mikudagur 11. september 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 - 11. september 2002
15
14
Nr. 173 - 11. september 2002
11. SEPTEMBER
Árni Joensen
Arabiska sjónvarpsstøðin
Al Jazeera, sum hetta sein-
asta árið hevur almanna-
kunngjørt fleiri sjónbands-
upptøkur við Osama bin
Laden, sendi aftur eina
upptøku mánakvøldið.
Á upptøkuni síggjast
limir í felagsskapinum al-
Qaeda
hjá
bin
Laden
hyggja at myndum av
verjumálaráðnum
Penta-
gon, sum var annað av mál-
unum tann 11. september í
fjør.
Ein av yvirgangsmonn-
unum, saudiarabin Abdul
Aziz al-Omari, sigur í
upptøkuni, at hann hevði
fingið venjing sína frá
Osama bin Laden.
- Mátti Guð samsýnt
øllum teimum, sum hava
vant meg, og sum hava
gjørt hesa gerð møguliga,
serliga
islamska
krígs-
manninum
Osama
bin
laden. Má Guð verja hann,
sigur al-Omari á upptøkuni.
Al-Jazeera sigur, at bin
Laden sjálvur hoyrist á
upptøkuni, og at hann
nevnir fleiri av teimum,
sum rændu tey fýra ameri-
kansku flogførini. Millum
teirra, sum bin Laden
nevnir, er Mohammed Atta,
sum eftir øllum at døma
stóð á odda fyri sjálvari at-
sóknini tann 11. september.
Al-Jazeera vil vera við, at
upptøkan er gjørd í af-
ghanska býnum Kandahar,
sum var háborgin hjá Tali-
banstýrinum.
Sjónvarps-
støðin heldur, at upptøkan
kann
verða
gjørd
í
sambandi við ársdagin fyri
atsóknirnar í USA, men
sjónvbarpsleiðslan vil ikki
siga, hvussu hon hevur
fingið fatur á sjónband-in-
um.
Amerikansku mynd-
ugleikarnir ávara um,
at vandi kann vera
fyri yvirgangsatsókn-
um í dag á
ársdegnum fyri
atsóknirnar at World
Trade Center og
Pentagon
11. SEPTEMBER
Árni Joensen
Amerikanska uttanríkisráð-
ið bað í gjár allar ameri-
kanskar ríkisborgarar kring
heimin um at vera á varð-
haldi í dag, nú eitt ár er
liðið síðani yvirgangsat-
sóknirnar í New York og
Washington.
Í USA hava myndugleik-
arnir tikið fleiri stig, sum
skulu forða yvirgangs-
monnum at gera vart við
seg á ársdegnum. Serliga
loftferðslan hevur fingið
boð um fleiri trygdartiltøk.
M. a. er avgjørt, at einki
flogfar sleppur at flúgva ov
nær Washington ella New
York, og ferðafólkini í
flogførunum skulu sita í
stólinum ein hálvan tíma
undan fráferð og ein hálvan
tíma, áðrenn flogfarið lend-
ir. Í sjálvum floghavnunum
er eftirlitið munandi styrkt.
Ávirkar oljuna
Samstundis sum ameri-
kansku myndugleikarnir í
gjár ávaraðu um møguligar
atsóknir í dag, søgdu ser-
frøðingar á oljumarknaðin-
um, at vandin fyri atsókn-
um kann fáa oljuprísin at
hækka nógv. Teir halda
kortini, at hendir einki
óvanligt hesa vikuna, fer
prísurin at halda sær á
verandi støði.
Men amerikanska hótt-
anin um álop á Irak hevur
eisini týdning fyri oljuprís-
in og harvið heimsbúskap-
in. Marknaðarserfrøðingar
siga, at oljumarknaðurin er
longu ógvuliga strongdur
orsakað av amerikansku
álopshóttanini, og at eitt
álop fer at senda prísin upp
ígjøgnum. Ein av teimum
fremstu serfrøðingunum á
altjóða oljumarknaðinum,
Herman Franssen, segði í
gjár, at eitt amerikanskt
álop á Irak kann taka bein-
ini undan oljumarknaðin-
um, so hann gerst frá sær
sjálvum, sum hann tók til.
