mikudagur 11. september 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 173 - 11. september 2002
Nr. 173 - 11. september 2002
7
Tryggingingarfelagið
Føroyar á Tvøroyri er
flutt í nýggj høli og
tað ætla tey at við-
skiftafólkini skulu
merkja
HÆKKAÐ
TÆNASTUSTØÐI
Áki Bertholdsen
Tvøroyri: Nógv fólk varð
komið saman seinnapartin
fríggjadagin, tá ið Trygg-
ingarfelagið Føroyar flutti í
nýggj høli á Tvøroyri.
Tryggingarfelagið hevur
keypt húsið, sum Bókbind-
arin hevði handil í beint við
høvuðsvegin, mitt á Tvør-
oyri og nú nýggju hølini
vórðu tikin í nýtslu var al-
menn móttøka seinnapartin
fríggjadagin, har ymiskt
var á skránni, bæði fyri stór
og smá.
– Endamálið at flyta í
nýggj høli er at hækka tæn-
astustøðið, segði trygging-
arstjórin, Gunnar í Liða, í
eini stuttari røðu, hann helt
á móttøkuni.
Hann segði, at Trygging-
in royndi at nøkta tann tørv,
tey sóu rundanum seg, men
øll hugskot um, hvussu
tænastan kann verða betri,
eru vælkomin.
Hann segði, at tað var í
1989, at Tryggingin læt upp
skrivstovu á Tvøroyri og nú
vóru tey so flutt í nýggj
høli.
Anna Larsen, sum er
dagligur leiðari á deildini á
Tvøroyri, segði, at trygg-
ingin hevði ikki bara skift
høli, hon hevði eisini skift
stíl. Nú er ikki longur ein
stórur diskur, sum fólk
skulu til og so stendur
tryggingarfólkið aftanfyri.
Diskurin er minkaður
niður í onki fyri at fólk
skulu koma í tættari sam-
band við starvsfólkið og
fyri at geva viðskifta-fólk-
unum eina kenslu av at
koma heilt inn á arbeiðs-
plássið.
Tryggingin hevur nú eis-
ini fingið felags umstilling.
Tað merkir, at tá ið ringt
verður á Tryggingina á
Tvøroyri, er tað høvuðs-
deildin í Havn og sum
síðani stillar um.
Fekk 10.000 krónur
Tryggingin brúkti eisini
hetta høvi til at lata eina
gávu til vælgerðandi enda-
mál í Suðuroynni. Felagið
hevði gjørt av at lata
Bjargingarfelagnum í Suð-
uroyar Norðaru Helvt eina
peningávu upp á 10.000
krónur.
– Felagið hevur ongar
inntøkur, so ein gáva sum
hendan kemur sera væl við,
segði Bergur Stórhamar
úr Bjargingarfelagnum,
tá ið hann tók ímóti gávuni.
Hann vísti eisini á, at
felagið hevur vánalig høli
og skrivaraborðið er ein
kassi, so tað kom somuleið-
is væl við, at felagið eisini
fekk innbúgvið úr hølun-
um, sum Tryggingarfelagið
flutti úr, nú tað tekur hesi
nýggju hølini í nýtslu.
Hann fortaldi, at Bjarg-
ingarfelagið í Suðuroyar
Norðaru helvt varð stovnað
í 1979 og nú eru 100 limir í
felagnum.
– Hetta eru alt fólk, sum
gera eitt sjálvboðið arbeiði,
tá ið tað óvæntaða hendur
og brúk er fyri eini hjálp-
andi hond, tí tá eru teir til
reiðar og sostatt koma gáv-
urnar frá Tryggingarfelag-
num onkusvegna øllum til
góðar.
FRÍTÍÐARSKÚLI
Áki Bertholdsen
Vágur: Vágs Býráð hevur
nú endaliga staðfest, at
frítíðarskúli skal vera í
kommununi.
