mikudagur 12. apríl 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 72 - 12. apríl 2000
ÓLAVUR Í BEITI
Heðin Mortensen hevur
spurt sjálvstýrismálaráð-
harran Høgna Hoydal nakr-
ar spurningar um starvsfólk
til fullveldisætlanina. Heðin
Mortensen spyr, hvussu
nógv fólk eru - og hava ver-
ið í starvi hjá landsstýrinum
í sambandi við fullveldis-
ætlanina? Eru fólk sett í
starv í Danmark fyri at gera
PR-arbeiði fyri fullveldi-
num? Hvat er endamálið
hjá landsstýrismanninum í
sambandi við internet-her-
ferðina? Kann landsstýris-
maðurin upplýsa fyri ting-
inum, hvat fullveldisætlanin
higartil hevur kostað, og
hvussu nógv hon í fram-
tíðini fer at kosta? Hevur
landsstýrið ætlanir um at
geva andsstøðuni sama
møguleika, at kunna um
alternativar møguleikar til
fullveldisætlanina
(her
verður hugsað um tekn-
iskar- og fíggjarligar møgu-
leikar)? Og at enda spyr
tingmaður Sambandsins,
hvør skal hava atkvøðurætt
á fólkaatkvøðuni um fram-
tíðarstøðu Føroya?
Hvítabók
Í
viðmerkingunum
til
spurningarnar, sigur Heðin
Mortensen, at meðan nógv
tiltrongd arbeiði her á landi
ÓLAVUR Í BEITI
Jenis av Rana, løgtingsmað-
ur, hevur spurt Vibeke Lar-
sen, ríkisumboð, um ríkis-
umboðið fær greitt Løgting-
inum frá, hví ríkislógartil-
mæli samtykt av Løgting-
inum 16. apríl 1999 og stað-
fest og kunngjørt ríkis-
myndugleikunum av løg-
manni 23. apríl 1999 um at
seta í gildi fyri Føroyar »lov
om ægteskabs indgåelse og
opløsning« ikki enn er útint
við eini kgl. fyriskipan.
Ríkismyndugleikin
ikki virt áheitanina
Jenis av Rana hevur nú spurt Vibeke Larsen, ríkisumboð,
hví ein kongilig fyriskipan viðvíkjandi hjúnabandslógini
ikki enn er útint
Danir ábyrgdina
Í
viðmerkingunum
til
spurningin, sigur Jenis av
Rana, at tá nevnda ríkis-
lógartilmæli varð einmælt
samtykt á Løgtingi, vóru
nógv fólk væl nøgd, millum
onnur tey, sum við hesum
nú sóu ein møguleika fyri
frameftir at hava vígslur í
teimum føroysku fríkirkj-
unum Men nú er eitt gott ár
farið síðan hesa løgtings-
samtykt, uttan tó at ríkis-
myndugleikin hevur virt á-
heitan Løgtingsins.
– Undirritaði hevur sett
munnligan fyrispurning til
Høgni Hoydal, landsstýris-
mann, um m.a. hetta sama
mál, men landsstýrismað-
urin vísir til, at danskir
myndugleikar hava ábyrgd-
ina.
– Viðmerkjast skal, at tað
er ikki bara henda løgtings-
samtyktin, sum er samtykt,
uttan at danskir myndug-
leikar hava gingið ynski
Løgtingsins á møti, sigur
Jenis av Rana í viðmerking-
unum.
VIT fyrst
við wap-
tænastu í
Føroyum
WAP, sum er ein stytting fyri Wireless Application
Protocol, er so smátt við at vinna frama í londunum
kring okkum, og í Danmark hava wap heimasíður
verið tøkar í nakrar mánaðir.
Eitt nú ber til at lesa styttar greinar hjá dagblaðnum
Aktuelt á wap-fartelefonum, og Lån & Spar Bank
bjóðar viðskiftafólkunum at síggja kontoavrit, flyta
pening millum egnar konti og annað á wap-fartele-
fonum.
Donsku bankarnir hava eisini ætlanir um at lata
viðskiftafólkini gera vanligar flytingar á wap-fartele-
fonum um stutta tíð.
Skeiðtilmeldingar
Á wap-heimasíðuni hjá VIT fæst ein listi yvir tey
skeið, sum VIT-stovan bjóðar, og gjørligt er eisini at
tekna seg gjøgnum fartelefonina.
Wap-heimasíðan hjá VIT er at finna á adressuni
http://wap.vit.fo
VIT, sum annars eisini er kent fyri at gera fram-
komnar heimasíður, fer í næstum at leggja seg eftir at
gera fleiri wap-heimasíður fyri viðskiftafólk.
Sambært Reidar Ole-Jacobsen frá VIT, er tað í flestu
førum bara talan um at umleggja verandi heimasíðu
til wap-tøknina, men alt má gerast við skili, soleiðis
at tað ikki gerst neyðugt við dupultum viðlíkahaldi.
Wap-fartelefonir
Um wap-fartelefonir kann sigast, at tær eru serligar
við tað at rúturin á fartelefonini er nógv størri enn
vanligt - og so hevur fartelefonin eina rulli-mús.
