hósdagur 17. februar 1983síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—|—
Nr. 20 — 17. februar 1983
tíðindablaðið
Atli Dam, formaður Javnaðarfloksins:
Ikki neyðugt at av-
marka endurgjaldið
til lontakarar í løtuni
Skal endurgjaldið fyri prisvøkstur hava sama lutfall sum
í 1975, skal tað vera um 1,50 kr. Tað er 60 oyru
Feroyski løntakarin
verdur 6000 kr. fåtækari,
um legtingið samtykkir
uppskotið hjá landsstýr-
inum um at nullstilla prís-
talið.
Hetta varð upplýst
undir fyrstu viðgerð av
uppskotinum í gjár. Ein
samlað andsteða gekk
ímóti uppskotinum,
meðan onkur einstakur
samgongutingmaður vísti
á, at tað er neyðugt at
tálma brúkið.
Andsteðan fanst at, at
ongar veruligar grundgev-
ingar eru fyri at nullstilla
prístalið. 1 viðmerking-
unum til uppskotið sigur
landsstýrið, at einast,
prístalið varð sett niður á
100, var tað komið upp á
140. Tí heldur landsstýrð,
at tað er rætt at gera tað
nú, tá tað aftur er komið
upp á 140.
Andsteðan vísti á, at tá
var talan um eina fíggjar-
liga og vinnuliga kreppu.
Eisini vístu andsteðuting-
menn á, at skal fult endur-
gjald veitast við sama lut-
fallið sum í 1975, tá prís-
talsútrokningin varð
broytt, skal hver dýrtíðar-
viðbót vera 1,50 kr. Idag
er hon 60 oyru.
Hægri endurgjald
Atli Dam, ur Javnadar-
flokkinum, segði, at tað i
løtuni ikki er tervur á at
avmarka endurgjaldið til
lentakerarnar. Hann helt
tað tí vera beint at ganga
fakfeløgunum á meti og
broyta endurgjaldið,
soleiðis at lentakarnir fáa
eina hægri viðbót.
Formaður Javnaðar-
floksins vísti á, at undan-
farna samgonga broytti
eisini prístalið og tók
burtur úr útrokningar-
grundarlagnum.
— Men vit skuu minn-
ast til, at tað var neyðugt
at útvega pening ti! vinn-
una og at tálma prís-
gongdini. Vit viðurkendu,
at tað var ein hørd skerj-
ing, men hon var neyðug í
krepputiltøkunum, meðan
henda broytingin ikki
lið í krepputiltaki, segði
Atli Dam.
Hann segði, at hann
hevur einki ímóti at seta
prístalið til 100, men upp-
lýsti, at Javnaðarflokk-
urin fer at skjóta upp eitt
hægri tal, sum veitir betri
endurgjald.
Luktar av Hilmari
— Pakkin legði eftir
minna manninum, segði
Adolf Hansen. Hann vildi
vera við, at landsstýrið
valla veit, hvat tað gera.
Framsegumaður Fram-
burðs- og Fiskivinnufloks-
ins vísti á, at verkafólk og
útróðrarmenn eru um at
doyggja í hungri, tí einki
er komið á land hetta sein-
asta hálva árið.
Nú tá strammar at,
broyta vit prístalið. Men
hvat missir ein arbeiðs-
maður. Tit hava ikki spurt
teir sakkønu. Hetta kostar
arbeiðsmanninum 6000
kr. um árið.
— Eg lukti, at Hilmar
Kass hevur verið við í
spælinum, tí minni mað-
urin skal niðureftir.
Adolf Hansen segði, at
gongdin hjá hesi sam-
gonguni var at halda
arbeiðsmannin og fiski-
mannin niðri.
Einki endurgjald
Karin Kjølbro, ur
Tjóðveldisflokkinum, visti
å, at bert ein, sum fær 20
kr. ella minni um timan,
fær fult endurgjald fyri
prishækkingarnar nu.
(Tå pristalsskipanin
varð broytt í 1975 varð
endurgjaldið sett til eitt
prosent av tímalenini,
sum tå var 20 kr. Eitt
prosent svaraði til 20
oyru. Men áðrenn ein
viðbót varð útloyst, skuldi
hækkingin verða trý stig,
ella 60 oyru, blaðm.).
