Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. apríl 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 72 - 12. apríl 2000 Aftur í ár hevur Verkstaðurin á Brekku í Klaksvík sína árligu páskasølu av lutum sum brúkararnir hava gjørt. Til hesa útsøluna hevur serligur dentur verið lagdur á páskaprýði. Talan er um pappírsklipp og málaðar páskadúkar. Annars verða eisini aðrir lutir, sum vanliga eru við til eina útsølu. Sum nakað nýtt hava tey seyma dukkuklæði, sum passa til tær nýggju nýmótans dukkurnar. Páskasølan byrjar í dag og heldur fram til einki er eftir. Opið verður frá kl. 10.00 til 16.00 hvønn dag. Páskasølan á Verkstaðnum á Brekku ÓLAVUR Í BEITI Henrik Old hevur sett løg- manni fyrispurning viðvíkj- andi skjølum í eystureur- opeiskum skjalagoymslum, og spyr spurningin, hvør veruliga orsøkin er til, at løgmaður ikki vil kanna loynilig skjøl í eystureuro- peiskum skjalagoymslum? Í viðmerkingunum, sigur Henrik Old, at eftir at kann- ingarnar í hernaðarmálinum vóru lidnar, og »Svartabók« fyrilá, kom greitt fram, at landsstýrið eisini ætlaði at kanna skjøl i eystureurope- Spyr um horvnu skjalakanningina Henrik Old, tingmaður, vil hava at vita, hvør veruliga orsøkin er til, at løgmaður ikki vil kanna loynilig skjøl í eysturevropeiskum skjalagoymslum iskum skjalagoymslum, og boðaði løgmaður eisini al- ment frá hesum. Rættast at bíða – Harumframt vísir løgmað- ur á í svari til Bjarna Djur- holm, løgtingsmann, upp á fyrispurning um skjala- kanningar í eystureuro- peiskum skjalagoymslum, at hann heldur, rættast er at bíða við hesum kanningum, til frágreiðingin um verandi kanningar er liðug. – Víðari sigur løgmaður í svari sínum, at sambært ar- beiðsbólkinum, ið stendur fyri kanningini, verður hetta í ár (1999), og at tað tí eftir hansara meting er hóskandi, at peningur til víðkaðar kanningar á hernaðarøki- num verður settur á fíggjar- lógina fyri ár 2000. – Seinni hevur løgmaður sagt, at henda kanning fyri- bils varð av ongum, tí pen- ingur ikki var tøkur til slíka kanning, sigur Henrik Old. Hvør er veruliga orsøkin til, at løgmaður ikki vil kanna eystureuropeiska skjalagoymslur, spyr ting- maður hjá Javnaðarflokki- num løgmann ÓLAVUR Í BEITI Bjarni Djurholm hevur sett Helenu Dam á Neystabø, heilsumálaráðharra, tríggjar spurningar viðvíkjandi sjúkraflutningstænastuni í sjúkrahúsverkinum. Bjarni Djurholm vil hava at vita, umnøkur langtíðarætlan fyri endurnýggjan av neyðsend- ar- og sjúkrabilum er fyri sjúkrahúsverkið? Ætlar landsstýrismaðurin at seta pening av á fíggjarlógini fyri 2001 til keyp av sjúkra- bilum? Og ætlar lands- stýrismaðurin at gera nakrar tillagingar í sjúkraflutnings- Sjúkrabilarnir niðurslitnir tænastuni sum heild, so hon verður bíligari at reka? Í viðmerkingunum til fyrispurningin, sigur Bjarni Djurholm, at støðan við- víkjandi neyðsendar- og sjúkrabilum hjá sjúkraflutn- ingstænastuni hjá Lands- sjúkrahúsinum eins og hjá hinum báðum sjúkrahús- unum er sera vánalig. Allir sjúkrabilarnir eru niður- slitnir, og kann tí beinleiðis vandi standast av hesi støðu. – Neyðsendarbilarnir á Landssjúkrahúsinum hava ein miðalaldur um 8 ár. Tann elsti er 14 ára gamal. Sjúkrabilarnir á Lands- Tað tykist sum eingin langtíðarætlan er fyri, hvussu neyðsendar-og sjúkra- bilarnir eiga at verða skiftir út, sigur Bjarni Djurholm m.a. í viðmerking- unum til fyrispurning sjúkrahúsinum hava ein miðalaldur um 7 ár, harav tríggir eru 12 ára gamlir, sigur Bjarni Djurholm. Knappa hálva mió. km – Flestu sjúkrabilarnir á Landssjúkrahúsinum hava koyrt millum 250000 og 450000 km, so tað er eyð- sýnt, at tørvur er á at skifta bilarnar út í næstum. Tað tykist sum eingin langtíðar- ætlan er fyri, hvussu neyð- sendar-og sjúkrabilarnir eiga at verða skiftir út. Tí verða bilarnir áhaldandi umvældir við tí úrsliti, at samlaðu umvælingarkostn- aðirnir, sum frálíður, verða ovurhonds stórir. – Úrslitið er eisini, at sjúkrahúsverkið framhald- andi nýtir ótíðarhóskandi, niðurslitnar og óálítandi neyðsendar- og sjúkrabilar. – Tað hevur ljóðað, at ætl- anir hava verið um at um- skipa sjúkraflutningstænast- una. Spurningurin er tí, um hesar ætlanir hava samband við møguligar langtíðarætl- anir, tá ræður um at skifta út neyðsendar- og sjúkrabil- arnar, sigur Bjarni Djur- holm í viðmerkingunum og tí hevur hann eisini spurt. Bjarni Djurholm, tingmaður, spyr landsstýrismannin í heilsumálum, um landsstýrismaðurin ætlarat seta pening av á fíggjarlógini fyri 2001 til keyp av sjúkrabilum