týsdagur 10. september 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 10. september 2002
21
Talan var fyrst og
fremst um eitt eina-
standandi liðavrik frá
føroyska liðnum, tá
skotar fingu meira
enn ein lítlan skelk á
Svangaskarði. Ikki ein
av teimum ellivu á
vøllinum fall í stóru
próvtøkuni, og tó at
teir tríggir skiftisleik-
ararnir fingu lítla tíð
á vøllinum, so tóktust
teir allir fella væl inn í
spælið. Skilabest
hevði kanska verið at
givið øllum hvør sítt
UG saman við venj-
aranum, men niðan-
fyri verður kortini
gjørd ein roynd at
lýsa avrikini hjá
einstøku monnunum
LEIKARAUMMÆLI
Jákup Mørk
1. Jens Martin Knud-
sen, NSÍ (55 dystir/-
143 mál farin
ígjøgnum)
Hetjan
frá
Landskroan
hevði eftir fýra ár í á beink-
inum aftur fingið álitið sum
fremsta val millum stengur-
nar. Tá hugsað verður um,
hvør mótstøðan var, so átti
talan helst at verðið um
eina strævna uppgávu, men
saman við restina av lið-
num syrgdi Jens Martin
fyri, at fyri hann gjørdist
talan um ein heldur friðar-
ligan arbeiðsdag. Málini
bæði fekk hann so púrt
einki gjørt við, og í allar
aðrar mátar var hann púr-
asta tryggur, tó at hann ta
einu ferðina fekk hjálp frá
Óla, tá hann ikki fekk
hildið skotskari skotroynd
úr 20 metrum.
2. Óli Johannesen, TB
(57 dystir/1 mál)
Liðskiparin og metmaðurin
á føroyska landsliðnum var
sum vant týðandi partur av
føroyska verjuspælinum.
Tykist ikki hava stórvegis
trupulleikar av, at verjan nú
er umskipað til fýra mans á
linju. Eina mest tí evnini at
lesa spælið og góða bólt-
eygað gera, at hann ofta fær
sett takklingina inn, áðrenn
tað gerst rættiliga vanda-
mikið. Tá tørvur var á tí,
dugdi hann tó eisini nýta
kropsligu styrkina, og ta
einuferðina hevði hann eina
klokkureina glíðandi takl-
ing í brotsteiginum, tá
skotskur álopsmaður var
um at sleppa leysur.
3. Jens Kristian
Hansen, B36 (42/3)
Eftir drúgvan steðg, sum er
orsakaður av skaðum, kom
fyrrverandi
liðskiparin
beina leið inn í byrjunar-
uppstillingina, har hann tók
yvir
á
vinstra
bakki.
Kanska eitt sindur djarvt av
landslisðvenjaranum,
nú
Jens Kristian bert hevur
spælt tveir fyrstudeildar
dystir nærum tríggjar mán-
aðir, men tað skuldi tó vísa
seg at verða ein skilagóð
avgerð. Kanska var onkun-
tíð sjónligt, at beinini
manglaðu eitt sindur av
ferð, men hinvegin er ferð-
in í fótbótlsheilanum hægri
enn hjá teimum flestu, og tí
kom hann sigrandi úr flestu
tvídystunum. Var eisini
upphavið til føroyska mál-
ið, tá hann breyt ígjøgnum
skotsku miðjuna, áðrenn
hann skifti síðu, og yvir
høvur
má
skoðsmálið
verða, at Jens Kristian er
trygt fyrsta val til plássið.
4. Pól Thorsteinsson,
NSÍ (23/0)
Var eins og Jens Kristian
nýggjur í hópinum í mun til
undanfarna landsdyst, og á
sama hátt sum felagin
vinstru-megin
prógvaði
hann, at hann eigur at vera
sjálvskrivaður til plássið á
bakkinum. Fyrst og fremst
er
hann
ein
spælandi
bakkur, soleiðis at skilja, at
hann í stóran mun tekur lut
í uppspælinum, men eisini
tí kvikleiki hansara ger, at
hann sjáldan verður runnin
um koll. Hevði tó trupul-
leikar í løtum í seinna
hálvleiki, tá hann eisini
tóktist hava fingið onkran
snuddin, men mentist aftur,
soleiðis at tað ongantíð
gjørdist neyðugt við nakrari
útskifting á plássinum.
