Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. apríl 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 72 - 12. apríl 2000 EDVARD JOENSEN Smiðjan hjá HydroTech á Eiði er farin at gera tvíkiljur til útflutnings. Fríggjadagin kom eitt danskt farmaskip til Eiðis við fýra skrokkum til alibátar, sum HydroTech skal gera lidnar á Eiði. Ein av hesum bátunum skal til Skotlands, har hann skal brúkast í alivinnuni. Hjá HydroTech á Eiði er nógv at gera. So nógv, at teir klára ikki alt við før- oyskari makt aleina. Bæði pláss og arbeiðsmegi Tvíkiljur av Eiði til Skotlands Fríggjadagin var eitt farmaskip á Eiði við skrokkunum til fýra tvíkiljur, sum skulu gerast lidnar í smiðjuni hjá HydroTech. Ein av hesum bátunum er seldur til Skotlands, og á HydroTech vóna teir at gera fleiri sáttmálar, um skotar vera nøgdir við hendan bátin mangla. Tí er neyðugt at gera partar av arbeiðinum uttanlands. Plásstrotið eru teir tó í ferð við at bøta um. Tað verða bygdar tvær nýggjar hallir á ídnaðar- økinum við havnina á Eiði. Ein samlað gólvvídd upp á 1.200 fermetrar. Tá arbeiðið er liðugt verður onnur høllin nýtt til goymsluhøll, meðan hin verður nýtt til at gera millum annað skip. Har kunnu tá standa fýra før inni samstundis, sigur fíggjar- leiðarin á HydroTec, Jør- mund Foldbo. Vit tosa um skipasmíð av serligum slagi. Tvíkiljur til alivinnuna. Hesir skrokk- arnir, sum koma úr Letlandi, eru 11 metrar langir og 5 metrar breiðir. HydroTech hevur áður smíðað alibátar av hesum slagnum, og teir hava roynst væl, sigur fíggjarleiðarin. Bæði bátar, sum teir hava gjørt sjálvir og bátar, har skrokkarnir hava verið inn- fluttir. Fyri jól í fjør komu eisini tveir skrokkar úr Let- landi. Teir vórðu lagdir upp í Havn og so fluttir við last- bilum til Eiðis. Teir báðir fyrstu bátarnir, HydroTech gjørdi, vóru ein stálbátur til eitt alibrúk í Fíggjarleiðarin á Hydro- Tech, sigur, at teir eru komnir í samband við skotska kundan, sum skal hava tann eina bátin, gjøg- num norðmenn, sum eru við í føroyskari alivinnum. Hesi somu norðmenn hava eisini áhugamál í Skotlandi, og á tann hátt er HydroTech komið á skotska marknaðin. Í løtuni er onkur heilt konkretur fyrispurningur, og á HydroTech vænta teir okkurt aftrat, tó at einki fast er avtalað. Hydro Tec var umboðað á fiskivinnumessuni í Glas- gow fyri stuttum, og tá var áhugi fyri modellinum av tí fyrstu tvíkiljuni, HydroTech smíðaði. Hóast áhugin var til staðar, valdu menn tó at bíða við at taka nakrar av- gerðir, til teir høvdu sæð tann bátin, sum nú skal til Skotlands. Fíggjarleiðarin á Hydro- Tech, sigur, at tað skuldu ikki verðið teir stóru trupul- leikarnir at selt bátar til Skotlands. Tí krøvini, myndugleikarnir har seta slíkum førum, eru tey somu sum í Føroyum. So har skal einki eyka takast við, sigur hann. Annars flytir HydroTech væl av besløgum til alivinn- una út. Serliga er tað til Nor- egs, har teir rættiliga hava fingið fótin fyri seg. Kollafirði, meðan hin var ein aluminiumsbátur til Klaksvíkar. Triðji báturin, HydroTech smíðaði, er seldur alistøðini Gulanum í Havn, og eisini teir eru væl nøgdir við bátin. Tann bát- urin er eitt sindur minni enn hinir. Ein bátur stendur í gerð í løtuni. Hann skal til Suðuroyar. Teir, sum brúka bátarnar siga, at stálbáturin er betri at arbeiða við enn a l u m i n i u m s b á t a r n i r. Skrokkurin er tyngri og liggur tí betri