Allir teir størru framleiðararnir av fartelefonum gera
eisini wap-fartelefonir, og í Føroyum fáast tær eitt nú
hjá JS-Radio í Handilskjarnanum.
Haðani frættist, at nógvir føroyingar longu hava
ognað sær eina slíka.
Við tí framgongd, sum bæði internetið og fartele-
fonirnar hava havt í Føroyum seinastu árini, kann
roknast við, at wap — eins og í grannalondunum —
fer at vaksa í stórum her heima í komandi tíðum.
Sum tann fyrsta í landinum, bjóð-
ar teldufyritøkan VIT nú viðskifta-
fólkum sínum at vitja heimasíðuna
á fartelefonini
50 fólk mjólka
landskassanum í
fullveldisarbeiði
Stórur partur av hesum fólkum hava ikki arbeitt við fullveldisætlanini
burturav, og tí kundi verið áhugavert at fingið at vita, um lønarútreiðslurnar
hjá hesum fólkunum hava verið roknaðar sum útreiðsla í sambandi við
fullveldismálið, vil Heðin Mortensen hava at vita
liggja á láni, verður nógv
arbeiðsorka løgd í full-
veldisætlan landsstýrisins.
– Í innganginum til
Hvítubók og í fylgibindu-
num verða yvir 30 navn-
givnir persónar nevndir,
sum hava verið við í arbeið-
inum í sambandi við útgáv-
una av Hvítubók, og harum-
framt verða 8 nøvn nevnd á
útlendskum serfrøðingum,
sum búskaparnevndin hevur
ráðført seg við.
– Aftaná at Hvítabók var
útkomin (og tvær ferðir um-
sett til danskt), kom eitt í-
skoyti til búskaparpartin,
sum var gjørt á Háskóla Ís-
lands. Hvussu nógv ar-
beiðsorka varð løgd í hetta
verk, er ilt at siga, men til-
farið varð ikki almanna-
kunngjørt fyrr enn 25. nov-
ember við teirri grundgev-
ing, at tað var ikki liðugt til
útgávudagin av Hvítubók,
sum var 1. september, sigur
Heðin Mortensen.
Caragata
Og viðvíkjandi Caragata
álitinum, sigur Heðin Mort-
ensen, at tað er skrivað av
trimum serfrøðingum, har-
av tveir koma úr New Zea-
landi, ímeðan tann triði ar-
beiðir í Texas. Hesir hava
verið minst tvær ferðir í
Føroyum í sambandi við
arbeiðið at skriva og leggja
fram Caragata álitið. Í for-
orðunum takka teir hjálpar-
fólki úr Føroyum, Íslandi,
New Zealandi, Bretlandi og
úr USA fyri hjálpina, og teir
nevna 48 navngivnar per-
sónar.
–
Grundlógarnevndin
hevur higartil havt 11 fundir
við allari nevndini, umframt
uml. 25 bólkafundir í teim-
um 8 bólkunum, sum eru
undir grundlógarnevndini.
Harumframt koma fundir-
nir, sum hava verið millum
formannin og skrivaran í
nevndini, og eisini hevur
verið skipað fyri evnisdegi
í Norðurlandahúsinum fyri
limirnar í grundlógarnevnd-
ini.
– Umframt hetta hevur
verið skipað fyri ráðstevnu
fyri smátjóðir við útlend-
skum fyrilestrahaldarum,
og í morgunsendingini hjá
útvarpinum var fyri stuttum
tosað við mann, sum segði
seg arbeiða á føroysku við-
skiftastovuni í Keypmanna-
havn, har hann var »PR-
maður hjá landsstýrinum«.
Atkvøðurætt
– Landsstýrið hevur verið í
Danmark á samráðingaferð,
har 17 fólk vóru við – um-
framt ein landsstýrismaður,
sum ikki luttók í samráð-
ingunum. Og nú fara trý
landsstýrisfólk saman við
embætisfólki
niður
at
»kunna« Fólkatingið um
fullveldismálið.
– Eisini kundi verið á-
hugavert at fingið at vita,
um ráðstevnan um smátjóð-
ir er íroknað prísin, sum
fullveldisætlanin
hevur
kostað? Landsstýrismaður-
in hevur fyrr sagt, at and-
støðan eisini hevur fingið
síni sjónarmið við á heima-
síðu
landsstýrisins
um
fullveldi. Men her er talan
um sjónarmið, sum lands-
stýrið sjálvt hevur valt. Tí
kundi verið áhugavert at
fingið at vita, um andstøðan
fer at fáa møguleika til sjálv
at leggja síni sjónarmið út á
hesa heimasíðu?
Eisini kundi verið áhuga-
vert at fingið at vita, hví
Caragata álitið og »íslend-
sku tølini« ikki verða nevnd
á heimasíðuni um fullveld-
ið. Annars tykist tað løgið,
at nú, minni enn tríggjar
mánaðir áðrenn samráðing-
arnar við donsku stjórnina
skulu verða lidnar, veit
landsstýrið framvegis ikki,
hvør fer at hava atkvøðurætt
til fólkaatkvøðuna, sigur
Heðin Mortensen m.a. í við-
merkingunum til fyrispurn-
ingin.