mikudagur 12. apríl 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 72 - 12. apríl 2000
Danir fyri føroyskum fullveldi
Nýggj donsk kanning sýnir, at tríggir
út av fýra dønum taka undir við, at
Føroyar loysa frá Danmark. Men tó
skal fíggjarliga skiftistíðin ikki vera
long
JOHN JOHANNESSEN
Heili 77 prosent av dønum
taka undir við, at Føroyar
loysa frá Danmark, men
einans 7 prosent av dønum
taka undir við, at Føroyar
fáa eina búskaparliga skift-
istíð á 15 ár, eins og lands-
stýrið leggur upp til.
Hetta sýnir ein kanning,
sum stovnurin, PLS Con-
sult, hevur gjørt fyri danska
blaðið, Aktuelt.
Í kanningini eru 1017
danir spurdir, um teir eru
fyri ella ímóti, at Føroyar
gerast sjálvstøðugar og har-
við fara út úr ríkisfelags-
skapinum. Av hesum 1017
spurdu siga 781 seg vera
fyri, at Føroyar fara úr rík-
isfelagsskapinum, meðan
60 eru ímóti og 176 siga seg
ikki vita, hvat tey skulu
svara. Í prosentum merkir
hetta, at 77 prosent eru fyri,
at Føroyar fáa fullveldi, 6
prosent eru ímóti og 17 pro-
sent vita ikki, hvørja støðu
tey skulu taka.
Tríggjar høvuðsgrund-
gevingar
Kanningin vísir tríggjar
høvuðsgrundgevingar fyri,
at Føroyar skulu hava full-
veldi. Ein teirra sigur, at før-
oyingar eiga at hava frítt val
og skulu sjálvir ráða yvir
framtíðini. Ein onnur sigur,
at Føroyar eru ein útreiðsla
fyri Danmark. Tann triðja
sigur, at tað eru stórir ment-
anarligir millum Føroyar og
Danmark.
Undirtøkan fyri fullveld-
isætlanini gongur, sambært
Aktuelt, aftur í øllum
donskum flokkum. Kann-
ingin sigur, at um átta av
tíggju veljarum í næstan øll-
um
donskum
flokkum
halda, at Føroyar eiga at
gerast sjálvstøðugar.
Veljararnir hjá CDU og
hjá Kristiliga Fólkaflokkin-
um taka ikki í eins stóran
mun undir við, at Føroyar
fara úr ríkisfelagsskapinum.
Í teimum báðum flokkunum
er undirtøkan millum velj-
ararnar fyri hesum um 64
prosent, sigur Aktuelt.
Skulu hava stutta
skiftistíð
PLS Consult og Aktuelt
hava eisini spurt danir,
hvussu langa fíggjarliga
skiftistíð, danir eiga at geva
Føroyingum,
verða
vit
sjálvstøðug. Svarið til hend-
an spurning er eisini heilt
greitt: Danir skulu geva før-
oyingum eina stutta búskap-
arliga skiftistíð.
Svarini um skiftistíðina
eru bólkað upp í fýra høv-
uðsbólkar. Fyrsti bólkurin
fevnir um tey, ið siga, at
Føroyar onga skiftistíð eiga
at fáa. Næsti bólkurin fevnir
um tey, ið halda, at Føroyar
eiga at fáa eina skiftistíð, ið
liggur um fýra ár. Triðji
bólkurin fevnir um tey, ið
skjóta heilt upp heilt aðrar
møguleikar fyri skiftistíð.
At enda fevnir seinasti bólk-
urin um tey, ið einki boð
hava upp á, hvussu spurn-
ingurin um skiftistíð skal
loysast.
