týsdagur 10. september 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 10. september 2002
25
NSÍ fekk øll trý
stigini móti B71 í
Runavík. Men tað var
ikki nógv sum bendi á
hetta fyrru helvtina
av fyrra hálvleiki, tá
B71 fekk brotspark og
hevði møguleika at
koma framum 2-0.
2. DEILD
Bjartur Nolsøe
Tað sást ikki í byrjanini av
dystinum, at NSÍ hevði
plássið í 2. deild at berjast
fyri. Runavíkingar virkaðu
als ikki klárir tá dysturin
byrjaði. Teir funnu ikki
hvønn annan í saman-
spælinum, og í verjuni var
opið so sandingar runnu
ígjøgnum
sum
teimum
lysti. Og tað gekk eisini
galið longu tá 5 minuttir
vóru
farnir.
Sandingar
komu ígjøgnum í høgru
síðu, og eitt innlegg endaði
hjá Eli Hentze sum skallaði
bóltin inn.
Sandingar hildu fram
aftaná málið og komu
framvegis lætt ígjøgnum
verjuna hjá NSÍ. Tá 20
minuttir vóru farnir, bleiv
ein sandingur feldur inni í
brotsteiginum hjá NSÍ og
dómarin dømdi brotstpark.
Ein hevði varhugan av, at
um hetta brotsparkið fór í
mál, so kundi tað enda við
einum skrædli. Tí heima-
liðið var ikki við í dystinum
og tískil var ilt at síggja,
hvussu NSÍ skuldi koma
aftur í aftur.
Gongdin vendi
Men Eli Hentze sum annars
er tryggur brotsparkskjútti,
brendi brotsparkið og hetta
skuldi vísa seg at venda
gongdini í dystinum.
So við og við fekk NSÍ
nógv betri stýr uppá sítt
spæl, samstundis sum sand-
ingar ikki megnaðu at halda
ferðini uppi.
Tá okkurt um hálvur tími
var farin, var tað NSÍ sum
fekk brotspark. Ein sand-
ingur og ein runavíkingur
vóru í hornatøkum um ein
bólt, og runavíkingurin
bleiv skumpaður í ryggin.
Oddfríður Gaardbo setti
brotsparkið í málið uttan
møguleika hjá málmann-
inum at bjarga.
Restina av fyrra hálvleiki
var tað mest runavíkingar
sum royndu seg, og teir
komu fram til onkrar góðar
møguleikar, men fleiri mál
komu ikki.
Møguleikar til størri
sigur
Í seinna hálvleiki var NSÍ
klárt omaná. Sandingar
fóru fram á vøllin og sam-
stundis blivu allar marker-
ingar sleptar á miðjuni og
verjuni. Hetta førdi til at
NSÍ ferð eftir ferð rann
ígjøgnum B71-verjuna, og
serliga í vinstru síðu hevði
Eddie
Mikkelsen
nógv
pláss.
Tá 10 minuttir vóru
farnir kom tað sum skuldi
vísa seg at verða sigurs-
málið. Sverri Justinussen
fekk ein bólt inn um verj-
una hjá B71, spældi tvørt-
urum til Eddie Mikkelsen
sum setti bóltin í mál.
Sjálvt
um
sandingar
sendu fleiri mans fram á
vøllin blivu teir ongantíð
vandamiklir í seinna hálv-
leiki, og teir vóru ongantíð
nær tí javnandi málinum.
Hinvegin kom NSÍ fram til
fleiri møguleikar, sum átti
at givið teimum ein størri
sigur.
Tað bleiv við 2-1 til NSÍ í
einum
dysti
har
B71
byrjaði best, men fall í fátt
eftir at brotsparkið varð
brent. Hevði hetta farið í
mál, hevði talan óivað
blivið um ein heilt annan
dyst.
Dysturin í tølum:
NSÍ-B71 2-1(1-1)
0-1: Eli Hentze
1-1: Oddfríður Gaardbo br
2-1: Eddie Mikkelsen
2. DEILD
Jóannes Hansen
Yvirskriftin kundi tað sama
verið, at KÍ er so mikið væl
fyri, at tað meiri enn so er
møguleiki fyri, at teir
kunnu vinna heiðursmerki.
Einki skal takast frá KÍ
avrikinum sunnudagin. Teir
vunnu trivaligan og væl
uppibornan sigur. Men tað
er merkisvert, at fótbólturin
í Fuglafirði skal vera í so
djúpum aldudali, sum av-
rikið í Klaksvík bar boð
um, at hann er.
