týsdagur 10. september 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 10. september 2002
17
Julian Johnsson helt
ikki, at skotar
høvdu víst nakað
serligt, og tó at
hann helt úrslitið
vera gott, so helt
hann eisini, at tað
átti at veri betri
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
Umframt teir báðar, Jens
Kristian Hansen og Jens
Martin Knudsen, sum
eitt skifti vóru leigu-
sveinar hjá skotska Ayr
United, er Julian Johns-
son
einasti
føroyski
landsliðsleikarin,
sum
veruliga hevur royndir úr
bretskum fótbólti, eftir at
hann hevur nýtt eitt ár í
Hull City, sum spælir í
triðbestu ensku deildini.
Ikki bilsin
Hetta kann tó helst ikki
sammetast við lið sum
Glasgow, Celtic, Everton
og onnur, har skotsku
landsliðsleikararnir
komu úr. Í øllum førum
áttu hesi feløg borgað
fyri eini munandi størri
góðsku, men motorurin á
føroyska
miðvøllinum
tóktist ikki á nakran hátt
vera ovfarin av, hvussu
væl føroyska liðið stóð
seg.
- Teir spældu akkurát
soleiðis, sum vit høvdu
roknað við. Teir høvdu
einar tveir ellar tríggjar,
sum dugdu at spæla
fótbólt, og so var restin
nakrir bulldosarar, sum
spældu upp á kropsligu
styrkina. Meira enn tað
vóru teir ikki.
Um sjálvan dystin var
Julian eins og so mong
onnur av teirri fatan, at
hóast talan var um eitt
frálíkt úrslit fyri Føroyar,
so átti tað at veri enn
betri.
- Tað er einki at snakka
um. Eg veit væl, at tú illa
kanst loyva tær at vera
ónøgdur, men vit eiga
altso at lukka handan
dystin. Vit hava stórar
kjansir við bæði 2-0 og
2-1, og teir skulu vit altso
skora uppá.
Føroyska
miðvallar-
konstellatiónin var júst
hin sama, sum hon var
ímóti Liktenstein. Tað vil
siga við Julian og Fróða
Benjaminsen mitt fyri. Ta
ferðina fingu teir báðir
nógvan kritik, tí føroyska
spælið hekk ikki nóg væl
saman, men sjálvur tyk-
ist Julian tó at taka hetta
púrasta róligt.
- Tað vil altíð vera
soleiðis, at tað er ymiskt
frá dysti til dyst, hvussu
spælið gongur, og hesa
ferð haldi eg eisini sjálv-
ur, at tað gekk rímiliga
væl. Men hinvegin – um
Fróði og eg fáa harðan
kritikk, tá liðið vinnur 3-
1, so havi eg heldur einki
ímóti tí!
Størsta týska sjón-
varpsstøðin rósti før-
oyingum fyri teirra
avrik samstundis sum
teir mettu skotar at
vera ússaligar
FØROYAR–SKOTLAND
Jóannes Hansen
Størsta týska sjónvarps-
rásin eitur ARD. Føroyar og
Týskaland eru í bólki
saman. Tí hevði ARD mett,
at
týsku
hyggjararnir
skuldu hava møguleika at
fylgja við í dystinum á
Svangaskarði, áðrenn teir
seinni leygarkvøldið sóu
dystin hjá Týsklandi í Lita-
va.
Eftir tíðindafundin hittu
vit teir báðar viðmerkjar-
arnar hjá týsku rásini. Tann,
sum var saman við høvuðs-
frásøgumanninum, hevur
fylgt bretskum fótbólti í
nógv ár, og báðir vistu teir
væl meiri um føroyska
landsliðið, enn tað kanska
kann roknast við, at tey
gera úti í stóru verð.
– Eg havi ikki sæð skotar
spælt so vánaliga nakrantíð
fyrr. Berti Vogts segði nú á
tíðindafundinum, at tað var
væl betri í 2. hálvleiki, enn
tað var í 1. hálvleiki. Tað
kann vera, at tað var betri,
men munurin var ikki
stórur. Skotskur landsliðs-
fótbóltur er avgjørt ikki tað,
sum hann áður hevur verið.
Úrslitið?