5. Jón Rói Jacobsen,
HB (6/0)
Uttan at taka munnin ov
fullan ber helst til at stað-
festa, at føroyskur fótbóltur
við unga HB-leikaranum
hevur funnið ein nýggjan
gimstein. Hevur fyri langt
síðani prógvað, at fótbólts-
evnini og kvikleikin eru
framúr, umframt at hann
móti stóru skotunum vísti,
at høvuðsspælið heldur ikki
liggur eftirá. Men tað má
kortini sigast at vera impo-
nerandi, hvussu kaldur og
róligur unglingin tykist,
hóast spælt verður´ímóti
yrkisleikarum úr stórum
europeiskum
feløgum.
Framdi snøgt sagt einki
mistak í verjupartinum, var
oftani við í byrjanini av
føroyska uppspælinum, og
var eisini maðurin, sum í
fyrra hálvleiki ruddaði
burtur, tá skotar høvdu
fingið bóltin fram við Jens
Martini.
6. Hjalgrím Elttør, KÍ
(3/0)
Er eins og Jón Rói partur av
nýggja landsliðnum, og
hesa ferð fekk hann fyrstu
ferð møguleikan frá byrjan
í einum týðandi dysti. Í
fyrra hálvleiki hevði hann
fleiri ferðir trupulleikar við
at plasera seg rætt í verju-
partinum, eins og hann lág
dekan ov aftarliga til at taka
lut í álopspartinum, men
hesum vigaði arbeiðssemið
hjá unga klaksvíkingunum í
stóran mun upp ímóti. Júst
hesum eginleikin var sera
týðandi, tá liðið kom undir
veruligt trýst í seinna
hálvleiki, og eisini eftir at
hann varð fluttur í álopið,
tóktist arbeiðsorkan at vera
tann sama. Kundi avgjørt
dystin, tá hann varð leysur
við
málverjanum,
men
mátti tíverri síggja skot-
roynd sína pareraða.
7. Fróði Benjaminsen,
B68 (16/1)
Verður ofta róptur annar av
stríðsmonnunum á mið-
vøllinum, men Fróði er
eisini so nógv annað enn
tað. Megnar sum fáur annar
føroyskur leikari at taka
veruliga ábyrgd á seg í
skapandi spælinum, har
hann stóran part av tíðini
søkir bóltin. Er hartil ein
sannur brandur í verju-
partinum, har bólteygað
vigar upp fyri vantandi
kvikleikanum. Og so hevur
hann endaliga tann frálíka
eginleika, at hann dugir at
bróta spælið hjá mótstøðu-
liðunum, soleiðis at verja
kann vendast til álop uttan
at mótstøðumenninir hava
tíð at skipa verjuna. Hesa
ferð gekk størsti parturin av
spælinum upp í eina hægri
eind, og í einum framúr-
skarandi liðavriki mundi
Fróði vera ein teirra, sum
stóð sterkastur í myndini.
8. Julian Johnsson,
B36 (45/2)
Sum Henrik Larsen so
rámandi tók til á tíðinda-
fundinum, so kundi tað væl
verið, at Julian framvegis
rann úti á vøllinum. Tað
gjørdi hann sjálvsagt ikki,
men tað tykist til tíðir ótrú-
ligt, hvussu stóra orku ar-
beiðsgrevið á miðvøllinum
hevur. Fær ofta skotið í
skógvarnar, at fótbóltsevn-
ini ikki eru nóg góð, men
hinvegin er tað ikki hansara
stílur – og tað verður tað
ongantíð - at verða spæl-
skipari. Vann sum vant eitt
hav av bóltum, og í mun til
onkrar aðrar dystir tóktist
hann fyri tað mesta um-
hugsin
í
avspælinum.
Hevði enntá eisini yvirskot
til eitt akrobatiskt saksa-
spark, tá bólturin skuldi
ruddast burtur.
9. Jákup á Borg, B36
(22/0)
Hevur nú í eitt ár verið
fastur fúsur í høgra borðið,
og dysturin hesaferð var ein
stór undirstrikan av, at hann
eisini fer at røkja plássið í
langa tíð framyvir. Tykist
eisini trívast munandi betri
í nýggju skipanini, har
verjuskyldurnar ikki eru
eins tungar sum í eini 3-5-2
uppstilling, og uppspælið
til bæði málini var eisini
beinleiðis úrslit av leysaru
teymunum í framrættaða
spælinum. Dugdi eisini
sera væl at halda breiddina
í føroyska álopsspælinum,
har hann við eitt sindur
betri neyvleika ella størri
hepni frá viðleikarum væl
kundi verið upphavið til
tvey onnur føroysk mál.
