mikudagur 11. september 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 173 - 11. september 2002
19
Men tað var ikki
heilt við síðuna av
hjá Danmark og
Svøríki, sum
greiddu javnleik á
útivølli
EM UNDAN-
KAPPING
Jóannes Hansen
Í summar vóru bæði
Danmark og Svøríki við
í HM endaspælinum í
Suðurkorea og Japan.
Tað kann væl vera, at
fleiri av brøðratjóðum
okkara fara at vera
uppií, tá fimtan euro-
peiskar tjóðir saman við
vertunum fara at dystast
í EM endaspælinum,
sum
á
sumri
2004
verður í Portugal. Men
einki norðurlendskt land
vann, tá fyrsta umfar í
undankappingini var á
skránni leygardagin.
Danmark var í Noregi.
Úrslitið var 2–2. Undan
dystinum var nógv tosað
og skrivað, og tað hevur
tað eisini verið eftir
dystin. John Carew, sum
var settur á vøllin í 2.
hálvleiki, javnaði í 93.
minutti til 2–2. Jon Dahl
Tomasson legði tvær
ferðir Danmark á odda,
eftir at fyrrverandi lið-
felagin hjá Toda Jóns-
son, Niclas Jensen, sum
nú spælir í Manchester
City, frágera væl hevði
spælt hann leysan dygst
undir málinum. John
Arne Riise úr Liverpool
skoraði fyrra málið hjá
Noregi.
Merkisvert var tað, at
eingin spælari úr donsku
superliguni var á vøllin-
um.
Í
donsku
pressuni
hevur verið funnist at
danska avrikinum, sum
ikki varð hildið at vera
serliga sannførandi –
hvørki í verju ella álopi.
Danski venjarin, Morten
Olsen, heldur atfinning-
arnar vera tað bera tvætl
og vísir á, at tað altíð er
torført at spæla ímóti
liðum, sum eru so
primitiv í spælistíli, sum
hann heldur Noreg vera.
Í Noregi eru teir, sum
vera man, ikki so glaðir
fyri danska venjaran,
sum teir halda vera
hástóran. Ábyrgdarper-
sónar kring norska liðið
verða í norsku pressuni
endurgivnir fyri at siga,
at Morten Olsen hevur
ikki skil fyri fótbólti, tá
hann sigur, sum hann
ger. Víst verður á, at
Noreg hevði nógv meiri
spæl og nógv fleiri
møguleikar, enn Dan-
mark hevði.
Svøríki framvegis
ósigrað
Sviar vóru í Riga, sum
heilt síðani víkingatíð-
ina hevur havt nógv
samband við norður-
lendsku tjóðirnar.
Svøríki kom hesa ferð
til hús við málleysum
javnleiki.
Hetta
var
kanska minni, enn teir
høvdu vónað, men dyst-
argongdin var soleiðis,
at sviar skulu vera
nøgdir. Letland hevði
serliga í 2. hálvleiki
nógv spæl, og í 65.
minutti rakti Marian
Pahars í stólpan.
Merkisvert er tað, at
nú hevur Svøríki spælt
seytjan undankapping-
ardystir, uttan at teir
hava tapt, og venjara-
parið Tommy Söderberg
og Lars Lagerbäck hev-
ur framvegis ikki roynt
at tapa í undankapping.
Finnland legði fyri við
heimadysti ímóti Wales,
sum
ongantíð
hevur
verið við í nøkrum enda-
spæli, og sum avgjørt
ikki
telist
millum
fremstu fótbóltstjóðirnar
í Europa. Tí var tað satt
vónbrot fyri finnar, at
teir taptu 2–0 á olymp-
iska leikvøllinum.
Ísland hevði fríviku-
skifti. Fyrsti dysturin hjá
teimum verður á heima-
vølli leygardagin 10.
oktober. Grannar okkara
fyri vestan hava nógv at
liva upp til, tí teir skulu
spæla ímóti Skotlandi!
- Eg havi bert verið
stutta tíð í Føroyum,
men tað er mín sann-
føring, at allir teir 25 í
føroyska landsliðs-
hópinum eru nóg
góðir til donsku
superliguna. Teir
hava vilja, talen og
vildu verið ein
vinningur í donskum
fótbólti, um teir
sloppu at venja meira,
enn teir gera í
Føroyum
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Í danska Ekstra Blaðnum er
týsdagin stór samrøða við
føroyska landsliðsvenjaran,
Henrik Larsen, og orðini
omanfyri eru tikin úr grein-
ini,
sum
týsmorgurnin
kundi lesast á alnetisút-
gávuni hjá blaðnum.
Hetta sýnir í øllum før-
um, at føroyski landsliðs-
venjarin hevur álit á sínum
leikarum, men samstundis
líkist hetta eisini einum
ynski um, at venjarin fegin
hevði vilja, at fleiri av
hansara leikarum spældu
yriksfótbólt uttanlands, og
á tann hátt ment seg sum
fótbóltsleikarar.