– Tað er eingin ivi um, at
føroyingar
skuldu
havt
vunnið handa dystin. Skot-
ar vóru sera hepnir, at teir
ikki fara úr Føroyum við
4–2 tapi. Tað úrslitið hevði
verið ein góð mynd av
gongdini og býtinum av
møguleikum. Og so haldi
eg, at tað er hugaligt, at
føroyska liðið spældi seg til
tað, sum teir fingu. Áður
hava teir fyri tað mesta
strítt seg til onkran javn-
leikin, men hesa ferð
spældu teir.
Hvat siga tit so um dystin
í Hanover 16. oktober?
– Eingin ivi er um, at
áhugin fyri tí dystinum er
øktur nógv, eftir at týskarar
í dag hava sæð føroyska
liðið. Um tað vóru nøkur
atgongumerki eftir undan
hesum dystinum, so verða
tey seld nú beinanvegin.
Og úrslitið?
–Tað hevði verið skeivt at
sagt annað, enn at Týska-
land er stórfavorittur, og at
Týskaland eigur at vinna
tann dystin, og tað vænta
vit eisini, at teir fara at
gera. Men hesin dysturin
eigur at læra týsku spælar-
arnar, at sigurin verður ikki
lættvunnin. Ivaleyst fara
Rudi Völler og hansara
menn at hyggja at og stað-
festa, hvat teir skulu gera
øðrvísi enn skotar gjørdu,
var metingin hjá fryntligu
týskarunum.
Tað kom púrasta
óvæntað á Hjalgrím
Elttør, at hann skuldi
vera millum teir
fyrstu ellivu, men
hetta var sjálvandi ein
møguleiki, sum hann
gleddist um
FÓTBÓLTSTOS
Jákup Mørk
Hjalgrím Elttør hevur bert
verið knappliga eitt ár í
landsliðshitanum, og leyg-
ardagin slapp hann so fyri
fyrstu ferð at royna seg av
álvara, tá venjarin hevði
sett hann fremst í hørðu
kappingini
um
vinstra
miðvallarplássið á lands-
liðnum.
Sjálvur
hevði
Hjalgrím als ikki roknað
við hesum:
- Eg hevði so avgjørt ikki
væntað, at eg fór at fáa
møguleikan longu nú, tá eg
fyri fyrstu ferð av álvara
slapp at royna meg undir
nýggja venjaranum, so tað
var ein ótrúliga stór upp-
living, tá venjarin kortini
sýndi mær somikið stórt
álit, leggur ungi klaksvík-
ingurin fyri.
- Sat at siga, so visti eg
ikki av nøkrum fyrstu
dagarnar, men undir takt-
isku venjingini fríggja-
dagin sá tað út til, at eg
skuldi vera millum teir
fyrstu ellivu, so tá fór eg av
álvara at hugsa um hetta.
Spurdur, um hetta so var í
tonkunum stóran part av
tíðini frá fríggjadegnum til
leygardagin, svarar Hjal-
grím, at tað var tað heilt
avgjørt.
- Eg hugsaði um hetta at
kalla alla tíðina. Vit vistu,
at nógv fólk var væntandi,
og vit vistu sjálvandi eisini,
hvørjir mótstøðumenninir
vóru, so spenningurin var
sera stórur fram til dystin.
Vónbrotin av skotum
Um sjálvan dystin sigur
Hjalgrím annars, at hann
hevði roknað við harðari
mótstøðu.
- Ikki minst eftir javn-
leikin, sum Føroyar fingu
seinast, var væntandi, at
teir fóru at leggja nógv fyri,
men teir megnaðu sjáldan
at leggja okkum undir
veruligt trýst.
- Tað sigur tó eisini nakað
um avrikið hjá okkum, og
sjálvur haldi eg, at um vit
halda við sama hugburðin-
um og sama samanhald-
inum, so er als ikki
óhugsandi, at vit fara at fáa
fleiri stig á kontina. Í
hvussu so er kunnu vit geva
mótstøðuliðunum
ein
skarpan gang á heimavølli,
og tað er so avgjørt nakað,
sum vit eiga at byggja
víðari á framyvir, sigur
næst yngsti maðurin í
landsliðshópinum at enda.
Einki
óvæntað
- Teir spældu akkurát soleiðis, sum vit høvdu roknað við.