10. John Petersen, B36
(41/5)
Hevði eftir bert 13 minutt-
um lyft alt Svangaskarð
nakrar metrar eyka uppfrá.
Men ádú, ádu. Hevði hasin
triði bólturin bara eisini
vilja inn!
Var annars í størri mun
enn seinast við í uppbyggj-
andi partinum av føroyska
spælinum, har hann oftani
leitaði móti bóltinum, og
aloftast var avspælið júst
sum tað skuldi vera. T.v.s út
í borðini soleiðis at møgu-
leikar
til
gjøgnumbrot
spurdust burturúr. Í so máta
var talan um eitt av allar-
bestu føroysku avrikunum,
sum í stóran mun borgaðu
fyri føroyska álopsspælin-
um. Og skal heldur ikki
gloymast, at John nú fer at
líkjast einari marru fyri
skotskan fótbólt við trimum
málum í trimum dystum
móti teimum.
11. Christian Høgni
Jacobsen, Vejle (12/2)
Var í mun til John plaser-
aður heilt frammi í gjøg-
num á føroyska liðnuim, og
tískil var hann ikki eins
nógv við í spælinum, tó at
tað er sjáldan, at ein før-
oyskur álopsspælari hevur
so nógv at takast við ígjøg-
num ein dyst.
Tá tað ráddi um mál-
møguleikar og skotroyndir,
var tað so sum so, hvat
Christan Høgni fekk burt-
urúr hesaferð, men tað
skerst ikki burtur, at eisini
hann útinti eitt rimmar ar-
beiði. Sum fremsti álops-
maður var hann samstundis
fyrsti verjuspælarin, og ferð
eftir ferð megnaði hann at
órógva skotska uppspælið,
soleiðis at mótstøðumenn-
inir sjáldan fingu frið at
spæla bóltin allan vegin
niðan.
12. Rógvi Jacobsen,
HB (17/0)
Fekk nakað av tíð á vøllin-
um, tá venjarin seinastu
løtuna metti, at føroyski
miðvøllurin skuldi styrkjast
eitt sindur. Sýndi góðan
arbeiðsvilja, og var eisini
sera nær við at avgera
dystin beint undan skotska
málinum, men fyrsta lands-
liðsmálið má so enn bíða
nakað.
13. Heðin á Lakjuni,
KÍ (9/0)
Fekk eins og Rógvi ov
stutta tíð á vøllinum til at
geva nakað veruligt skoðs-
mál, men lítlu løtuna á
vøllinum fall hann tó væl
inn í føroyska spælið, og
eins og hjá liðfeløgunum,
so bilti ikki stríðsviljanum
nakað.
17. Andrew av Fløtum,
HB (5/0)
Fekk seinastu løtuna á
vøllinum fyri tvímálskjútt-
an, John Petersen. Var móti
dystarenda nær við at
leggja Føroyar á odda eina
ferð afturat, men í evstu
løtu varð bólturin tó rudd-
aður burtur. Var í aðrar
mátar eins og teir báðir
omanfyrinevndur ov stutt á
vøllinum, til at nakað veru-
ligt skoðsmál kann gevast.
Bara
rósur
Hesa ferð gekk størsti parturin av spælinum upp í eina hægri eind, og í einum framúrskarandi liðavriki mundi Fróði vera ein
teirra, sum stóð sterkastur í myndini
My nd: Álvur Haraldsen
21
20
Nr. 172 - 10. september 2002
Fyri fyrstu ferð í fýra
ár var Jens Martin
Knudsen fremsta
valið millum før-
oysku stólparnar,
men hóast tað, so
roknar runavíking-
urin framvegis við
harðari kapping frá
Jákupi Mikkelsen
FÓTBÓLTSTOS
Jákup Mørk
Eftir fýra ár á landsliðs-
beinkinum var Jens Martin
Knudsen aftur at síggja
millum stengurnar, tá Før-
oyar spældu móti Skot-
landi.
Hetta merkti eisini, at
Jens Martin fekk løn fyri
tolsemið, sum hann hevur
sýnt, tí hann hevur alla
tíðina verið tøkur á lands-
liðnum í eini støðu, har
aðrir leikarar kanska høvdu
sagt, at kann eg ikki vera
millum teir fyrstu, so gevist
eg. Sjálvur viðgongur Jens
Martin eisini, at hann hevur
hugsað hendan tankan, men
at ein uppsøgn kortini ong-
an tíð gjørdist aktuel.
