mikudagur 11. september 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 173 - 11. september 2002
Nr. 173 - 11. september 2002
5
Um vikuskiftið var
skipað fyri Vøru-
messu í ítróttarhøll-
ini á Hálsi í Havn
VØRUMESSA
Eirikur Lindenskov
Um vikuskiftið varð skipað
fyri vørumessu í ítróttar-
høllini á Hálsi í Havn.
Messan lat upp fríggja-
dagin og var opin til sunnu-
dagin kl 18.
Tað er Birgir Poulsen,
sum skipar fyri Vørumess-
uni, sum serliga er ætlað
handilsfólki.
Tað var eisini týðuligt, at
jólakeypið stendur fyri dur-
um.
Sum vera man merktist
tað leygardagin, at fótbólt-
ur var á skránni, men
sunnudagin vitjaðu nógv
fólk messuna. Har var eis-
ini høvi hjá fólki at kjósa
vakrasta básin, og vann
LM-Handilin hendan heið-
ur.
Í heiðursgávu fekk hand-
ilin eitt grafiskt prent, sum
Jóna Rasmussen, listar-
kvinna, hevur gjørt og eina
sera vakra borðlampu.
Tað er sera týdn-
ingarmikið fyri
foreldur, sum mist
hava børn, at tey
tosa um hesi við-
urskiftini og ikki
royna at gloyma
barnið. Til tess at
hjálpa skipar Fel-
agið Pinkubarna-
deyði fyri fundum,
har foreldur hittast
at tosa um felags
viðurskifti
PINKUBARNA-
DEYÐI
Eirikur Lindenskov
Felagið
Pinkubarna-
deyði hevur opið hús
annan leygardag í hvørj-
um mánaði. Har hava
fólk møguleika at hitta
onnur foreldur, ið hava
mist eitt barn. Har verð-
ur m. a. tosað um per-
sónligar reaktiónir og
reaktiónir, tú upplivir, tá
ið tú fert til arbeiðis
aftur.
Nakrar ferðir um árið
verður skipað fyri pro-
fessionellum fyrilestr-
um, t. v. s. við presti,
sjúkrasystir, jarðarmóð-
ir, sálarfrøðingi o. l.
Annars eru tað tey
aktivu í felagnum, ið
siga frá sínum uppliv-
ingum í sambandi við
sorg.
Foreldur, ið hava mist
eitt barn, verður ofta
biðin um at fara til ar-
beiðis skjótast gjørligt
ella takast við eitthvørt,
fyri at gloyma barnið og
koma víðari í lívinum.
– Hetta nyttar lítið, um
sorgin als ikki er við-
gjørd. Tí tað hendir ofta,
at foreldrini virka ikki til
arbeiðis og tískil verða
sjúkrameldað eina tíð
fram. Tá kennist niður-
lagið enn størri, sigur
Annvør
Nielsen
úr
Felagnum Pinkubarna-
deyði.
Komandi leygardag,
14.
september,
fara
Sonja Gleðisheygg og
Hallbjørg Fríálvsdóttir
at
tosa
um
evnið:
»Hvussu er tað at byrja
at arbeiða aftur, tá ið tú
hevur mist eitt barn«.
Fundurin
verður
í
Jákupsstovu í J. Paturs-
sonargøtu 24 kl. 14
leygardagin.
Um fólk vilja vita
meira um felagið, ber til
at seta seg í samband við
Sólgerð
Foldbo
(tel
422184) ella Annvør
Nielsen (tel 317261).
Tosa um at
missa børn
LM-handilin hevði vakrasta básin
Jóna Rasmussen, listarkvinna, Arnstein frá LM-Handlinum og Birgir og Lis Poulsen, fyrireikarar av Vørumessuni
Mynd: Eirikur Lindenskov
Harald Mydland, sum
virkar saman við tí
vælkenda norska
heimsevangelistinum
Aril Edvardsen, hevur
møtir í Føroyum 25.-
29. September
HEIMAMISSIÓNIN
Tíðindaskriv
Møtini seta heimsmissión í
miðdepulin. Seinastu 40
árini hevur norski evangel-
isturin Aril Edvardsen og
hansara medarbeiðarar bor-
ið evangeliið, tey góðu tíð-
indini út til heimsins
ónáddu fólkasløg.
Við stórum møtirøðum,
prædikantseminarum fyri
innføddar arbeiðarar, tí
skrivaða orðinum, bíbliu-
skúlum,
brævskeiðum,
radio- og sjónvarpi røkkur
missiónsfelagsskapurin
Troens
Bevis
Heims-
evangelisering
nú
runt
roknað 200 tjóðum við
evangeliinum, og er hetta
meira enn nøkur onnur
missión, vit kenna.
Kunnu
røkka
øllum
heiminum við sjónvarpi
úr Sarons Dal
Seinastu tíðina hevur Aril
Edvardsen og Troens Bevis
gjørt nógv við at senda
evangeliið við fylgisveina-
sjónvarpi, og hava teir nú
amboðini til at røkka øllum
heiminum við evangeliin-
um frá høvuðsstøðini í
Sarons Dal í Kvinesdal í
Noregi.
