mikudagur 11. september 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 173 - 11. september 2002
Nr. 173 - 11. september 2002
9
– Eg havi ongan
møguleika at nøkta
ein so stóran tørv,
sigur Doris Hansen,
sum er talulærari. Á
bíðilista standa
umleið 50 børn, sum
ætlanin var, at Doris
skuldi verða
talulærari hjá, men
við 15 tímum um
vikuna er hetta
púrasta ógjørligt
TALUTRUPULLEIKAR
Ingrid Bjarnastein
Umleið 50 børn undir
skúlaaldur í Tórshavnar
Kommunu metast at hava
tørv á taluhjálp. Men til øll
hesi 50 børnini er bert ein
talulærari, sum arbeiðir
niðursetta tíð áljóðandi 15
klokkutímar.
Ein yvirgang vóru tað
heili fýra talulærarar á Ser-
námsdeplinum. Men hinir
tríggir talulærararnir eru
farnir frá av ymsum orsøk-
um. Aldur og sjúka hava
gjørt seg galdandi, og nú er
bert ein talulærari, sum ar-
beiðir niðursetta tíð eftir.
– Eg meti meg ikki vera
føra fyri at nøkta ein so
stóran tørv, og tað havi eg
heldur ongan møguleika
fyri at gera á ein ráðiligan
hátt við bert 15 tímum, sig-
ur Doris Hansen, sum nú er
einasti talulærari til alt
smábarnaøkið hjá Tórs-
havnar Kommunu.
– Tað er ikki moralskt
rætt, og tí haldi eg, at tað
skal heldur vera eingi talu-
undirvísing. Eg kann ikki
fara at pilka burturúr teim-
um 50 børnunum, sum
standa og bíða, tí so vil eg
heldur gevast.
Eitt annað talulærara-
starv er normerað, men av
tí, at peningajáttanin er ov
lítil, so strekkja pengarnir
ikki so langt. Søkt hevur
verið eftir meira peningi,
men svarið er bert, at meira
peningur er ikki tøkur.
Ráðgevi
Doris Hansen heldur, at tað
er púra burturvið, at skula
býta 15 klokkutímar um
vikuna millum 50 børn.
Hetta letur seg als ikki gera.
Í miðal gevur hetta 18 min-
uttir um vikuna til hvørt
barnið.
Trupulleikin hevur verið
leingi tilstaðar. Seinastu
árini hevur verið soleiðis, at
børnini hava havt talubólk-
ar, har fimm børn hava ver-
ið í hvørjum bólki. Henda
undirvísingin hevur gingið
fyri seg úti á Sernámsdepl-
inum av praktiskum orsøk-
um. Tey børnini, sum so
ikki gingu í talubólk, hevur
verið koyrt út til á teimum
ymsu stovnunum í Havnini.
– Stjórin hjá mær, Hans
Eli Dahl, er samdur í tí,
sum eg sigi. Hann hevur
skotið upp, at eg kann virka
sum ein ráðgevi fyri teir
ymsu stovnarnar, har ar-
beiðsfólkið á stovnunum
síðani hjálpir børnunum
við talutrupulleikum. Við
míni hjálp væl at merkja,
greiðir Doris Hansen frá.
Men aftur her er heilt
greitt, at 15 tímar um vik-
una er alt ov lítið.
– 15 tímar um vikuna til
allar teir stovnarnar og alla
dagrøktina í Havn, Velba-
stað og Kaldbak er eisini ov
lítið. Og um eg so eisini
skal skipa fyri skeiðum
dettur hetta púra burtur í
einki.
– Eg havi arbeitt sum
talulærari síðani 1980, og á
henda hátt vil eg ikki enda.
So skal eg heldur gevast,
sigur Doris, sum heilt týði-
ligt er kedd av, at ikki
kunna veita taluundirvísing
til øll børnini á listanum.
Hvar málið liggur í løtuni
veit Doris Hansen ikki.
Einasta hon veit at siga er,
at stovnsleiðararnir í Havn-
ini fara at hava fund í næst-
um, har hetta málið verður
tikið til viðgerðar.
