Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. apríl 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 72 - 12. apríl 2000 JAN MÜLLER Um somu tíð sum føroy- ingar eru við at gera klárt til at taka ímóti fyrstu um- sóknunum til oljuleiting, eru grønlendingar komnir eitt stig víðari. Teir gera nú seinastu fyrireikingarnar til veruliga boring eftir olju á Fylla banka í Vesturgrøn- landi. Sum vera man eru eisini føroyingar við í hesum ar- beiði. Og tað er ikki bara á dekkinum. Eisini á brúnni eru føroyingar. Síðani 1. februar hevur sørvingurin, Eyðfinnur Jacobsen røkt annað av deildarstjórastørv- unum í ráevniumsitingini hjá grønlendska heimastýr- inum. Meðan hin deildar- stjórin, ið er grønlendingur, tekur seg av jarðfrøðiligu deildini, so stendur Eyð- finnur Jacobsen á odda fyri tí fyrisitingarliga partinum. Eyðfinnur Jacobsen hev- ur starvast sum advokatur í Føroyum í nógv ár m.a. við egnum virki í Havn. Í tvey ár var hann deildarstjóri í Tinganesi fyri kommunika- tión og ferðslu. Hann hevur eisini royndir frá stats- fyrisitingini innan Statens Luftsfartsvæsen og nú sein- astu tíðina eisini frá før- oysku fyrisitingini á Toll- og Skatt undir Fíggjarmála- stýrinum. Seinasta uppgávan hjá honum, áðrenn hann fór til Grønlands at arbeiða, var at smíða føroysku kolvetn- isskattalógina. Hóast Grønland og Før- oyar eru tveir partar av danska kongaríkinum við hvør sínum heimastýri, so eru viðurskiftini á ráevnis- økinum rættiliga ymisk. Meðan føroyingar valdu at yvirtaka undirgrundina og møgulig ráevni í henni, so hava grønlendingar fingið eina skipan, har undirgrund- in er felagsmál. Í Grønlandi er tað Jonathan Motzfeldt, Sørvingur á brúnni í oljuleit- ing í Grønlandi Meðan grønlendingar nú gera klárt til at bora eftir olju í Vesturgrønlandi í vár, skulu oljufeløg nú lata umsókn inn til at bora við Føroyar í 2001. Eitt av ábyrgdarfólkunum í grønlendsku ráevnisumsitingini er sørvingurin Eyðfinnur Jacobsen. landsstýrisformaður, sum hevur politisku leiðsluna á hesum øki, meðan tað í Danmark er Svend Auken, umhvørvis- og orkumála- ráðharri. Áhugavert arbeiði Tað eru sostatt Jonathan Motzfeldt og Svend Auken, sum hava verið við til at seta Eyðfinn Jacobsen í hetta fyri grønlendsku framtíðina so týðandi starvið. Sjálvur sigur hann, at hetta er eitt sera áhugavert arbeiði og trívist hann væl í tí. Hann heldur tað vera kærkomið at kunna vera við, nú fyrsta boringin verður í summar á Fylla banka. Tað er norska oljufelagið, Statoil, sum er operatørur. Hini feløgini, sum eru við í bólkinum, sum hevur fingið loyvi eru Phillips Petrole- um, Dong og Nunaoil, sum er grønlendska almenna oljufelagið. Tað verður bor- ið. Eyðfinnur Jacobsen held- ur tað vera áhugavert nú før- oyingar og grønlendingar eru komnir umleið líka langt, tá tað snýr seg um at fara undir oljuleiting og ivast hann ikki í, at eins og føroyingar fylgja við gongdini í Grønlandi, so fylgja grønlendingar eisini við, hvat hendir í Føroyum. Man kann tó siga, at før- oyingar eru umleið eitt ár aftanfyri útviklingin í Grøn- landi, nú fyrsta boringin í Vesturgrønlandi byrjar í vár. Eyðfinnur Jacobsen ivast ikki í, at føroyingar og grønlendingar bæði eiga og kunnu samarbeiða um yms- ar praktiskar spurningar í sambandi við oljuútvikl- ingin í báðum londum. At ein føroyingur situr í einum so týðandi starvi í grønlendsku ráevnisum- sitingini kann uttan iva hava við sær samstarv millum londini, sum skulu út í eina heilt nýggja vinnu. M.a. kann hugsast, at londini saman kunnu kanna árinini, sum ein slík nýggj vinna hevur á eitt lítið og fjar- skotið samfelag. Umframt oljuspurningar so fæst fyrisitingin eisini nógv við aðra námsvinnu so sum at leita eftir gulli og gimsteinum. Samanbera vit eina kom- andi oljuleiting við Føroyar við henni í Grønlandi, so er talan um sera stór øki, har leitast skal eftir olju. Taka vit bara lisensin á Fylla banka, so er hann størri enn alt samlaða danska oljuøkið í Norðsjónum. Tað er greitt, at tað í hes- um liggja stórar avbjóð- ingar, eisini fyri ein føroy- ingur í einum av ábyrgdar- størvunum í grønlendsku ráevnisumsitingini. Eyðfinnur Jacobsen sigur, at verður olja og gass funnið, so fer hetta at fáa rættiliga stóra ávirkan á grønlendska samfelagið. Verður einki funnið, so kann tað blíva eitt stórt bakkast fyri oljuleiting í Grønlandi sum heild. Fyrsta boringin á Fylla banka verður tí eygleidd við sera stórum spenningi. Fyribils verður Eyðfinnur einsamallur í Grønlandi. Men komandi summar fer familjan eisini til Grøn- lands. Dongblað um olju í Føroyum og Grønlandi Í hesum døgum er útkomið nýtt nummar av blaðnum hjá danska oljufelagnum Dong. Hesaferð hevur blaðið valt at viðgera olju- leitingina í Grønlandi og í Føroyum. Har er stór sam- røða við Eyðun Elttør, landsstýrismann og grøn- lendska landsstýrisfor- mannin, Jonathan Motzfeldt um komandi oljuleitingina í Føroyum og Grønlandi.