mikudagur 12. apríl 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Viðmerking:
Vælkomin til ein
breiðan dialog
Starvsmannafelagið vil við
hesum gera greitt, at vit
harðliga mótmæla at ætlanir
eru um, at Føroya Løgting
skal leggja upp í sáttmála-
samráðingarnar hjá Føroya
Lærarafelag og soleiðis fáa
ein enda á arbeiðssteðgi-
num.
Mótmæli
Løgtingið skal halda seg
burtur frá sáttmálasamráð-
ingum á arbeiðsmarknaði-
num og undir ongum um-
støðum leggja upp í hesar
trætur. Løgtingið átti heldur
at álagt fíggjarmálaráðharr-
anum at fara undir veruligar
samráðingar, soleiðis at ein
endi fæst á ósemjuni. Hetta
er ikki fyrstu ferð, at Fíggj-
armálastýrið ikki er sinnað
at fara undir veruligar sam-
ráðingar, henda trupulleika
kenna øll fakfeløg aftur.
Fíggjarmálastýrið heldur
óiva at teir spara pening, tí
ongar lønir verða útgoldnar,
men veruleikin er, at áhald-
andi stríðið á arbeiðsmarkn-
aðinum kostar samfelag-
num milliónir av krónum.
Starvsmannafelagið
www.sosialurin.fo
Í gjár kom grønlendski fiskimálaráðharrin á
vitjan í Føroyum. Hetta er upphiting til sam-
ráðingar um komandi fiskivinnusamvinnu mill-
um londini. Grønlendski fiskimálaráðharrin
skal vera hjartaliga vælkomin til Føroya. Væl
vitandi, at nettupp Grønland og Føroyar eiga
atgongd til nakrar av heimsins ríkastu fiski-
grunnum og samtíðis eru so bundin at júst
fiskivinnuni, er greitt, at báðar brøðratjóðirnar
hava nógv at tosa um. Ein dialogur millum
bæði londini átti at verið ein sjálvfylgja, men
ikki bara tá tað snýr seg um fisk. Eisini tá tað
snýr seg um onnur vinnuøki eiga vit at skifta
orð hvør við annan. Og her hugsa vit m.a. um
ta stóru avbjóðing, sum er báðum londunum
fyri í løtuni, nevniliga komandi oljuleiting. Og
her hevur spurningurin um eitt reint umhvørvi
ómetaliga stóran týdning.
TAÐ er ikki so langt síðani, at Jonathan Motz-
feldt undir eini vitjan í Føroyum legði alstóran
dent á samvinnuna millum bæði londini og í
hesum sambandi eisini fór út um vanliga
samvinnuøkið, fiskivinnuna - til nettup kom-
andi oljuútviklingin. Hann metti tað náttúrligt
og rætt, at vit læra av hvørjum øðrum og
fylgja útviklinginum hjá hvørjum øðrum, nú
báðar tjóðir standa á einum týðandi vegamóti.
Tað skal vera vón okkara, at tá grønlendski
fiskimálaráðharrin fer heimaftur til Grønlands
at tosa um komandi samvinnu á fiskivinnu-
økinum eisini letur sínar starvsfelagar í lands-
stýrinum vita, at Føroyar og Grønland eiga at
víðka um verandi samvinnuna og dialogin til
eisini at fevna um tær stóru avbjóðingar, sum
liggja í eini komandi oljuleiting. Sum smátjóðir
við egnari mentan og har reint umhvørvi er
ein fortreyt fyri framhaldandi menning, er rætt
at minna á hetta við einum mennandi dialogi.
