týsdagur 10. september 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 10. september 2002
23
Umframt at venja
besta liðið skal
Krzystof hava
ábyrgdina av øllum
venjingunum í yngru
deildunum og spæla í
álopinum í 1. deild
GÍ VENJARIN
Jóannes Hansen
Fyri fyrstu ferð nakrantíð
skal GÍ royna seg við venj-
ara, sum umframt at halda
skil á venjingini, seta liðið
og leggja taktikkin eisini
skal spæla við sjálvur.
Johan Nielsen og allir hinir
GÍ venjararnir hava hildið
seg á beinkinum, men nú
hevur GÍ gjørt av royna
sama leistin, sum fleiri av
hinum feløgunum í 1. deild
hava roynt.
Á GÍ heimasíðuni stóð
fyrrapartin í gjár, at nevnd-
in í GÍ hevur gjørt avtalu
við Krzystof Popczynski
um, at hann skal vera høv-
uðsvenjari hjá GÍ tvey tey
næstu árini. Hann fer at
loysa Johan Nielsen av.
Fyri einari viku síðani boð-
aði GÍ frá, at teir og Johan
Nielsen hvørt í sínum lagi
fóru at leita nýggjar leiðir.
GÍ sigur, at nýggi venjar-
in umframt at hava ábyrgd-
ina av besta liðnum fer at
hava høvuðsábyrgdina av
venjingini í yngru deildun-
um. Í ár hevur Popczynski
verið venjari hjá tveimum
yngri liðum, og teir hava
latið serliga væl at í Gøtu.
GÍ sigur eisini á heima-
síðuni, at Popczynski fram-
vegis er ein av bestu álops-
spælarunum í 1. deild, og at
hann fer at hjálpa til inni á
vøllinum. Burtursæð frá, at
Ole Skouboe spældi onkra
ferðina við, tá hann var GÍ
venjari síðst í áttati árun-
um, so hevur eingin GÍ
venjari nakrantíð spælt á
besta liðnum.
Popczynski, sum er 33
ára gamal, hevur verið í
Gøtu hetta kappingarárið.
Hann kom til Gøtu, tí hann
skuldi spæla á besta liðn-
um, men tað hevur ikki
gingið so, sum pólverjin og
GÍ høvdu ætlað. Skaðar
hava støðugt plágað, og tað
er ikki fyrrenn eftir summ-
arsteðgin, at Popczynski
hevur verið førur fyri rættu-
liga at spæla.
Krzystof
Popczynski
kom fyrstu ferð til Føroya í
2000. Hann hevði ábyrgd-
ina, tá VB fyri fyrstu og
higartil einastu ferð vann
meistaraskapin. Í fjør gekk
ikki heilt so væl hjá VB, m.
a. tí Popczynski var nógv
skaddur.
– Vit hava úr Vági hoyrt
nógv gott um Popczynski
sum venjara, so tað verður
spennandi at fara undir eitt
nýtt samstarv. Hann hevur
vant yngri lið her hjá okk-
um, og har er nógv komið
burturúr, sigur Magni Jarn-
skor, veteranurin á GÍ mið-
vøllinum.
Enn hevur einki verið at
hoyrt um, hvørjar spælarar
Popczynski fer at venja
komandi ár. Henning Jarn-
skor og Áslakur R. Petersen
eru farnir av landinum, og
eftir summarsteðgin er
Bárður á Lakjuni komin
afturat hinum, sum hava
verið trúfastir í GÍ.
Tá Gidek í fjør kom úr
Póllandi og til Gøtu, hoyr-
dist, at Popczynski hevði
verið millummaður. Tað
hevði ikki komið heilt óvart
á, um GÍ inntil komandi ár
fekk onkran pólverja aft-ur-
at at hjálpa sær. Men hetta
hava vit ikki frætt nakað
um enn.
Skotar fingu av at vita
á heimferðini, har
mest sum hvørt tað
einasta blað kravdi
venjaran frá í
stundini
ÚTLENDSKIR MIÐLAR
Jákup Mørk
Skotska landsliðið fekk
eina sera kaldliga móttøku
av Føroyaferðini, um met-
ast skal eftir sunnudagins-
bløðunum har á leiðini.