Frítíðarskúlin er so smátt
byrjaður, men á býráðs-
fundi mikukvøldið sam-
tykti býráðið einmælt at
staðfesta skúlan og at játta
190.000 krónur til frítíðar-
skúlan tað, ið eftir er av
árinum.
Annars verður mett, at
frítíðarskúlin fer at kosta
kommununi
400.000
-
500.000 krónur um árið.
Fíggjarætlanin fyri næsta ár
er ikki løgd enn, so tað ber
ikki til at áseta nágreiniligu
upphæddina.
Frítíðarskúlin
í
Vági
heldur til í hølum í Vágs
Skúla og hann er fyri børn í
fyrsta, øðrum og triðja
flokki, men enn eru bara
børn í fyrsta og øðrum
flokki byrjað.
Frítíðarskúlin letur upp
stutt fyri døgverða hvønn
dag og letur aftur klokkan
gott fimm seinnapartin.
Ætlanin við frítíðarskúlan-
um í Vági er, sum aðra-
staðni, at børn í fyrsta,
øðrum og triðja flokki
skulu hava onkustaðni at
vera undir tryggum og
skipaðum viðurskiftum, frá
tí at tey sleppa úr skúlan-
um, til foreldrini koma
heim úr arbeiði.
Men tað eru ikki øll børn,
sum fara at ganga í frí-
tíðarskúla. Talan er um eitt
tilboð til foreldrini, tí tað er
ikki heilt ókeypis fyri
foreldrini, sum melda børn
síni til frítíðarskúlan.
Tað kostar foreldrum 850
krónur um mánaðin at hava
eitt barn í frítíðarskúlanum,
tað er 30% av kostnaðinum.
Jógvan Krosslá, borgar-
stjóri í Vági, sigur, at dag-
ligur leiðari er settur í 3/4
tíð, tað er Unn Mikkelsen.
Eitt hjálparfólk er eisini
sett, tað er Yvonna Toftum.
Í løtuni eru bara eini 10-
11 børn í frítíðarskúlanum.
Men í fyrstu syftu verður
pláss er fyri 20 børnum, so
fæst at síggja, hvør tørvurin
verður.
Hóast skúlin enn ikki er
meiri enn hálvsettur, ivast
borgarstjórin ikki í, at fleiri
børn verða meldað til skúl-
an, tá ið eitt tíð er fráliðin
og foreldur hava vant seg
við, at hetta er eitt tilboð í
kommununi.
– Hetta er eitt tilboð, vit
eiga at hava. Tíðin krevur
tað, tí tað kann vera ótrygt
hjá foreldrum at smáum
børnum ikki at vita, hvar
børnini eru, tá ið tey eru
sloppin úr skúlanum og tað
eru ikki øll bøærn, sum
hava onkustaðni at fara eftir
skúlatíð, uttan at fara heim
í eini tóm hús.
Hava skift stíl á Tvøroyri
Frítíðarskúlin í Vági
staðfestur í Býráðnum
Í Vàgi kunnu foreldur at børnum í fyrsta og øðrum flokki nú senda børnini í frítíðarskúla eftir vanliga skúlatíð. Men skjótt fáa
foreldur at børnum í triðja flokki eisini hendan møguleikan
Heilt fitt av fólki, bæði stór og smá, var samankomið í teimum nýggju, ljósu hølunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum á
Tvøroyri, tá ið deildin har alment tók nýggja húsið í nýtslu fríggjadagin
Bergur Stórhamar, v.m. var fegin
um kekkin, hann fekk frá
tryggingarstjóranum, Gunnari í
Liða.Gávan kemur sera væl við og
kemur onkusvegna øllum til góðar,
tí bjargingargelagið er altíð til
reiðar, tá ið tað óvæntaða hendur
Bill Justinussen,
sigur, at hann hevur
valt nýggjar limir í
siðseminevndina,
sum avspegla hansara
hugsjónir
VÍSINDALIGA
SIÐSEMINEVNDIN
Áki Bertholdsen
– Eg havi valt fólk, eg havi
álit á.