Ikki minst tykist hetta
vera galdandi fyri kropsligu
venjingarstøðuna
hjá
leikarunum, og Henrik
Larsen er eisini hampuliga
bersøgin, tá tosið í Ekstra-
Blaðnum fellur inn á før-
oysku kappingina.
- Tað er bara so, at
føroyska kappingin liggur
still helmingin av árinum,
og tað er helst størsta
orsøkin til, at Føroyar av og
á eru fyri rættiligum av-
smurningi, tá landsdystir
verða spældir.
- Høvdu vit bara spælt
ein tíma hvørja ferð, kundu
vit ivaleyst spælt upp ímóti
teimum flestu tjóðunum,
men seinasta hálva tíman
eru kreftirnar sum oftast
uppi. Tað er revsingin fyri
at liva og spæla sum
áhugaleikarar í Føroyum,
staðfestir venjarin.
Fáir standa seg
Hetta kundi eisini líkst
einari áheitan frá Henrik
Larsen til starvsfelagar
sínar í Danmark um, at tað
kundi
verið
eitt
gott
hugskot hjá hesum at vent
eyguni móti Føroyum í
royndunum at styrkja um
lið síni.
Tað skal tó í hesum
sambandi nevnast, at av
teimum, sum í dag eru
aktuellir til landsliðið, eru
tað bert Jákup Mikkelsen
og Todi Jónsson, sum hava
staðið seg væl í bestu
donsku deildini. Báðir hava
teir sum kunnugt verið
danskir meistarar, men
meðan Jákup í dag situr á
beinkinum hjá Molde, er
Todi ikki tøkur hjá lands-
liðsvenjaranum.
Christian
Høgni
Ja-
cobsen hevði ilt við at
vinna sær plás, tá Vejle
seinasta kappingarár spældi
í
superliguni,
og
Óli
Johannesen megnaði ikki at
spæla seg til fast pláss hjá
AGF, og hevði ikki hepni
við at finna sær eitt danskt
felag úr bestu deildini, tað
hálva árið, sum hann stóð á
sølulistanum í Hvidovre.
Skotski landsliðs-
venjarin kennir seg
noyddan at koma við
skrivligum innleggi í
skotskum bløðum, so
hann kann greiða frá
truplu støðu sínari
LANDSDYSTURIN
Jákup Mørk
Eftir at hava hugt nakrar
ferðir at sjónbandinum av
landsdystinum á Svanga-
skarði, hevur Berti Vogts nú
endiliga loyst frá posaband-
inum. Fyrst og fremst er
hetta gjørt, tí hann kennir
seg illa viðfarna í skotsku
miðlunum, har hann ikki
sigur seg hava fingið ført
síni sjónarmið fram.
Um sjálvan dystin sigur
hann eins og áður, at hann
framvegis ikki er greiður
um, hví skotska liðið
spældi, sum tað gjørdi,
fyrstu trý korterini av
dystinum móti Føroyum.
- Hetta er tað, sum kann
henda, tá tú spælir við
nógvum ungum og óroynd-
um leikarum, men tað fær
ikki meg at broyta áskoðan
um, at tað er neyðugt við
eini stórari útskifting á
skotska landsliðnum. Ein
útskifting, sum skuldi verið
gjørd leypandi, men sum
ongan tíð varð gjørt.
Fimm í verjuna
Víðari skrivar Berti Vogts,
at hann heldur skotsku
miðlarnar vera óvanliga
stuttmintar, tí tá hann tók
við sum venjari, var tað
mest sum eitt krav, at nú
skuldu allir teir gomlu
leikararnir, sum høvdu
verið við alt ov leingi,
skiftast út.
- Tit kunnu ikki rokna
við, at alt bara riggar frá
fyrsta degi. Mín trupulleiki
er, at skotskir leikarar ikki
verða nýttir nóg nógv í
skotskum
og
bretskum
fótbólti. Ístaðin verða teir
vandir við altjóða fótbólt á
landsliðnum, og tað er
skeivi vegurin at fara. Tað
skuldi heldur verið so, at
spælararnir fingu royndir-
nar í felagi sínum, og síðani
komu á landsliðið.
Annars snýr størsti part-
urin av greinini hjá Vogts
seg um, hví hann hevði
tikið liðið út, so sum hann
gjørdi, og yvir høvur tykist
hann halda hondina yvir
sínum leikarum, tó at hann
sigur, at har vóru ein ella
tveir, sum prógvaðu, at teir
ikki eru nóg góðir til
landsliðið.
Fyri føroyingar er kanska
stuttligt at síggja, at Vogts á
Svangaskarði hevði styrkt
eitt sindur um verjupartin,
men at hann nú viðgongur,
at hesin parturin kanska
skuldi verið styrktur enn
meira.
- Mín ætlan hevur alla
tíðina verið, at vit skulu
spæla við trimum í verjuni.
