mikudagur 12. apríl 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 72 - 12. apríl 2000
Tey stóru fakfeløgini eru í øðini inn á løgtingsmann:
Krígsavbjóðing frá
Jákup Sverra Kass
– Løgtingið hevur onki at gera við læraraverkfallið og bæði Jákup Sverri Kass
og allir aðrir løgtingsmenn skulu halda seg langt burtur, siga fakfeløgini
ÁKI BERTHOLDSEN
Tá ið Jákup Sverri Kass,
løgtingsmaður, fortaldi í
Sosialinum í gjár, at hann
nú ætlar at fáa Løgtingið at
samtykkja eina lóg, sum ger
enda á verkfallinum hjá
teimum sáttmálasettu lærar-
unum, var tað sum at festa í
fjús.
Tí við hesi ætlanini hevur
hann gjørt seg til seg sera
illa lýddan, bæði hjá lærar-
um og ikki minst hjá fak-
feløgunum.
Jákup Sverri Kass segði
við Sosialin í gjár, at hann
helt, at lærarverkfallið nú
hevði vart ov leingi og fyri
at verja børnini og foreldr-
ini, ætlaði hann hesa vik-
una at royna at savna und-
irskriftir frá 16 øðrum ting-
limum, so at uppskot kundi
leggjast fyri tingið sum end-
aði verkfallið við lóg.
Fyri at leggja uppskot fyri
tingið nú, krevjast nevniliga
undirskriftir frá 17 tinglim-
um
Ein krígsavbjóðing
Men hendan ætlanin hevur
rættiliga loypt øði í, bæði
hjá lærarum í verkfalli, hjá
Lærarafelagnum sjálvum
og hjá øðrum fakfeløgum
við.
Heini Joensen, næstfor-
maður í Starvsmannafelag-
num kallar hetta rætt og
slætt eina krígsavbjóðing.
Starvsmannafelagið hev-
ur samstundis sent løgting-
inum mótmæli, har ætlanin
at leggja seg uppí ósemjuna
verður harðliga átalað.
–Hetta er at leggja seg út
í viðurskifti, sum Løgtingið
onki hevur við at gera, sigur
Heini Joensen.
Hann sigur, at hetta er
grovur ágangur ímóti rætt-
inum hjá fakfeløgunum at
samráðast um viðurskiftini
á arbeiðsmarknaðinum.
Næstformaðurin í Starvs-
mannafelagnum sigur, at
skuldi tingið gjørt nakað, so
skuldi tað einasta verið, at
tað álegði fíggjarmálastýr-
inum at farið undir veruligar
samráðingar, so at ein semja
kundi fingist í lag.
– Løgtingið hevur heim-
ild til at áleggja fíggjarmála-
stýrinum at fara undir
veruligar samráðingar og
føldi tingið, at trupulleikar
vóru, átti tingið at brúkt tað
heimildina, ístaðin fyri at
brúka sítt lóggevandi vald
til at taka tann grundleggj-
andi rættin, sum verkfals-
rætturin er, frá fakfeløguum
Eftir hansara tykki er tað
júst trekleikin hjá fíggjar-
málastýrinum tann stóri
trupulleikin í samráðingun-
um.
– Ístaðin fyri at hetta
æviga stríðið ímóti fakfel-
øguum, áttu bæði Løgtingið
og fíggjarmálastýrið heldur
at lagt á annan bógv og
roynt at skapt frið á arbeiðs-
marknaðinum.
– Tað skuldi fíggjarmála-
stýrið gjørt við at ført eitt
veruligt og støðugt sam-
skifti við feløgini, so at vit
sluppu undan støðum sum
hesari, ið vit hava havt alt
ov nógvar av tey seinastu
árini
Hann sigur, at fíggjarligu
árinini av teimum ósemjum,
sum hava verið, eru stór,
men tey eru kanska ikki tey
ringastu.
– Tað ringastu er at lekja
tey høggini, sum álitið í-
millum partarnar fær í lemj-
andi ósemjum sum hesum,
sigur hann.
– Tað, at vit javnan og
savnan hava ósemur á ar-
beiðsmarknaðinum
er
kanska tann álvarsamasta
avleiðingin av tí linju, sum
fíggjarmálastýrið
hevur
lagt.
–Men fer Løgtingið nú at
leggja seg uppí, fer tað heilt
avgjørt ikki at bøta um út-
litini fyri at luftin ímillum
feløgini og politiska mynd-
ugleikan skal batnað.
–Tí hetta er ein ósiður,
sum
ongastaðni
hoyrir
heima, sigur Heini Joensen.
–Rætturin at fara í verk-
fall er tað einasta, fakfel-
øgini eiga og tann rættin
skal Løgtingið ikki taka frá
okkum, leggur hann afturat.
Niðurbrýtur alt álit
Eisini formaðurin í einum
øðrum, stórum fakfelag.
Ingeborg Vinther í Føroya
Arbeiðarafelag átalar harð-
liga ætlanina hjá okkara
yngsta løgtingsmanni at fáa
tingið at gera enda á verk-
fallinum.
Tingið
skuldi
heldur
tvingað Karsten til aftur
samráðingrborðið og Jákup
Sverri Kass skuldi heldur
savna 16 tingmenn saman
við sær at lagt uppskot fyri
tingið um at játta tann neyð-
uga peningin, sum lógin
kostar,
sigur
Ingeborg
Vinther.
Hon sigur, at álitið hjá
feløgunum á politikararnar
er lítið, sum er, men leggur
tingið seg uppí samráðing-
arnar, er tað seinasta farið.