So stutt og greitt grund-
gevur Bill Justinussen,
Landsstýrismaður í heilsu-
málum, fyri, hví hann nú
hevur gjørt av at skifta
meginpartin av vísindaligu
siðseminevndini út.
Vísindaliga
siðsemi-
nevndin skal veljast eftir
hvørt løgtingsval og nú
hevur eisini nýggi lands-
stýrismaðurin valt nevnd-
ina av nýggjum.
Men tað hevur vakt ans,
at fleiri av nevndarlimun-
um eru kend frá átrúnaðar-
ligum samkomum av yms-
um slagi – og ikki altíð fyri
tey mest hóvligu sjónar-
miðjuni.
Men tað heldur Bill
Justinussen
ikki
vera
skeivt.
– Eg haldi, at tað hevur
týdning at nevndir og ráð
verða skift út av og á. Og
tað skuldi ikki verið til
nakran bága fyri saman-
hangin í nevndararbeiðn-
um, at fleiri nýggir limir nú
eru í nevndini, tí allir trígg-
ir læknarnir í henni eru teir
somu.
Bill Justinussen heldur,
at ein orsøk til at hann
heldur tað vera sunt at
skifta nevndarlimir út, er, at
hann heldur tað alsamt
hava týdning at fáa nýggj
sjónarmið við í kjakið um
siðsemiligar spurningar.
Hevur valt fólk hann
kennir
Hann sigur eisini, at sið-
seminevndin er fyrst og
fremst ein nevnd, sum skal
ráðgeva landsstýrismannin-
um og tí hevur hann valt
nevndarlimir, sum hann
hevur álit á.
– Tað er lættari hjá mær
at velja fólk ið nevndina,
sum eg kenni, heldur enn
fólk, eg onki veit um.
Hann sigur, at tá ið hann
velur siðseminevndina, fær
hann ikki nakað fakligt til-
mæli frá umsitingini til,
hvørjir
nevndarlimirnir
skulu vera, uttan tá ið talan
er um teir tríggjar limirnar,
sum Læknafelagið innstill-
ar.
– Sostatt ger landsstýris-
maðurin einsamallur av,
hvønn hann velur í nevnd-
ina og hann heldur at hann
hevur valt eina nevnd, sum
fakliga er væl skikkað.
Hann vísir á, at Anne-
Lene Olofson í Klaksvík, er
guðfrøðingur. Eydna Há-
berg er sjúkrasystir og hev-
ur royndir í almennu fyri-
sitingini frá teirri tíðini,
hon var leiðari á heimarøkt-
ini.
– Dánjal á Dul Jacobsen,
er samkomuleiðari í Evan-
geliuhúsinum og eg havi
álit á, at hann kann bera
sjónarmið fram, sum hava
undirtøku í stórum parti av
fólkinum.
– Eitt nú hevur hann havt
rættiliga áhugaverdar send-
ingar í útvarsstøðini Lind-
ini, har hann hevur viðgjørt
heimsspekiligar og sið-
semiligar spurningar og tí
meti eg hann vera rættiliga
væl skikkaðan at kjakast
um siðsemiligar spurning-
ar.
Seinasti nevndarlimurin
er Jens Vang, sum er løg-
frøðingur.
Bill Justinussen spyr eis-
ini, hvat vit skulu hava ein
landsstýrismann til, kunnu
teir ikki sleppa at taka nak-
rar avgerðir.
– Skal umsitingin taka
allar avgerðirnar, er ongin
orsøk til at hava landsstýr-
ismann yvirhøvur, sigur
Bill Justinussen.
Hann sigur, at hetta er
fyri at fáa tann politiska
vinkulin við í málinum og
hann dylir heldur ikki fyri,
at hann hevur hugsað um at
velja nevndarlimir, sum
draga somu línu sum hann í
slíkum málum.
– Høvdu vit ein lands-
stýrismann,
sum
hevði
ógvuliga frælslyntar hug-
sjónir, hevði hann óivað
eisini manna nevndina við
fólkum, sum stuðlaðu hans-
ara sjónarmiðjum, heldur
Bill Justinussen.
