mikudagur 11. september 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 173 - 11. september 2002
Nr. 173 - 11. september 2002
13
Ein kanning, sum
næmingur á Náttúru-
vísindadeildini á
Fróðskaparsetri
Føroya hevur gjørt,
vísir, at súla etir
høgguslokk og nógv
ymisk fiskasløg
KANNING
Vilmund Jacobsen
Í endauppgávu síni á Nátt-
úruvísindadeildini á Fróð-
skaparsetrinum,
kannaði
vestmenningurin, Fróði B.
Skúvadal, føðina hjá súlu.
Hetta er ein sonevnd maga-
kanning av súluungum í
Mykineshólmi.
Súlumagarnir, sum kann-
aðir eru, stava frá árunum
1993, 1999 og 2001, og teir
eru samlaðir í samband við
árligu súluveiðina í Myki-
nesi, sum júst hevur verið.
Hetta er eisini ein liður í
eini kanning hjá Fiskirann-
sóknarstovuni um vistskip-
anina kring Føroyar.
Nitrur og
høgguslokkanev
Kanningin hjá Fróði fevndi
um tilsamans 90 súlumag-
ar. Úr magunum tók hann
nitrur og høgguslokkanev;
tað er nevið, sum situr á
høvdinum á høgguslokki,
har armarnir byrja.
Til tess at finna út av,
hvørji fiskasløg, súlan etur,
vórðu nitrurnar býttar upp
eftir fiskasløgum, eins og
høgguslokkanevini vórðu
tald.
– Úrslitið av kanningini
vísir, at ein týdningarmikil
partur av føðini hjá súlu er
seiður, høgguslokkur og
nebbasild, sigur Fróði í
samandrátti sínum.
Hann vísir á, at høggu-
slokkanev vórðu funnin í
44,4% av magunum frá
1993, í 51,2% í 1999, og í
2001 vórðu høgguslokka-
nev funnin í 45% av mag-
unum.
– Taka vit seiðin, vórðu
seiðanitrur funnar í 33,3%
av súlumagunum frá 1993,
í 43,9% av magunum frá
1999 og í 15% av magun-
um frá 2001.
Í magunum frá 1993
vórðu ongar nebbasilda-
nitrur funnar, men í 1999
vóru tær at finna í 51,2%
og í 32,5% í 2001.
Bara seiður í 1993
Fróði sigur, at í 1993 vórðu
bara nitrur úr einum fiska-
slagi funnar, og tær vóru
sum nevnt úr seiði.
– Sostatt át súlan bara
seið í 1993 og ikki onnur
fiskasløg,
undantikið
høgguslokk, sum var funn-
in í 44,4% av magunum
fyri hetta árið, sigur hann.
Í 1999 vóru nitrur at
finna av 7 ymiskum fiska-
sløgum, og í 2001 vóru
fiskasløgini í súlumag-un-
um 10 í tali.
– Kanningin sigur okk-
um, at súlan hevur stórt úr-
val av føðimøguleikum,
sigur Fróði B. Skúvadal í
samandráttinum um kann-
ingina av súlumagum.
Vegleiðari hjá Fróða var
Bergur Olsen, sum starvast
á Fiskirannsóknarstovuni.
Eyðfinn
Magnussen
á
Fróðskaparsetri Føroya var
ábyrgdarvegleiðari.
Hetta vísir ein
áhugaverd kanning,
sum gjørd eru av
PCB-innihaldi í
teistaeggum
UMHVØRVI
Vilmund Jacobsen
Kristiín Sv. Ólafsdóttir,
sum hevur gingið á Nátt-
úruvísindadeildini á Fróð-
skaparsetri Føroya, hevur í
samband við høvuðsupp-
gávu sína kannað PCB í
teistaeggum. Vegleiðari hjá
henni var Maria Dam, sum
starvast á Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni.
Teistaegg á kanning-
arstovu í Kanada
Í sínum samandrátti, vísir
Kristiín í fyrsta lagi til eina
kanning hjá Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni:
– Henda kanning vísti
eina »signifikanta« mink-
ing av PCB innihaldi í
teistaeggum árini 1999 til
2001.
Hon sigur, at til tess at
finna út av, um minkingin
stendst av minni »konsentr-
atión« av PCB í umhvørv-
inum, ella um hetta er or-
saka av broyttum føðiúrvali
hjá teista, vórðu tvær
ymiskar kanningar gjørdar.
– Isotopukappingar av
teistaeggum vórðu gjørdar
á kanningarstovu í Kanada,
og síðan var magainnihald-
ið hjá 30 teistum eisini
kannað her heima.
Kristín sigur, at kanning-
in av magainnihaldinum er
samanborin við eina aðra
kanning, sum varð gjørd í
1998.
Minking av PCB í
umhvørvinum
– Isotopukanningarnar í
Kanada vístu, at teistin í
størri mun er farin at eta
føði, sum er hægri uppi í
føðiketuni, enn hann gjørdi
áður.
