Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. apríl 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 72 - 12. apríl 2000 EDVARD JOENSEN Á Tvøroyri verður arbeitt við at betra umstøðurnar hjá flutningsfeløgum og ídnaði á havnarøkinum. Samstund- is verður miðbýurin fríðk- aður. Øki á bryggjuni frá Tvørá og vestur í móti hjá Niels Juel er breiðkað munandi til tess at gera betri pláss til bingjuflutning og annað, sum hevur samband við goymsluna hjá Skipafelag- num, ið heldur til í bygn- inginum hjá Niels Juel Mortensen. Dan Nielsen, virkandi bý- ráðsformaður, sigur, at neyðugt var at gera okkurt har, tí tað var stutt sagt ikki pláss at arbeiða hjá flutn- ingsfeløgum ella fiskavirkj- um, sum hildu til á økinum. Umframt Skipafelagið er eisini Delta Seafood á øki- num vestan fyri hjá Niels Juel, har nýtt virki er bygt undir Bakkanum. Tað, sum gjørt er, sigur Dan Nielsen, er at fylt er út á sjógv vestan fyri ánna og EDVARD JOENSEN Várróðurin norðan fyri sær út til at vera av á hesum sinni. Fiskiskapurin er minkaður, og illveður er og verður væntandi, tað sum eftir er av vikuni. Tað hevur so gjørt, at nógvir av fremmandamonnunum, sum hava verið norðan fyri og róð út, eru farnir heim- aftur. Mánadagin avgjørdu mestsum allir suðringarnir, sum hava ligið á Eiði, at fara suður aftur. Ein teirra, sum hevur ver- ið á Eiði í vár, er formaðurin í Meginfelag Útróðrar- manna, Chris Jan Mich- elsen av Tvøroyri. Hann var í flotanum, sum fór suður aftur um Fjørðin mánadag- in. Chris Jan sigur, at teir loystu á Eiði klokkan fýra seinnapartin og klokkan ellivu á kvøldi vóru teir á Trongisvágsfirði. So tað gekk bæði skjótt og væl, sigur hann. Seinnu dagarnar hevur fiskiskapurin verið mink- andi, og nú veðurmenninir søgdu illveður høgt mitt í viku og vánaligt restina av vikuni, hildu teir, at einki Barbara hjá Chris Jan Michelsen á veg til Suðuroyar mánadagin Mynd: Edvard Joensen Várróðurin er liðugur Suðringarnir, sum hava verið norðan fyri og róð út, eru farnir heimaftur. Mánadagin ásannaðu teir, at tíðin er farin fyri hesaferð, og teir fóru suður um aftur Fjørðin var at liggja eftir. Páska- vikan er komandi, og so er tíðin farin kortini. Teir valdu tí at fara suður, meðan sigl- ingarlíkindini vóru góð. Chris Jan Michelsen sig- ur, at fyribils niðurstøðan hjá útróðrarmonnum er, at várið hevur givið minni nøgd enn í fjør. Men aftur fyri hevur prísurin verið ó- vanliga høgur. Hann var heilt í toppi, tá útróðurin byrjaði, fyri síðan at dala eitt sindur. Tá líkasum legði hann seg í eina meira nat- úrliga legu, sigur Chris Jan Michelsen. Men nú er líkt til, at prísurin er á veg upp- aftur, heldur hann. Av tí, at prísurin hevur verið so óvanligur, er úr- tøkan hjá útróðrarmonnu- num í vár soleiðis nøkun- lunda á leið, sigur formað- urin í Meginfelagnum. Um hvat hann sjálvur nú fer at gera, sigur Chris Jan Michelsen, at nú verður tað sildafiskinum hann fer at leita eftir. Tað er vanligt, sigur hann, at royna at fylgja við lívi- num í sjónum hesa tíðina. Líkasum fyri at lúra eftir, hvussu summarið man fara at arta seg. Chris Jan sigur, at hann hevur sæð onkran fugl norðan fyri í vár. Men hendan dagin, teir sigldu suður aftur, var reiðiliga deydligt. Men hann uggar seg við, at tað var nakað kalt í veðrinum, so kanska tað fer at batna við lýkkuni. Annars fara teir sunnan fyri at seta onkra hýsulínu at vita, um hýsan er komin á bleyta botnin, væntar út- róðrarformaðurin. Snellan verður sjálvandi brúkt at royna eftir sildafiskinum, og kalvalínurnar fara at verða tiknar fram nakað skjótt. Sjálvur ger Chris Jan Mich- elsen ikki tað stóra við kalvalínu, sigur hann. Eitt annað, teir plaga at kanna eftir móti sumrinum, er hvussu býtið millum toskin og upsan verður. Vanliga fylgjast hesir báðir ikki. Gamalt er, at seiðaár er ikki gott fiskiár annars. So hendir tað, at silda- fiskurin svíkur, verður tað summarupsin, sum farið verður eftir, heldur Chris Jan Michelsen, heim aftur vendur útróðrarmaður á Tvøroyri. Fríðka miðbýin á Tvøroyri Tvøroyrar Kommuna er í ferð við at fríðka miðbýin um- framt at betrað verður um umstøðurnar á havnarøkinum nakað vestur. Síðan er bakk- in fluttur niðan eftir, og vak- ur grótgarður er laðaður í tveimum hæddum við eini rók miðskeiðis í vegginum. Veggurin er laðaður av stabbagróti úr Froðba, og tað er froðbingurin Johann- es Joensen, sum hevur verið formaður fyri hesum vala- verki. Í erva - har sum bilstøðin í síni tíð var leverandørur til manga góða skrønuna - verður nú gjørt parkerings- øki. Men samstundis, sum alt hettta verður gjørt, verða eisini vatn, el og kloakk- veitingar lagdar av nýggj- um. Uttan fyri parkerings- økið, fram við Bygdar- og Sjósavninum, alias Dokt- arahúsunum, Brummuni ella hvat tað nú hevur verið nevnt, verður eisini hamp- að. Eisini eru sjálv húsini pussað upp. Gongubreytin verður flísaløgd bæði oman fyri og oman móti bryggj- uni. Oman fyri handilshúsini hjá Niels Juel Mortensen verður eisini fríðkað. Býti er gjørt við N.J. Mortensen, soleiðis at Kommunan fær økið oman fyri vegin, og N.J.Mortensen fær so park- eringsøkið uttan fyri hand- ilin. Umvælingar og broyt- ingar í handlinum gera mill- um annað, at inngongdin verður flutt frá høvuðsveg- num til ytra enda av bygn- inginum. Tó er við í avtal- uni, sigur Dan Nielsen, at parkeringsøkið eisini kann brúkast av almenninginum. Bensinpumpan, sum Niels Juel hevði standandi oman fyri vegin, har bussteðgi- pláss og annað nú verður, verður flutt oman á nýggja økið uttan fyri handilin, sig- ur hann. Meginparturin av arbeið- inum verður væntandi lið- ugur í ár, men kortini verður okkurt toygt til komandi fíggjarár, sigur virkandi bý- ráðsformaðurin á Tvøroyri, Dan Nielsen.