Og hetta er í beinleiðis
andsøgn til tað, sum Høgni
Hoydal, landsstýrismaður
fleiri ferðir hevur ført fram
í seinastuni um, at tað, sum
umræður nú, er at endur-
byggja álitið ímillum fak-
feløgini og landsins mynd-
ugleikar, sigur formaðurin
í Føroya Arbeiðarafelag.
Karsten Hansen: Soleiðis
kann mann ikki arbeiða
–Tað ber ikki til, at einstaklingar í samgonguni fara í sjálvdrátt, soleiðis sum
Jákup Sverri Kass ger í einum so stórum, týdningar miklum máli, sum hesum
Verkfallið hjá lærarunum harðnar í hvørjum og í gjár stóðu lærarar eisini við fíggjarmálastýrið og vísti sína ónøgd.
Men hóast tað nú hevur vart í fimm vikur, skulu bæði Jákup Sverri Kass og aðrir løgtingsmenn, halda seg langt burtur,
siga tey stóru fakfeløgini
ÁKI BERTHOLDSEN
Karsten Hansen, landsstýr-
ismaður í fíggjarmálum
hevur ikki tikið tað væl upp,
at Jákup Sverri Kass nú ætl-
ar sær at taka stig til at fáa
løgtingið upp í málið.
Karsten Hansen, sum
hevur ábyrgdina av samráð-
ingarnar av samráðingunum
fyri landið, er framvegis av
teirri áskoðan, at løgtingið
skal ikki leggja seg uppí
samráðingarnar.
Men at tað skal vera ein
tingmaður í sjálvari sam-
gonguni, sum ætlar at taka
stig til at fáa løgtingið uppí,
hevur hann tikið serliga
illani upp.
Hann sigur, at tað ber
heilt einfalt ikki til, at ein-
staklingar í samgonguni
fara í sjálvdrátt og taka stig
til at leggja eitt so stórt og
týdningarmikið mál fyri
tingið, uttanum samgong-
una, sigur Karsten Hansen.
– Eg rokni ikki við, at
hann fær nógvar tinglimir
úr samgonguni at skriva
undir eitt uppskot um at
leggja fyri tingið. Tvs, at
hann skal hava flestu und-
irskrivtirnar úr andstøðuni,
kanska saman við onkrum
einstaklingum úr samgong-
uni.
Hvørjar avleiðingar hetta
hevði fingið, vil hann ikki
útgreina.
Tað einasta, hann vil siga
er:
– Soleiðis kunnu vit ikki
arbeiða í eini samgongu, og
eg rokni við, at tá ið tað kom
tilstykkis,
hevði
Jákup
Sverri Kass hugsað seg tvær
ferðir um, áðrenn hann tók
eitt slíkt stig, sigur lands-
stýrismaðurin.
Karsten Hansen sigur, at
hann hevur greitt Jákup
Sverra Kass frá álvaranum
í málinum.
Men Jákup Sverri Kass
sigur, at hann hevur fleiri
ferðir boðað Karsten Han-
sen frá, at hetta bleiv endin,
um ikki okkur hendir
Tó sigur hann, at hann ger
onki, nú útlit vóru til at sam-
ráðingarnar fara at vera
tiknar uppaftur.
Hevði hendan fráboðanin
ta ávirkan, at hon hjálpti til
at fáa partarnar aftur til sam-
ráðingarborðið, er ikki so
lítið vunnið, helt hann.
Annars hevur hann sjálv-
ur merkt, at fráboðanin frá
honum í Sosialinum í gjár,
hevur vakt ans. Hann hevur
fingið ein hóp av teldubrøv-
um, bæði frá lærarum, sum
vóru ímóti ætlanini og frá
foreldrum, sum vóru fyri og
hann brúkti fleiri tímar í gjár
um at svara aftur.
Natúra og heilsa
er ein lívsstílur
Í nógv ár hevur Irena Jac-
obsen í Hvalba havt fibro-
myalgi sjúkuna, sum
voldi henni nógvan trega
hvønn einasta dag. Men
eina ferð hon var í Dan-
mark og ferðaðist, datt
hon niður á eina lýsing,
har ein kona helt fyrilest-
ur um aloe vera og fibro-
myalgi.
Aloe vera er ein planta,
sum læknar høvdu funnið
útav, hevði fleiri góðar
eginleikar.
Hon var og lurtaði eftir
hesi konuni og gjørdi av
at royna hetta evni og tað
gingu ikki nógvir dagar,
til hon livdi nógv betri.
Tær góðu royndirnar
fekk hana til at blíva før-
oyskt umboð fyri fyritøk-
una, sum ger hesar vør-
urnar. Talan er um heim-
sins størsta framleiðara av
aloe vera úrdráttum. Nú
ger hendan fyritøkan yvir
50 ymsar vørur, bæði
smyrsl, krem og ymiskt
at eta og drekka, tað er
alt er 100 vistfrøðiligt.
Fyritøkan selur fyri
fleiri milliardir um árið
og hevur umboð í yvir 60
londum. Nú er umboð
fyri deildina hjá hesi fyri-
tøkuni í Danmark komin
til Føroyar at kunna um
vøruna. Endamálið er
eisini at fáa fleiri umboð
í Føroyum og øll eru væl-
komin til teir báðar kunn-
andi
fundirnar,
sum
verða.
Fundur verður í MBF
húsinum
fríggjadagin
klokkan 19.00 og í Ólav-
stovu í Saltangará leyg-
ardagin klokkan 15. Sí
annars lýsing aðrastaðni
í Sosialinum í dag.
–Áki–