Vit hava roynt at fingið
fatur á landsstýriskvinn-
uni í undirvísingar- og
mentanarmálum, Annlis
Bjarkhamar, til eina við-
merking. Men vegna
fundarvirksemi
var
landsstýriskvinnan ikki
at hitta áðrenn blaðið fór
til prentingar. Vónandi
verður ein viðmerking
frá Annlis við í blaðnum
í morgin.
-ib
Annlis á fundi
Hans Eli Dahl, sum er
stjóri hjá Doris
Hansen, sigur, at
støðan sum hon er
nú, er ótolandi
TALUTRUPULLEIKAR
Ingrid Bjarnastein
– Besta og einasta tilboðið
vit hava at geva nú er, at
Doris fer at virka sum ein
ráðgevi, men tað er rætt, at
við 15 tímum megnar hon
ikki nógv, sigur Hans Eli
Dahl á Sernámsdeplinum.
Hans Eli Dahl er púra
samdur við Doris Hansen í,
at 15 tímar til 50 børn er alt
ov lítið.
– Vit hava roynt at gera
alt tað, vit kunnu. Og vit
hava roynt at fáa so frægt
av fígging fyri at kunna
seta ein talulærara afturat,
men hetta letur seg ikki
gera. Tað liggja nógv til-
mæli frá okkum uppi í
Mentamálaráðnum,
men
málið kemur ikki víðari,
greiðir Hans Eli Dahl frá.
Á
Mentamálaráðnum
verður boðað frá, at arbeitt
verður við batum, men
trupulleikin er so mikið
gamal nú, at Sernámsdepil-
in, setur seg ikki vera føran
fyri at nøkta henda ovur-
hondsstóra tørvin við so
lítlum ressursum.
Tí verður ongin talulær-
ari til smábørnini fyrr enn
ein loysn er funnin, og sig-
ur Hans Eli Dahl, at hetta er
tað einasta Sernámsdepilin
kann gera í løtuni.
Børn við talutrupulleikum við sviðusoð:
Seinasti talulærarin gevst vegna ov stórt trýst
Doris Hansen er einasti talulærarin av fýra, sum er eftir til alt
smábarnaøkið í Tórshavnar Kommunu. Hon fer nú at gevast,
tí hon metir seg ikki vera føra fyri at nøkta henda tørvin,
áljóðandi 15 klokkutímar til 50 børn, einsamøll
Mynd: Jens Kr. Vang
Støðan er ótolandi
Smábørn við talutrupulleikum í Tórshavnar Kommunu verða
nú við sviðusoð. Ongin talulærari er til tey 50 børnini, sum
standa á listanum og bíða
Tilvildarlig mynd
Nýggj matstova er í
gerð á Viðareiði. Latið
verður væntanti upp
einaferð í heyst. At
hotel er í bygdini
frammanundan sær
nýggi matstovu-
eigarin ikki sum
nakra forðing
MATSTOVA
Edvard Joensen
Viðareiði: Nýggj matstova,
Matstovan hjá Elisabeth,
letur væntandi upp á Við-
areiði einaferð í heyst.
Okkurt loyvi manglar enn,
men innrættingin er í
gongd.
Tað er Elisbeth Nybo á
Viðareiði, sum er farin
undir hesa ætlanina. Hon er
útbúgvin kokkur og hevur
millum annað eisini eitt
tíðarskeið leigað Hotel
Norð á Viðareiði.
At hotel er á Viðareiði
frammanundan, sær Elisa-
beth Nybo ikki sum nakra
forðing fyri, at ein matstova
burturav kann vera í bygd-
ini. Tað unga fólkið ger í
dag meira av at fara út at
fáa sær ein góðan bita. Eitt
nú, tá ymisk tiltøk eru, so
sum dansur og tílíkt, er ikki
óvanligt, at fólk fara í felag
at fáa sær ein bita, áðrenn
farið verður víðari. Og tað
er ein slíkan møguleika,
hendan nýggja matstovan
fer at geva fólki.
