mikudagur 11. september 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr.173 • mikudagur • 11.september 2002 • 76.árgangur • www.sosialurin.fo
Bæði í Skotlandi og
Danmark verður
nógv gjørt burturúr
føroyska tvímáls-
skjúttanum, John
Petersen
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Ristingarnar eftir føroyska
avrikið móti skotum hava
enn ikki lagt seg. Sunnu-
dagin var hetta sjálvsagt
ovarliga á breddanum í
nógvum
miðlum,
men
mánadagurin tóktist ikki
vera stórt øðrvísi í so máta.
Tað tykist í øllum førum í
Skotlandi at vera so, at her
varð dagurin nýttur at finna
frágreiðingar til, hví alt
gekk galið á Svangaskarði.
Sambært Dailyrecord og
danska Ekstra Blaðnum,
sum bæði hava mest sum
somu grein, er eitt av svør-
unum heilt einfalt, at
skotska liðið var ov vána-
ligt.
Í báðum bløðunum verð-
ur John Petersen endurgivin
fyri at siga, at hann undrað-
ist á, hvussu gott pláss hann
fekk í álopinum, eins og
hann eisini var bilsin um,
hvussu Berti Vogts hevði
sett liðið hjá sær saman.
– Eg má viðganga, at eg
var bilsin um, hvussu vána-
ligir skotarnir vóru í fyrra
hálvleiki – serliga í verjuni.
Vit høvdu í veruleikanum
bert ein mann á toppinum,
og kortini hevði eg nokk av
plássi, tá eg skoraði bæði
málini, verður hann endur-
givin fyri at siga.
– Tað er mest sum ótrú-
ligt. Báðir miðverjarnir hjá
teimum spæla hóast alt í
Premier
League,
sigur
hann, og greiðir víðari frá,
at hann eisini undrast á,
hvussu Vogts hevði sett lið-
ið saman:
– Verður sæð burtur frá
miðverjunum
og Allan
Johnston, sum skoraði, tá
skotar vóru her seinast, so
kendi eg ongan leikara.
Men eg má viðganga, at eg
ikki roknaði við, at tað
skuldi gerast somikið lætt
at spæla ímóti teimum.
Tað er so í øllum førum
tað, sum føroyski leikarin
verður endurgivin fyri at
siga.
Aftur gerandisdagur
Annars verður eisini gjørt
nógv burturúr, at tað var ein
fólkaskúlalærari úr Føroy-
um, sum soleiðis skuldi
taka skotar á bóli.
Eitt nú hevur fyrrverandi
Rangers-áleyparin, Mark
Hateley, funnist hvassliga
at skotsku verjuni.
– Tað er ov galið, at eitt
skotskt lið bara fær javnleik
móti einum liðið, sum er
sett saman av fiskarum og
skúlalærarum. David Weir
og Christan Dailly eru so-
mikið royndir leikarar, at
ein skúlalærari skuldi verið
jarðlagdur, langt áðrenn
hann somikið sum kom inn
á vøllin, men kortini fær
John Petersen skotið tvey
mál móti teimum, og tað er
snøgt sagt ikki nóg gott,
sigur Hateley.
Júst orðini frá Hateley
um »skúlalæraran« tykjast
veruliga hava sett seg fast
hjá skotsku miðlunum, og í
øllum førum varð nógv
gjørt burturúr, at John
Petersen mánadagin hevði
ein púra vanligan gerandis-
dag, har undirvísingin í
Eysturskúlanum
stóð
fremst á skránni.
Í útlendsku bløðunum
verður hann endurgivin fyri
at siga, at talan nú aftur er
um ein vanligan dag, og tó
at onkur av næmingunum
kanska spyr um landsliðs-
troyggjuna ella líknandi, so
roknaði hann ikki við
nøkrum stórvegis broyting-
um.
Dailyrecord, sum eisini
var blaðið, sum prentaði
greinina við Hateley, endar
sína søgu um føroyska
skúlalæraran við niðanfyri-
standandi
myndini
og
myndatekstinum, sum vit
lata vera við at umseta á
hesum sinni.
Lærarin, sum skelkaði Skotland
FOOTBALL: GOAL HERO JOHN’S A CLASS ACT
»AND this, boys and girls, is where I shall be scoring THREE goals next September...«
Faroe Islands school-teacher turned Scotland-tamer John Petersen yesterday showed kids at the East School in Torshavn exactly where we are in the world.
Fortunately for two-goal hero Petersen, he didn’t have FIFA’s rankings to hand.
He’d NEVER have found Scotland on that map of footballing excellence.
Mynd: Álvur Haraldsen
17
16
Nr. 173 - 11. september 2002
Laksaútflytarar
útihýstir
Tíggju norskir laksaút-
flytarar eru komnir á
svartalista hjá ES, eftir
at kanningar hava av-
dúkað, at fyritøkurnar
hava brotið regluna um
minstaprísin á norskum
laksi til ES-marknaðin.