Hon vísir á, at PCB er
evnir sum »konsentrerast«
upp ígjøgnum føðiketuna;
tí kann minkingin av PCB í
teistaeggum, sum kanning-
arnar vístu, ikki skyldast
broytta
føðiúrvalið
hjá
teistanum.
– Hetta merkir við øðrum
orðum, at ein minking av
PCB er farin fram í um-
hvørvinum, sigur Kristín
Sv. Ólafsdóttir í saman-
drátti sínum.
Ábyrgdarvegleiðari hjá
Kristín á Náttúruvísinda-
deildini var Trygvi Vester-
gaard, sum starvast á Fróð-
skaparsetri Føroya.
Líkist DDT
Í stuttari viðmerking, sigur
Maria Dam á Heilsufrøði-
ligu Starvsstovuni, at PCB
er ein olja, sum er ógvuliga
støðug, tá ið hon endar í
umhvørvinum. Evnið finst
eitt nú í bygningstilfari og
el-instalatiónum.
– Í náttúruni líkist PCB
DDT, sigur hon.
Føðiúrvalið hjá súlu er rættiliga fjølbroytt
– Seiður er høvuðsføðin hjá súlu, men fuglurin etur nógv
onnur fiskasløg, eisini høgguslokk, sigur Fróði B. Skúvadal,
sum í samband við uppgávu á Náttúruvísindadeildini hevur
kannað súlumagar.
Minni PCB í umhvørvinum
Kanningin, sum Kristín Sv. Ólafsdóttir hevur gjørt í samráð við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna,
vísir, at PCB’ið í umhvørvinum minkar
Sølktuvík er sera
náttúruvakurt stað,
og tí hava eiisni
kópparnir funnið
útav. Teir eru nógvir í
tali og hugna sær væl
inni á víkini
STARVSVENJING
Brynhild H. Reinert,
praktikantur
Fríggjadagin vóru vit, eg,
hin praktikanturin og blað-
maðurin, ein túr á Sand-
oynni.
Fyrst fóru vit til Skop-
urnar. Har tosaðu vit við
borgarstjóran,
Gerhard
Lognberg.
Síðan koyrdu vit gjøg-
num bygdirnar Húsavík,
Skálavík og Sand. Ikki
nógv fólk var at síggja
henda seinnapartin, so vit
fóru til Dals.
Vegurin til Dals er smal-
ur, og tað er høgt oman.
Omanlop er ofta á hesum
vegnum, og vit fingu at
vita, at omanlop hevði
verið sunnudagin. So tað
var eitt sindur óhugnaligt
at koyra, men vit komu til
Dals í øllum góðum. Í Dali,
sum er ein lítil bygd, var
heldur ikki nógv fólk at
síggja henda dagin, hóast
veðrið var sera gott.
Nú vóru eini tveir tímar
til Teistin sigldi av Gomlu-
rætt, og vit høvdu verið í
øllum bygdunum á Sand-
oynni. So vit fóru ein túr til
Søltuvíkar. Í Søltuvík er
sera vakurt. Har er so
friðarligt, og veðrið var
eisini av tí allar besta. Vit
gingu ein túr í víkini, og tá
sóu vit nakrar kópar spæla
á sjónum. Har vóru eini
10-20 kópar. Teir vóru sera
forvitnir, tí tá teir sóu
okkum, svumu teir eitt
petti inn móti landi. Men
teir komu ongantíð heilt
inn at landi. Vit gingu
longur yvir, og tá sóu vit
okkurt stórt úti á sjónum.
Fyrst hildu vit, at tað var
ein stórur steinur. Men
nærri vit komu, sóu vit, at
”steinurin” rørdi seg. Og nú
sóu vit, at hetta var ikki ein
steinur, men ein kópur.
Kópurin var bæði stórur og
feitur. Eg haldi eisini, at
hann var eitt sindur gamal,
tí hann flutti seg ikki, tá
hann sá okkum. Ella var
hann bara dovin.
Tá vit høvdu verið í
Søltuvík eina løtu, máttu
vit skunda okkum á
Gomlurætt, Teistin sigldi
klokkan 14.
Hetta var ein stuttligur
dagur á Sandoynni. Veðrið
var gott, og so hevði eg
ongantíð verið á Sand-
oynni fyrr.
35 fólk komu uttan úr
heimi á stóran
brúkarafund, ið
byrjar hósdagin
BRÚKARAFUNDUR
Heri á Rógvi
Norðurlendska
Brúkara-
nevndin fer í døgunum 12.
og 13. september at halda
ársfund og ráðstevnu í
Føroyum.
Norðurlendska Brúkara-
nevndin
er
samstarvs-
nevndin hjá brúkararáðun-
um í Norðanlondum. Her
luttaka
umboð
fyri
Brúkararáðini í Íslandi,
Grønlandi, Danmark, No-
regi, Svøríki og Finlandi.
Av góðum grundum eru
Føroyar ikki við í hesum
samstarvi, tí enn hava vit
onki brúkararáð og onga
skipan fyri brúkararnar her.
