Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. apríl 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 72 - 12. apríl 2000 Vøddamýkjarar fingið prógv Nýggju vøddamýkjararnir hava hollan kunnleika og kunnu bæði forkela fólk og taka sær av ymsum trupulleikum Mynd: Jonhard Hammer Fyrstu føroysku vøddamýkjararnir hava fingið prógv, eftir at hava sitið á skúlabonki og roynt seg við mýkingarbonkin í eitt ár DAGFINN OLSEN Í eitt ár hevur danin Jens Melgaard hildið skeið fyri føroyskum næmingum, ið hava havt áhuga í vødda- mýking. Herfyri fingu 15 kvinnur og ein maður handað prógv á Hanilsskúlanum í Havn. Í eitt ár hava tey lært kropslæru (anatomi) á skúlabonki og annars roynt seg við mýkingarbonkin. Tey hava havt fleiri sløg av massasju ella vøddamýk- ing. M.a. avspennandi and- litsmassasju, ryggmassasju og viðgerð og tað, ið á donskum nevnist „dybde- afspændende“ andlitsmýk- ing. Nýggju vøddamýkjarar- nir kunnu taka sær av al- skins trupulleikum, men sjálvsagt teir eisini forkelað tann, ið leggur seg á bonkin, um hesin bert hevur brúk fyri at slappa av, eftir harð- an dag. Jens Melgaard letur væl at fyrstu føroysku vødda- mýkjarunum. Hann sigur, at sum næmingar hava tey ver- ið væl fyri og seriøs. Hetta metir hann borgar fyri, at tað eru góðir mýkjarar, ið føroyingr nú hava møgu- leika at vitja. Jens Melgaard sigur, at sjálvsagt skal ein ávís sið- venja arbeiðast inn. Í Dan- mark eru tey von við vødda- mýking og at leita sær til slíkar serfrøðingar. Í Føroy- um hevur hetta ikki verið gjørligt og tí ikki vanligt. Men Jens Melgaard væntar, hetta óivað verður øðrvísi nú. Jens Melgaard sigur, at møguliga verður tikið ímóti nýggjum liði av mýkjarum á skúlabonkin um eitt ella tvey ár. Nýggju mýkjararnir eru: Joan Jacobsen, Katrin í Gerðinum Olsen, Anna Maria Poulsen, Hildibjørg Wang, Geir Wardum, Hanna Jacobsen, Mena Müller, Guðny Jacobsen, Súsanna Olsen, Margee Dam, Jakobina Johannesen, Alice Simonsen, Annika S. Jo- hannesen, Haldis E. Samuel- sen, Martha Dalsgaard. Maria Svabo Samuelsen (vantar á myndini). Nýggju føroysku vøddamýkjararnir Mynd: Jonhard Hammer Á fundi mánadagin 10. apríl 2000 varð staðfest, at ein meiriluti í Tórshavnar Skúlaráð er ímóti áheit- anini hjá »Formansskapinum fyri skúlanevndirnar fyri framhaldsdeildirnar í Føroyum« um at senda áheitan á Føroya Løgting um at taka stig fyri at loysa ósemjuna millum Lærarafelagið og Fíggjar- málastýrið/Undirvísingar og Mentamálastýrið. Hetta er í skrivi boðað frá til Finnboga Ísaksson, tingfor- mann. Egon Øregaard er samdur í, at rættast er, at partar- nir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir skulu loysa ósemj- ur partanna millum. Men í hesum førinum gongur ósemjan út yvir tann partin í samfelagnum, sum er ómyndugur og sum er okkara felags framtíð, børnini. Børnini eru ómyndug og kunnu tí ikki sera fram krøv mótvegis myndugleikum og fakfeløgum. Av tí at fyrrverandi formaðurin í Tórshavnar Skúlaráð, Egon Øregaard, hevur tikið fult undir við »Formansskapinum« og framvegis ger tað í áheitan- ini á Føroya Landsstýri og Føroya Lærarafelag, og í aðru syftu á Føroya Løgting, hevur hann lagt frá sær sum formaður í Tórshavnar Skúlaráð. Egon farin frá Formaðurin hevði ikki meiriluta aftan fyri seg, tá hann tók undir við teimum, ið heittu á Føroya Løgting um at leggja upp í ó- semjuna millum Føroya Lærara- felag og Fíggjar- málastýrið Fyri jól varð boðið til kapp- ingar um nýggja, alternativa ólavsøkukantatu at verða framførd við túsundáraskift- ið nú á ólavsøku. Kórsamband Føroya minnir nú á, at handrit til hesa kapping skulu vera skrivara kórsambandsins, Palla Askham, Vestmanna, í hendi í seinasta lagi mána- dagin 1. mai. Viðløgdu treytirnar um hesa kantatu vóru: 1.Hon skal ikki vera tor- førari at syngja, enn at hon skal kunna framfør- Áminning um nýggju ólav- søkukantatuna Handrit skulu vera latin inn í sein- asta lagi 1. mai 2000 ast við vanligum kórsang- arum eftir 4–5 venjingum. 2.Hon skal í framførslu vara í 10-12 minuttir. 3.Hon er í fyrsta lagi hugs- að sum eitt a cappella verk til uttandura fram- førslu; men høvilig ljóð- føri kunnu eisini setast til. Eftirsum flestu limirnir í dómsnevndini verða útlend- ingar, verður biðið um, at teksturin til kantatuna frammanundan verður send- ur til Palla Askham í Vest- manna til greinandi viðgerð. Koyrt hýruvogn í 15 ár Í dag, 12. apríl 2000, eru 15 ár síðani, at Olaf Lud- vig í Havn byrjaði at koyra hýruvogn. Hann fór undir akstur- virksemi og setti á stovn Havnar Taxi. Hann er einsamallur í fyritøkuni og hevur m.a. gjørt vart við seg við skemtiliga herrópinum: Havnar Taxi - altíð ein bil! Og tað er so satt sum tað er Mynd: Jens Kristian Vang sagt. Olaf sigur, at tað til tíðir er strævið at koyra hýruvogn, tí dagarnir kunnu ofta gerast langir. Mest er at gera um nátt- ina og í vikuskiftunum. Hóast Olaf nú hevur koyrt í 15 ár, so ætlar hann sær at halda fram enn nøkur ár, so havnar- fólk framvegis hava ein bil at heita á. - do -