Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. september 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 173 - 11. september 2002 Nr. 173 - 11. september 2002 3 Tað er við takksemi í hjart- anum, vit kunnu minnast Ásu. Fyri bert 5 mánaðum síðani heiðraðu vit hennara 60 ára føðingardag, har yvir 100 fólk vóru til staðar. Tú sást ikki á henni, at hon stríddist við sjúku, so frísk og glað, sum hon altíð sá út til at vera. Eg kom inn í familjuna fyri góðum 12 árum síðani og kendi meg beinanvegin sum part av familjuni og sum Ása segði: "Nú hava vit fingið eitt barn afturat", soleiðis kendi tú teg saman við Ásu og Jógvan Martin. Ása var altíð positiv, hon hevði eitt lætt sinni og var altíð í góðum lag. Hon fekk øll rundan um seg at kenna seg væl og føla seg heima. Longu sum 48 ára gomul bleiv Ása sjúk av kreft. Sjálvt um hetta var ein torfør tíð hjá henni og Jógvan Martin, misti hon ikki mótið so. Hóast útlitini menniskjaliga sæð ikki sóu so bjørt út tá, valdi hon, at seta sítt álit á Guð, sum bleiv hennara styrki ígjøg- num tey gott 12 árini, sum hon fekk afturat. Í hesum tíðarskeiði upplivdi hon at gerast heilt frísk. Hon vitnaði um, hvussu Harrin hevði grøtt hana og gav honum æruna. Men hon gloymdi heldur ikki tað stóra arbeiðið, sum lækn- arnir gjørdu og plagdi at siga áðrenn viðgerðirnar av ymsum slag fóru fram: "Eg biði fyri læknunum, at Guð skal brúka teirra hendur til grøðing fyri mítt likam." Ása var góð við læknarnar og setti prís uppá teirra arbeiði, hon tosaði aldri niður á nakað, sum teir gjørdu. Á sama hátt var við hinum starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum og harav serliga á B6. Tú hoyrdi hana altíð tosa væl um sjúkrasystrarnar, hvussu fittar og góðar tær vóru og eg kann lovað fyri, at hon hevur biðið nógvar bønir fyri teimum eisini. Ása og Jógvan Martin hava staðið saman í øllum. Eftir at Ása bleiv sjúk, var Jógvan Martin nógv um hana, til hvørja kanning og blóðroynd so var hann við hennara lið. Tað var, sum vóru tey so takksom fyri lívið, at hava hvønnannan og dugdu ómetaliga væl at njóta tíðina saman. Sást tú annan av teimum, var hin ikki langt burtur. Fyri Ásu var Bíblian - Guðs orð - hennara dagligi heiligvágur. Hon inntók orðið við lesna og játtaði lyftini yvir sítt likam. Spurd um, hvussu hon hevði tað, kom hon altíð fram við hvat skriftin segði. Ofta var niðurlagið hjá henni, Fil. 3,13 "Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan." Hon gleddi seg eisini nógv í Sálma 103, 1- 4 og Sálma 91. Tað hava verið nógv fólk, sum hava ringt til Ásu ígjøgnum hesa tíðina. Mangan vóru tað sjúk fólk, ið ringdu til hana fyri at fáa hjálp. Sjálvt um hon kanska mangan var illa fyri sjálv, so hevði hon altíð nakað at geva av, tí hon var so fylt við Guðs orði, sum var hennara styrki. Ása var ikki bert ein mamma fyri síni egnu familju. Inni í samkomuni Kelduni gjørdi Ása tænastu við borðini, hon var altíð klár saman við Jógvan Martini tá legur, stevnur og annað skuldi verða at skipa fyri matinum og tí prakt- iska. Hon var við til at skapa tað heimliga í sam- komuni og øll sum komu inn blivu góð við hana á ein serligan hátt. Í dag kunnu vit gleðast um tað fyri- mynd, sum hon hevur givið okkum og vit kunnu fylgja henni eftir. Vit kenna longu nú ein so ómetaligan stóran sakn eftir Ásu. Tað virkar so óskiljandi, at hon ikki er ímillum okkum meir. Og serliga tú, Jógvan Martin kennir pínuna av at hava mist. Men vit standa saman við tær og