ÍF hevði ikki nógv at
bjóða uppá. Teir spældu
allar 90 minuttirnar í 2.
geari. Pauli Jarnskor hevur
royndirnar, men hann hevur
sæð sínar bestu dagar sum
spælari. Saman við honum
á miðvøllinum vóru Eyð-
álvur R. Petersen og Høgni
Zachariassen, sum báðir
eru góðir við bóltinum,
men tað sást einki til hægri
gear, og íF átti onga turbo.
Hanus Eliasen minkaði
fram ímóti dystarenda um
munin til 4–1. Talan var um
fínt langskot, og Hanus er
ivaleyst mest eyðsýndi ÍF
spælarin. Men støðið í
fótbóltinum í Fuglafirði
tykist vera soleiðis, at um
góðir spælarar skulu hugsa
um at royna seg í 1. deild,
so skulu teir flyta í onnur
feløg, og tí ber væl til at
ímynda sær, at Hanus og
kanska onkur annar fer at
gera, sum Bartal Eliasen og
Bárður á Lakjuni og aðrir,
sum hava leitað aðra staðni
hava gjørt.
KÍ hevði sunnudagin
eina manning, sum ivaleyst
hevði vunnið fleiri dystir í
1. deild. Á miðvøllinum
vóru Erling Fles, Allan
Joensen og Símun Joensen,
sum væl og virðiliga settu
seg á mótstøðumiðvøllin,
og teir vóru við í trimum av
fýra málum.
Erling Fles setti hol á í
19. minutti. Finn Baldvins-
son
sendi
fríspark
í
brotsteigin, Símun Joensen
var hægstur og stútaði upp
á tvørs til Erling, sum lyfti
upp um Rúna Joensen, ið
kendi seg noyddan at leypa
eitt sindur út úr ÍF málin-
um.
Olgar Danielsen økti til
2–0 eftir 32 minuttir. ÍF
hevði akkurát havt teirra
bestu fimm minuttir, tá KÍ
veteranurin gjørdist einsa-
mallur við ÍF málverjanum.
Fuglfirðingar vildu vera
við, at talan var um rang-
støðu,
men
tað
hildu
dómari og linjuverji ikki,
og Olgar var tryggur, tá
hann setti millum beinini á
málverjanum.
Eftir ein tíma økti Allan
Joensen til 3–0 við frágera
góðum frísparksmáli úr 28
metrum. Símun Joensen
varð feldur í gjøgnumbroti,
og Allan Joensen sendi
omanfyri manngarðin og
upp í hornið.
Sera arbeiðssami Erling
Fles økti til 4–0, tá tað
restaðu fimm minuttir. ÍF
álop varð steðgað á egnari
helvt, og eftir kontra varð
Erling púra leysur í vinstru.
Sera hegnisliga lyfti hann
upp um ÍF málverjan.
ÍF minkaði um munin,
men eftir síðsta bríksl er
veruleikin, at ÍF trý umfør
undan kappingarenda er
nærri endaumfari at sleppa
undan niðurflyting, enn teir
eru endaumfari um upp-
flyting.
Dysturin í tølum
KÍ-ÍF 4-1 (2-0)
1-0: Erling Fles
2-0: Olgar Danielsen
3-0: Allan Joensen
4-0: Erling Fles
4-1: Hanus Eliasen
Støðan, 2. deild mennvunnin tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1
FS V
15
11- 3 - 1
46
9
37
36
2
B36
15
6 - 5 - 4
26
26
0
23
3
KÍ
15
6 - 4 - 5
25
23
2
22
4
Sumba 15
6 - 3 - 6
21
27
-6
21
5
B71
15
5 - 4 - 6
25
18
7
19
6
NSÍ
15
6 - 1 - 8
15
28
-13
19
7
VB
15
6 - 1 - 8
19
39
-20
19
8
ÍF
15
5 - 3 - 7
32
33
-1
18
9
LÍF
15
5 - 3 - 7
24
25
-1
18
10 HB
15
4 - 3 - 8
24
29
-5
15
Máltindurin:
Clayton Soares
FSV
10
Olgar Danielsen
KÍ
10
Eirikur Joensen
Sumba
10
Jónsvein Thomsen
B71
9
Birgir Jørgensen
VB
9
Heini Heinason
ÍF
8
Tórálvur Poulsen
B36
7
Bjarni Prior
FSV
7
Petur Sjúrðarberg
LÍF
7
Jens Erik Rasmussen
FSV
6
Kristian í Vági
LÍF
6
Høgni á Lakjuni
ÍF
5
Rúni Petersen
ÍF
5
Carl Høgnesen
B36
4
Eyðun Højgaard
B36
4
Eli Hentze
B71
4
Ib Mohr Olsen
B71
4
John Johansen
FSV
4
Danny Rasmussen
HB
4
Gunnar Mohr
HB
4
Rókur á Fløtum Jespersen
HB
4
Hanus Eliasen
ÍF
4
Erling Fles
KÍ
4
Mortan Hansen
NSÍ
4
Góður GM-
skalpur
Nýklaktu OL - telvararnir Hans Kristian Simonsen og
Martin Poulsen eru farnir eina talvferð, og fyrsta
kapppingin varð í Barcelona. Báðir eru teir við í
oddinum, og hava telvað ómetaliga væl. Eisini hava
báðir vunna á sama stórmeistara, og talvið hesa
vikuna er GM-skalpurin hjá Martini.