- Tað sigur seg sjálvt, at
tú hevur verið fyrsta val í
langa tíð, so gjørt tú tær
nakrar tankar, tá tú brádliga
verður settur á beinkin. Tað
gjørdi eg eisini, men eg
kom til ta niðurstøðu, at
skuldi eg framhaldandi
kunna motivera meg til at
geva meg fult út til hvønn
dyst, so var tað ov lítið, um
eg bara hevði heimligu
kappingina at hugsa um, og
síðani eg tók ta avgerðina,
so hevur tað ongan tíð verið
aktuelt hjá mær at siga
landsliðnum farvæl.
Nær fekst tú so at vita, at
tú skuldi vera maðurin
millum stengurnar?
- Tað var ikki fyrr enn
eftir seinastu venjingina
fríggjadagin. Hósdagin helt
eg annars, at teir skuldu
taka støðu, men teir hava
helst ivast nakað nógv, tí vit
fingu so eingi boð. Tað
høvdu vit heldur ikki fingið
fríggjadagin, men tá var
somikið stutt til dystin, at
teir vóru noyddir at taka
eina støðu, og so fall valið á
meg. Kanska hevur tað havt
ávirkan, at Jákup nú er á
beinkinum
hjá
Molde,
meðan vit í NSÍ eru á odda
í heimligu kappingini, men
í øllum førum ivaðust teir
leingi.
Friðarligt
Um sjálvan dystin má
sigast, at hetta mundi vera
ein av teimum heldur
friðarligaru hjá Jens Mart-
ini í føroyska málinum, og
burtur sæð frá báðum mál-
unum, var tað sera sjáldan,
at nakað veruligt trýst var á
málverjanum.
- Eg hevði so avgjørt
roknað við at komið undir
størri trýst, men vit spældu
ein sera góðan dyst, har vit
fyri tað mesta steðga teim-
um, áðrenn bóltarnir kunnu
sendast, og tað skal alt liðið
hava rós fyri.
- Málini bæði fekk eg
sum so einki gjørt við.
Hatta fyrsta veit eg slettis
ikki, hvussu tað kom, og í tí
seinna má eg bara satsa og
fara út. Ein líknandi støða
var í fyrra hálvleiki, har tað
spælir væl av, tá Jón Rói
fær ruddað burtur, men
soleiðis er tað. Tú mást
satsa, og onkuntíð hepnast
tað betri enn aðrar tíðir.
Yvir høvur má annars
sigast, at Jens Martin við
hesum dystinum vísti, at
hann væl kann vera fremsta
valið millum stengurnar
aftur framyvir, men sjálvur
var runavíkingurin sera
varin við at gera nakra
staðfesting í so máta.
- Tað tori eg ikki at siga
nakað um. Jákup er sera
væl fyri, og tað er ein mán-
aður til komandi dystin.
Hesa ferð ivaðust teir til tað
allar seinasta, so eg takið í
øllum førum ikki nakað
fyri
givið,
sigur
Jens
Martin Knudsen at enda.
Royndi hjálparvenj-
arin hevði ongantíð
sæð føroysku spælar-
arnar so vónbrotnar,
sum teir vóru í um-
klæðingarrúminum
eftir dystin leygar-
dagin
FØROYAR–SKOTLAND
Jóanner Hansen
Síðani á vári í 1996 hevur
hann verið hjálparvenjari á
landsliðnum. Tey fyrstu
árini var hann, so segði
maðurin, við fyri at læra.
Tey seinnu árini saman við
Allani Simonsen mentist
hann til at vera tann, sum
Allan Simonsen lurtaði
nógv eftir og fylgdi ráðun-
um hjá.
Tað er Jógvan Martin
Olsen, sum talan er um. Nú
nýggjur landsliðsvenjari er
settur, er tað týðuligt, at
leikluturin hjá hjálparvenj-
aranum er ikki vorðin
minni. Í venjingunum upp
undir dystin ímóti Skot-
landi, var tað hjálparvenj-
arin, sum tóktist hava
ábyrgdina
av
taktisku
venjingunum, nú nýggjur
leikháttur skuldi roynast.
Tað var ikki so undarligt.