biðja Harran um styrki og troyst. Sjálvt um vit syrgja, so syrgja vit ikki sum hini, ið onga vón eiga" (1 Tess. 4,13). Vit skulu jú øll ein dag fara herfrá, nøkur fyrr og nøkur seinni. Ása hevði valt Jesus her í lívinum og hon livdi saman við honum í einum dag- ligum samfelagi við Hann. Hetta er okkara troyst, at Ása í dag er heima hjá Jesusi, sum var hennara frelsari. Ein dag skulu vit síggja hana aftur í himl- inum, har øll savnast, sum hava valt Jesus, sum sín Harra og Frelsara her í lívinum. Við hesum orðum vilja vit lýsa frið yvir minnið um Ásu. Jastrid & Pauli og Pætur Minningarorð um gubba mín Henning Jensen Heilt frá tí eg var smádrongur, hevur Henning verið ein serligur persónur í lívið mínum. Henning var gubbi mín og giftur við Naomi, sum er ommusystir mín. Hvønn sunnumorgun fór pápi mín við okkum systkum vestur eftir ovaravegi fyri at vitja Henning og Naomi, og er hesin siður mest sum varðveittur tann dag í dag. Altíð var hugnaligt at koma inn á gólvið hjá teimum. Ofta var Henning til skips, og tá var spennandi at frætta hvørji tíðindi Naomi visti frá honum. Henning var mær ein góður lærumeistari. Eg var heilt ungur, tá eg slapp at egna hjá honum. Tað var tann tíðin, tá nógvur útróður var í Vági, og allar mínar fríløtur var eg á kajuni. Henning lærdi meg at spleysa, at knýta húkar undir línu og at greiða fløkjur. Hann lærdi meg eisini, hvussu man skuldi skikka sær umborð á skipi, og hann lærdi meg heitini á øllum umborð. Hetta er nakað, sum hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri meg alt lívið ígjøgnum. Henning tók meg við sær onkran túrin við Múlatanga, báði við snellu og við línu. Eg var m.a. á Bankanum og undir Íslandi. Hesar løtur hugsi eg framvegis nógv um. Eg slapp at hjálpa Henningi við at rigga til, tá leggjast skuldi um frá línu til snellufiskiskap, og Henning tók meg eisini við, tá motorurin á Múlatanga bleiv skiftur miðskeiðis í sjeyti árinum. Altíð hevði Henning stundir til at læra frá sær. Hann var ein sera umhugsin og klókur maður, sum dugdi væl at fara við ungfólki. Tungt var at frætta, at Henning var farin. Hesi seinastu árini, eg havi verið búsitandi í Dannmørk, hava møguleikarnir fyri at vitja inn á gólvið í Miðisbyrgi sjálvsagt verið skerdir. Henning hevði verið sjúkur í eina tíð, og ilt var at ímynda sær hann í hesari støðu. Tí var tað enn meira kensluborið hjá mær at vitja Henning, nú hann ikki var so byrgur, sum eg altíð minnist hann at vera. Men kortini var lagið gott á honum, tá eg vitjaði inn á gólvið hjá Súsannu og Magnus, har hann var sína seinastu tíð. Mínir tankar leita til tykkara í hesi sváru stund – til tín góða Naomi og til Olaf, sum stóran partin av lívi sínum hevur verið til skips saman við pápa sínum, og til tykkum Súsanna og Magnus, Signar og Henning. Má Harrin styrkja tykkum og veita tykkum ugga. Friður veri við minninum um Henning Jensen! Højbjerg 02.09.04 Rógvi Johansen Minningarorð um elskaðu móður, vermóður og ommu okkara Ásu S. Høj Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at mín elskaði maður, okkara elskaði pápi, verpápi, abbi og langabbi Dion Splidt ættaður av Nesi í Vági, búsitandi í Tórshavn andaðist í heiminum mánadagin tann 9. september 82 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni fríggjadagin tann 13. september kl. 14.00. Familjunnar vegna Maria Petur, Jórun og Nancy Tey, sum ynskja at minnast Dion, verða biðin um at lata eina gávu til Diabetesfelag Føroya, konto í Sparikassanum. Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara, Adolf V. Hansen fyrrverandi løgtingsmaður andaðist í Århus, 8. september, 66 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Marna, Fríðrik, Mariann og Bjørg Í sambandi við, at Onkologisk Ambula- torium á Lands- sjúkrahúsinum er 10 ár í ár, verður skipað fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsin- um. Ráðstevnan um krabbamein og viðgerð KRABBAMEIN Ingrid Bjarnastein Týsdagin 17. september verður skipað fyri stórari ráðstevnu í Norðurlanda- húsinum. Tað er Føroya Felag ímóti Krabbameini og Landssjúkrahúsið, ið skipa fyri hesi ráðstevnu. Onkologisk Ambulator- ium fylgir krabbameins- sjúklingar og virkar í samstarvi við Ríkissjúkra- húsið. Ein serlækni og ein sjúkrasystir koma upp fýra ferðir um árið sum ráð- gevar. Um sjúklingar so skulu hava serliga viðgerð, verða teir sendir á Ríkis- sjúkrahúsið til viðgerð, har teir antin verða lagdir inn ella ganga til ambulanta viðgerð. Um illgruni er um, at ein sjúklingur hevur krabba- mein, vísir kommunu- læknin sjúklingin víðari til kanning á Landssjúkra- húsinum. Har verður sum oftast avgerð tikin um sjúkuna, og um neyðugt er, so verður sjúklingur sendur niður til Danmarkar. – Sum er nú, so verður ein sjúklingur lagdur inn á landssjúkrahúsið, um hann hevur tørv á kemoterapi í blóðæðrunum, sigur Anne Grete Mikkelsen, lækna- stjóri á Landssjúkrahúsin- um. – Men í framtíðini við nýggjum ambulatorium, verður hetta møguligt, at lata seg gera, sum ein partur av arbeiðinum. Meira enn aktiv viðgerð Tað er alneyðugt, at krabbameinssjúklingar fáa meira enn bara aktiva við- gerð, og er tað her palliativ viðgerð kemur inn í myndina. – Palliativ viðgerð er linnandi viðgerð. Tað verið seg sálarfrøðislig hjálp, kunning, komunikatión, pínulinnan og annað. Henda viðgerðin er ógvu- liga týdningarmikil fyri, at tann aktiva viðgerðin skal verða góð, vísir Anne Grete Mikkelsen á. Á henda hátt fáa krabba- meinssjúklingarnir eina virðiliga livistøðu og har- afturat fáa teir kunning um, hvussu teir eiga at liva. Her er talan um, at teir til dømis eiga ikki at roykja ella verða útsettir fyri beinleiðis sólarljósi, eta lítið feitt og so víðari. – Viðgerðirnar ímóti krabbameini betrast ár fyri ár. Sjúkur, sum vit ikki høvdu nakra viðgerð fyri fyri nøkrum fáum árum síðani, hava vit viðgerð fyri nú, sigur læknastjórin. Alt arbeiðið verður gjørt í samstarvi við Ríkis- sjúkrahúsið, og tað vil siga, at Landssjúkrahúsið fylgir teimum altjóð rættnings- linjunum. Fyri at gera vart við, at Onkologisk Ambulatorium hevur 10 ár á baki hevur Landssjúkrahúsið saman við Føroya Felag ímóti Krabbameini valt at hava eina ráðstevnu. – Tað er týdningarmikið at vísa á, at eitt so lítið stað sum Føroyar megnar alt hetta arbeiðið. Ráðstevnan verður bæði fyri fakfólk, sjúklingar, avvarðandi og øll onnur, ið hava hug at vera við. Kostnaðurin verður býtt- ur millum Føroya Felag ímóti Krabbameini og Landssjúkrahúsið, og við vælvild frá Norðurlanda- húsinum, verður ráðstevnan hildin har. Skráin er breið og umfat- andi og eru nógvir út- lendskir læknar við, sum koma at halda fyrilestur. Eisini kemur ein, sum hevur havt krabbamein, at tosa um hetta. Øll, ið ynskja at vera við, kunnu luttaka. Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum, týsdagin 17. september. Byrjað verður klokkan 9.30. Stór ráðstevna um krabbamein og viðgerð Anne Grete Mikkelsen, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 3 2