Av hesum fýra bólkum er
tann, ið metir eina skiftistíð
á fýra ár vera ta røttu loysn-
Hóast danski forsætisráðharrin undir spurnarorðaskiftinum á Fólkatingi fyri stuttum
segði, at meginparturin av dønum ynskja Føroyar at verða verðandi í ríksfelagsskapi-
num, vísir nýggja kanningin hjá blaðnum Aktuelt, at stórur partur av dønum taka
undir við at Føroyar gerast sjálvstøðugar. Mynd: Jens Kr. Vang
ina, nógv tann størsti. Hann
telur 528 fólk av 1012
spurdum, og er hetta tað
sama sum 52 prosent.
Ein skiftistíð á fýra ár er
eisini tað, danska stjórnin
hevur meldað út, at hon er
til reiðar at geva føroying-
um, velja vit at fara úr rík-
isfelagsskapinum. Lands-
stýrið vil kortini hava eina
skiftistíð á 15 ár. Men hes-
um taka danir ikki undir við.
Kannigin vísir, at bert 7 pro-
sent av dønum taka undir
við so langari skiftistíð.
Tey, ið ynskja heilt aðra
skiftistíð, telja 17 prosent,
meðan 7 prosent siga seg
ikki vita, hvat tey skulu
svara.
Ósamsvar
Veljarakanningin
gevur
greiðar ábendingar um, at
danir taka undir við hørðu
linjuni, danski forsætisráð-
harrin hevur lagt móti før-
oyingum undir samráðing-
unum. Men kortini er
samvara útmeldingarnar frá
Poul Nyrup Rasmussen um,
at meginparturin av danska
fólkinum vil hava, at Før-
oyar verða verðandi í ríkis-
felagsskapinum, ikki heilt
við úrslitið av kanningini.
Carita Bjørklund afturvald
JOHN JOHANNESSEN
Á aðalfundinum hjá Føroya
Pedagogfelag, sum var
leygardagin, varð Carita
Björklund aftuvald sum for-
maður felagsins.
Carita Björklund hevur
verið forkvinna felagsins
síðani 1998. Eingi annað
formansevni var, tá hon
leygardagin tók við aftur-
vali.
Formansskeiðið í Føroya
Pedagogfelag er 2 ár
Í nevndina í pedagogfel-
agnum komu Elsa Klein
Hansen, Anna Hvannastein,
Maud Wang Hansen og
Jutta Mortensen. Elsa Klein
Hansen varð afturvald,
meðan Anna Hvannastein
kom inn fyri Katrina Hans-
en, ið ikki stillaði upp aftur.
Maud Wang Hansen og
Jutta Mortensen eru báðar
nýggir nevndarlimir.
Stuðla lærarunum
Aðalfundurin hjá Føroya
Pedagogfelag samtykti eina
yvirlýsing, ið lýsir sín fulla
stuðul til limirnar í Føroya
Lærarafelag, ið eru í verk-
falli.
Samstundis heitir Føroya
Pedagogfelag í yvirlýsing-
ini á landsins myndugleikar
um at taka stig til at loysa
trætuna, sum er íkomin tí
myndugleikarnir hava framt
lógarbroytingar, sum økja
arbeiðsbyrðuna hjá lærarun-
um, uttan at fíggjarligi
karmurin er øktur samsvar-
andi.
Røða um vaksandi
fiskivinnusamstarv
JOHN JOHANNESSEN
Í gjár kom grønlendski
landsstýrismaðurin í fiski-
vinnumálum, Simon Olsen,
við fylgi til Føroya á al-
menna vitjan hjá Jørgeni
Niclasen. Endamálið við
vitjanini er, at føra politiskar
samrøður um vaksandi
fiskivinnusamstarvið land-
anna millum.
Simon Olsen skal eisini
vitja virkir og stovnar sam-
an við Jørgeni Niclasen.
Harafturat verður eisini far-
ið onkran túrin at uppliva
føroysku náttúruna.
Grønlendski landsstýris-
maðurin í fiskivinnumálum
fer saman við konu síni,
Arnajaraq, og báðum em-
bætisfólkunum úr aftur Før-
oyum fríggjadagin.