VIT eiga eisini at síggja Norðuratlantshavið
sum eitt øki, ið vit allir, tvs. grønlendingar,
føroyingar, íslendingar og lutvíst eisini norð-
menn og kanadiarar eiga at kenna eina felags
ábyrgd fyri, tað veri seg við atliti til at troyta
livandi tilfeingið skilabest, at verja umhvørvið
og at troyta nýggjar vinnumøguleikar. Vit eiga
í hesum sambandi eisini at hava eina felags
støðu til ta dálking, sum kemur frá ídnaðar-
londunum og sum kann vera við til at undir-
grava okkara egna tilverugrundarlag. Tí eigur
dialogurin eftir okkara meting í sambandi við
slíka vitjan eisini at nema við onnur fyri okkum
lívstýðandi øki. Vit hava áður á hesum stað
nevnt týdningin á samstarvið við íbúgvararnar
í øllum tí arktiska økinum. Her hugsa vit um
inuittar í Alaska, Kanada, Grønlandi og Rus-
landi. Hesi hava so avgjørt brúk fyri dialogi
við umheimin, og her kunnu m.a. Føroyar
verða eitt portur til umheimin. Liggjandi mið-
skeiðis millum stóra Europa og arktisku økini
kunnu vit vera ein katalysor ella brúgvabyggj-
ari, har trupulleikar og álvarsmál hjá inuittum
fyri norðan verða kanalyseraðir víðari. Hetta
er ein stór men eisini spennandi uppgáva,
har nettup vit føroyingar við okkara kontaktum
til Europa kunnu vera við til at loysa upp fyri
tí, sum fer fram fyri norðan men sum so eisini
hevur samband við okkara egna umhvørvi.
Við at vísa áhuga fyri eitt nú grannum okkara
fyri norðan seta vit eisini hol á mál, sum hava
tilknýti til okkum sjálvi.
Hondbóltsgallaveitslan var
eitt flott punktum eftir enn
ein hendingarríkan hond-
bóltsvetur. Sjálvur havi eg
enn eina ferð havt møgu-
leikan fyri at verið við í
fremstu rekkju, og tað fegn-
ist eg um. Men á gallaveitsl-
uni var eg óheppin í mínum
orðavali, tá eg nevndi sam-
bandið millum ítrótt og
fjølmiðlar og eg skilji tað
væl, um fjølmiðlafólk blivu
eitt sindur firtin. Tað vil eg
fegin gera gott aftur her og
nú.
Tað er eyðsæð, at hond-
bóltsfeløgini skapa hond-
bóltsumhvørvi, sum eisini
Fjølmiðlarnir og ítrótturin
hava brúk fyri hvørjum øðrum!
Til allar viðhaldsmenn og
-kvinnur av fullveldinum.
Tveir óvitar spyrja tann 6.
apríl á heimasíðuni hjá full-
veldinum »hvat skullu vit
við damark?« Tað er júst
spurningurin.
Vit hava nú verið saman
við Danmark uppá gott og
ónt í nógv hundrað ár, og
eins og í einum hjúnaskapi
eru bæði góðar og ringar
tíðir. Tit eru nú í gongd við
at sundurlesa hetta hjúna-
skapið, sum í mótsetning til
eitt vanligt hjúnalag, aldrin
kann setast á stovn aftur. Tit
binda okkara børn til at føla
seg fremmand í einum
landi, har ið foreldur teirra,
og eisini Høgni Hoydal,
hava fingið sína útbúgving
á sama fóti sum danskarar
Brekini kunnu bøtast við
nýggjari heimastýrislóg
Og fjølmiðlarnir hava rós uppiborna
fyri teirra viðgerð av føroysku
hondbóltskappingini
pressan kann vera ein partur
av, men tað er sjálvsagt líka
eyðsæð, at fjølmiðlarnir
hava eina avgerandi ávirkan
á, hvussu sjónligur hond-
bólturin er.
Og tað er ein sannroynd,
at hevur hondbólturin ment
seg hesi seinastu árini, so
hevur viðgerðin av serliga
1.deildardystum (eisini hjá
kvinnum) í bløðum og út-
varpi sanniliga eisini ment
seg nógv. Og tað er lítið at
ivast í, at hesin áhugin hjá
fjølmiðlunum er sera týdn-
ingarmikil fyri hondbóltin
— ikki bara tí at tað økir
um áhugan hjá spælarum og
áskoðarum, men eisini tí at
tað gevur feløgunum betri
inntøkumøguleikar
hjá
sponsorum.
