Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. september 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 173 - 11. september 2002 Nr. 173 - 11. september 2002 11 Heiðurlig byrjan Neyvan er nakað, sum fær savnað eina tjóð sum fótbólturin. So er eisini hjá okkum. Leygardagin leiktu Føroyar sín fyrsta dyst í EM-undankappingini. Eftir eina kanónbyrjan, har framherjarnir Jákup á Borg og John Petersen í professionellum samanspæli løgdu Føroyar á odda 2-0, gjørdist endin tó javnleikur. Hóast fleiri væl spældar bóltar niðan móti skotska málinum og við góðum málmøguleikum hepnaðist tað ikki okkara monnum at fáa bóltin í aftur netið. Hóast Føroyar høvdu ein sera góðan møguleika at vinna á Skotlandi, skuldi tað ikki eydnast hesaferð. Men neyvan nakrantíð í landsdysti hava vit havt so nógvar mál- møguleikar og hóast tað ikki gav bonus hvørja ferð, boðar tað frá góðum. Hetta var ein publikumsdystur av teimum frægu við góðum kombinatiónsspæli, og spælararnir høvdu helst fingið boð um ikki at fara í skotgravirnar. So um heiðurliga úrslitið og góða áskoðaravinarliga spælið er eitt úrslit av nýggja taktikkinum hjá Henrik Larsen, venjara, má tað sigast, at hann og landslið okkara havar fingið eina stak góða byrjan. Við duoini Jákupi og John er kanska lagdur ein nýggjur grundarsteinur, sum kann gerast okkara besta trumfkort móti Íslandi og Týsklandi. Nýggi landsliðsvenjarin, ið herfyri stóð fyri skotum, tí “hann kom ikki fram” eigur rós uppiborið fyri henda sín fyrsta dyst sum venjari. Tað er eingin løtt uppgáva at venja eitt landslið. Tað krevur bæði dirvi og hegni. Venjarin hevur víst bæði tvey. Viðmerkjarar vórðu annars nógv í iva undan dystinum, um tað var rætt at flyta John Petersen so langt fram á vøllin heldur enn at hava hann sum spælfordeilara á miðvøllinum. Tað skuldi vísa seg, at hetta var ein røtt avgerð. Við eitt sindur av hepni og frontáleypararutinu hevði John Petersen kunnað gjørt hattrick. Ein dystur er ov lítið til at meta um evnini hjá nýggja venjaranum. Men hann hevur fingið eina góða byrjan, ið føroyingar fegnast um. Landslið okkara hevur stóran týdning fyri samleikan, eins og tað hevur týdning sum íblástur fyri yngru ættarliðini. Tillukku til spælarar og venjara. Vit hava áður á hesum stað fílst á, at landsliðið er farið ov seint í gongd við at venja, nú liðið skal spæla móti eini av heimsins sterkastu fótbóltstjóðum, Týsklandi. Farið er farið. Nú mugu vit hyggja fremeftir. Og við hesum fræga úrslitinum í kjalarvørrinum eiga vit at stevna fram móti einum heiðurligum úrsliti aftrat móti Týsklandi, tó at tað verður ein sera torfør uppgáva. – – – 11. september Dagurin í dag er ein sorgardagur. Henda dag fyri einum ári síðani drupu fundamentalistar nærum 4000 ósek menniskju í New York. Øll minnast við tey við sorg. Latið henda dag verða eina áminning til øll um, at fanatisma og funda- mentalisma eru av tí ónda og at alt má gerast fyri steðga teimum einstaklingum, rørslum, felagsskapum og stjórnum, sum ganga inn fyri hesum. Einki rættvísger tað, sum fanatikarar og fundamentalistar standa fyri. EINKI. Vit kunnu sjálvandi finna ymsar orsøkir til, at hesi fyribrigdi taka yvirhond. Eitt nú sosialt órættvísi, fátækadømi og valdsmisnýtsla. Tí má alt gerast fyri at sleppa undan hesum. Tað áliggur okkum, sum vilja verja mannarættindi og demokrati, eisini at taka í egnan barm. Tá fanatisma og fundamentalisma gerast drívmegin í eini religión mugu demokratiskar stjórnir og institutiónir vera á varðhaldi. Mugu forða og steðga hesum. 