»Hepnir skotar fingu
javnleik« og »Fullkomin
eyðmyking« taldust millum
yvirskriftirnar í skotsku
bløðunum, og serstakliga er
tað týski venjarin hjá skot-
um, Berti Vogts, sum stend-
ur fyri skotunum frá skot-
unum.
Sunday Mail hevði nýtt
alla baksíðuna til at siga
venjaranum, at »Tín tíð er
farin Berti, vit kunnu ikki
halda fram soleiðis«, og
sum tað stendur aðrastaðni
á hesum síðum, so gevur
Barry
Ferguson
eisini
blaðnum rætt í hesum.
Scotland on Sunday vóru
kanska enn meira lemjandi
í sínum dómi, tá teir slerdu
fast, at sjálvt ein gøluraktur
politikkari hevði havt betri
møguleikar enn Vogts at siti
í sessi sínum, og Scotland
on Sunday steðgaðu ikki á
við hesum: »Vogts fór við
Føroyum« og »Eg spæli á
skotska
landsliðnum....
hjálp mær burtur« taldust
millum yvirskriftirnar, tá
metast skuldi um avrikið á
Svangaskarði.
Og millum tær meira
speisku yvirskriftirnar tald-
ust eisini nakrar, sum ikki
uttan víðari kunnu umsetast
til føroyskt: »Faroe 2 Zeros
2« skrivaði Scottish News
of the World, sum eisini
hevði prýtt baksíðuna við tí
sera einfalda »Clueless«,
og á næst afturstu síðu stóð
»Beri’s dudes are truly a
laughing stock».
Tað vóru tó ikki øll, sum
dugdu at síggja tað stuttliga
í hesum. Í øllum førum ikki
hjá Sunday Herald, sum
eftir dystin søgdu »Utter
Humiliation, Who do you
think you are kidding, Mr.
Vogts!«
Sum skrivað aðra staðni,
so sigur skotska fótbólts-
sambandið seg framvegis
hava fult álit á Vogts, men
sum onkur klummuskrivari
tók til, so er ein venjara-
sessking ofta í kjalarvørrin-
um í slíkum úttalilsum.
Hvussu er og ikki, so er
tað framvegis langt ífrá
víst, at Vogts verður sekkj-
aður. Fleiri atkvøðugreiðsl-
ur eru at finna á ymsum
heimasíðum, og tó at tær
flestu vísa, at fólkið vil
hava Vogts frákoyrdan, so
er meirilutin ikki so stórur,
sum vandi annars kundi
verið fyri.
Berti Vogts fær
ikki sekkin
hesa ferð
Skotska fótbólts-
sambandið veitir
venjaranum og
hjálparvenjaranum
fullan stuðul, men
skotsku
fjølmiðlarnir síggja
útsøgnina um
stuðul sum tekin
um, at venjarin
skjótt fer at fáa
sekkin
SKOTLAND
Jóannes Hansen
Berti Vogts var sera
einsamallur í Føroyum.
Høggini frá skotsku
pressuni vóru nógv og
tung, og tað var eyðsýnt,
at flokkurin av tíðinda-
monnum tevjaði blóð.
Teir hildu lítið um venj-
aran, og teir høvdu av-
gjørt einki ímóti, at
Berti Vogts skjótt varð
fyrrverandi landsliðs-
venjari hjá Skotlandi.
Tá skotska ferðalagið
aftur hevði fingið fast
undir føturnar í Glas-
gow, boðaði skotska fót-
bóltssambandið, SFA,
frá, at teir hava treyta-
leyst álit á venjaranum:
– Skotskur liðfótbólt-
ur og landsliðið eru í al-
tjóða aldudali. Um ein
mánað er dystur í Íslandi
á skránni. Vit rokna við,
at úrslitið í tí dystinum
verður rættuliga avger-
andi fyri, um tað fer at
eydnast okkum at vinna
næstfremsta plássið í
bólkinum
og
harvið
framvegis at hava møgu-
leikan at røkka enda-
spælinum í Portugal.
Síðani verður landsliðs-
steðgur í seks mánaðir.
