týsdagur 10. september 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 10. september 2002
19
lá bólturin aftur í netinum.
Uppspælið líktist nógv tí í
fyrra førinum. Bóltspælarin
og stríðsmaðurin Fróði
Benjaminsen
steðgaði
álopsroynd hjá hjálparleysu
skotunum. Samstundis sum
hann spældi Jákup á Borg í
høgru, streyk Christian
Høgni Jacobsen avstað út í
sama borð at yvirlappa.
Jákup var eitt sindur kroyst-
ur av tveimum, men við
genialari fintu sletti hann
teir av sær, áðrenn hann
næstan rakk ímóti baklinj-
uni. Innleggið lá longri úti
og aftari í brotsteiginum,
enn tað gjørdu fyrru ferð-
ina. Men tað bilti ikki hjá
John Petersen. Við vinstra
fóti stýrdi hann bóltinum
inn við handara stólpanum.
Føroyska legan á og kring
vøllin var øll sum hon var
við at fara uppfrá, og Berti
Vogts og hansara menn
vóru fullkomuliga skelk-
aðir.
Allir bjóðaðu seg til
Føroyingar fluttu bóltin væl
ímillum sín. Tað tóktist
vera størsta sjálvfylgja at
taka bóltin niður, og tað var
lætt at spæla til viðspælar-
ar, tí tað vóru alla tíðina
fleiri møguleikar.
Aftur og aftur eydnaðist
tað føroysku spælarunum
umvegis Pól Thorsteinsson
og Jens Kristian Hansen í
ytstu verjuódnunum og
Julian Johnsson og Fróða
Benjaminsen á sentrala
miðvøllinum at fáa álop í
lag, og tað gekk sum eftir
ánni, tá Jákup á Borg í
høgru hevði so góðar
møguleikar at bjóða seg til í
álopspartinum.
Skotar royndu at seta
ferðina
upp,
men
tað
eydnaðist ongantíð at fáa
tak á, og í 1. hálvleiki hevði
Skotland bara tverir møgu-
leikar. Í fyrra førinum
ruddaði Jón Rói Jacobsen
burtur á strikuni, eftir at teir
høvdu lyft uppum Jens
Martin, sum kendi seg
noyddan at leypa út. Í
seinna førinum smekkaði
Allan Johnston (Óli Jo-
hannesen og Jón Rói hildu
hann fyri tað mesta í sera
stuttum tjóðri) til úr stuttari
fjarstøðu, men tíbetur fór
bólturin
dygst
framvið
málinum.
Føroyingarnir vóru alla
tíðina teir stinnaru í nær-
dystunum, og eftir at Skot-
land hevði minkað um
munin, foldaðu føroysku
spælararnir seg orduliga út.
Arbeiðssemið var framúr,
Julian
og
Fróði
vóru
krumptappurin,
okkara
stóðu mát við hinar í luft-
spælinum, Óli Johannesen
ofraði seg fullkomuliga, tá
hann ruddaði burtur til
horna, eftir at Jens Martin
hevði hálvbjargað lang-
skotsroynd, og áskoðararnir
sótu sum á nálum. Tað er
ikki heilt rætt, tí eingin sat
niðri. Tað var spennandi, og
tað var hugaligt.
Góður bonkur
Møðin gav seg til kennar.
Men bonkurin vísti seg at
vera betri, enn hann hevur
verið. Heðin á Lakjuni,
Andrew av Fløtum og
Rógvi Jacobsen ofraðu seg
í verjupartinum, og tað var
sera harmuligt, at tað ikki
eydnaðist Andrew, Rógva
ella Hjalgrím at skora
sigursmálið. Teir høvdu við
brestin verið seldir av
landinum, og altjóða miðl-
arnir høvdu fingið sensa-
tiónssøguna,
sum
teir
bíðaðu eftir.
Men Andrew fekk dygst
undir málinum ikki snara
sær á, eftir at Julian Johns-
son hevði longt innkast,
Rógvi Jacobsen sendi eftir
uppspæl í høgru og innlegg
til handaru síðu í brots-
teiginum við høgra beini
framvið handara stólpan-
um, og Hjalgrím Elttør var
tvær ferðir óheppin. Í
øðrum førinum miseydn-
aðist temjingin eftir innlegg
úr høgru, og í hinum føri-
num tveitti Robert Douglas
seg og fekk akkurát hond-
ina á.
