáva at siga so nógv um teirra avrik. Men teir spældu ikki væl. Eg dugi ikki at siga tykkum hví. Tað kunnu tíðindamenninir og skotarnir sjálvir gera. Men eg eri sera fegin um okkara avrik. Tú segði teg hava hugt at dystinum millum Skotland og Danmark. Fekst tú nógv burturúr tí? – Avgjørt. Skotska liðið spældi betri í dag, enn tað gjørdi ímóti Danmark. Men vit fingu avgjørt gagn burturúr tí dystinum. Tá legði eg til merkis, at teir høvdu stórar trupulleikar í økinum millum miðjuna og verjuna. Vit spældu uppá at fáa bóltarnar út í hesi økini, og tað eydnaðist fleiri ferðir sera væl. Føroyska liðið var undir stórum trýsti fyrra partin av 2. hálvleiki. Hugsaði tú ikki um at styrkja um miðverj- una, eitt nú við at seta Hans Fróða Hansen inn í mið- verjuna? – Nei, tað gjørdi eg ongantíð. Tað var hugaligt at staðfesta, at miðverjan og liðið alt kom undan trýstinum, og at tað í síðsta enda vóru okkara menn, sum høvdu nógv teir størstu møguleikarnar at fáa sigursmálið. Hvussu metir tú avrikið hesa ferð, tá tað verður sammett við tað ímóti Liktinstein? – Hetta var nógv betur. Serliga í 1. hálvleiki ímóti Liktinstein, vóru spælar- arnir eitt sindur ótryggir. Tað vóru teir avgjørt ikki hesa ferð. Vit høvdu fleiri eitt hundrað prosent møgu- leikar, men tíverri megnaðu vit ikki at fáa størri úrtøku enn skotarnir fingu. Tað haldi eg, at vit høvdu havt uppiborið. Segði Henrik Larsen. Skotsku tíðindafólk- ini vóru sera ágang- andi við týska venj- aran hjá Skotlandi, sum ásannaði at hansara menn høvdu verið hepnir og framvegis segði seg vóna, at hansara lið hevði møguleika at sleppa við í EM endaspælið FØROYAR-SKOTLAND Jóannes Hansen Hann man vera ein tann kendasti, sum nakrantíð hevur verið á Svangaskarði, og hann man vera ein tann einsamallasti, sum nakr- antíð hevur verið har. Tað er Berti Vogts, sum tað snýr seg um. Vestur- týskur HM og EM vinnari sum spælari, EM vinnari sum venjari og hjálpar- venjari hjá sjálvum Franz Bäckenbauer, tá Týskaland seinast gjørdist heims- meistari. Týsku tíðindamenninir á Svangaskarði lótu einki serligt at. Søgdu at Berti Vogts ikki hevur fólkatekki og hevur vánaligt samband við heimligu pressuna. Skotsku tíðindamenninir á Svangaskarði vóru eirind- arleysir. Tað var týðuligt, at teir mettu seg sjálvur sum samstarvsfelagar, og at teir høvdu ein, sum teir vóru felags um at jagstra. Tað var Berti Vogst. – Eg eri harmur um avrikið hjá mínum monn- um í dag. Teir spældu bara fótbólt í 45 minuttir, og tað vóru teir síðstu 45 minutt- irnir. Í 1. hálvleiki gjørdu teir einki, púrt einki. Teir vóru aftanfyri 2–0, og munurin kundi havt verið uppaftur størri. Hví gjørdu teir einki? – Eg veit tað ikki. Tað var ikki tað, sum eg hevði biðið teir um, og tað var ræðuligt. Í steðginum segði eg við teir, at tað framvegis var nóg nógv tíð til at venda gongdini og at vinna dystin. Í 2. hálvleiki høvdu vit nógv meiri spæl enn mót- støðumenninir, og vit kundu havt vunnið dystin. Føroyingarnir gjørdu nógv mistøk, men tíverri vóru vit ikki nóg góðir til at sekta mistøkini. Men teir høvdu stórar møguleikar at fáa fleiri mál? – Soleiðis verður tað altíð, tá tú spennir álops- bogan. Tá tað leið ímóti endan- um, og støðan framvegis var 2–1 til Føroyar. Rokn- aði tú tá við, at tú fórt at missa sessin? – Men dysturin endaði 2–2. So hatta er ein óveru- ligur spurningur. Metir tú framvegis at tað er møguleiki fyri at røkka EM endaspælið? – Tað er almikið av ar- beiði, sum vit skulu útinna. Eftir dystin í Íslandi 10. oktober verða vit væl klók- ari, enn vit eru nú. Men skulu vit vinna nakran dyst, so mugu spælararnir ar- beiða allar 90 minuttirnar og ikki bara helvtina av tíðini, segði illa sperdi Berti Vogts. Týsku pressuumboðini vildu hava venjaran hjá skotum at svara spurning- um á týskum. Men tað var ikki talingur um. Berti