Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. september 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 173 - 11. september 2002 Í Danmark er mið- vikuumfar á skránni, eftir at kappingarnar í vikuskiftinum hildu frí, tí EM undankapp- ingardystir vórðu spældir DANMARK Jóannes Hansen Christian Høgni Jacobsen var fremsti maður á lands- liðnum leygardagin. Sunnudagin fór hann aftur til Danmarkar og Vejle. Í gjárkvøldið var nýtt umfar í 1. deild á skránni. Vejle skuldi á útivølli spæla ímóti FC Aarhus. Tá blaðið fór til prentingar, var dysturin ikki spældur. Í morgin venda vit aftur til, um fremsti maður á landsliðnum var í Vejle álopinum, ella um hann var á vongverjanum, har hann var, tá Vejle síðst spældi. Undan dystinum var greitt, at Peter Degn, sum Vejle hevur leigað í Brøndby, og sum hevur verið eitt sindur skaddur, síðani hann skifti felag, fór at vera tøkur. Í Veje vilja teir fegnir vera við í kappingini um tey bæði fremstu plássini og harvið uppflytingina til superliguna. Tá teir spældu seinast, snávaðu teir ordu- liga. Teir høvdu sunnudagin 1. september vitjan av Fredericia, sum altíð hevur verið mettur sum fótbólts- ligi lítlibeiggin í tríkants- økinum, men Fredericia vann 1–0 í Vejle. Meiri pláss til Toda Á landsliðnum hevur Christian Høgni Jacobsen seinast stóra árið verið í plássinum, sum Todi Jóns- son frammanundan var sjálvskrivaður til. Todi heldur framvegis fyribils frí frá landsliðsfótbólti. Superligan hevði frí í vikuskiftinum. Danmark spældi EM undankapping- ardyst í Oslo. Í kvøld fer bólturin aftur á rull í superliguni. Øll fjúrtan liðini skulu í eldin. FCK skal spæla á útivølli í Esbjerg. Teir vóna, at tað skal hilnast betur, enn tað gjørdi, tá FCK seinast var í Jyllandi. Tá taptu teir 3–0 í Aalborg. Fyritreytirnar undan dystinum í Esbjerg eru ikki tær bestu. Fýra av spæl- arunum, sum plaga at vera á liðnum, eru ikki tøkir. Málverjin Magnus Kihl- stedt er skaddur og verður ikki við tann næsta mán- aðin. Og harafturat eru tríggir spælarar leikbann- aðir, tí teir sóu gult og reytt í Aalborg. Talan er um verjuspælaran Bo Svens- son, miðvallaran Erik Myk- land og álopsspælaran Si- busiso Zuma. FCK liðformaðurin, Christian Lønstrup, heldur ikki, at teir fyrstu ellivu fara at verða verri fyri, enn teir plaga at vera. Men hann heldur ikki, at tað kann roknast við, at innskiftingar í 2. hálvleiki kunnu verða so avgerandi, sum tær hava verið í fleiri av undanfarnu landskappingardystunum. Tá hava klassaspælarar sitið á beinkinum. Liðfor- maðurin heldur ikki, at spælaratilfarið er so gott, at tað ikki kennist á beinkin- um, tá fýra av teimum bestu eru burtur frá. At Zuma ikki er við í Esbjerg eigur at gera tað eitt sindur lættari hjá Toda Jónsson at sleppa framat í álopinum. Nú eru teir tríggir, sum kappast um tvey pláss. Umframt Toda er talan um Peter Møller og Jörgen Petersson. Uttan at vit hava fingið nakað sum helst ítøkiligt at vita um tað, so kundi tað hugsast, at Todi verður annar í álop- inum, og at annar av hinum báðum verður á beinkinum. Spælistílurin hjá teimum báðum er rættuliga líkur. Hinir dystirnir í super- liguni í kvøld eru hesir: AB–Farum, Køge–FCM, OB–AaB, Silkeborg–Vi borg og AGF–Brøndby. Áhugin fyri fótbólti er stórur í Danmark. Tað eru eingi atgongumerki eftir til dystin í Århus, og í Esbjerg roknaðu teir í gjár við, at tey síðstu standiplássini fóru at vera seld, áðrenn Todi og teir koma á vitjan í kvøld. Todi og Christian Høgni aftur í eldin Christian Høgni er sera væl upplagdur í løtuni At Zuma ikki er við í Esbjerg eigur at gera tað eitt sindur lættari hjá Toda Jónsson at sleppa framat í álopinum C M Y K 20 Nr. 173 - 11. september 2002 21 Tilboð ynskist uppá at stoypa nýggja rætt fyri Ytra part í Skálafjalli. Tilfar fæst við at venda sær til Jóan Petur Hansen, 44 15 75, best eftir kl. 17.00. Tilboðini skulu sendast til, Hagastýrið fyri Ytra part í Skálafjalli v/ Jóan Petur Hansen, 485 Skálafjørður. Hagastýrið Ársveitsla Landsfelag Pensjónistanna hevur ársveitslu í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn tann 14. september. Nærri upplýsingar