Tann steðgurin fer at
koma væl við, tí tá verð-
ur møguleiki fyri hjá
venjaranum at arbeiða
meiri við at samanspæla
liðið.
Soleiðis segði aðal-
skrivarin í SFA, David
Taylor. Hann hevur við
starvsfólkasetanir
og
harvið landsliðsvenjar-
arnar at gera, og hann
hevði meiri í posanum:
– At tað er vón fyri
framman verður undir-
strikað av góðu úrslitun-
um, sum U–21 landslið-
ið hevur fingið seinastu
tíðina. Vit rokna við, at
Berti Vogts fer at gera
nýtslu av uppaftur fleiri
av
hesum
framtíðar
spælarunum.
U–21 landsliðið fekk
fríggjakvøldið 1–1 ímóti
Norðurírlandi. Á liðnum
hjá Berti Vogts, sum var
í Føroyum, vóru fimm
spælarar, sum hava aldur
at spæla á U–21 lands-
liðnum.
Venjari
hjá
U–21
landsliðnum er Rainer
Bonhof. Hann og Berti
Vogts hava arbeitt nógv
saman. Í síni tíð vóru
teir liðfelagar hjá Allani
Simonsen í Borrussie
Mönchengladbach, og
teir vóru báðir á liðnum,
sum í 1974 á heimavølli
vann HM finaluna 2–1
ímóti Hollandi.
Tá Berti Vogts var
týskur landsliðsvenjari,
var Bonhof hjálparvenj-
ari. Teir fingu báðir
starv í Skotlandi í senn,
og um tað stendur til
SFA, so fara teir at halda
fram í størvunum alt
sáttmálaskeiðið.
Sekkurin lúrir
Men skotsku fjølmiðl-
arnir halda lítið um tað,
sum
aðalskrivarin
í
skotska
fótbóltssam-
bandinum sunnudagin
kendi seg noyddan at
boða frá.
Í skotsku miðlunum
verður sagt, at tá tú fert
at undirstrika, at sam-
starvið gongur væl, so er
tað ábending um, at tað
skal lítið til afturat,
áðrenn
endabrestin.
Skotsku
fjølmiðlarnir
siga seg rokna við, at
Vogts fer at fáa sekkin,
um Skotland ikki fer at
fáa eitt líkinda úrslit í
Reykjavík.
Á BBC heimasíðuni
sláa teir kalt vatn í
blóðið. Eyðmýkingin er
ikki fullkomin enn. Eftir
javnleikin í Føroyum fer
Skotland
at
tapa
í
Íslandi. Skotland eigur
ikki spælararnar at vera
við í europeiska toppin-
um. Og tað verður ikki
frægari, um Berti Vogts
fer at fáa sekkin. Trupul-
leikin er, at tað eru og
nógvir útlendingar á
bestu liðunum í Skot-
landi. Tí sleppa ov fáir
skotar framat at fáa
royndirnar,
sum
eru
neyðugar, um landsliðið
skal standa seg, er sjón-
armiðið hjá meiri sinni-
ligu skotsku pressu-
monnunum.
Øll tjóðin er í øðini
Skotar vóru alt annað enn fegnir um avrikið móti Føroyum, og
í sunnudagin fingu bæði leikarar og venjarar av at vita, men
áskoðararnir mundu tó hava ein góðan túr hóast alt
Mynd: Álvur Haraldsen
Popczynki og GÍ gera samgongu
Tað var kanska væntandi, og nú er tað í øllum førum veruleiki, at Krzystof Popczynski skal
venja besta mansliðið hjá GÍ komandi kappingarár
23
22
Nr. 172 - 10. september 2002
Higartil hava føroy-
ingar ongantíð megn-
að at spælt fýra lands-
dystir á rað uttan at
tapa, og nú er 60 talið
av álvara í eygsjón hjá
Óla Johannesen
LANDSLIÐIÐ OG
METINI
Jóannes Hansen
Um tað leygardagin 12.
oktober fer at eydnast
fótbóltslandsliðnum
at
sleppa av vøllinum í Litava
uttan at hava tapt, so verður
talan um met, sum má
mestast at verða framúr.