11. september eigur at vera besta áminning til øll um at ganga ímóti fanatismu og fundamentalismu, har hesi - í hvørjum skapi og hami - enn koma til sjóndar DAGSINS MEINING Sosialurin VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Niels Uni Dam Gott at lesa at ein av teim- um sum hevur ábyrgdina av at Móses er komin til Føroyar hevur lisið mína viðmerking í Sosialinum leygardagin. Eg eri tó eitt sindur skuffaður av, at Dánial á Dul Jacobsen ikki tekur mínar atfinningar til eftirtektar. Eg hevði vónað, at míni eitt sindur sterku orð, fingu fólk sum Dánial at venda haturinum bakið, og fevna kærleiksboð- skapin, sum fyri mær tykist vera tann týdningarmesti boðskapurin í Bíbliuni. Nú hevði svarið hjá Dániali ikki so nógv uppá seg, mest av øllum eitt illsinnis- ella hatursgleps. Tí ætlaði eg ikki at svara tí. Men so nýtti Dánial orðið "hykl" um mína áskoðan á talifrælsi. Tað vil eg ikki hava sitandi á mær, hatta er beinleiðis skaðiligt fyri mítt trúðvirði. Tí hetta svar. Eg síggi talifrælsi, sum eitt tað týdningarmiklasta amboðið í einum fólkaræði. Við talifrælsinum geva vit øllum eina rødd. Hetta kann forða fyri kúgan. Men við talifrælsinum kemur ein stór ábyrgd. Pressufólk og pressustjórar hava eina ábyrgd av, at tann boðskapur sum verður borðin út til fólkið er reinførður. Við hesum meini eg, at lurtarin ella lesararin skal fáa eina rætta mynd av tí boðskapi sum miðlarnir bera. Hetta kann gerast við at vísa aðrar síður av einum boðskapi, ella vísa hvør avsendarin er, og hvat hesin er fyri ein. Her var trupuleikin við sendingini "Í víngarðin- um". Hetta er ein sending, sum hevur kristna gudin sum avsendara. Tí er boð- skapurin, sum hendan sending sendur, merktur av at verða góður kristin boðskapur. Tá sendingin so letur ein mann, sum hevur hatur sum drívmegi bera sín boðskap ótarnaðan, so stendur hesin boðskapur sum verandi beinleiðis frá kristna gud- inum. Tí taka tey kristnu við hesum boðskapi. Hetta er ikki bert at svíkja sín pressuetikk, men at svíkja sjálvan gudin og kærleiks- boðskapin hesin stendur fyri. So trúgv mær eg hykli ikki, men eg noyðist at tala at, tá fólk svíkja sína ábyrgd og tilvitað villleiða Føroya fólk. Dánial sigur, at eg hevði verðið dripin, um eg búði í einum muslimskum landi. Hann sigur hetta næstan sum um, tað hevði verið uppiborðið. Hetta kann eg slett ikki góðtaka. Eg livi ikki í einum einaveldi í Miðeystri, hetta er eitt demokratiskt land við tali- og trúðarfrælsi. Góði Dánial, tú kanst ikki rættvísgera títt egna hatur ímóti muslimum á hendan hátt. Skuldi tað, at muslimarnir eru flýggjaðir úr einum landi, har stjórnin er ónd og kúgar manna- rættindini, rættvísgjørt, at vit hata muslimar og skerja teirra rættindi her hjá okkum. Hatta hongur slett ikki saman. Høgravending Vit hava tíðanverri eina høgravending í vesturheim- inum í løtuni, og onga- staðni er hendan verri enn í Danmark. Ein ný-fasistisk rørsla hevur tikið seg upp. Hetta minnur ikki sørt um tað, sum hendið í 1930‘unum. Rørslan byggir á óttan fyri arabarum, muslimum ella muhamed- anarum sum Mogens Glist- rup kallar teir. Hetta er ein ósunn polit- isk rørsla sum hevur fremmandahatur og ónd- skap við sær. Militantir nasistar sum Johnny Han- sen, prestar sum Søren Krarup, sjálvútróptir pro- fetar sum Móses Hansen og politikarir sum Anders Fogh, Poul Nyrup og Pia Kjærsgaard standa lið um lið, og vátta fyri hvørjum øðrum, at vit skulu ræðast. Hesi fólk gera hetta bert av býttleika, makt girnd og fíggjarligum ávum. Henda rørslan hevur tikið dik á seg. Hetta hóast van- lig rationell hugsan og allar kanningar vísa, at ræðslan ikki er grundað í veruleik- anum. Tí loyvir samvitska mín mær ikki at venda venda blinda eygað ímóti hesum, hetta gongur út yvir menniskju, og tað kann eg ikki góðtaka. Dánial spyr hvør hevur útrópt meg. Eg eri sjálv- útróptur, men ikki sjálv- útróptur profetur. Mín sam- vitska