við ringarnar. Hesir fýra skrokkarnir, sum nú komu úr Letlandi, eru allir úr stáli. Hesir bátarnir skulu eitt sindur víða. Ein til Kaldbaks, ein á Skála- fjørðin, ein til Kollafjarðar, meðan tann fjórði skal til eitt skotskt alibrúk. Bátarnir fáa ísettar Iveco motorar, sum HydroTech umboðar. Teir fáa tveir motorar hvør. Ein til hvønn kjølin. Av HydroTech verð- ur sagt, at kostnaðurin verð- ur eitt lítið sindur ójavnur fyri bátarnar. Alt eftir, hvussu teir verða útgjørdir. Men fíggjarleiðarin leggur ikki í at nevna nøkur tøl. Skrokkarnir skulu sand- blásast og málast við Ljósá. So verða teir liðugt monter- aðir á Eiði. Tað vil siga við motorum, el-instalatión, krana, koppi og hvørjum, sum nú skal til. Rúni og Hans Otto hava konsertir Rúni Brattaberg er fyrsti føroyski sangari, ið framførir Winterreise í fullari longd Ein stórhending innan før- oyskt tónleikalív er á bredd- anum beint eftir páskir. Rúni Brattaberg fer sam- an við klaverleikaranum Hans Otto at framføra Winterreise eftir Schubert. Ætlandi verða tvær kon- sertir. Í Havn á Gamla Meiarínum flaggdagin 25. apríl og í skúlanum í Trongisvági 27. apríl. Báðar konsertirnar eru klokkan 19:30. Um útselt verður í Havn, verður eykakonsert 2. páskadag klokkan 16. Forsølan av atgongu- merkjum verður í kunning- arstovunum í Havn og á Tvøroyri. Fyrsti føroyingur Winterreise D911 skrivaði Schubert í 1827. Hetta er sangcyklus, eitt sera vakurt og sera krevjandi verk. Rúni Brattaberg er fyrsti føroyski sangari, ið framførir Winterreise í full- ari longd. Rúni Brattaberg er í løt- uni á operaskúla í Zürich. - do - Rúni Brattaberg og klaverleikarin Hans Otto fara at hava tvær konsertir síðst í mánaðinum Skúlaráðið í Havn læsir støðuna fastari Formansskapurin fyri skúlanevndirnar fyri fram- haldsdeildirnar í Føroyum heldur, at skúlaráðið í Havn læsir verkfalsstøð- una enn fastari, nú skúla- ráðið ikki tekur undir við áheitanini til løgtingið. Leygardagin sendu allar skúlanevndirnar fyri fram- haldsdeildirnar løgting- inum skriv, har tey bóðu tingið leggja upp í verk- fallið hjá lærarunum, so børnini sleppa aftur til ar- beiðis. Eisini formaðurin fyri skúlaráðið í Havn tók und- ir við hesum skrivi. Seinni vísti tað seg, at tað var ikki meiriluti í skúlaráðnum fyri hesum skrivi, og tí tók Egon Øre- gaard seg aftur sum for- maður fyri ráðið. Hinar skúlanevndirnar halda hetta verða óheppið, tí Egon Øregaard hevði í hyggju at fáa børnini aftur í skúla. – Í okkara eygum læsir skúlaráðið í Havn støðuna enn fastari, tí endamál og skylda okkara er at skipa fyri undirvísing og ikki forða fyri, at hon verður framd, siga skúlanevndir- nar. Formansskapurin fyri skúlanevndirnar heitir á partarnar um at hugsa um avleiðingarnar av stríð- num. ek Konsertir í Gøtu, Havn og Klaksvík Leygardagin og sunnudagin fer Føroya Symfoniorkestur at hava konsertir í Christ- ianskirkjuni í Klaksvík, í Vesturkirkjuni í Havn og í Gøtu kirkju. Framført verður verkið Stabat Mater – verk fyri tvær kvinnurøddir og strúk- arar – av Pegolesi. Solistar vera Daisy Johannesen og Elsa Súsanna Dalsgarð. Harafturat verður Brand- enburgkonsert nr. 3 hjá Jo- han Sebastian Bach eisini framførd. Konsertin í Klaksvík verður leygardagin klokkan 16. Í Gøtu kirkju sunnudag- in klokkan 15 og í Vestur- kirkjuni kl. 19.30. ek Føroya Symfoniorkestur fer at hava konsertir saman við solistum um vikuskiftið