Møguliga metið verður, at
føroyingar so hava megnað
at spælt fýra landsdystir á
rað uttan at tapa.
2–2 ímóti Skotlandi var
triðja ferðin á rað, uttan at
Føroyar hava tapt. Lands-
liðið hevur higartil í ár
spælt fýra dystir. 10. febru-
ar taptu teir 2–1 ímóti
Póllandi, og 13. februar
vunnu
teir
1–0
ímóti
Liktinstein.
Ta
ferðina
skoraði Uni Arge málið,
sum seinni vísti seg at
verða tað seinasta hjá hon-
um á landsliðnum. Hesir
báðir
dystirnir
vórðu
spældir á venjingarleguni á
Kypros.
21. august vunnu Føroyar
3–1 á Tórsvølli ímóti
Liktinstein. Føroyar hava
eina ferð áður vunnið tveir
landsdystir upp í slag. Tað
vóru teir báðir 2–1 sigrarnir
á Malta í HM undan-
kappingardystunum í 1997.
Føroyar hava eina ferð
áður spælt tríggjar dystir á
rað uttan at tapa. Teir vóru í
1999. Tá endaði vinardyst-
urin ímóti Andorra í sam-
bandi við venjingarleguna í
Spania málleysur, og so
spældu Føroyar tvær ferðir
javnt í EM undankapping-
ardystum á Svangaskarði –
1–1 ímóti Skotlandi og 2–2
ímóti Bosnia.
At tað ongantíð er skila-
gott at kanna sær bitan,
áðrenn hann er svølgdur, er
gongdin í 1999 gott dømi
um. Framúr javnleikirnir
ímóti Skotlandi og Bosnia
bóru við sær, at tað varð
roknað við góðum úrslitum
í næstu dystunum, sum
vóru á heimavølli, men tað
kiksaði fullkomuliga.
Ísland vann 1–0 á Tórs-
vølli, og so løgdu Føroyar
rygg til EM tap ímóti
Estlandi og Litava, sum
vunnu ávikaavíst 2–0 og
1–0.
Hetta
vóru
vánaligu
royndirnar, tá tað snýr seg
um at stríðast fyri fjórða
góða úrslitinum á rað.
Tað ber eisini til at finna
tøl, sum kunnu brúkast sum
grundarlag fyri vónini, at
tað hesa ferð skal eydnast
at spæla fýra ferðir á rað
uttan at tapa. Føroyar og
Litava vóru í EM undan-
kappingarbólki saman í
1998 og 1999. Í oktober í
1998
vóru
Føroyar
á
landsliðsferð í Litava og
Skotlandi. Ferðin hilnaðist
sera væl. Í Litava var
úrslitið 0–0, og í Skotlandi
taptu Føroyar 2–1. Um
úrslitini um ein mánað í
Litava og Týskalandi høvdu
verið ein endurtøka av
teimum á uttanlandsferðini
fyri fýra árum síðani, so
hevði tað borið væl til at
liva við tí.Men kanska tey
verða uppaftur betur!
Óli á veg ímóti seksti
Hvørja ferð, hann fer á
vøllin, setur 30 ára gamli
Óli Johannesen nýtt dystar-
met. Leygardagin umboð-
aði hann Føroyar fyri 57.
ferð, og nú er 60 talið av
álvara í eygsjón. Um Óli
hevði havt verið við á
venjingarleguni á Kypros í
vár, so hevði dystur numm-
ar 60 verið á skránni í
Litava 12. oktober. Men ta
ferðina fyrireikaði Óli seg
saman við Hvidovre til
seinnapartin av donsku
landskappingini.
Um landsliðið fer at
spæla skrásettan landsdyst
á venjingarleguni, sum er
ætlað at vera í februar
komandi ár, so verður tað
dystur nummar seksti hjá
Óla Johannesen, um hann
verður við í báðum dystun-
um á uttanlandsferðini í
oktober. Og tað verður
hann, um ikki skaðar fara at
halda honum aftur, og um
hann ikki verður útvístur í
Litava og harvið leikbann-
aður í Týskalandi.