Úr Sarons Dal verður nú
dagliga sent yvir fylgisvein
til Evropa, Norður Afrika,
Miðeystur og vestara partin
av Russlandi. Hyggjararnir
verða síðani fylgdir upp við
brævskeiðum á nógvum
tungumálum.
Várið 2003 krøkir Troens
Bevis seg upp á tann so-
kallaða Hotbird-satelittin,
sum røkkur frá eystur-
strond Ameriku til Mið
Asia, India og vestara Kin-
esiska markið. Tá veksur
hyggjarafjøldin við hundr-
aðtals milliónum asiatisk-
um hyggjarum.
Hevur
vitjað
Føroyar
fleiri ferðir
Bæði Aril Edvardsen og
Harald Mydland hava vitj-
að í Føroyum fleiri ferðir,
og missiónsfelagsskapurin
í Sarons Dal er væl kendur
millum føroyingar.
Einir
250
føroyingar
(missiónsstuðlar) fáa í hes-
um døgum bræv úr Sarons
Dal við persónligari inn-
bjóðing til at koma á møtini
hjá Harald Mydland, har
tey fáa at hoyra seinastu
tíðindini
innan
heims-
missión.
Stór undur hendu í India
Harald Mydland hevur
stórar møtirøðir runt um í
heiminum, og fyrireikar nú
eina stóra møtirøð í India í
vetur.
Seinast
hann
vitjaði
India, í februar í ár, hendu
nógv stór undur. Krabba-
meinssvullir hvurvu tá ið
biðið var fyri sjúkum, deyv
oyru vórðu latin upp, veikt
síggjandi sóu klárt, stívir
ryggir kundu boyggjast, og
astma og allergi varð grøtt.
Ein kvinna við sera sterk-
ari pínu í høgra armi, hevði
gjørt av at taka seg av døg-
um. Men sama kvøld varð
hon fullkomuliga grødd.
Ein maður við einum stór-
um krabbameinssvulli á
hálsinum varð grøddur, og
svullurin hvarv undir for-
bønini.
Harald Mydland hevur
eisini møtirøðir í Afrika, og
var í august mánað millum
høvuðstalararnar á prædik-
antkonferansuni sum saml-
aði pastorar og leiðarar úr
øllum Kenya.
Harald Mydland møtirøð í Føroyum
Sunnumorgunin kom
Brimil á Klaksvík við
einum belgiskum
seglbáti. Báturin
hevði maskinskaða og
var á veg á Klaksvík.
Komnir í Kalsoyar-
fjørð var stilli og tá
seglini einki munaðu,
fór Kittiwake, sum
báturin kallast, at
reka við streyminum.
Kittiwake er 44 føtur
langur. Við eru tveir
belgiarar og 4 frans-
menn
FRÍTÍÐARSIGLING
Rúna Sivertsen
Mánadagin var Sosialurin
umborð á seglbátinum,
Kittiwake, sum liggur á
Klaksvík við maskinskaða.
Vit fingu eitt prát við
belgiska skiparan, Poul
Baguet og Anne Theben,
sum eisini er úr Belgia.
Anne og Poul vóru ser-
stakliga blíð og fryntlig, og
skjótt kom kaffið í krússið.
Hon er lækni, og hann er
verkfrøðingur. Anne hevur
ikki verið í Føroyum áður,
men hjá Poul er hetta 9.
ferðin her.
- Av øllum teimum lond-
um, vit hava vitja, dámar
okkum Føroyar best, við
undantak av veðrinum, siga
tey.
Fólk eru sera fyrikom-
andi og blíð, halda tey.
Poul, sum hevur upplivað
eina ólavsøku, undraðist á,
at so nógv drukkin fólk
kundu vera so friðarlig og
vinarlig.
Spurd, um tey hoyra
saman, vildu tey einki vera
við, at tey eru par. Men tá
Anne í skemti varð spurd,
um hon so hoyrdi til øll
fimm mannfólkini umborð,
svaraði hon kvikliga og
flennandi: “I prefer Poul”.
Kittiwake fór úr Nieuw-
poort í Belgia tann 1. juli.
Ferðin gekk upp við ensku
strondini og víðari til Het-
lands. Síðani gekk leiðin til
Noregs og haðani yvir til
Grønlands og víðari heilt
upp til Spitsbergen.
Tá eykalutir eru komnir
úr Belgia og maskinan
umvæld, fer Kittiwake um
Ongland aftur til Belgia.
Komu í neyð av góðveðrinum
unnumorgunin kom Brimil á Klaksvík við einum belgiskum seglbáti, sum hevði maskinskaða.
Tá Kittiwake kom í Kalsoyarfjørð var stilli, seglini munaðu einki og báturin fór at reka við
streyminum
Mynd: Rúna Sivertsen
Anne Theben og Poul Baguet eru bæði úr Belgia. Við
Kittiwake eru eisini 4 fransmenn; teir vóru ein túr í landi, tá
Sosialurin vitjaði umborð
Mynd: Rúna Sivertsen
C
M
Y
K
5
4