útrópar meg til at tala at, tá villleiðingar kunnu skaða onnur. Framhaldssøgan um Móses 2. partur Telduvirus helst send gamla grein Í blaðnum í gjár prentaðu vit eina grein hjá Páll á Reynatúgvu, landsstýris- manni. Hóast vit fingu greinina í teldupost frá Páll á Reynatúgvu, so hevur hann ikki sent greinina – nú. Greinin er meira enn tvey ára gomul, men eftir øllum at døma hevur onkur telda, sum Páll hevur at- gongd til, havt ein teldu- virus, tí greinin varð send frá teldupostadressuni hjá Pálli í løgtinginum 6. sep- tember í ár – til Sosialin. Slíkum fáa vit ikki vart okkum fyri her á blaðnum, men hervið skal verða boð- að frá, hvussu greinin er endað í blaðnum. Blaðstj. Rættleiðing VIÐMERKINGAR – ella orsøkir til at »loysa« – ella til TJÓÐARFRÆLSI – Jónfinn Olsen Form. í UfM Vit mega royna at fáa hetta samfelagið at virka sum best, og flestu Føroyingar ynskja nokk innast inni at ráða í egnum landi, men hetta skal tó gerast við skili. Eg sat og las viðmerking- ar í sosialinum, og tað má eg siga at antin er Javnaðar- flokkurin »desperat« eftir at koma uppí samgonguna, ella er Katrin Dahl Jacob- sen ófør við hugflogi sín- um, tí Katrin veit væl at Miðflokkurin hevur fleiri grundir at stremba eftir tjóðarfrælsi Føroya enn hetta eina útalilsi sum hon er blivin so »firtin« av, ella var tað bara hugflogi, ið rann av stað við henni? Ella eitt stórri ynski um…? At í Føroyum skula før- oyingar ráða er ongin ivi um, at vit ynskja. So er bert eftir hvussu hetta verður gjørt, og grundirnar eru nógvar. Millum annað segði Dimmalætting soleið- is í eini grein um Anders Fogh Rasmussen. »Heldur ikki vildi hann svara uppá, um danir fóru at taka til eftirtektar, um Føroya Løg- ting ikki broytti hernaðar samtyktirnar«. Her síggja vit virðingina fyri føroying- inum ella Føroyum »her bestemmer vi...« ella hvussu skal hetta skiljast. Jú her er ein onnur grund (saman við fleiri ørðum) fyri at »oysa« ella arbeiða fyri einum Tjóðarfrælsi fyri og í Føroyum. Vit ynskja nemliga eisini at byggja land sum føroyingar í egn- um landi við egnum av- gerðarætti, sjálvsagt í fel- agsskapi við aðrar tjóðir (sum vit eisini søgdu í val- skrá okkara til løgtings- vali). Góða Katrin ongin vil heldur ómynduggera kvinnur, sum tú vilt verða við í dimmalætting 31. aug- ust 2002, men heldur hjálpa henni so størri ágangur og skaði ikki verður gjørdur á kvinnuna og børnini, men heldur minka um hesa vandamiklu gongd í sam- felagi okkara. Ikki ákæra okkum í Miðflokkinum fyri at misbrúka millum annað kvinnur (dimmalætting 31. august 2002), tá vit í veru- leikanum royna at loysa upp fyri einum trupulleika og royna at finna eina loysn. Í 1997 legði Miðflokkur- in fram uppskot um eina fosturtøkunevnd, har ein minniluti millum annað við limi úr javnaðarflokkinum segði millum annað soleið- is, eg siteri: »Læknarnir í Føroyum klára hesa upp- gávuna eftir teirri skipan, sum er galdandi í Føroyum í dag«. Ein spurningur kann so verða, hvssu nógvar fostur- tøkur verða gjørdar um árið? Ein annar spurningur kundi verði, er hetta tað besta vit kunnu bjóða, ella kundi tað verði nakað betur? Eg siteri víðari frá minni- luta í trivnaðarnevndini í 1997 »Ein almenn nevnd við tilboðum og ongum loysnum skapar bara falsk- ar vónir«, sitat slut. Eg veit ikki, um tað er her frá tað kemur, at man heldur ein feil verða gjør- dan, og tí vil leggja onnur undir at misbrúka millum annað kvinnur bara til partapolitiskta profilering (dimmalætting 31 august 2002). Nei Katrin lat tað sum er fari liggja, og lat okkum saman líta framm- eftir og síggja møguleikar og royna at finna loysnir. »Ein handil hevur tilboð uppá eina vøru, tú fer til handils at keypa hesa vøru, og jú mín sann har var ein