Karin Kjølbro visti å,at í
dag er timalønin 52 kr.,
men viðbótin hin sama, og
at nú skulu sterri hækk-
avirka
ingar til fyri at
pristalid
Hon samanber eisini
broytingina i 1980 og nu.
Hon segði, at nú verður
einki endurgjald latið,
meðan endurgjald varð
latið tá við hækkaðum
barnafrádrátti, eykaskatti
á háinntekurnar og setan
av einum þprísansara
afturat.
Karin Kjelbro upplýsti,
at prístalsgrundarlagið
byggir á brúkið hjá einum
húski. Henda kanningin
varð gjørd í 1971. Síðan er
nógv broytt. Hon spurdi
tí, um landsstýrið ætlar at
broyta grundarlagið.
Kappingarferi
Hilmar Kass, úr Sjálv-
stýrisflokkinum, upplýsti,
at varð pristalsskipanin
ikki broytt í 1975 og í
1980 hevdu lenirnar verið
tvífalt so stórar í dag sum
tær eru.
Hann vísti á, at vit
royna at byggja ein ídna
upp. men at tað er ikki
lætt at gerast kappingar-
ferir, um lenirnar alsamt
skulu hækka.
Hilmar Kass segði,
at nógv síggja tað skeiva í
tí fíggjarligu gongdini.
Hann segði, at vit brúka
meira til nýtslu enn vit
útflyta. Hann roknaði ikki
við. at eftirkomararnir
fara at bera teimum, sum í
dag skipa fyri, eina tekk,
um henda gongdin heldur
fram.
Tikið 9000 kr.
Jóannes Dalsgaard, úr
Javnaðarflonkinum, visti
á, at hetta er aðru ferð, at
borgarliga samgongan
grípur inn í viðurskiftini
hjá lentakarunum.
Fyrruferð var í 1981, tá
landsstýrissamgongan
samtykti inntekulógir.
Hann segði, at inntokulóg-
irnar í hvussu er kostaði
hverjum húski 3000 kr.
- So nú hevur borgar-
liga samgongan tikið 9000
kr. frá tí feroyska løntak
aranum,
Dalsgaard
segði Jóannes
Hann saknaði eina veru-
liga frágreiðing um enda-
málið við prístalsbroyt-
ingini. Tí, sum hann segði,
broytingin rakar serliga
tey við minna brúkinum.
Hann spurdi, um broyt-
ingin tálmar brúkið, og
um brúkið hjá arbeiðsfólki
hevur nakra ávirkan á inn-
flutningin.
Jóannes Dalsgaard
segði, at legtingið átti at
farið aftur til 1975, og
broytt prístalið við sama
lutfalli sum tá, soleðis at
hvert stigið gav 50 oyru í
dag. (Og hver viðbótin
1,50 kr.).
Atkvøddi imoti
Vilhelm Johannesen, úr
Javnadarflokkinum, upp-
lýsti, at i 1980 hevði fólkið
ein reallønarvøkstur upp á
eini 7 pst. Í dag er talan
um eitt reallønarfall upp á
eini fýra pst.
Hann metti tí ikki, at
lógin um vinningssteðg
hevur virkað.
Annars vísti Vilhelm
Johannesen á, at í 1980
var vinnan í eini fíggjar-
ligari kreppu. Av fíggjar-
ætlanini fóru 200 mill. kr.
til fiskivinnuna. Tað svar-
aði tá til 30 pst.
— Men tá atkveddi nú-
verandi samgonga ímóti
at broyta prístalið. Men
nú, tá fiskivinnan bara fær
20 pst. av fíggjarætlanini,
vilja teir stilla prístalið til
100. Onkur frágreiðing má
til, hví prístalið skal still-
ast til 100, segði Vilhelm
Johannesen.
Hilmar Kass: — Í 1980
hevdu vit tikið undir, um
tað varð gjørt á einum
breiðari grundarlagi við
einum vinnusteðgi, so er
tað tað sama sum at seta
prístalið úr gildi.