Nevndi ikki sjónvarpið.
Sjónvarpið hevur aftur í vet-
ur víst steypafinalurnar
beinleiðis — tað er sera góð
reklama. Men sigast má, at
enn liggja nógvir møguleik-
ar ótroyttir, tá tað kemur til
samarbeiði við hendan fjøl-
miðilin. Tað hevur í hvussu
so er stóran áhuga hjá hond-
bóltinum at fáa eitt betri
skipað samband við sjón-
varpið.
Tann fjórða fjølmiðilin —
internetið — hava hond-
bóltsfeløgini og HSF ikki
enn tikið rættiliga til sín,
men tað er onki at bíða við,
tí her liggja stórir møgu-
leikar fyri eini enn betri ko-
ordinatión millum allar fjøl-
miðlarnar og hondbóltin.
Skal enda við at kon-
statera, at tá ið tað kemur
til at viðgera tær yngru
deildirnar í fjølmiðlunum er
tað bara so, at feløgini sjálvi
mugu gera vart við seg —
senda bíløt og nøvn inn —
biða eitt blaðfólk koma at
hyggja o.s.fr.- afturfyri
kunnu tey verða viss í at fáa
blaðrúmd ella nøkur orð í
ítróttartíðindunum.
Summa summarum : Víst
hevur hondbólturin brúk
fyri fjølmiðlunum og víst
hava fjølmiðlarnir rós uppi-
borna fyri teirra viðgerð av
føroysku hondbóltskapp-
ingini
Við ítróttarkvøðu
Kári M. Mortensen
og við somu møguleikum
til undirvísingarstuðul sum
teir.
Tit taka okkara sjálvsagda
rætt at fáa viðgerð á donsk-
um sjúkrahúsum. Tit taka
okkara rætt at sigla sum
skiparar við donskum skip-
um, tí til hetta krevst dansk-
ur statsborgararættur. Gam-
aní, siga tit, vit koma inn í
norðurlendskt samarbeiði á
hesum økjum, men tað er
sanniliga ikki heilt uttan
kostnaða.
Meðan vit tosa um stats-
borgararætt, so havi eg skilt
tað soleiðis, at føroyingar,
sum hava búð niðri í mong
ár, skulu velja millum før-
oyskan ella danskan stats-
borgararætt, ikki bæði.
Hetta er ikki lætt hjá mong-
um, tí kanska ætla fleiri sær
at nýta sítt otium í Føroyum,
men hava tá ikki somu rætt-
indi sum aðrir føroyingar,
t.d. valrætt.
Hinvegin skulu danir,
sum búgva í Føroyum, eis-
ini velja, og eg veit, at nógv-
ir av hesum ikki vilja missa
sín danska statsborgararætt.
Hesir vera so fremmandir í
einum landi, teir kanska
hava búð í í eini 40 ár.
Soleiðis kann ein blíva
við at reksa upp fyrimunir
við at halda fast um heima-
stýrislógina. Væl hevur hon
eisini síni brek, men hetta
kann bøtast um við eini
nýggjari heimastýrislóg.
Øll vita. at nógv liggur á
láni í Føroyum í løtuni, men
tað tykist mær, sum hetta
málið um fullveldið hevur
so mikið fastatak á tjóðveld-
ismonnum, at teir gloyma
alt annað. Høgni Hoydal
segði í útvarpinum sunnu-
dagin, at tá ið fullveldið
kemur, so gera vit tað og
tað, og ikki, um fullveldi
kemur.
Og um teir skuldu vunnið
fólkaatkvøðuna, so verður
uppaftur meira at gera við
at seta lýðveldi á stovn, at
alt annað støðugt kemur at
liggja á láni.
Føroya fólk er tó so mikið
at sær komið, at tey fella
fullveldi á eini fólkaatkvøðu
í heyst.
Petur Hans Dahl