Teir høvdu einar tveir ellar tríggjar, sum dugdu at spæla
fótbólt, og so var restin nakrir bulldosarar, segði Julian
Johnsson um skotska liðið
Mynd: Álvur Haraldsen
ARD helt Føroyar
áttu sigurin
Visti ikki av nøkrum
Tað tóktist yvir høvur at vera
hugburðurin hjá pressuni, at
skotar skulu prísa sær
lukkuliga fyri stigið, sum teir
fingu á Svangaskarði
Mynd: Álvur Haraldsen
- Sat at siga, so visti eg ikki av nøkrum fyrstu dagarnar, men
undir taktisku venjingini fríggjadagin sá tað út til, at eg skuldi
vera millum teir fyrstu ellivu, so tá fór eg av álvara at hugsa
um hetta, sigur Hjalgrím Elttør
Mynd: Álvur Haraldsen
17
16
Nr. 172 - 10. september 2002
Maðurin sum legði
upp til føroysku
málini helt eftir dysti,
at nú John hevði
tosað so nógv um, at
hann skuldi hava
bóltin, so mátti hann
heldur akta
FÓTBÓLTSTOS
Jákup á Mørk
Einki er at fara skeivur í, at
Jákup á Borg mundi teljast
millum allar bestu føroysku
leikararnar á Svangaskarði
leygardagin.
Hann
var
partur av mest sum øllum tí
føroyska álopsspælinum,
og tað var eisini hann, sum
í tveimum førum sendi
bóltin innfyri, soleiðis at
John Petersen kundi geva
skotum meira enn ein
vanliga stóran hvøkk.
Ikki bara plássið
Tað var kanska eitt sindur
merkisvert – serliga í fyrra
hálvleiki – at føroyska
høgra síðan fekk somikið
gott pláss at arbeiða í, og
Jákup ásannaði eisini eftir
dystin, at hann ikki hevði
roknað við at fáa somikið
góðar treytir.
- Tað var soleiðis, at
hasin
reyðhærdi,
sum
spældi yvirav mær, alla tíð-
ina søkti inn móti miðjuni,
og so fekk eg sjálvandi
hampuliga gott pláss at
arbeiða í. Men tað skal
eisini sigast, at í uppspæl-
inum til seinna málið hevði
eg ikki so gott pláss, tá eg
fekk bóltin. Har mátti eg
líka gera ein tunnil, áðrenn
eg fekk sent bóltin inn, men
tað riggaði so eisini, segði
hann flennandi og heldur
ósmæðin undir døgurðan-
um, sum leikararnir fingu
eftir dystin.
- Nú var tað eisini
soleiðis í vikuni, at John
hevur gramt seg óført um,
at hann vil hava bóltin, so
har var bara eitt at gera fyri
at tippa hann!
- Tað er einki at tosa
um. Hasin skuldi bara
rullast inn í kassan,
men har kom ein
bøkkur fyri, so tað
var tann møguleikin.
Tað var annars stórt
spell, tí hatta var eitt
fínt álop, har vit
spæla okkum ígjøg-
num verjuna, áðrenn
bólturin verður
sendur inn, og skor-
aðu vit har, so hevði
dysturin verið av-
gjørdur, segði før-
oyski tvímálsskjúttin,
John Petersen, mill-
um annað, tá vit hittu
hann eftir dystin
FÓTBÓLTSTOS
Jákup Mørk
Maðurin, sum tók út-
lendsku
yvirskriftirnar
leygardagin, var John Pet-
ersen. Eingin ivi um tað.
Við sínum báðum málum
tíðliga í fyrra hálvleiki
sendi hann skjálvtar gjøg-
num skotska grundvøllin,
og tað var eisini sjálvsagt,
at útlendsku tíðindamenn-
inir flokkaðust um hann, tá
skrivandi miðlarnir loksins
fingu høv at hitta leikarar-
nar.
Hasin skuldi inn
Tað var eisini sjónligt, at
álopsmaðurin var ikki sørt
errin, av at hann soleiðis
hevði verið við til at skapt
eina hálva sensatión, men
hann ásannaði eins og
liðfelagarnir, at úrslitið átti
at veri enn betri hjá før-
oyska liðnum.
- Sjálvfylgiligt eri eg
fegin um at fáa tvey mál í
slíkum dysti, og sjálvandi
eri eg eisini fegin um stigið,
men tað hevði altso verið
enn betri við trimum av
hvørjum, segði hann, tá vit
spurdu, hvusuu tað kendist
at standa sum føroysku tví-
málsskjútti.
