hósdagur 24. februar 1983síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
5
tíðindablaðið
Utgevari: p/f sosíaturin
Postsmoga 76.
3800 Argir,
telefon 11820
,
Fyritaksstjåri og bjaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miiller
Lýsingar: Árni Joensen
Uppseting : p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Hin best kvalifiseraði
oddagrein
SJÓNVARPSSTJÓRIN er settur,
og harvið verður tað. Soleiðis
sigur Torbjørn Poulsen, lands-
stýrismaður, við eitt føroyskt blað
í samband við setanina av sjón-
varpsstjóra, og sum sína einastu
viðmerking til tey mótmæli sum
inn eru komin.
OG MÓTMÆLINI, sum landsstýr-
ismaðurin soleiðis skúgvar til viks,
eru frå Føroya Blaðmannafelag og
meirilutanum í sjónvarpsnevndini.
Blaðmannafelagið mótmælir, at
setti stjórin hvorki hevur journa-
listiska útbúgving ella royndir á
økinum. Meirilutin í sjónvarps-
nevndini mótmælir, ti hann metir,
at landsstýrið hevur skúgvað
vanligu mannagongdini um setan
av fólki í almenn leidarastørv til
viks.
DRÚGV TÍÐ skuldi ganga, til hetta
nógv umtalaða starv varð sett.
Men nú hevur okkara »kulturella
orakul« tala. Og tala hansara var
bæði stutt og greið: Sjónvarps-
stjórin er settur, og harvið verður
tað. Nei, orsaka, nú mundu vit
gjørt landsstýrismanninum órætt.
Hann hevði eisini eitt annað argu-
ment. Tað var, at maðurin, sum
landsstýrið nú hevur sett, var HIN
BEST KVALIFISERAÐI.
TIL HETTA seinasta hevur lands-
stýrismaðurin møguliga rætt í, um
gingið verður beinleiðis eftir lýs-
ingini um hetta starv. Har var
nevniliga ikki grett eitt einasta orð
um kvalifikatiónir ella hvat
maðurin skuldi gera. Men tað var
helst ikki av tilvild. Tí ætlanin var
alla tíðina, at alt hetta hevði minni
at siga.á
SUM VIT gittu fyri umleið hálvum
ári síðani, var hetta sjálvstýrisins
partur av tríparts-rossahandlinum
millum landsstýrisflokkarnar.
(Fólkaflokkurin fekk skúlastjóran í
Eysturoynni. Sambandsflokkurin
varaskúlastjóran á Tvøroyri og so
skuldi Sjålvstyrisflokkurin sjálv-
andi eisini hava sín part). Og
hesum hevur nú alt Føroya fólk
fingið prógv fyri.
HETTA VAR tann beinleiðis
politiska rossahandilssíðan av
sakini. Hin síðan er, at hvorki
mentamálaráðharrin — ella lands-
stýrið sum heild — nakrantíð
hevur meint eitt einasta orð við
føgru lyfti 5ini um hitt almenna
føroyska sjónvarpið. Við piratsjón-
varpi Føroya henda bert tvær
broytingar. Og tær eru: Formað-
urin eitur ikki longur formaður. Nú
eitur hann fyristødumadur. Og
hereftir kann sama sjónvarp lívga
sær undir veingjaskjóli Torbirna
Poulsen.
AT FØROYINGURIN er tolin, er
einki at ivast í. Og at tolin trivst, er
líka satt. Men einaferð er tolið
uppi hjá teimum flestu. Hvussu
leingi heldur landsstýrið, at tað fer
at bera til at halda tað fólk, sum í
hesum landi býr, fyri tað turra
spott? At borðreiða við einari
skomm fyri og aðrari eftir er teirra
politikkur. Demokratisk rættindi
verða skúgvað til viks. Neyndar-
meirilutar verða kveistraðir burtur.
Og alt hetta bert fyri at tryggja
sínum egnu vinum og kenningum
ein lýggjan almennan sess.
ILT EYGA vil einki gott sjá, verður
sagt. Og tað skuldi ikki undra, um
onkur tók hesar reglur sum
persónligt álop á hann, sum er
settur. So er ikki. Hann hevur
sama rætt at søkja starv sum øll
onnur. Hansara er ikki skommin.