– Tað verða neyvan bara
viðingar, sum fara at brúka
hana, men fólk ymsastaðni
frá. Klaksvíkin liggur tætt
við, og tað er so passaligt at
ringja og bestilla, tá ein fer
úr Klaksvík, so er klárt, tá
tey koma norður, vísir hon
á.
Matstovan veðrur inn-
rættað í kjallarhæddini í
egnum sethúsum hjá eigar-
anum, har kiosk framman
undan er. Eitt sindur av
flyting verður, og onkur
skilaveggur skal takast
niður fyri at gera pláss fyri
sjálvari matstovuni. 30
fólkum, sum loyvið sigur,
ætlar Elisabeth Nybo at
hava pláss fyri inni á mat-
stovuni.
Tað krevjast nógv loyvi
til at lata eina matstovu
upp. Eitt nú Brunaumsjón-
in,
Arbeiðseftirlitið
og
Heilsufrøðiliga Starvsstov-
an skulu uppí, áðrenn farast
kann í gongd. Higartil eru
loyvi fingin frá Brunaum-
sjónini og Arbeiðseftir-lit-
inum, men bíðan enn
verður eftir Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni.
Elisabeth Nybo hevur
keypt spildurnýggja køks-
útgerð, sum er sett upp, og
klárt er í grundini at byrja,
so skjótt endaligt loyvi er
komið frá Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni, sigur hon.
Tá hugsar hon um, at hóast
innrættingin av sjálvari
matstovuni ikki er rættiliga
liðug, kann hon byrja við at
gera mat og koyra heim til
fólk ella fyritøkur, sum
ynskja tað, tí køkurin er
klárur.
Hon sigur, at hon fer ikki
at leggja seg eftir nøkrum
heilt ávísum soleiðis, men
royna at hava tað, fólk biða
um. Tó ætlar hon, at før-
oyskur matur sum eitt nú
lundar, sum fleiri ferðafólk
spyrja eftir, skal vera at fáa.
Annars verður alt tað van-
liga, sum fólk nú einaferð
plaga at biða um, sigur hon.
Nýggja matstovan á Við-
areiði skal vera opin alt
árið.
– Tað vil siga, sigur
Elisabeth Nybo, at um
summarið
verður
opið
hvønn dag frá middegi til
klokkan
átta-níggju
á
kvøldi. Um veturin ber tó
ikki til at hava opið soleiðis
hvønn dag, væntar hon,
men leggur tó dent á, at tað
altíð ber til at biða um at
fáa ein bita, tí tað er bara at
ringja, sigur hon. Telefonin
fer altíð at verða tikin.
Tað kostar nógv at fara
undir slíkt tiltak, sigur
Elisbeth Nybo, uttan tó at
vilja koma nærri inn á
prísin.
Umframt matstovuna er
eisini kiosk í somu húsum.
Hon er, sum er, opin ger-
andisdagar frá klokkan sjey
á morgni til klokkan ellivu
á kvøldi. Um vikuskiftini
letur tó ikki upp fyrr en
klokkan trý seinnapartin,
sigur Elisabeth Nybo.
Nýggj matstova á Viðareiði
Alt smoltið á smolt-
støðini Vestsmolt á
Viðareiði er dripið.
Sjúka kom í, og
eigararnir valdu at
taka alt av
ALING
Edvard Joensen
Viðareiði: Sjúka kom her
fyri í smoltið á smoltstøðini
Vestsmolt Inni á Dølum á
Viðareiði, og valt varð at
taka allan fiskin av fyri á
tann hátt at forða fyri, at
sjúkan breiddi seg.
Ragnar Joensen, sum
hevur ábyrgdina av smolt-
alingini hjá Vestsalmon, ið
eigur Vestsmolt, sigur, at
sjúkan BKD var komin í
fiskin á Viðareiði. Fyri at
steðga útbreiðslu, varð
gjørt av at taka allan fiskin,
sum hann var. Talan var um
einar tvær milliónir fiskar,
sigur Ragnar Joensen.
