Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. apríl 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 72 - 12. apríl 2000 Mugu ansa eftir trong- um í búskapinum Fíggjarpolitikk- urin viðgerast Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, hevur lagt frá- greiðing um fíggjarpolitikk í 2001 og framyvir fyri tingið og aðalorða- skifti verður í næstum SVEINUR TRÓNDARSON Samsvarandi grein 51, fjórða stykki í tingskip- anini legði Karsten Han- sen fyri tingið frágreið- ingina um fíggjarpolitikk í 2001 og framyvir. Talan er um eitt upp- legg til hvussu farast skal fram á tí fíggjarpolitiska økinum tey komandi ár- ini, og hetta uppleggið fara tingmenn at viðgera, tá aðalorðaskiftið verður um málið í nærmastu framtíð Opinleiki og gjøgnumskygni Í innganginum sigur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, at íblást- urin til orðaskifti um fíggjarpolitikk kemur úr Hvítubók, men tilmælini, sum í henni standa eru tó meira umfatandi enn að- alorðaskiftið. Eitt av endamálunum við orðaskiftinum um landsins fíggjarpolitikk er, at skapa størri gjøgn- umskygni og opinleika um fíggjarpolitikkin. Á henda hátt fáa tinglimir høvi til at koma við síni meining um, hvussu fíggjarpolitikkurin skal leggjast til rættis, áðrenn arbeiðið við fíggjarlógar- uppskotinum 2001 er komið í gongd. Karmar- nir um fíggjarlógarupp- skotið eiga tí ikki at koma óvart á nakran tá tað í heyst verður lagt fyri tingið, skrivar Karsten Hansen í innganginum. Tað, sum Karsten Han- sen her vísir á, er beinleiðis í samsvari við tað, sum stóð í Hvítubók um mannagongdir á fíggjarpolitiska økinum. Hvítabók mælir til, at tann yvirskipaði fíggjar- politikkurin verður settur til aðalorðaskiftis, áðrenn arbeiðið við fíggjarlógini fer í gongd. Langtíðartiltøk Frágreiðingin um fíggj- arpolitikkin er, sum nevnt omanfyri í fyrsta umfarið ætla sum grundarlag fyri arbeiðinum við fíggjar- lógini fyri komandi ár. Kortini er framtíðin eis- ini tikin við í frágreið- ingina, tí hon vísir eisini á ávís langtíðar tiltøk. Búskaparráðið lat fyri kortum frágreiðing frá sær, og tann frágreiðingin er eisini tikin við í upp- leggið frá landsstýris- manninum. Frágreiðingin frá Bú- skaparráðnum vísir á, hvat skal gerast um bú- skaparligi vøksturin í samfelagnum heldur fram, og m. a. vísir hon á bráðneyðug tiltøk, sum eru til at taka í slíkum føri, samstundis sum hon eisini vísir á ymsar møguleikar fyri langtíðar tiltøkum. Tingmenn fáa nú høvi til at seta seg inn í fíggjarpol- itikkin hjá samgonguni áðrenn arbeiðið við fíggj- arlógini fyri 2001 byrjar savnsmynd Almenna skuldin alt ov stór Føroyski búskapurin er soleiðis háttaður, at okkara mál fyri almenna skuld eiga at vera øðrvísi enn í grannalondum okkara. Búskapurin er so lættur at sára, at neyðugt er at hava so lága almenna skuld, sum tilber SVEINUR TRÓNDARSON Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum staðfestir í frágreiðingini um fíggjar- poltikk landsins, at al- menna skuldin í Føroyum er alt ov stór. Almenna skuldin, sum í hesum føri umfatar skuldina hjá landskassan- um og hjá konnununum, er enn alt ov stór. Ráðgevandi nevndin leggur dent á, at búskap- arpolitikkurin verður lagdur soleiðis til rættis, at al- menna skuldin eisini mink- ar skjótt komandi árini, stendur at lesa í frágreiðing- ini frá fíggjarmálaráðharr- anum. Við tað, at landskassin við lóg er bundin at hava 15 prosent av BTÚ standandi í landsbankanum, er neyð- ugt, at seta sær hægri mál enn at minka um netto- skuldina, sigur