Eingin ivi er um, at virð-
ingin fyri føroyska lands-
liðnum er økt. Einki miðal
europeiskt lið við virðing
fyri sær sjálvum fer at
koma til Føroya við tí
hugburðinum, at øll stigini
bara skulu heintast við
kassa eitt. Um føroyska
liðið allar 90 minuttirnar
stríðist og spælir við tí
íblástri, tyngd, skjótleika,
bóltførleika og sjálvsáliti,
sum tað gjørdi ímóti Skot-
landi, so sær framtíðin ljós
út. 4–4–2 spælskipanin
stóð sína roynd, men einki
er so gott, at tað ikki kann
gerast
uppaftur
betur.
Onkra løtuna var í so langt
ímillum keturnar, og tað
kom meiri enn so fyri, at
uppbakkingin ikki var nóg
góð, tá sentralu miðvallar-
arnir vágaðu sær langt
fram. Men hetta eru viður-
skifti, sum tað eigur at
verða arbeitt miðvíst við,
og tað er hugaligt, at møgu-
leiki eigur at vera fyri
uppaftur betri avriki.
Gamaní vóru føroyingar
vónbrotnir, eftir at Skotland
hevði javnað til 2–2. Men
tað hevði verið ræðuligt,
um skotar fóru við øllum.
Minnini frá fyri fýra árum
síðani spøktu. Tá føroy-
ingar í oktober 1998 komu
úr Letlandi og til Skotlands
við 0–0 í sjáttuni, høvdu
skotar akkurát spælt á
heimavølli ímóti Estlandi.
Estlendingar løgdu seg á
odda 2–0, men skotar
vunnu 3–2. Sigursmálið
skoraðu teir í síðstu løtu.
Tíbetur var talan ikki um
endurtøku hesa ferð. Før-
oyska liðið var nógv nærri
sigrinum. Men hvør hevði
hitt mikukvøldið í oktober
fyri
átta
árum
síðani
droymt um, at føroyingar so
skjótt skuldu verða hálva
vegna misnøgdir við javn-
leik ímóti teimum, sum júst
høvdu spælt Føroyar sund-
ur og saman og vunnið
uppiborið 5–1?
Tá var føroyskur fótbólt-
ur mitt í altjóða lærutíðini.
Leygardagin varð ruddu-
liga staðfest, at lærutíðin er
væl og virðiliga liðug. Nú
eru føroysku spælararnir
sveinar.
Tað er hugmóðugt at
droyma um, at sveinararnir
skulu arga fleirfaldu meist-
ararnar úr Týskalandi. Men
um Týskaland í næsta mán-
að skal vinna væntaða sig-
urin, so skulu teir spenna
seg út, og sjálvandi skulu
litavar eisini gera tað. Um
teir ikki fara at gera tað, so
hava føroysku sveinarnir
førleikan at hótta teir!
82. Føroyar–Skotland
2–2 (2–0)
EM–2004 undankapping
Leygardagin 7. september 2002, kl. 15.00
á Svangaskarði
4.200 áskoðarar
Dómarakvartett úr Póllandi: Jacek Granat, Konrad
Sapela, Maciej Wierzbowski og M. Borski
UEFA umboðsmaður: Joël Wolf úr Luksemborg
UEFA dómaraeygleiðiar: Damir Matovinovic úr
Kroatia
1–0: John Petersen 6.
2–0: John Petersen 13.
2–1: Poul Lambert 61.
2–2: Berry Ferguson 85.
Føroyar: 1. Jens Martin Knudsen, 56/-143, NSÍ – 4.
Pól Thorsteinsson, 23/0, NSÍ, 2. Óli Johannesen, 57/1,
liðformaður, TB, 5. Jón Rói Jacobsen, 6/0, HB, 3. Jens
Kristian Hansen, 42/3, B36 – 9. Jákup á Borg, 22/0,
B36, 7. Fróði Benjaminsen, 16/1, B68, 8. Julian
Johnsson, 45/2, B36, 6. Hjalgrím Elttør, 3/0, KÍ (13.
Heðin á Lakjuni, 9/0, KÍ, 90.) – 10. John Petersen,
41/5, B36 (17. Andrew av Fløtum, 5/0, HB, 79.), 11.
Christian Høgni Jacobsen, 12/2, Vejle (12. Rógvi
Jacobsen, 17/1, HB, 74.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 14. Hans
Fróði Hansen, 23/1, B68, 15. Jóhannis Joensen, 12/0,
HB, 16. Jákup Mikkelsen, 26/-48, Molde, 18. Sjúrður
Jacobsen, 1/0, NSÍ
Gult kort: Jákup á Borg 18., Jens Martin Knudsen 77.
Venjari: Henrik Larsen
Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen
Liðleiðari: Birgir Hansen
Lækni: Torbjørn Viderø
Fysioterapeutur: Álvur Hansen
Skotland: 1. Robert Douglas, 5/2, Celtic – 2. Maurice
Ross, 5/0, Rangers (17. Graham Alexander, 6/0,
Preston, 73.), 5. David Weir, 37/1, Everton, 4.