Fýra av sjey nevnd-
arlimum eru ný-
valdir í vísindaligu
siðseminevndini
SIÐSEMINEVND
Áki Bertholdsen
BillJustinussen, lands-
stýrismaður í heilsumál-
um,
hevur
nú
valt
nýggja vísindaliga sið-
seminevnd, sum skal
virka í hesum valskeiðn-
um.
Og ikki slepst undan,
at hann skar djúpt, nú
hann valdi nevnmdina
av nýggum.
Siðseminevndin skal
veljast eftir hvørt løg-
tingsval og nú hevur
landsstýrismaðurin gjørt
av, hvør skal manna
nýggju nevndina.
Tað eru sjey limir í
nevndini. Tríggir skulu
veljast eftir tilmæli frá
Læknafelag
Føroya,
men hinar fýra limirnar
velur landsstýrismaður-
in sjálvur.
Teir tríggir nevndar-
limirnir, sum Læknafel-
agið valdi í nevndina,
eru Høgni Djurhuus,
Annika Olsen og Eliesar
Olsen, sum øll eru lækn-
ar.
Hesi trý sótu eisini í
gomlu nevndini, sum nú
fer frá.
Men Landsstýrismað-
urin brúkti fult út hetta
høvi, sum hann fekk at
velja fýra limir í nevnd-
ina, tí hann setti fýra
heilt nýggj fólk í nevnd-
ina.
Hinir fýra nevndar-
limirnir eru:
Anne-Lene Olofson,
lektari úr Klaksvík,
Eydna Háberg, sjúkra-
systir úr Havn,
Dánjal á Dul Jacob-
sen, fyristøðumaður úr
Havn
Jens Vang, løgfrøðing-
ur úr Havn.
Varalimirnir eru Mari-
us Rasmussen, yvir-
lækni, sum Læknafelag
Føroya hevur valt og
sum eisini er afturvald-
ur. Hinir báðir nevndar-
limirnir
eru
Sverri
Steinhólm, prestur og
Richardt
Schwartson,
apotekari, sum báðir eru
nývaldir.
Sostatt eru allir lim-
irnir nývaldir í nevnd-
ina, uttan teir tríggir,
sum Læknafelagið hev-
ur valt.
Umframt teir tríggjar
limirnar hjá Læknafel-
agnum, sótu hesi fýra í
nevndini:
Sonja Klein, prestur,
Jalgrim
Hilduberg,
løgfrøðingur,
Dorete Bloch - fil.dr.,
Richardt Schwartson,
farmaseutur
Og varalimirnir vóru
Marius
Rasmussen,
yvirlækni, sum Lækna-
felag Føroya valdi, um-
framt Uni Næs, prestur
og Bergtóra Hanusar-
dóttir, sertannlækni.
Meirilutin av
siðseminevndini
er nú skiftur út
Nývalda siðsemi-
nevdnin fer at
skipa seg so skjótt,
høvi býðst
VÍSINDALIGA
SIÐSEMINEVNDIN
Áki Bertholdsen
Nývalda siðseminevnd-
in hevur ikki skipað seg
enn.
Høgni Djurhuus, sum
er formaður í fráfarandi
nevndini, sigur, at tað er
ikki heit greitt, hvør skal
kalla inn til fyrsta fund-
in, har nevndin skal
skipa seg, um tað er for-
maðurin í fráfarandi
nevndini, ella um um tað
er
landsstýrismaðurin
sjálvur.
Hann segði, at hann
var í ferð við at kanna
málið og tá ið tað var
avgreitt, verður nevndin
kallað saman so skjótt
sum gjørligt.
Hevur ikki skipað
seg enn
Bill hevur valt fólk
sum hann hevur álit á
Bill Justinussen heldur, at tað
er lættari hjá sær at velja fólk
í siðseminevndina, sum hann
kennir og hevur álit á, heldur
enn fólk, hann ikki kennir
C
M
Y
K
7
6