Bush forseti fer til
trý minningarhald í
dag
11. SEPTEMBER
Árni Joensen
Amerikanski
forsetin,
George W. Bush, fer at
nýta allan dagin í dag til
at minnast tey, sum doyðu
í atsóknunum fyri einum
ári síðani.
Dagurin byrjar við ein-
um privatum bønarhaldi
og einum minningarhaldi
í Hvítu Húsunum. Haðani
fara forsetin og kona
hansara Laura til verju-
málaráðið Pentagon, har
eitt av teimum rændu
flogførunum datt niður.
Síðani fara forsetahjúnini
til býin Shanksville í stat-
inum Pennsylvania einar
300 kilometrar í útnyrð-
ing úr Washington, har
eitt annað av teimum
rændu flogførunum datt
niður.
Seinnapartin
verða
George og Laura Bush
hjástødd undir einum
minningarhaldi á Man-
hattan í New York, har tey
bæði tornini hjá World
Trade Center duttu niður,
eftir at tvey flogfør høvdu
rakt tey. Umleið 2.800
fólk doyðu har.
Minningardagurin hjá
forsetanum endar við
einari tíggju minuttir
langari
sjónvarpsrøðu
fyri amerikanska fólkin-
um.
Al Jazeera: Tað var bin Laden
Osama bin Laden átekur
sær nú ábyrgdina av
atsóknunum
11. september í fjør
Ávara um
atsóknir
í dag
11. september
Hóast amerikanska
stjórnin knýtir Irak at
atsóknunum tann 11.
september, hevur
USA framvegis einki
prógv fyri, at Irak var
uppií
11. SEPTEMBER
Árni Joensen
George W. Bush, forseti
hevur fleiri ferðir hótt við
at leypa á Irak, og sjálvt um
amerikanskir embætismenn
og politikarar hava roynt at
sett Irak í samband við
atsóknirnar fyri einum ári
síðani, er framvegis einki,
sum prógvar, at tað var so.
So seint sum í gjár
skrivaði Washington Post,
at fregnartænastan CIA
hevur ikki funnið nakað,
sum kann seta Irak í sam-
band við atsóknirnar at
World Trade Center og
Pentagon ella altjóða yvir-
gang yvirhøvur.
Menn hjá CIA hava
kannað fylgisveinamyndir,
telefonsamrøður og annað
tilfar, men teir hava ikki
funnið nakað, sum prógvar,
at irakska leiðslan er uppi í
altjóða yvirgangi, skrivaði
blaðið.
Amerikanarar hava fyrr
hildið uppá, at oddamað-
urin fyri atsóknunum tann
11. september, Mohammed
Atta, hitti ein irakskan
embætismenn í Praha í
apríl í fjør, men heldur ikki
hesum hevur CIA funnið
prógv fyri, skrivar Wash-
ington Post. Men í stjórnar-
umsitingini iovast tey ikki
kortini.
- Fyrr ella seinna man tað
fara at eydnast okkum at
prógva, at Irak stuðlar alt-
jóða yvirgang, sigur ein
talsmaður hjá stjórnini við
blaðið.
Framvegis einki prógv ímóti Irak
Bush til trý minningarhald
Upptøkan, sum arabiska
sjónvarpsstøðin, Al Jazera,
vísti mánakvøldið, vísa limir
í al-Qaeda hjá bin Laden
hyggja at myndum av
Pentagon 11. september í fjør
Samstundis sum amerikansku myndugleikarnir í gjár ávaraðu um møguligar atsóknir í dag, søgdu serfrøðingar á oljumarknaðinum, at vandin fyri atsóknum kann fáa oljuprísin at hækka nógv. Teir halda kortini,
at hendir einki óvanligt hesa vikuna, fer prísurin at halda sær á verandi støði
Amerikanarar hava fyrr hildið uppá, at oddamaðurin fyri atsóknunum tann 11. september,
Mohammed Atta, hitti ein irakskan embætismenn í Praha í apríl í fjør, men heldur ikki hesum
hevur CIA funnið prógv fyri, skrivar Washington Pos
C
M
Y
K
14