Seinasta umfar verður telvað í skrivandi løtu, sum
merkir at frágreiðing frá kappingini verður í
mikudagsblaðnum.
GM Viktor Moskalenko (2513) – Martin Poulsen (2160)
Sants Op 2002
1.d4 d5 2.c4 c6 3.Rif3 Rif6 4.Ric3 dxc4 5.a4 Bf5
6.Rih4 e6 7.Rixf5 exf5 8.e3 Bd6 9.Bxc4 0-0 10.h3
Ribd7 11.g4 (stórmeistarin ætlar sær at hvøkka
Martin við hesum álopsleiki, men Martin heldur
høvdið kalt) 11...fxg4 12.hxg4 Fa5 13.Bd2 Bb4 14.f4
Rfe8 15.Ff3? [15.g5 Rid5 16.Fc2 gevur hvítum
lítlan fyrimun] 15...Rad8? [15...Rxe3+! 16.Bxe3
Bxc3+ er áhugavert, og gevur Martini fyrimun]
16.g5 Rid5 17.Kf2 Bxc3 18.bxc3 Rixc3 19.Rxh7
Rie4+ [19...Kxh7?? 20.Fh5+ Kg8 21.Fxf7+ Kh8
22.Rh1#] 20.Kg1 Ff5 21.Rh2 Rixd2 22.Fh5 Kf8
23.Rxd2 Rxe3 24.Fh8+ Ke7 25.Fh4 Rif8 (Martin
hevur kláran fyrimun, og respektin fyri stórmeist-
aranum er tíbetur ikki somikið stór, at hann blakar
hesa vinnandi støðu frá sær) 26.Re1 Rxe1+
27.Fxe1+ Ne6 28.Bxe6 fxe6 29.Fe3 Rh8 30.Kg2 Fb1
31.Fg1 Fe4+ 32.Kg3 Rh1 33.Ff2 Fh7 34.Fg2 Fh4+
35.Kf3
Rh3+ 36.Ke4 Fe1+ og ukrainski stórmeistarin legði
kongin vegna 37.Re2(Fe2)Fb1+38.Rc2 Rc3 0-1
KÍ–ÍF 4–1 (2–0):
Fuglfirðingar
eru illa sperdir
NSÍ-B71 2-1 (1-1):
Týdningarmikil stig til NSÍ
25
24
Nr. 172 - 10. september 2002
FSV-LÍF 1-0 (0-0):
Albert og FSV eru har teir halda seg hoyra heima
Endabresturin í
heimadystinum, har
uppflytingin varð
staðfest, var ikki ser-
liga hugaligur
2. DEILD
Jóannes Hansen
FS Vágar verður í bestu
deildini komandi ár. Tað
varð staðfest, tá teir sunnu-
dagin á Valloyruni í Sanda-
vági vunnu 1–0 á LÍF. Og
tað varð eisini staðfest, at
tað verður venjarin í ár, Al-
bert Ellefsen, sum fer at
hava ábyrgdina, tá FSV fer
at royna at koma har, sum
teir halda seg hava tilfar til
at vera. Tað er millum
fimm, seks tey bestu í 1.
deild.
Tað verður arbeitt við at
styrkja um liðið við spælar-
um aðra staðni frá. Enn er
einki avgjørt, men tað hev-
ur verið nevnt meiri enn
eina ferð, at Tór–Ingar Aks-
elsen aftur skal spæla við
FSV, eftir at hann í ár hevur
verið í HB.