fáa tit frá tykkara egna lokal- felag. Tilmelding til tykkara felag seinast 9. september. Nevndin Runavíkar-/Tofta kvøldskúli skúlaárið 2002/2003 Royndarfyrireikandi/stakgreina undirvísing á 8., 9. og 10. flokka stigi verður í hesum lærugreinum: Føroyskt Rokning/støddfrøði Danskt Alisfrøði Enskt Evnafrøði Týskt Undirvísingin kann enda við próvtøku í juni 2003. Skeiðini eru treytað av nóg stórari luttøku og góðkenning myndugleikanna. Luttøkugjald 400/300 kr. Goldið verður fyrsta kvøldið. Tilmelding sum skjótast hjá kvøldskúlaleiðarun- um. Runavíkar Kvøldskúli Tofta Kvøldskúli tlf. 448265 tlf. 447332 Fólk til sølubúðina Sjálvsognarstovnurin Alv søkir eftir einum fólki uml. 1/2 tíð, til sølubúðina á Vaglinum,Tórshavn. Starvið verður at byrja 1. oktober 2002 ella skjót- ast gjørligt. Vit síggja fegin at tú hevur: • Áhuga og royndir í at standa í handli. • Dugir at tosa danskt, enskt og helst eisini týskt. • Ert fyrikomandi og sjálvstøðugur. Av tí at vit selja heimagjørdar vørur,er ynskiligt at umsøkjarin hevur kunnleika til handgjørdar vør- ur. Meira fæst at vita við at venda sær til Kristinu Larsen, tlf 211135. Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 20. september 2002. Sjálvsognarstovnurin Alv Boks 301 110 Tórshavn Skeið Um nóg nógv tekna seg,verður skeið hildið í okt. í gerð av kortum og myndum Seymað 3. dv. ella serviettum Meira fæst at vita á tlf. 315191 - 215191 e. kl. 16. Søkt verður eftir fólki til skaða- og tryggingardeildina Starvið er í høvuðsheitinum at sýna skaðar á akfør og farm. Eisini skal viðkomandi gera upp og hava eftirlit við møguligum umvælingum av skaðum. Ert tú miðvís/ur, arbeiðssom/samur, tolin, hevur útbúgving og royndir í at sýna og umvæla skaðar, í góðum árum og ynskir at hoyra meira um starvið,so skriva nøkur orð um teg sjálvan og fá eina samrøðu við okkum. Alt verður viðgjørt í trúnaði. Umsóknarfreistin er 12. september 2002. SMYRIL LINE att.: stjórnin Postboks 370 FO-110 Tórshavn Nýggj klæði Nógv nýggj fitnessklæði av merkinum Pure Lime eru heimkomin. Fragd og Fimi Dj. í Geilsgøta 5 FO-100 Tórshavn Tel. 31 71 00 · Fax. 31 71 00 e-mail: info@fragdogfimi.com Onkologisk Ambulatorium 10 ár Krabbamein og viðgerð Ráðstevna í Norðurlandahúsinum 17. sept. 2002 FØROYA FELAG MÓTI KRABBAMEINI LANDSSJÚKRAHÚSIÐ 09.30-09.35 Jákup N. Olsen, formaður í Føroya Felag móti krabbameini bjóðar vælkomin 09.35-09.50 Bill Justinussen, landsstýrismaður í familju - og heilsumálum setir ráðstevnuna. 09.50-10.10 Krabbameinsviðgerð í Føroyum Jón á Steig, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum. 10.10-10.40 Onkologisk Ambulatorium - frá 1992 og til í dag Sjúkrasystrar Margret Mortensen, Onkologisk Ambolatorium, Landssjúkrahúsið og Else Carlstedt, Kræftens Bekæmpelse, Danmark 10.40-11.10 Steðgur 11.10-1135 Føroya Felag máti Krabbameini og arbeiði tess. Jákup N. Olsen, formaður í FFK 11.35-12.00 Onkologisk konsulenttjeneste på Færøerne. Hans Skovgaard Poulsen, yvirlækni dr. med., Finsencentrið, Ríkissjúkrahúsið, Danmark 12.00-12.30 Kampen mod kræft - nationale kræftplaner og kræftforeninger. Arne Rolighed, stjóri í Kræftens Bekæmpelse, Danmark. 12.30-13.30 Døgurðasteðgur 13.30-14.00 Kræft i Norden med fokus på Færøerne - forekomst, udvikling og forebyggelse. Hans H. Storm, yvirlækni og deildarstjóri í Kræftens Bekæmpelse, Danmark. 14.00-14.30 Nye behandlingsprincipper indenfor kræftbehandling. Michael Rørth, professari, yvirlækni dr. med., Finsencentrið, Ríkissjúkrahúsið, Danmark 14.30-15.00 Steðgur 15.00-15.45 Lindrande behandling - 15 års erfarenhet av palliativ hemsjukvård, sjukhusteam och hospice verksamhet på Island Valgerður Sigurðardóttir, onkolog dr. med., yvirlækni á palliativari eind á Landspitalinn, Reykjavík. 15.45-16.15 At hava verið raktur av krabbameini. Fyrrverandi krabbameinssjúklingur. 16.15-16.30 Anne Grete Mikkelsen, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum, endar ráðstevnuna. Orðstýrari: Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri Ráðstevnan er almenn, øll eru vælkomin Ráðstevnan er stuðlað av Norðurlandahúsinum og Føroya Banka 21