Eingin ivi man vera um,
at nú fer Óli Johannesen
ikki at geva avboð til lands-
liðið. TB fær gagn av, at
liðformaðurin á landslið-
num fær dystarvenjing í
altjóða uppgávum. Tá Óli
var í Hvidovre, var neyðugt
hjá honum at venja og
spæla saman við liðfeløg
unum, um hann skuldi
spæla á 1. liði og harvið
vera so væl fyri at spæla á
landsliðnum, sum tað bar
til.
Men tað er neyðugt hjá
Óla Johannesen at dríva á,
um hann framvegis skal
varðveita
metið.
Jens
Martin Knudsen er treiskur
og vil ikki geva seg.
Seinastu fýra árini hevur
hann sitið á beinkinum í
øllum
týdningarmiklum
dystum. Nú fekk hann
møguleikan aftur, og í
samlaða roknskapinum er
hann bara ein dyst aftanfyri
Óla Johannesen.
Barry Fergusson
tykist vera einasti
maðurin í skotska
landsliðshópinum,
sum ásannar, at við
hetta lag kann
venjarin ikki sita
leingi í sessinum
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Tað verður sjálvandi gjørt
burturúr
landsdystinum
millum Føroyar og Skot-
land í skotsku miðlunum,
og reyði tráðurin er sum
vera man, at hetta úrslitið
so avgjørt ikki var nakað at
reypa av.
Og sjálvsagt hevur press-
an eisini roynt at finna sínar
syndabukkar,
men
tað
tykist tó vera ein óskrivað
avtala millum leikarar og
venjara, at hetta er nakað,
sum teir allir taka á seg.
Bæði undan dystinum og
á tíðindafundinum eftir
dystinum heitti Berti Vogts
á skotsku miðlarnar, at teir
ikki skuldu leggja eftir
leikarunum.
- Gongur tað væl, so eiga
leikararnir æruna. Gongst
minni væl, so vælsignaðir
lati vera við at leggja eftir
teimum. Teir eru ungir og
óroyndir, og tí nyttar tað
einki at leggja trýst á teir,
so leggi heldur eftir mær,
vóru boðini frá Vogts undan
dystinum, og hetta var
eisini nakað, sum varð
endurtikið eftir dystin.
Hinvegin tykjast leikar-
arnir ikki hava nakað ímóti,
at skuldin fyri javnleikin
verður løgd á teir. Sostatt
hevur liðskiparin hjá Skot-
landi, Paul Lambert, sagt
við skotsku miðlarnar, at
teir ikki skulu geva Vogts
ábyrgdina fyri tapið.
- Tað var ikki Vogts, sum
spældi dystin. Vit spældu
dystin, og okkara avrik var
undir alt lágmark, so tað
eru vit, sum skulu hava
skoluna, vóru orðini hjá
liðskiparanum.
Ferguson er ikki
samdur
Einasti maðurin, sum tykist
hava ásannað, at sessurin
hjá Vogts er í álvarsligum
vanda, er liðskiparin hjá
Glasgow Rangers, Barry
Ferguson, sum eisini var
maðurin, sum tryggjaði
skotum javnleikin.
- Tað er heilt greitt, at
hatta ikki var nóg gott, og
verður talan um fleiri úrslit
av hasum slagnum, so er
lítið at ivast í, at okkurt má
henda, segði Fergoson.
Glasgow maðurin var
annars eftir dystin móti
dønum fyri atfinningum frá
venjaranum, so møguliga
hevði hann einki havt
ímóti, nýggjur venjari varð
settur fyri Vogts, men tann
spurningurin sleppur so í
øllum førum at hanga í
leysum lofti ein mánað ella
so afturat.
Føroyingar kunnu
seta met í Litava
Føroyska landsliðið hevur sjáldan staðið seg væl, sum tað ger í løtuni, og fæst stig úr komandi
útidystinum móti Litava, er talan um met
Mynd: Álvur Haraldsen
Hvør hevði ábyrgdina
Skotski venjarabonkurin er fyri hørðum atfinningum í fjølmiðlunum, men enn tykist Vogts at sita tryggur í sessinum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
22