Men skommin og skaðin liggur úti
í landsstýrinum. Og hendan er ikki
teirra fyrsta — og valla hin sein-
asta. Fulla heiðurin fyri skommini
eigur Torbjørn Poulsen, umboð
fyri Sjálvstýrisflokkin — á manna
munni eisini róptur »finiflokkur«.
Hvar er nú øll mentanin, hésin
flokkur hevur sagt seg umboðað.
Er tað føroysk mentan at sýna eitt
so ódemokratiskt, ófgroyskt og
ófantaligt sinnalag, harra Torbjørn
Poulsen?
P. S. NU VERDUR spennandi at
vita, hvør verdur settur sum tekn-
iskur stjóri í Almenna Føroyska
Pirat Sjónvarpinum. Vit hava gitt
fyrr og véru ógvuliga beinraknir.
Vit loyva okkum enn einaferð at
gita. Hvor veit, um hetta starv ikki
skal bíða, til mentamálaráðharrin
sjálvur hevur fingið nógmikið
burturúr landsstýrisstarvinum?
Ein og hver kann sekja!!!
Nr. 23 — 24. februar 1983
Vit mugu taka rokan av
teimum høgu lønunum
Stundum hoyrist, at javn
adarpolitikkur hevur nått
sitt mål: at nu er henda
hugsjón framd, nú er
komið nóg langt á javn-
aðarleið, og at henda rersl-
an ongan gerning hevur í
samfelagnum í dag.
Tí at samfelagið er nú
broytt soleiðis, at oll fólk í
landinum hava somu rætt
indi. Hetta er partvís
rætt, oll fáa lækna, skúla,
og tey gomlu hava mun-
andi tryggari aldurdóm,
o.s.frv.
Men kortini eru vit ikki
komin á mál, og tað koma
vit neyvan nakrantíð. Tað
verður altíð brúk fyri
einum sterkum javnaðar-
flokki í hesum samfelag.
Tað veðrur ongantíð so
leiðis, at tað ikki verður
nógv. ið javnaðarflokk-
urin má taka sær av í
hesum landi, og fari eg at
draga nakrar tankar fram.
Nú er tað soleiðis. at ein
borgarligur meirluti er á
Føroya Legtingi, og hóast
tað verða gjerdar aðrar
samgongur, har javnaðar-
flokkurin er umboðaður,
so má altíð ein partur av
teimum borgarligu vera
við. Tað verður tí ógvuliga
avmarkað av javnaðar-
politikki, ið kann fremj-
ast.
Tað er soleiðis í einum
livandi samfelag, at
tørvur gerst fyri at seta
inntekulógir í verk til
landskassan. Hesum
slepst ikki undan hjá
nøkrum stýri.
Stutt áður enn sam-
gongan slitnaði seinast,
var fiskivinnan í trong-
steðu yvirhevur. Tí vóru
vit noyddir at fremja
rættuliga umfatandi inn-
tøkulogir, fyri at kunna
stuðla vinnuni munandi,
soleiðis sum øll kenna.
Tá lørdu vit umframt
toll eisii eykaskatt á tær
høgu lenirnar, fyri at tær
lágu inntekurnar ikki
skuldu verða so meint
raktar.
Vert er at sláa fast, at
hetta varð gjørt av ti at
javnaðarflokkurin var við
ta.
Stutt eftir at henda
samgongan varð skipað,
framdu inntekulógir
til landskassan við toll-
hækkingum.
Hetta skuldi vera fyri at
fáa goldið undirskotið av
tveimum fíggjarlógum,
vit royndu at vísa á tað
óneyðuga í hesum.
Javnaðarflokkurin royn-
di at vísa á, at man heldur
átti at royna at taka rokan
oman av teimum høgu len-
unum við eykaskatti á
hesar, men alt til fánýtis.
Her skuldi hin ríki eir-
ast, meðan hin við lægri
innteku skuldi fáa enn
meiri sviða.
Komið er undan kavi, at
í tí stóra posanum, sum
hevur ligið undir borð-
inum hjá løgmanni úti í
Tinganesi, eru fleiri inn-
tekulógaruppskot, ið
skulu setast í verk fyri at
fáa pening til landskass-
an.