Men tað kann kanska
broytast, og m.a. tí hevur
Norðurlendska
Brúkara-
nevndin (NBN) avgjørt at
halda sín ársfund júst í
Føroyum.
Umframt at NBN heldur
sín regluliga ársfund fund
her, vil hon eisini nýta høvi
at greiða føroyingum frá,
hvussu arbeitt verður fyri
brúkaraáhugamálum
í
Norðanlondum
og
frá
aktuellum brúkarapolitisk-
um høvuðsmálum.
Enska heitið á seminar-
inum er "Digi-tv - televis-
ion as a consumer plat-
form". Hetta snýr seg m.a.
um, at við digitalu ella
teldutøkniligu menningini
av sjónvarpinum, hendir
ein
grundleggjandi
og
álvarslig broyting í sam-
skiftinum millum hyggjar-
arnar (ella brúkararnar) og
s j ó n v a r p s s t ø ð i r n a r.
Umframt vøksturin í útboði
av ymsum rásum, koma
sonevndar
interaktivar
tænastur (har hyggjarar
kunnu samskifta beinleiðis
við ein útbjóðara), spøl og
ítriv,
og
elektroniskur
handil sum beinleiðis søla
og keyp av vørum og
tænastum.
Leggja nógv fyri
Ikki kann sigast annað enn
at áhugin fyri ráðstevnuni
er stórur.
Formennininir og aðrir
leiðarar fyri Brúkararáðinií
teim ymisku norðurlond-
unum eru seytjan í tali.
Afturat hesum koma koma
eini
18
serfrøðingar/
granskarar/fakfólk at lut-
taka á
sjálvari ráðstevnuni um
"Digi-tv - television as a
consumer platform". So er
innbjóðingar sendar til
einar 40 føroyskar luttak-
arar.
Tað er Hans Pauli Strøm,
ið er føroyskur kontakt-
persónur. Hann fegnast um
stóra áhugan uttan úr
heimi, og hann vónar at
síggja nógvar føroyingar til
ráðstevnuna, tí hann metir,
at vit í Føroyum mest sum
standa á berum innan
brúkaravernd.
Politikararnir eiga
at gera greitt, hvør
føroyski hugburð-
urin er til prostitu
tión og striptease,
metir Kvinnuhúsið,
ið skipar fyri
fundið evnið
FUNDUR
Heri á Rógvi
Kvinnuhúsið stílar fyri
almennum fundi um
prostitutión – skøkju-
levnað - í Norðurlanda-
húsinum mikukvøldið
11. september kl. 19.30.
Og tað er ikki uttan
orsøk, at Kvinnuhúsið
hevur tikið stig til
fundin.
— Seinastu árini hava
strepatease
dansarar
verið í Føroyum og
framført. Sama hendi
fyri fáum árum síðan í
Íslandi, hettar hevur
útviklað seg til, at har
eru 7 bordellir. Nógvir
pengar eru í pornoídn-
aðinum.Tað
bíligasta
fyri fyriskipaðarnar er at
fáa, ofta undir skeivum
fortreytum, útlendskar
kvinnur. Kvinnurnar eru
flestar úr Ásia og Eyst-
urevropa, hava visum í
avmarkaða tíð, og hava
tí ikki nøkur rættindi og
eru
prísgivnar
fyri-
skiparinum. Royndirnar
úr Noregi, eftir at olja
var útvunnin har, og
nógv fremmand arbeiðs-
megi kom til landið, eru
at krøvini um kynsligar
veitingar
eru
øktar
munandi,
skrivar
Kvinnuhúsið í tíðinda-
skrivi.
Kvinnuhúsið metir, at
tað frá politiskari síður
eigur at verða gjørt
greitt, hvør hugburðurin
er.
— Er tað góðtikið, at
vit hava alment streap-
tease show í Føroyum?
Hvar kunna vit vænta
tað næsta verður? Lat
okkum verða medvit-
andi um trupulleikan,
áðrenn vit standa mitt í
honum, ljóðar tað frá
Kvinnuhúsinum.
Fyrilestrarhaldari
á
fundinum verður Dorit
Otzen, sum er víðagitin
sosialráðgevi í Dan-
mørk. Hon hevur fingist
nógv við viðgerð til
fólk, ið eru komin illa
fyri orsakað av skøkju-
levnaði og rúsevnum.
Kvinnuhúsið:
Fundur um
prostitutión
Fólk og kópar í
Sandoynni
Stórur skari á brúkarafund
Praktikantarnir á Sosialinum hugnaðu sær óført saman við kópunum í Søltuvík hendan dagin.
Kóparnir vóru forvitnir og komu heilt nær at heilsa upp á tær báðar á steininum
Mynd: Edvard Joensen
Áhugin er stórur fyri Brúkararáðstevnuni, ið verður hildin seinni í vikuni á Hotel Føroyum.
C
M
Y
K
13
12