Christian Dailly, 37/3, West Ham, 3. Stephen Crainey,
4/0, Celtic – 7. Poul Dickov, 4/0, Leicester (13.
Stephen Crawford, 4/1, Dunfermline, 46.), 6. Barry
Ferguson, 12/2, Rangers, 10. Poul Lambert, 32/1, lið-
formaður, Celtic, 8. Scott Dobie, 5/1, West Bromwich
(14. Steven Thompson, 5/1, Dundee, 84.) – 9. Kevin
Kyle, 5/1 Sunderland, 11. Allan Johnsston, 18/2,
Middelsbrough
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Poul
Gallacher, 1/0, Dundee, 15. Kevin McNaughton,
Aberdeen, 16. Lee Wilke, Dundee, 3/0, Gareth
Williams, 4/0, Nottingham
Gult kort: Maurice Ross, 45., David Weir 72., Steven
Thompson, 87.
Venjari: Berti Vogts
Hjálparvenjarar: Tommy Burns og Jim Stewart
Læknar: Stewart Hillis og John MacLean
Fysioterapeutar: Michael McBride og Philip Yeates
Komandi EM undankappingardystir í bólki 5
10. oktober
Litava–Føroyar
Ísland–Skotland
16. oktober
Týskaland–Føroyar
Ísland–Litava
Heldur ikki eftir at skotar javnaðu, góvu føroyingarnir upp, og eitt nú kundi Andrew avgjørt, men á myndini verður hann
takklaðuir í evstu løtu
Einki er at ivast í, at føroyski
12. maðurin hesa ferð hevði
meira enn vanligt at reypa
um, og stuðúlin frá teimum
var eisini mælskari enn vant
hesaferð
19
18
Nr. 172 - 10. september 2002
Sannførandi avrikið
ímóti Skotlandi var
staðfesting av, at tíðin
so rudduliga er farin,
tá miðal fótbóltstjóð-
irnar kunnu koma til
Føroya og billa sær
inn, at tær lættliga
fara avstað aftur við
øllum stigunum
FØROYAR–SKOTLAND
Orð: Jóannes Hansen
Myndir: Álvur Haraldsen
Størsta og mest sannførandi
avrikið nakrantíð á før-
oyskari grund (stríðssigurin
í Landskrona fyri tólv árum
síðani telur harvið ikki
við). Eygnavitnini kunnu
ikki annað enn skriva undir
uppá, at føroyska avrikið
ímóti Skotlandi var fan-
tastiskt.
Og so er tað líka mikið,
um skotar sigast at vera í
aldudali. Tað var David
ímóti Goliath. Tað var tann
minni, sum setti dags-
skránna, og tað vóru áskoð-
ararnir hjá Føroyum, sum
frá fyrsta bríksli og mest
sum alla tíðina høvdu tað
nógv stuttligari.
Føroyska liðið er á veg
uppeftir altjóða styrkislist-
anum, og skotarnir eru í
fríum falli. Leygardagin
krossaðust vegirnir, og um
gongdin verður tann sama,
sum hon hevur verið, so er
møguleiki
fyri
trimum
stigum í Glasgow komandi
ár!
Fyri átta árum síðani fóru
føroyingarnir ikki heilt
misnøgdir úr Glasgow, tí
tað hevði eydnast at fáa eitt
mál. Ta ferðina var úrslitið
5–1 til heimaliðið. Leygar-
dagin bóru áskoðararnir
føroyska liðið av vøllinum
við lógvabrestum, og tað
vóru allar góðar orsøkir til
tað. Úrslitið var 2–2. Men
kortini var tað ikki so und-
arligt, at bæði spælararnir
og øll hini høvdu eitt sindur
ilt við at vera ovurfegin.
Fyri trimum árum síðani
syrgdi Hans Fróði Hansen
við stútara í evstu løtu fyri,
at tað endaði 1–1 ímóti
Skotlandi. Ta ferðina vunnu
Føroyar eitt stig, og tað var
mest stuttligt allar síðstu
løtuna og aftaná, at dómar-
in hevði bríkslað fyri síðstu
ferð.
Hepnari enn loyvt er
Hesa ferð vóru tað skotar,
sum við tveimum málum í
2. hálvleiki vunnu eitt stig.
Í ein tíma lúrdi heimssensa-
tiónin, og úti í heimi, har
tey fylgdu gongdini á
Svangaskarði, spískaðu teir
blýantarnar.
Hetta vóru tað allar or-
søkir til. Tað var føroyska
liðið, sum tilspældi sær
uppløgdu málmøguleikar-
nar, og eydnan var betri enn
skilið hjá skotunum, sum
tóktust vera sum flugur í
fløsku og harvið búnir til
totala kollsigling.