Harafturat verður
boðað frá, at prístalið
skal førkast aftur á hundr-
að, eins og vit vóru
tvungnir til undir hini
samgonguni.
Tað er soleiðis, at tað er
ein rættuliga stórur lenar-
munur í dag, og hesin
munur bert økist. Imillum
annað av tí, at tær inn-
tekulógir, ið gjørder hava
verið av hesari sam-
politisk
viðmerk-
ing
gonguni, í flestu førum
venda tunga endan niður
eftir. Tað vil siga, at tey
við teimum lágu inntek-
unum bera tyngstu byrð-
arnar í dag. Hetta er
ongum líkt.
Lat okkum taka ein
mann við 80.000 kr. í inn-
toku, tí tey eru mong ið
noyðast at klára seg við
tað í dag. Hesin hevur
helst 25—30 túsund krón-
ir í skatti. Eftir eru ímill-
um 50—55 túsund at liva
fyri, meðan hin, ið tjenar
100.000 kr., altíð hevur
200.000 eftir at liva fyri
Harafturat er vert at
minna á, at reallønin er
munandi fallin hesi bæði
seinastu árini, so hin við
teimum 55.000 kr. í veru-
leikanum hevur munandi
minni enn 55.000 kr. í mun
til undan farin ár.
Hvussu tær inntekulóg-
ir, ið sitandi samgonga nú
vil seta í verk, fara at
síggja út, vita bert sam-
gongumenn.
Men eg beri í hvussu er
ótta fyri, at tær hægru
inntekurnar eru neyvan
tær, ið fáa tyngstu byrð-
arnar at bera undir hesum
stýrinum.
Aftur hesaferð ferð
javnaðarflokkurin at
royna at virka fyri, at
rokin verður tikin oman
av teimum hegu lenunum
í hesum samfelag.
Hetta er alneyðugt at
gera í dag.
Jergen Thomsen
Opið bræv til Eilif Samuels
en, landsstýrismann:
Bygging av vinnuskúlum
Aftaná drúgva telving
kom tað endiliga so langt,
at legtingið í mars 1981
beinleiðis álegði okkum at
byggja handilsskúla á
Kambsdali.
Tann bygningur, sum
handilsskúlin letur byggja
í Havn, varð í sínari tíð
nógv skerdur av donsku
myndugleikunum við tað,
at vit tengdu skúlarnar á
Kambsdali og í Havn
saman. Tað vil við eðrum
orðum siga, at skúlin í
Havn ikki kemur at virka,
sum hann eigur, uttan so
at Kambsdalur kemur við
eisini. Tá farið er undir
henda, fara vit at biðja um
tann triðja í reðini og
vóna, at hetta eins og
projektið á Kambsdali
kann fremjast í samvinnu
við aðrar skúlaformar av
praktiskum og búskapar-
sparsemis orsekum.
Soleiðis sum fíggjarligu
viðurskiftini eru lagað,
vinnur samfelagið hópin
av peningi við at lata
hesar skúlar gera — eisini
um landskassin skal lata
ein part. Ivi um rættleikan
i at fremja hesi mål kann
ti bert hava politisk/mor-
alskar orsøkir.
Sum landsstyrismadur i
skúlamálum hevur tú ferð
eftir ferð tengt skularnar í
Havn og á Kambsdali
saman, sum beint er.
Eisini hevur tú fleiri ferðir
sagt teg vilja fremja bygg-
ingina á Kambsdali í
bræði.
Tí kann tað undra, at
handilsskúlin aftaná at
hava latið fullfíggjaða
byggiætlan inn í novemb-
er 1981, t.v.s. fyri 15 mán-
aðum síðani, ikki hevur
fingið nærri boð um detail-
projektering, hóast vit
hava rykt landsskúlafyri-
sitingina eftir svari ferð
eftir ferð.
Landsskúlastjórin hev-
ur latið skinið igjøgnum,
at trupulleikarnir stand-
ast av, at danir ikki vilja
lata nóg nógvan pening í
senn til alla ta bygging,
sum ætlanir eru um, nevn-
liga handilsskúla, maskin-
skúla, tekniskan skúla í
Klaksvík og tekniskan
skúla í Havn.
Tað er fyri so vítt lætt
at skilja, men vit mugu
gera okkum sjálvum og
Framhald á síðu 7