Dysturin, har uppflyting-
in varð tryggjað, var ikki
serliga áhugaverdur. Leir-
víkingar, sum eru illa
sperdir í hinum endanum
av 2. deild, vóru komnir
vestur eftir javnleikinum,
og tað var um reppið, at tað
eydnaðist. LÍF var í 3–6–1
uppstilling
við
Peturi
Sjúrðaberg einsamøllum á
toppinum. Setningurin var
at taka ferðina úr spæli-
num, og tað eydnaðist væl.
FSV hevði bóltin meiri, og
teir høvdu møguleikar.
Serliga vandamiklir vóru
teir í deyðbóltsstøðum. Tá
tað restaðu tíggju minuttir
fingu teir eitt mál kolldømt
fyri rangstøðu, og LÍF
bjargaði eina ferð í 2. hálv-
leiki á strikuni. Eftir horna
smekkaði Jens Erik Ras-
mussen flatt framvið Karst-
ini Joensen í LÍF málinum,
men Tórhallur Justinussen
bjargaði á strikuni.
Tá tað restaðu seks min-
uttir av vanligu leiktíðini
varð pólverski Marek, sum
er komin úr GÍ og til LíF,
rikin av vøllinum, tí hann
hevði fingið tvey gul kort.
Tveir minuttir seinni ruku
veteranarnir Terji Lervig
hjá LÍF og Albert Ari
Thomassen hjá FSV sama
veg, eftir at teir høvdu
heilsað uppá hvønn annan.
Og tá tríggir av teimum
fimm minuttunum, sum
vóru lagdir afturat, vóru
farnir,
dømdi
dómarin
brotsspark til FSV. LÍF
spælararnir vóru í øðini.
Teir hildu ikki, at dómarin
átti at havt dømt brotsspark,
tá ein av teirra afturi ímóti
baklinjuni uttarlaga í brots-
teiginum í vinstru fekk
bóltin í hondina. Teir í Leir-
vík hildu, at flestu dómarar
ikki høvdu mett, at einsa-
malli maðurin spældi bóltin
við hondini, men heldur at
bólturin støkk í armin.
Í allari øsingini sá Bárður
Heinason reytt, tí hann
hevði hevnt seg. Jens Erik
Rasmussen umsetti úr elli-
vu metrum, FSV hevur
tryggjað sær pláss í 1. deild,
og LíF skal í trimum teim-
um
síðstu
umførunum
stríðast fyri at sleppa undan
niðurflyting.
LÍF er triði niðast. Teir
hava sama stigatal sum ÍF,
og teir hava verri málmun.
Men leirvíkingar eru oman-
fyri fuglfirðingar, tí teir
hava betri innanhýsis úrslit.
Dysturin í Fuglafirði end-
aði 1–1, meðan LÍF vann
heimadystin ímóti íF 3–0.
Dysturin í tølum
FSV-LÍF 10 (0-0)
1-0: Jens Erik Rasmussen
(br.)
HB-B36 4-4 (2-3):
Hvørki flutti seg
Havnarliðini býttu
stigini í Gundadali,
og hvørki teirra flutti
seg nakran veg á
stigatalvuni, har tey
stríðast í hvør sínum
enda
2. DEILD
Jákup Mørk
Nú bert trý umfør eru eftir
at kappingarárinum í aðru
deild, er av álvara farið at
stramma hjá HB. Næst
bestu menninir hjá teimum
reyð/svørtu eru at finna á
botnsessinum í aðru deild,
og tað er sjálvsagt ikki nak-
að serligt, um menninir á
besta liðnum komandi ár
skulu leita niður í triðju
deild eftir eykaleikarum.
Serstakliga ikki nú tað er
staðfest, at argjamenn fara
at hava lið í aðru deild
komandi kappingarár.
Sunnudagin var granna-
uppgerð í Gundadali, og
eydnaðist tað HB at fáa eitt
kærkomið stig, men í saml-
aða roknskapinum bøtti
hetta lítið, tá allir kapping-
arneytarnir
samstundis
vunnu sínar dystir.
Fyrstu løtuna sá annars út
til, at tað skuldi verða HB,
sum fór avstað við øllum
stigunum, tá fyrst Bjarni
Jørgensen og síðani Bern-
hard Petersen sendu bóltiní
B36-meskarnar.