Vogst smoygdi sær av einum tí best vitjaða tíð- indafundinum nakrantíð á Svangaskarði. Í flogfar- inum aftur til Glasgow mundi hann fáa frið, men tá skotska ferðalagið kom í lufthavnina har niðri, var friðurin úti. Henrik kendi seg at hava tapt tvey stig Berti átti ongan góðan - Vit kundu havt fingið eina uppaftur betri byrjan. Tað var spell, at vit ikki fingu hana. Men vit hava góðar møguleikar at vinna fleiri dystir, segði ein væl hýrdur Henrik Larsen millum annað eftir dystin Mynd: Álvur Haraldsen – Tað er almikið av arbeiði, sum vit skulu útinna. Eftir dystin í Íslandi 10. oktober verða vit væl klókari, enn vit eru nú. Men skulu vit vinna nakran dyst, so mugu spælararnir arbeiða allar 90 minuttirnar og ikki bara helvtina av tíðini, segði illa sperdi Berti Vogts á tíðindafundinum eftir dystin Mynd: Álvur Haraldsen 14 Nr. 172 - 10. september 2002 UTTAN ÚR HEIMI Altjóða kjarnorku- stovnurin avsannar, at stovnurin hevur nakran kunnleika um kjarnorkuútbygging í Irak. Tað segði bretski forsætisráðharrin, at stovnurin hevur IRAK-KREPPAN Árni Joensen: Á tíðindafundi aftan á fundin við amerikanska forsetan, George W. Bush, um vikuskiftið segði Tony Blair, forsætisráðharri, at altjóða kjarnorkustovnurin IAEA hevur upplýsingar, sum prógva, at Irak hevur ella er í ferð við at útvega sær kjarnorkuvápn. Blair segði, at IAEA hevur nýggjar fylgisveina- myndir, sum vísa, at irakar eru í ferð við stórar útbygg- ingar á fyrrverandi kjarn- orkustøðum, og at hetta er til skjals í einari nýggjari frágreiðing hjá stovninum. Men hetta avsannar IAEA. Í einari fráboðan, sum stovnurin sendi út sunnukvøldið, stendur, at stovnurin hevur ikki gjørt nakra slíka frágreiðing um Irak. – Altjóða kjarnorku- stovnurin skal gera vart við, at hann hevur ikki nakrar nýggjar upplýsingar um irakskar kjarnorkuverkætl- anir síðani desember í 1998, tá vápnaeftirlits- menninir fóru úr landinum. Fyrr enn arbeiðið hjá eftir- litsmonnunum verður tikið uppaftur, kann stovnurin ikki gera nýggjar niður- støður, hvørt Irak heldur ásetingarnar í ST-samtykt- unum um landsins kjarn- orkuvirksemi ella ikki, stóð í fráboðanini hjá IAEA. Talsmaðurin hjá kjarn- orkustovninum, Mark Gwozdecky, segði við amerikanska sjónvarpið CNN í gjár, at orðini hjá Blair hava helst samband við eina grein, sum stóð í New York Times seinasta fríggjadag. Tá segði ein fyrrverandi vápnaeftirlits- maður við blaðið, at fylgi- sveinamyndir hava víst virksemi á fyrrverandi kjarnorkustøðum í Irak. Franski eftirlitsmaðurin Jacques Baute segði við New York Times, at hetta virksemi er møguliga í stríð við ST-samtyktirnar, men legði afturat, at tað eru eingi prógv, sum gera, at tað ber til at siga tað við vissu. Nógvir týskarar eru ímóti kríggi við Iran og Saddam Hussein, og tað kemur kanslar- anum væl við, nú valið til samveldis- tingið nærkast TÝSKA VALIÐ Árni Joensen: Nú minni enn fjúrtan sagar undan valinum í Týsklandi bendir nógv á, at veljararnir hava gloymt tey stóru arbeiðsloysistølini, og at fólk heldur eru farin at tosa um vandan fyri, at Týsk- land verður drigið upp í eitt vesturlendskt kríggj ímóti Irak og Saddam Hussein. Gerhard Schrøder, kansl- ari hevur alla tíðina ávarað amerikanarar ímóti at leypa á Irak, og hetta endurtók hann um vikuskiftið, tá hann hitti franska forsetan Jacques Chirac. Mótvalevnið, Edmund Stoiber, tekur undir við álopi á Irak, treytað av góð- kenning í trygdaráðnum hjá ST, og hann hevur lagt kanslaran undir at seta Týskland uttan fyri hin partin av Evropa. Har- afturat heldur Stoiber, at tann avgjørda støðan hjá Schrøder kann koma viður- skiftunum millum Týsk- land og USA í vanda. Ein kanning í blaðnum Der Spiegel vísir, at 64 prosent av týskarunum eru ímóti kríggi við Irak, og 58 prosent halda, at ein stjórn undir leiðalu av Gerhardi Schrøder, kanslara