Fyrsta ferðin, landsliðið
royndi nýggju spælskip-
anina, var í venjingarleguni
á Kypros í februar. Tá hevði
Jógvan
Martin
Olsen
ábyrgdina, og úrslitini boð-
aðu frá, at føroysku spælar-
arnir vóru komnir væl eftir
nýggju skipanini. Februar
er ikki besta fótbóltstíðin
hjá føroyingum. Men tapið
fyri Póllandi gjørdist 2–1,
og so vunnu Føroyar 1–0 á
Liktinstein.
Jógvan Martin var fegin
um, at leikliga avrikið
hevði verið so gott ímóti
Skotlandi, men hann harm-
aðist um úrslitið:
– Eg havi ongantíð sæð
føroysku spælararnar sitið
so vónbrotnar í umklæð-
ingarrúminum eftir dystin,
sum teir gjørdu hesa ferð.
Tað var heilt týðuligt, at
allir sótu við kensluni av, at
vit høvdu tapt tvey stig og
ikki vunnið eitt stig, og tað
var øll orsøk at sita við tí
kensluni. Eg haldi ikki, at
liðið hevur spælt betri, enn
tað gjørdi hesa ferð.
Tað leggur upp til eina
spennandi ferð til Litava og
Týskalands?
– Nú skulu vit sláa kalt
vatn í blóðið. Sjálvandi
verður tað spennandi at
spæla teir báðar dystirnar,
men tað verður torført. Nú
fara teir at studera dystin
hjá okkum ímóti Skotlandi
og finna fram til okkara
veikleikar. Litava eigur eitt
gott lið, og Týskaland
nýtist eg ikki at siga meiri
um.
Eru tað fleiri veikleikar?
– Avgjørt. Tú skalt minn-
ast til, at vit bara hava spælt
við hesi skipanini síðani
tíðliga í vár. Royndir spæl-
arar eru givnir, og nýggir
ungir menn eru komnir inn
á liðið. Tað tekur tíð at
spæla eitt lið saman. Eg
haldi, at vit skulu síggja
hesa kappingina sum eitt
royndartíðarskeið, har tað
verður arbeitt við at rætta
spælið til – serliga í verju-
partinum. Tá vit hava bóltin
skulu
spælararnir
nýta
hugflogið – teir vístu enn
eina ferð, at tí eiga teir
nógv av – men tá mótstøðu-
menninir hava bóltin, skulu
okkara
halda
seg
til
avtalurnar.
Hvat hugsar tú um kann
gerast betur?
– Eitt nú avtalurnar um
uppbakkingina. Vit sóu
fleiri ferðir, at sentralu
miðvallararnir báðir í senn
vóru í brotsteiginum hjá
skotum. Tað er í lagi, men
bara um tað eru greiðar
avtalur um, hvussu ytstu
menninir í verjuni bakka
upp.
Tað er torført at ímynda
sær, at tað verður betur um
tvey ár, tí tá vera tað fleiri
av
spælarunum,
sum
kanska vera farnir um besta
fótbóltsaldurin?
– Nú fáa vit at síggja,
hvussu tað verður við tí.
Men tað er hugaligt at stað-
festa, at ungu menninir taka
ábyrgd, og tað hevur heilt
nógv at siga fyri menning-
ina, at eitt nú Jón Rói
Jacobsen og Hjalgrím Elt-
tør fáa tær royndirnar, sum
teir fingu í dag. Eg havi
havt við yngru landsliðini
at gera í nógv ár, og eg veit,
at tað eru fleiri ungir
evnaríkir spælarar, sum á t.
d. U–19 landsliðnum hava
víst, at teir verða førir fyri
at halda Føroyar á tí
støðinum, har vit nú eru og
at menna liðið uppaftur
meir. Teir koma jú á
a–landsliðið við altjóða
royndum. Tað gjørdu teir,
sum nú eru veteranar, ikki.
Aftur í hitanum
- Málini bæði fekk eg sum so einki gjørt við. Hatta fyrsta veit eg slettis ikki, hvussu tað kom, og
í tí seinna má eg bara satsa og fara út, sigur Jens Martin, sum als ikki tekur tað sum nakra
sjálvfylgju, at hann fer at verja málið komandi landsdysti
Mynd: Álvur Haraldsen
Jógvan Martin heldur tað
kann gerast uppaftur betur
Nú nýggjur landsliðsvenjari er settur, er tað týðuligt, at
leikluturin hjá hjálparvenjaranum er ikki vorðin minni. Í
venjingunum upp undir dystin ímóti Skotlandi, var tað
hjálparvenjarin, sum tóktist hava ábyrgdina av taktisku
venjingunum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
20