Kanningarnar
hava
prógvað, at norsku út-
flytararnir seldu laksin
fyri minni enn 3,25
evrur fyri kilo, sum er
tann ásetti prísurin, og at
fyritøkurnar dumpaðu
prísin í fleiri tíðarskeið-
um í fjør.
Avdúkingarnar bera í
sær, at ES hevur sagt
upp prísavtaluna við teir
tíggju norsku laksaút-
flytararnar. Tað merkir,
at skulu fyritøkurnar
selja ES laks, skulu tær
rinda 14 prosent í revsi-
tolli.
Fyri fyrstu ferð síðani í
januar fáa sosialdemo-
kratarnir í Týsklandi
størri undirtøku frá velj-
arunum enn teir kristi-
ligu demokratarnir.
Ein
kanning,
sum
sjónvarpið ARD hevur
gjørt, gevur sosialdemo-
kratunum hjá Gerhardi
Schrøder, kanslara 39
prosent av atkvøðunum,
var val nú. Teir kristiligu
demokratarnir hjá kansl-
aravalevninum Edmundi
Stoiber fáa eftir kann-
ingini 38 prosent. Sama
kanning gevur Teimum
Grønu 7,5 prosent og
Fríu Demokratunum 8,5
prosent.
Í kanningum fyri ein-
um mánað síðani fingu
teir kristiligu demokrat-
arnir sjey prosent meiri
enn sosialdemokratarnir.
Valið í Týsklandi verður
22. september.
SPD frammanfyri
Avvarðandi hjá teimum
fýra fronsku fiskimonn-
unum, sum doyðu, tá
norska
tangaskipið
"Bow Eagle" sigldi trol-
ara teirra niður, krevja
nú endurgjald frá norska
reiðarínum.
Mánadagin varð skip-
að fyri minningarhaldi í
býnum
Les
Sables-
d'Olonne, og tá hittu
umboð fyri tey avvarð-
andi Bjørn Sjaastad,
sum er stjóri í reiða-
rínum Odfjell.
Sakførarin hjá teimum
avvarðandi sigur, at tey
fara at krevja endur-
gjald, men hann dugir
ikki at siga, hvussu stórt
endurgjaldskravið verð-
ur. Vanlukkan hendi
tann 26. august úti fyri
Bretagne-strondini. Tað
hevur serliga vakt ans, at
norska skipið rýmdi av
staðnum, sjálvt um teir,
sum høvdu vakt, vistu,
hvat var hent.
Krevja endurgjald
Nógv bendir á, at fólka-
atkvøðan í Írlandi um
Nice-sátmálan
verður
ógvuliga spennandi.
Ein nýggj kanning
vísir, at heili 44 prosent
hava
framvegis
ikki
gjørt av, um tey fara at
atkvøða fyri sáttmálan-
um, ella um tey fara at
atkvøða
ímóti.
29
prosent siga, at tey fara
at atkvøða ja, og 19
prosent siga, at teirra
svar verður nei.
Enn er ikki avgjørt,
nær fólkaatkvøðan verð-
ur, men ætlandi verður
hon um mánaðarskiftið
oktober-november. Tá
írar fyrru ferð atkvøddu
um
Nice-sáttmálan,
vóru 54 prosent ímóti
honum, men tá vóru
bara 35 prosent á vali.
Tað var í juni í fjør.
Spenningur í Írlandi
Fuglberg kom til
Klaksvík mána-
kvøldið av Flemish
Cap. Teir brutu túrin
av, tí skipið skal til
Grønlands og mann-
ingin er uppsøgd
FISKIVINNA
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Hanus Hansen,
stjóri á JFK Trol sigur, at
leigumálið ikki er endaligt
enn, men ætlanin er, at
Fuglberg skal leigast til
Grønlands fyribils í 15
mánaðir.
- Vit hava valt at gera
hetta, tí tað gongur ikki væl
við rækjuveiðuni fyri tíðina
og so er ein noyddur at
finna upp á okkurt, tí vit
kunnu ikki halda fram sum
er, sigur Hanus Hansen.
Fuglberg var á rækju-
veiðu á Flemish Cap. Teir
høvdu verið burtur í tveir
mánaðir. Ætlanin var, at teir
skuldu fiska longri, men
teir brutu sum sagt túrin av,
tí skipið nú, um alt gongur
eftir ætlan, skal til Grøn-
lands.
Annars sigur stjórin á
JFK Trol at partrolingin hjá
Sjúrðarberg og Næraberg
eydnaðist væl prakstiskt,
men tað gav ikki nóg mikið
av fiski til, at tað loysti seg
at hava tvey skip.