Tíðliga í 2. hálvleiki
hevði John Petersen ein
nógv størri møguleika, enn
teir báðir vóru, sum hann
skoraði uppá. Eftir innkast
frá Pól Thorsteinson til
Fróða Benjaminsen og eitt
tvey samanspæl millum
John Petersen og Jákup á
Borg í høgru, gjørdist John
– sjey metrar úr málinum
og við totalt útspældum
málverja,
fullkomuliga
blankur, men bólturin fór
uppum.
Ein lítil óslætti var or-
søkin til, at støðan ikki
gjørdist 3–0, og at kjaft-
bandið harvið ikki varð
bundið um. Seinni vóru
aðrir møguleikar at avgera.
Tað kunnu Hjalgrím Elttør,
Andrew av Fløtum og
Rógvi Jacobsen skriva und-
ir uppá.
Skotar høvdu tríggjar
royndir ímóti málinum, og
harumframt fingu teir tvey
mál. Í tí fyrra førinum var
talan ikki um upplagdan
málmøguleika, men heldur
um hepni. Poul Lambert,
sum í 31 landsdystum ong-
antíð hevði skorað, royndi
eftir innkast í vinstru og
stút út frá av brotsteigar-
markinum. Bólturin rakti
fyrst í fótin á David Weir og
so í Jón Róa Jacobsen.
Nógv fólk var fyri, og Jens
Martin hevði ongan livandi
møguleika at síggja, hvat
gekk fyri seg, og so var
mál.
Tá var ein tími farin.
Skotar spentu álopsbogan.
Teir skiftu miðvallarar inn
fyri verjuspælarar, og eina
løtu var føroyska liðið
undir trýsti. Miðvøllurin
datt longri aftur, og skipaða
spælið, sum hevði verið so
sannførandi og við nógvum
luttakarum frammarlaga á
vøllinum, fánaði.
Men føroyska manningin
kom afturíaftur, og tí var
tað eyka harmuligt, at skot-
ar megnaðu at javna, tá teir
fingu ein einasta møgu-
leika, meðan føroyingar
misnýttu fleiri.
Barry Ferguson gjørdist
púra leysur mitt fyri, eftir at
innskifti Stephen Crawford
hevði latið diagonalsend-
ingina hjá Stephen Crainey
úr vinstru fara framvið sær.
2–2, og einki undur á, at
kenslan millum føroyingar-
nar var, at okkara lið heldur
hevði tapt tvey stig, enn at
teir høvdu vunnið eitt stig.
Rætta lagið alla staðni
Føroyska liðið var full-
komuliga óimponerað. Við
tveimum málum fyrstu
trettan minuttirnar syrgdi
John Petersen fyri, at alt
trýstið varð lagt á Skotland.
Í báðum støðunum, sum
bóru mál við sær, var tað
føroyskt hugflog, áræði og
sjálvsálit, sum við saft og
kraft so rudduliga settu
gestirnar uppá pláss.
Tað er søga, tá føroyingar
sparka bólt, meðan mót-
støðumenninir spæla fót-
bólt. Tíðin er farin, tá før-
oyingar grava seg niður og
bara dúva uppá snarálop.
Jens Kristian Hansen tamdi
í vinstru, snýtti ein mót-
støðumann og skar inn í
vøllin, áðrenn hann sendi í
høgra borð. Framúr væl
upplagdi Jákup á Borg,
sum dusaði sær á kúfóðr-
inum, ið skotar vóru so
vinarligir at geva honum,
dró og sendi í brotsteigin.
Kring skotska málið vóru
ikki færri enn fýra føroy-
ingar – Hjalgrím Elttør,
Christian Høgni Jacobsen,
Julian Johnsson og so John
Petersen. Christian Dailly
og David Weir megnaðu
ikki at taka sær av Petersen
manninum, sum við fremra
stólpan og ímillum teir
báðar við høvdinum stútaði
í kassan aftanfyri Robert
Douglas. Hetta var fimti
landsdysturin hjá skotska
málverjanum, og hetta var
fyrsta málið, sum fór
ígjøgnum hjá honum.
Hetta var í 7. minutti, og
góðar fimm minuttir seinni
Føroyar-Skotland 2-2 (2-0):
Lærlingarnir eru nú sveinar
og kunnu hótta meistararnar
Bert 13 tók tað John Petersen
og hinum føroysku
leikarunum at skelka
skotarnar, og í roynd og veru
var tað bara svartasta
óhepni, sum forðaði
Føroyum í at skapa eina
veruliga heimssensatión
C
M
Y
K
18