loysn, tú fekk tína vøru og fert glað heim aftur við vøruni«. Eg vil bara siga við hesum at har tilboð eru eru møguleikar fyri loysn- um ella var onki at bjóða tilboð til, men vit mega út- vega hesi tilboð til fólkið. Tú vísir á mál sum tú legði fyri løgtingi (løg- tingsmál nr. 16/2000) sum var einmælt samtykt. Hettar er óført Katrin »og tað meini eg veruliga«, kanska tú hjálpir okkum í komandi tíðum við einum lógaruppskoti um fostur- tøku og hvør veit, møguliga verður hetta »einmælt sam- tykt« í Løgtinginum, til bata fyri tær kvinnur, ið enda í slíkari støðu at teim- um tørvar hjálp á hesum øki, og vónandi so fáa tær ta bestu hjálpina teimum tørvar. Marjus Dam, løgtingsmaður Tað tykist sum ætlanin er at krevja uml 200 milliónir krónur ov nógv í bumm- peningi. Nú er neyðugt, at lands- politikkur verður framdur, so útjaðarin ikki fram- haldandi verður hildin í kvørkrataki, vegna alt ov høgan ferðaskatt. Eitt av stóru frambrotum í samferðslusøgu okkara, eftir Brúnna um Streymin, er Vágatunnilin. Ætlanin kostar tilsamans 240 milliónir krónur. Eftir at gjalda til sjálva ætlanina eru uml 80 milliónir krónur umframt einar 10 mill kr í rentum. Hvussu gerast 90 milli- ónir til 300 milliónir krón- ur? Eftir at gjalda eru 90 milliónir krónur. Ein og hvør dugir at síggja, at um áleið 9 milli- ónir kr. verða kravdar inn árliga í 10 ár, so er tunnilin goldin. Tað er sera einfalt. 210 mill. kr. ov nógv: Men ætlanin er, at bummpeningur og rakstur skulu krevjast inn. Í eini 15 til 20 ár (latið okkum siga 18 ár). Vandi er tí fyri, at heilar 200 milliónir krónur eyka á hendan hátt verða turkaðar uppí hesa verkætlan. Um afturgjaldstíðin verð- ur 18 ár, og avdráttir, rentur viðlíkahald o.a. verður ein- ar 18 milliónir kr. árliga, so verður kostnaðurin einar 324 milliónir krónur. Tað vil siga, at brúkarin kemur at gjalda einar 324 milliónir ístaðin fyri 90 milliónir. (um vit siga 16 mill kr í 18 ár verður talan um 288 mill. kr. ístaðin fyri 90 mill kr.) Úrslitið kann ikki góð- takast: Munurin ímillum tað vit vilja gjalda og tað ætlanin er at krevja inn, er munurin ímillum uml 300 milliónir og 90 milliónir krónur. T.v.s at ætlanin tykist verða at krevja tey ferðandi í Vága tunnlinum eftir 210 milliónum ov nógv. Og tað kann ikki góðtakast. At gjalda 90 milliónir er ikki tað sama sum at gjalda 300 milliónir. Um vit rokna við, at 150.000 akfør ferðast um árið við hægra prísinum, og 200.000 akfør um árið við lægra prísinum, ger hetta ein sera stóran mun fyri brúkaran. 90 mill geva ein meðal- prís uppá 25 kr. pr. akfar, ímeðan 300 mill geva ein meðalprís uppá 111 kr. pr. akfar. Eg meti, at bert tað lægra er landspolitikkur og til at liva við. Hitt hægra kann als ikki góðtakast. Hóast alt sum er asfalter- að her á landi verður goldið umvegis vegskatt og fíggj- arlóg, verður ikki so í hes- um eina føri. Tað kann ikki verða rætt. Tá raksturin verður goldin av øllum, á øllum farleiðum har vegur er, so eiga øll eisini at gjalda fyri hesa farleið. Eisini hevði eg vilja, at sundini eisini vórðu tikin uppí landsvegakerv okkara. Vit eru jú øll í einum báti. Tað hevði verið øllum landsins borgarum at gagni. Tað at útjaðarin hevur gold- ið alt ov nógv, alt ov leingi, eigur ikki at nýtast sum undanførsla fyri, at hesi viðurskiftir ikki verða fing- in í rættlag. Vit mugu tí hava bumm- peningin niður á eitt rími- ligt støði. Tað støði er í mesta lagi restupphæddin 90 milliónir krónur. Og ikki 300 milliónir krónur. Tí tað eru so 210 milliónir krónur ov nógv. Vit eiga nevniliga at fremja landspolitikk, vera seriøs og realistisk. Miðflokkurin hevur eisini onnur »motivir« Vágatunnilin:Nei til at krevja 200 milliónir kr.ov nógv í bummpeningi! C M Y K 11 10