B36’arnir vóru tó skjótir
at svara aftur. Við tveimum
málum frá Tórálvi Poulsen
og einum frá Ragnari Poul-
sen fingu teir vent støðuni,
soleiðis at tað var B36, sum
var á odda, tá farið varð til
hálvleik.
Í seinna hálvleiki helt
javna dystargongdin fram.
HB hevur nú í seinastuni
roynt at fingið fleiri av
gomlu fyrsta liðs kempun-
um at taka eitt tak við á
næst besta liðnum, og tað
var eisini ein av hesum, sum
javnaði, tá Rói Árting skeyt
sætta málið í dystinum,
men nakað seinni var Ragn-
ar Poulsen aftur upp á spæl.
HB fekk tó bjargað øðr-
um stiginum, og aftur var
tað ein av veteranunum,
hesaferð Gunnar Mohr,
sum fekk seinasta orðið í
dystinum.
Eitt kærkomið stig til
HB, men sum sagt, so var
gleðin um hetta stokkut, nú
øll hini botnliðini vunnu
sínar dystir, so nú er av álv-
ara farið at stramma hjá
HB.
B36 misti hinvegin ein
møguleika at skræða seg
leysan í stríðnum um silv-
urmerkini, men teir halda
tó framvegis kósini.
HB-B36 4-4 (2-3)
1-0: Bjarni Jørgensen
2-0: Bernhard Petersen
2-1: Tórálvur Poulsen
2-2: Tórálvur Poulsen
2-3: Ragnar Poulsen
3-3: Rói Árting
3-4: Ragnar Poulsen
4-4: Gunnar Mohr
VB-Sumba 2-0 (1-0):
Vágbingar tykjast tryggir
Bæði ÍF og LÍF vórðu
løgd afturum um
vikuskiftið, og í øllum
førum skal vilja heilt
illa til, um vágbingar
skulu flyta beinleiðis
niður í triðju deild
2. DEILD
Jákup Mørk
Stóran part av árinum tókt-
ist tað so, at vágbingar bert
skuldu fáa hetta eina árið í
aðru deild. Liðið, sum í fjør
var sannførandi í trið bestu
deildini, hevði meira enn
trupult við at fáa stig til
høldar, og í fleiri førum var
talan um rættiliga greiðar
ósigrar.
Síðani summarsteðgin er
tó vend komin í. Vágbingar
hava spakuliga otað seg
longur og longur upp á
talvuni, og sunnudagin
gjørdu teir aftur eitt lop, tá
Sumba var á vitjan í
grannauppgerðini.
Sumbingar hava í sínum
lagi stríðst fyri rættingum
at spæla upp- og niðurflyt-
ingardyst móti næst niðasta
liðnum í fyrstu deild, men
hendan sannroynd tóktist tó
ikki at nerva vágbingarnar
nakað serligt. Longu tíðliga
í dystinum komu teir á
odda, tá altíð vandamikli
Birgir Jørgensen sýndi væl-
kenda máltevið, og so ráddi
fyri tað mesta um at halda
fast hjá heimaliðnum.
Eini grannauppgerð so
líkt, so var talan til tíðir um
hart spæl frá báðum síðum,
og í seinna hálvleiki gav
hetta eisini úrslit í, at vág-
bingar mistu ein mann.
Beint eftir útvísingina fekk
væl stríðandi heimaliðið tó
enn betri fortreytir fyri
sigrinum, tá Niklas Ludvig
nakað uttanfyri brotsteigin
smekkaði fríspark beinleið-
is í málið. Hetta tók mest
sum luftina úr sumbingun-
um, og tó at teir móti dyst-
arenda royndu at leggja
trýst á, so komu ikki fleiri
mál.
Við sigrinum slapp VB
sær upp um bæði LÍF og ÍF
á stigatalvuni, og nú er av
álvara farið at ljósna fyri
framtíðini
hjá
liðnum.
Komandi vikuskifti skulu
teir spæla móti júst ÍF, og tó
at talan verður um eina
trupla uppgávu, so fer tosið
helst at snúgva seg um
heiðursmerki, heldur enn
niðurflyting, um so er, at
trý stig eisini spyrjast burt-
ur úr teirri uppgerðini.
Dysturin í tølum
VB-Sumba 2-0 (1-0)
1-0: Birgir Jørgensen
2-0: Niklas Ludvig
Tað gekk hart fyri seg, tá
vágamenn tryggjaðu sær
matematisku vissuna fyri
fyrstudeildarfótbólti, og millum
annað vórðu fýra leikarar riknir av
vøllinum
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
24