- Júst hvat vit so gera við
tað, veit eg ikki enn, men
vit fara at finna upp á
okkurt, sigur Hanus Han-
sen í stuttari samrøðu við
Sosialin.
Michael Olsen, sum
eigur og rekur grill,
pizzaria og dansistað á
Fornagørðum í Klaks-
vík, sigur, at hann
hevur framt nakrar
broytingar á viðurskift-
ini í hølunum við vón
um at røkka út til tey
meira vaksnu eisini
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Michael greiðir
frá, at hóast hansara við-
skiftafólk fyri tað mesta
hava verið børn og ung, so
var tað ikki upprunaliga
ætlanin, at tað bert skuldu
vera tey, sum komu á gátt á
Fornagørðum.
- Men tað var tað so
blivið til, og tað havi eg so
roynt at broytt nú við at av-
marka atgongdina til aðru
hædd til vaksin, sigur hann.
Hølini,
har
Michael
hevur sítt virksemi hýsir
fleiri ymiskum. Har er grill
og høli at sita og eta í á
fyrstu hædd. Har halda
nógv ung og børn til. Eisini
er dansistaðið Barok á
fyrstu hædd. Onnur hædd
hevur eisini verið nógv nýtt
av teim ungu, men nú hevur
Michael so valt, at miða
meiri í móti at geva teimum
vaksnu pláss har, so tey
kunna njóta eina máltíð í
frið og náðum. Á aðru
hædd er eisini matstovan
Fortuna, sum upprunaliga
var matstovan Shang – Hai.
Men fyrr í ár gjørdi
Michael av, at broyta
navnið til Fortuna, tí hann
selur ikki kinesiskan mat
longur.
Ovast í bygninginum hjá
Michael er so eitt rúmligt,
ljóst høli, har tey ungu hava
møguleika til at spæla pool.
So ikki kann sigast annað
enn, at møguleikarnir eru
nógvir, um ein vitjar inni á
gólvinum á Fornagørðum.
Michael sigur, at tey
ungu, sum dagliga vitja inn
á gólvið eru nógv í tali.
Men tey hava áður kunnað
hildið til í øllum trimum
hæddunum í bygninginum,
men tað er so broytt nú.
- Nú hava vit sett eti-
staðið á aðru hædd í stand,
soleiðis at vit kunna miða
ímóti at fáa fleiri vaksin at
koma út at eta. Og vónandi
fer tað at eydnast.
Og hølið er sera hugna-
ligt. Tað hevur eitt føroyskt
snið. Tað vil siga, at á vegg-
unum eru grótlaðingar mál-
aðar, soleiðis at tá ein hevur
sett seg við eitt borð, so er
tað næstan sum at sita í eini
rætt. Tað er Niels í Horni,
sum hevur málað. Hann
hevur eisini málað teir
avbera vøkru málningarnar,
sum hanga á veggunum
inni í hølunum.
Michael sigur, at um fólk
koma inn á gólvið eitt
kvøldið, so er møguleiki at
fáa grill og pizza hjá teim-
um ungu á fyrstu hædd,
meðan tað sama kann fáast
á aðru hædd umframt
búffar frá køkinum.
Grillin á Fornagørðum er
opin allar dagar í vikuni í
døgurðatímanum og seinni
um kvøldið.
Michael sigur, at tað
loysir seg ikki at hava mat-
stovuna Fortunu opna mitt í
viku, so tí er hon bert opin
fríggjadag og leygardag.
Dansistaðið Barok er
opið fríggjakvøld og leyg-
arkvøld,
men
Michael
hevði kunnað hugsað sær,
at latið upp fyrr á kvøldi,
soleiðis at tey, sum hava
hug til at fara út tíðliga eitt
kvøld, hava eitt stað at fara
til.
- Men sum er, so koma
tey ikki serliga tíðliga út,
sigur Michael.
Hann er ikki einsamallur
um alt virksemið hjá sær.
Konan, Sólrun, hjálpir til
eisini. Hon hevði eina hár-
fríðkanarstovu, har sum
Barok er í dag. Men tað er
hon farin frá nú.
- Treyðugt so, eg klippi
sera nógv enn, og har aftur
at havi eg eisini heilsøluna
við merkinum Schwartz-
kopf, sum eg selji til aðrar
salongir um allar Føroyar,
greiðir Sólrun frá.
Matstovueigari í Klaksvík:
Ætla at røkka teimum
vaksnu eisini
Fuglberg til Grønlands
Fuglberg verður nú leigaður til Grønlands fyribils í 15 mánaðir
Mynd: Rúna Sivertsen
Michael og Sólrun Olsen avmyndaði í teim sera hugnaligu hølunum á aðru hædd á
Fornagørðum
C
M
Y
K
16