BKD sjúkan er ikki
ókend á okkara leiðum.
Hon kom til Føroya eina-
ferð fyrst í nítiárunum,
greiðir Ragnar Joensen frá.
Higartil hevur hon mest
gjørt um seg í alibrúkum á
sjónum, hóast hon eisini
hevur verið at sæð á smolt-
støðum uppi á landi.
Tað er komið fyri, at
smittað smolt er koyrt á
sjógv.
Men
tað
metir
Ragnar Joensen vera eina
vánaliga loysn, tí sjúkan
ger tá bara meira um seg.
At teir nú hava valt at
taka allan fiskin á Vest-
smolt ger sjálvandi, at hol
verður í framleiðsluni. Men
tað er kortini ikki veri enn
so, at til ber at framleiða
seg burtur úr missinum,
heldur hann. Vestsalmon
hevur aðrar møguleikar at
fáa smolt, vísir hann á. Eitt
nú eigur felagið stóru
smoltstøðina
Laksá
á
Hellunum.
Byggja út
Bygt er út á Viðareiði eins
og á Hellunum, greiðir
Ragnar Joensen frá. Báðar
støðirnar hava fingið nógv
størri vatnkapasitet, so-
leiðis at til ber at hava
fiskin nógv longri uppi á
landi, enn fyrr var gjørligt.
Vanligt hevur verið at sett
fiskin á sjógv, tá hann
vigaði umleið 30 til 50
gram. Men nú fer at bera til
at hava hann inni á støð-
unum, til hann vigar 75 til
100 gram ella kanska enn
meira.
– Tað ger tíðina, hann
gongur á sjónum, styttri og
minkar
samstundis
um
vandan fyri sjúkum, greiðir
Ragnar Joensen frá. Tað er
á sjónum, fiskurin er mest
útsetur fyri sjúkum, sigur
hann.
Í løtuni stoypa teir gólv á
Vestsmolt Inni á Dølum.
Men klárt verður at koyra
fisk í aftur kørini, tá strokið
verður í heyst. Einaferð í
november-december strúka
tey, og so verður aftur lív í
kørunum á Viðareiði, sigur
Ragnar Joensen.
Vestsalmon hevur ikki
rognaframleiðslu. Tað eru
bara Fiskaaling og Fúta-
klettur, sum hava lívfisk, og
haðani fær Vestsalmon øll
rognini til sínar smoltstøðir,
sigur hann.
Ófarlig fyri fólk
BKD er sjúka, sum ikki
rakar fólk, sigur Bjørn
Harlou, landsdjóralækni.
Fiskur, sum er raktur av
sjúkuni, kann seljast, um
sjúkan ikki er staðfest í
sjálvum
fiskinum
ella
vøddunum.
BKD er bakteriusjúka,
sum vanliga rakar innvølin
á fiski. Hon setir seg sum
bruni í livur, milt og nýru.
Men hon kann eisini breiða
seg til vøddar og út í sjálv-
an fiskin, greiðir lands-
djóralæknin frá. Tó er hon
púra vandaleys fyri fólk,
sigur hann.
Fiskur, sum bert hevur
sjúkuna í innvølunum, kann
brúkast, men er sjúkan
staðfest í eitt nú vøddunum,
gerst einki.
Bjørn Harlou, lands-
djóralækni, greiðir frá, at
smittan kann verða borin
við rognum. Sjúkan er van-
ligast, eftir at fiskurin er
komin á sjógv, men kann
eisini síggjast á smoltstøð-
unum av og á, sum dømi
nú var um á Viðareiði.
Allur fiskurin á Vestsmolt dripin
Kioskin skal flytast fyri at gera pláss fyri nýggju Matstovuni
hjá Elisabeth á Viðareiði. Elisabeth er sjálv farin í holt við
málingarulluna
Mynd: Edvard Joensen
Smoltstøðin Vestsmolt Inni á
Dølum á Viðareiði stendur
tóm í løtuni. Allur fiskurin
var tikin av herfyri, tí sjúka
var staðfest inni á støðini
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
9
8