Karsten Hansen. Í ES-londunum er málið, at almenna skuldin hægst skal vera 60% av BTÚ, men í Caragata álitinum stendur, at skulu Føroyar hava eitt gott kredittvirði, eigur al- menna skuldin ikki at verða hægri enn 50%. Sveiggini í føroyska bú- skapinum hava verði stór og tí er enn meira neyðugt við einum vælkonsolideraðum almennum sektori. – Saman við ætlanunum um at gerast minni bundin at Danmark, eru grundgevingar fyri, at málið viðvíkjandi skuld- ini eigur at vera hægri enn í Danmark, verður sagt. Harafturat er tað ein trupulleiki, at almenna skuldin í flestu førum er uttanlandsskuld. Um- framt at leggja byrðar á landshúsarhaldið, so fer størsti parturin av al- mennu rentuútgjaldingu- num av landinum Karsten Hansen, lands- stýrismaður við fíggjar- málum, hevur lagt frá- greiðing um fíggjarpoli- tikk landsins fyri tingið, sum fer at hava aðalorða- skiftið um frágreiðingina um ikki so langa tíð savnsmynd Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur nærlistið seinastu frágreiðingina frá Búskaparráðnum, sum m. a. vísir á at neyðugt er at hava eyguni við bú- skapinum, so at hann trongar koma í. Tá kann avleiðingin vera lønartrýst, meiri prísvøkstur og verri kappingarføri SVEINUR TRÓNDARSON Fyrr í ár lat Búskaparráðið frá sær eina várfrágreiðing, sum m. a. staðfesti, at før- oyski búskapurin er í støð- ugari framgongd. Stígur - ella lítil aftur- gongd - tyktist vera komin í lønargjaldingarnar í fiski- vinnuni, men kortini helt búskaparvøksturin saman- lagt fram sætta árið á rað. Ráðið tendraði tí ávaring- arljósini og bað politikkar- arnar ansa eftir, at ikki ov nógv ferð kemur á búskap- in, tí tað kann fáa ógvusligar avleiðingar fyri samfelagið. Í frágreiðingini til løg- tingið um fíggjarpolitikk landsins, sigur Karsten Hansen, at Búskaparráðið mælir til, at seta neyðug til- tøk í verk, longu í vár, um tað skuldi hent, at búskap- arvøksturin heldur fram við somu ferð. – Orsøkin er fram um alt trýstið á arbeiðsmarknaðin. Landskassaavlopið er stórt, gjaldsjavnaavlopið tykist at verða óbroytt, og arbeiðs- loysið er næstan burtur. Hetta er sjálvandi at fegnast um, men vandi er fyri, at fløskuhálsar eru um at taka seg upp. Avleiðingarnar kunnu verða lønartrýst, meiri prísvøkstur og verri kappingarføri, stendur í frá- greiðingini. Pensjónsskipan og toygdar íløgur Mátarnir at tálma búskapar- vøkstrinum upp á eru sjálv- sagt nógvir, men í fyrsta umfari mælir Búskaparráð- ið til, at tað almenna bíðar við at gera íløgur, ella í øðr- um umfari toyggir tær. Ein annar møguleiki, sum eisini hevur tálmandi ávirk- an er ein kravd pensjóns- skipan, meðan tað beinleið- is verður mælt frá at nýta skatta- og avgjaldshækking- ar til at tálma búskaparliga vøksturin við. Leggja óneyðugt trýst á Karsten Hansen, landsstýr- ismaður, sigur í frágreið- ingini, at gongdin seinasta árið vísir, at sum støðan er við búskapinum í dag, so vísir gongdin seinasta árið, at sjálvt við lutfalsliga smá- um privatum og almennum íløgum, so kemur føroyski arbeiðsmarknaðurin undir trýst. Tí er neyðugt at arbeiða miðvíst við at skapa rúm í búskapinum. Her kann tað almenna skerja sín eftir- spurning, antin við beinleið- is niðurskurði ella við eff- ektiviseringum. Hetta má gerast á ein skipaðan hátt, og tað merkir, at pleniklipp- arin ikki verður tikin úr skúrinum aftur. Í komandi bløðum fara vit at hyggja nærri eftir frá- greiðingini frá landsstýris- manninum og vit fara eisini at hyggja at teimum tiltøk- um, sum búskaparráðið mælir til at brúka.