Móti Føroyum hevði eg tó
valt at spæla við fýra, so
vandin fyri kostnaðarmikl-
um
mistøkum
skuldi
minka. Í bakspeglinum
síggi eg, at hetta ikki var
nóg mikið, men hvør av
okkum vildi trúð undan
dystinum, at tað skuldi
verið neyðugt at spælt við
fimm monnum í verjuni, til
tess at halda føroyska
álopsspælinum
burturi,
sigur Berti Vogts at enda í
grein sínari.
Greinin kann lesast í
fullum
líki
á
slóðini,
www.dailyrecord.so.uk/spo
rt
Norðurlond
ikki sann-
førandi
Eru nóg góðir til
superliguna
Vogts kemur við frágreiðing
Føroysku landsliðsleikararnir
kundu hvør sum ein staðið
seg í donsku superliguni, eru
greiðu boðini frá føroyska
landsliðsvenjaranum, Henrik
Larsen, í samrøðu við Ekstra-
Blaðið
Mynd: Álvur Haraldsen
Berti Vogts heldur skotsku
miðlarnar vera óvanliga
stuttmintar, nú teir vilja
hava fleiri av
landsliðsleikarunum settar av
liðnum
19
18
Nr. 173 - 11. september 2002
Tá Royn hevði tapt
leygardagin, var
spenningurin ikki hin
stóri á Argjum, men
frøin á leikarunum
var tó sjónlig, tá
uppflytingin varð
staðfest sunnudagin
UPPFLYTING
Jákup Mørk
Tað hevur ligið í kortinum
tað mesta av kappingarárin-
um, at tað skuldi eydnast
AB at vinna seg upp í aðru
deild fyri fyrstu ferð í søgu
felagsins.
Longu undan kappingar-
árinum var greitt, at hóp-
urin var munandi styrktur,
sammett við tann, sum
hevði verið partur av odda-
stríðnum í triðju deild tey
bæði seinastu árini, og
longu eftir fyrstu umførini
stóð greitt, at argjamenn
meintu tað í álvara hesa-
ferð, tá tosað varð um upp-
flyting.
Tá fýra umfør vóru eftir
at spæla høvdu argjamenn-
inir bert tørv á einum stigi
afturat, áðrenn uppflytingin
varð vissað, og hetta skuldi
so fáast til høldar, tá gøtu-
menn komu á vitjan sunnu-
dagin.
Tað var tí eitt sindur keði-
ligt hjá AB, at toftamenn
longu leygardagin skuldu
basa Royn, sum annars
vóru næstir á talvuni. Við
hesum hevði AB tryggjað
sær uppflytingina longu
undan dystinum móti GÍ,
og tað mundi líka sum taka
broddin av spenninginum,
tó at hetta ikki vikaði
avrikið hjá AB ígjøgnum
kappingarárið.
Tí gjørdist dysturin móti
gøtumonnum
ikki
eins
spennandi,
sum
hann
kanska átti at verið. Nervin,
sum annars hevði verið í
hæddini, var at kalla ikki til
staðar, nú uppflytingin var
avgreidd, men tað eydnað-
ist tó heimaliðnum at spæla
seg til hópin av málmøgu-
leikum, tó at hetta einki
úrslit gav fyri steðgin.
Eftir steðgin brast tó fyri
nev, tá fyrst Hans Jørgen
Djurhuus og síðani Eyðun
Dalsgarð sendu bóltin í
netið, og so var klárt at
feira uppflytingina.
Sum vera man, so varð
nógv gjørt burturúr, nú
felagið fyri fystu ferð hevur
vunnið seg úr triðju deild.
Formaðurin í felagnum,
Tórálvur Stenberg, helt
røðu, og tað sama gjørdu
umboð fyri AB-stuðlar, so
tað var akkurát soleiðis,
sum tað átti at vera.
Tó at okkurt helst varð
gjørt sunnukvøldið, so má
sjálv uppflytingarveitslan
bíða nakrar vikur afturat.
Enn eru tríggir dystir eftir
at spæla, so tað verður ikki
fyrr enn seinasta vikuskift-
ið í hesum mánaðinum, at
veruliga veitslan verður, og
einki er at ivast í, at Róðrar-
neystið á Argjum verður
fullsett til ta tíð.
So er AB
uppi
Sum tað sømir seg einum uppflytara, so fekk AB-venjarin, Sámal Erik Hentze, ein rættiligan lufttúr, nú hann fyrsta árið sum
venjari hevði rokkið setninginum um uppflyting
Mynd: Álvur Haraldsen
Sjampanjusrproyt og gull-littir skógvar vóru sjálvsagdir gestir á vøllinum hendan dagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Blómur og annað skreyt hoyra eisini til eina uppflyting. Her er
tað formans-sonurin, Johan Stenberg, sum tekur ímóti. Sámal
Erik Hentze og eldri sonurin, Torkil, hyggja at
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
18