Vilhelm Johannesen: —
Hilmar Kass fekk vinn-
ingssteðgin, men hann
hevur ikki virkað, so tað er
ein vánalig grundgeving.
Eftir viðgerðina varð
uppskotið beint í fíggjar-
vndina.
jo-mo
Saltsølan á Drelnest:
Klárt at doma
men royna at
semjast
Enn er ikki avgjørt, um
Feroya rættur skal
dema um, hver eigur
ognina á Drelnesi, har
saltsiloin stendur.
Málið er annars klárt
at taka upp til dóms.
Men dómarin hevur
biðið partarnar, P/f
Saltseluna á Drelnesi
og Tveroyrar komm-
unu, um at royna at
samráða seg fram til
eina loysn innan annað
ting í mars, tá rætturin
aftur skal viðgera
málið.
Málið er um ognina
matr. nr. 9 á Drelnesi,
3.717 m?. Við matrikul-
eringina i 1974 kom
Tvøroyrar kommuna at
standa sum ånari. Men
P/f Saltsølan å Drelnesi
hevur skeytið uppá
ognina, sigur sakfer-
arin hjá Saltseluni,
Leif Waagstein. Hann
sigur, at sjálvandi
eigur Saltselan ognina
Kommunan hevur
ongantíð átt hana.
Kommunan vísir á,
at P/f Saltselan á Drel-
nesi gjørdi ikki vart við
hetta, áðrenn fimm ára
freistin at kæra við-
víkjandi = matrikuler-
ingini í 1974 var úti
Í sambandi við tær
royndir, nu veråa
gjørdar at finna eina
semju, verður málið
meguliga lagt fyri
Landsstýrið.
hd
Ikki ætlanin
at illgita
Fiskavirkið i Gøtu
»Hastverk er last-
verk«. Hesi orðini man
mangur hava ásannað
og ikki minst vit blað-
menn, ið dagliga kapp-
ast við tíðina: at fáa til-
far liðugt til ávísina.
Hetta hendi í Sosi-
alinum týsdagin 15.
februar. Undir yvir-
skriftini á forsíðuni
»Donsk fyritøka selur
føroyskan — gren-
lendskan og canadisk-
an saltfisk undir
FAROE FISH merki«
hava vit skrivad, at før-
oysk selufeleg selja
saltfisk til donsku
fyritøkuna DAN-Cod,
sum so blandar før-
oyskan og annan fisk
saman og selur alt
hetta sum feroyskan
fisk. Urslitið av hesum
er so, at hetta er við at
minka um umdømi av
føroyskum dygdar
fiskavørum, og har-
aftrat eru'hesar biligu
vørurnar vid at ut
konkurera annan før-
oyskan salttisk, sum
føroysk virki selja til
Sudureuropa. Hetta er
rætt.
Men i greinini hava
vit brukt eina mynd
fyri at visa lesarunum,
hvussu ein erskja vid
saltfiski verdur merkt
FAROE FISH. Nu er
tað so, at tað I
erskju stendur, at fisk-
urin er frå Fiskavirk-
inum i Gøtu
I 14. September tys-
dagin ger Oddfríður
Gregersen stjóri á
Fiskavirkinum í getu,
vart við, at teir selja
ikki til DAN-Cod, og
heldur at Sosialurin við
hesi myndini ynskir at
illgita Fiskavirkið
Undirritaði blaðmaður
skal her koma við eini
umbering fyri ósketni
mítt, tí ætlanin var ikki
at skaða Fiskavirkið
ella koma við illgiting-
um. Endamálið við at
nýta hesa mynd var
bert at vísa lesaranum,
hvussu foroyskur
fiskur verður pakkaður
og merktur við
FAROE FISH-navn-
inum. Ég dugi væl at
síggja. at við at brúka
hesa kann
tað tykjast sum ein ill
giting av Fiskavirk
inum í Getu. So til
Oddfríð og hini á virk
inum, hetta var eitt
mistak, sum kann
koma fyri hjá ellum
blaðmonnum. ið ikki
altíð hava tær bestu
stundirnar at
arbeiði liðugt til ásettu
tíð.
myndina,
gera
Jan Miller. blaðmaður