Nógv varð annars gjørt
burturúr undan dystinum,
hvussu leikluturin hjá John
fór at vera. Skuldi hann
vera álopsmaður í einari 4-
4-2, ella skuldi hann vera
partur av miðvøllinum í
eini 4-5-1? Nakað sum
nógv hildu hóskaði seg
betri til hansara spælistíl,
har hann krevur at vera í
sambandi við bóltin ofta.
- Hesa ferð var eg í út-
gangsstøðinum
áleypari,
men vit avgjørdu undan
dystinum, at annar av
álopsmonnunum
skuldi
leita longur aftur á vøllin til
at søkja bóltin. Aloftast
gjørdist tað so eg, og tað er
kanska eisini náttúrligt, at
so er, tí Christian Høgni og
eg hava sjálvandi hvør sín
spælistíl, helt hann um
hetta.
Í báðum førunum, tá Før-
oyar skoraðu, var talan
annars um bóltar inn um
skotsku verjuna, har John
líka sum bíðaði til í sein-
astu løtu við at fara inn,
men hetta var tó ikki nakað,
sum teir høvdu vant ser-
stakt undir venjingunum.
- Hatta var meira slíkar
støður, sum uppstanda í
dystunum. Vit vita, at Ják-
up hevur nøkur sera góð
innlegg, og í báðum førum
kom bólturin somikið hart
inn, at eg bara skuldi møta
honum. Hasin seinni, sum
kemur til vinstra beinið,
hevði kanska ikki altíð
farið inn, men tað riggaði
so hasa ferðina, og tað var
ein praktfull kensla, sigur
hann.
Og um triðja møguleik-
an, sum John fekk, var
álopsmaðurin púrasta av-
kláraður, tó at tað sjálvsagt
var so, at hann iðraði seg
eitt sindur.
- Tað er einki at tosa um.
Hasin skuldi bara rullast
inn í kassan, men har kom
ein bøkkur fyri, so tað var
tann møguleikin. Tað var
annars stórt spell, tí hatta
var eitt fínt álop, har vit
spæla okkum ígjøgnum
verjuna, áðrenn bólturin
verður sendur inn, og
skoraðu vit har, so hevði
dysturin verið avgjørdur,
segði John, sum annars ikki
fekk seinasta korterið á
vøllinum. Hetta tí hann
fekk eina kraftiga stempl-
ing á fótin, og hóast hann
kanska kundi hildið fram,
so helt hann tað tá vera
betri, um ein frískur maður
varð settur inn á vøllin.
Hugsar um nútíðina
Við báðum málunum leyg-
ardagin otaði John seg eitt
vet longur upp á føroyska
máltindin fyri landsliðs-
leikarar, har hann nú bert
hevur Toda Jónsson (9 mál)
og Una Arge (8 mál)
framman fyri seg. Undan
leygardagin var Jan Allan
Müller trið mest skorandi
føroyski landsliðsleikarin
við fýra málum.
Spurdur um, hvørt tað
eisini er eitt mál at taka
Tosa og Una aftur á listan-
um, sigur John, at tað er tað
kanska ikki.
- Eg hugsi fyrst og fremst
um, hvør hevur skorað mest
av teimum, sum spæla á
liðnum í dag, sigur hann
heldur speiskliga, við mest
sum beinleiðis adressu til
Jens Kristian Hansen, ið
undan hesum dystinum
hevði sama máltal, sum
John Petersen.
Væl rakt
- Nú veit eg ikki, hvussu dysturin fer at laga seg, men
eitt er víst. Hatta hornorkestrið hjá tykkum spælir
nógv betri enn landsliðið hjá okkum
skotskur tíðindamaður undan dystinum á Svangaskarði
John Petersen:
Skuldi verið trý
mál og trý stig
Nú fekk John
bóltin
- Við seinna málið mátti eg
gera ein tunnil, áðrenn eg
fekk sent innfyri, segði
Jákup, sum annars var eitt
sindur bilsin um, at hann
fekk somikið gott pláss á
vøllinum
Mynd: Álvur Haraldsen
- Hesa ferð var eg í útgangsstøðinum áleypari, men vit avgjrødu undan dystinum, at annar av
álopsmonnunum skuldi leita longur aftur á vøllin til at søkja bóltin, sigur John um leiklutin,
sum hann hevði í landsdystinum
Mynd :Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
16