og Joschka Fischer, uttanríkis- ráðharra er betur før fyri at tryggja friðin enn ein borg- arlig stjórn við Edmundi Stoiber í kanslarastólinum. Einans 25 prosent halda Stoiber vera ta betru trygdina fyri friði. Týski verjumálaráðharr- in, Peter Struck, segði sunnudagin, at so leingi sosialdemokratarnir sita í stjórnini, verður eingin týskur hermaður sendur til Irak. Hann legði afturat, at Týskland fer ikki at kenna seg bundið til at senda her- menn hagar, sjálvt um trygdarráðið hjá ST skuldi góðkent amerikansku álopsætlanina. Men Gerhard Schrøder man neyvan vera serliga fegin um, at hann nú fær rós úr Bagdad. Um viku- skiftið segði irakski uttan- ríkisráðharrin, Naji Sabri, at Týskland hevur tikið ta røttu støðuna, sum vísir, at stjórnin í Berlin skilir tann stóra vanda, sum liggur í amerikansku krígsætlanini. Tað var ivaleyst hetta, sum fekk ein talsmann hjá sosialdemokratiska flokk- inum at gera vart við, at av- gerðin hjá kanslaranum umfatar bert beinleiðis álop á Irak. Samtykkir ST hin- vegin at leggja trýst á Irak fyri at fáa landið at loyva vápnaeftirlitsmonnunum aftuir til arbeiðis, fer Týsk- land at taka undir við tí, segði talsmaðurin. Myndugleikarnir í Alba- nia hava handtikið tvey fólk, sum eru skuldsett fyri at hava roynt at fáa kvinnur at selja síni børn, longu áðrenn tey eru komin í verðina. Keypararnir eru í Grikkalandi. Albanska løgreglan sigur, at eitt brots- mannalið hevur boðið ungum fátækum kvinn- um at fara til býin Tessa- loniki har norðuri í Grikkalandi. Í Tessa- loniki eru kvinnurnar lagdar inn á eina lítla sjúkrastovu, har ein lækni so hevur tikið barnið við keisara- skurði. Frammanundan hava kvinnurnar skrivað undir eina váttan um, at tær hava sagt rættin til barnið frá sær. Løgreglan í Albania kannar eisini, um brots- mannaliðið kann hava selt gøgn, sum eru tikin úr smábørnum. Nýggj tøl hjá norska hagtalsstovninum vísa, at munurin á lønini hjá kvinnum og monnum í Noregi bara veksur. Sambært tølunum fingu norskir menn góð- ar 30.000 krónur meiri í løn í fjør enn kvinnurn- ar. Tølini vísa eisini, at síðani 1997 hava menn- inir fingið 8.000 krónur meiri í lønarhækking enn kvinnurnar, og tað er serliga á tí privata arbeiðsmarknaðinum, at munurin er stórur. Á Hagstovuni verður hildið, at menn velja yvirhøvur arbeiði, sum geva meiri løn. Nakrir kurdar royndu sunnukvøldið at sleppa til Finnlands við báti. Teir átta kurdarnir lógu fjaldir í einum estl- endskum seglbáti, tá eitt skip hjá finsku sjóverj- uni kom fram á bátin nakað sunnan fyri Hel- singfors. Finsku mynd- ugleikarnir siga, at ein av kurdunum er úr Irak, og at hinir eru úr Turka- landi. Eitt barn var teirra millum. Tveir estlendingar, sum vóru í seglbátinum, eru settir í varðhald. Teir eru skuldsettir fyri at vera komnir til Finn- lands á ólógligan hátt. Granskarar í Suðura- frika hava gjørt eina nýggja hít, sum eftir teirra tykki kann fáa av- gerandi týdning fyri stríðið ímóti AIDS. Royndir vísa, at tað tekur millum 30 og 40 sekund at rulla eina van- liga hít upp á pláss, men tann nýggja hítin kann fáast upp á pláss eftir bert tveimum ella trim- um sekundum, sjálvt um tað er bøla myrkt. Sam- bært granskarunum er tað júst tann drúgva tíð- in, sum skal til at fáa eina vanliga hít upp á pláss, sum ger, at nógv lata hítina liggja í pakk- anum. Myndugleikarnir í Suðurafrika hava longu boðað frá, at tær nýggju hítirnar verða lítið og einki dýrari enn tær van- ligu. Hava eingi prógv ímóti Irak Óttin fyri kríggi styrkir Schrøder Eftir fundin við George W. Bush í Camp David segði Tony Blair, at altjóða kjarnorkustovnurin IAEA hevur eina frágreiðing, sum prógvar, at Irak hevur ella arbeiðir við at fáa sær kjarnorkuvápn. Men IAEA avsannar orð hansara Selja smábørn Lønarmunurin veksur Við báti til Finnlands Nýggj hít móti AIDS C M Y K 14