hósdagur 3. mars 1983síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Utgevari: p/f sosiaturin
tíðindablaðið
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miller
Lysingar: Årni Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Virkin flokkur
oddagrein
SEINASTA leygardag skipaðu
javnaðarkvinnur fyri stevnu í Vági
Umleið 40 kvinnur úr nærum øll
um feløgum vóru møttar tá stevn
an byrjaði. Hetta er onnur stevnan
av hesum slag. Hin fyrra var í no
vember í fjør, og hava hesar stevn
ur verið so væl eydnaðar, at fleiri
verða.
EIN AV orsøkunum til, at javnaðar
kvinnur tóku stig til tilikar stevnur
er, at politikkurin hjå Javnadar-
flokkinum ber ov litlan dæm av, at
kvinnur eisini eru í flokkinum.
Somuleiðis, at alt ov fáar eru ak-
tivar í felagsarbeiðinum.
OG RÆTT hava tær í tí. Hyggja vit
eftir manningini í landsstýri, á løg-
tingi, í bý- og bygdaráðum síggja
vit, at allastaðni her er byti ójavnt
millum menn og kvinnur. At tað er
skeivt skuldi verið óneyðugt at
MEN NU hava javnaðarkvinnur
sum sagt tikið seg saman og vilja
gera vart við seg. Heldur ikki so
logið tá vit hugsa um, at bert í
javnaðarflokkinum eru ikki færri
enn einir 400 kvinnuligir limir.
A STEVNUNI hesaferð varð ser
liga tosað um tvey høvudsevni.
Tey vóru arbeiðaraviðurskifti og
almannalóggávan. Nortið varð eis
ini við álitismannaskipanina, ar
beiðsloysispurningin, arbeiðseftir
lit, ognarrætt til vinnuhjólini o.a.m.
Leygardagin fara vit at greiða
nærri frá tí, sum fyrifórst í skeiði-
num suðuri í Vági.
HETTA ER eisini eitt tekin um, at
Javnaðarflokkurin er ein demo-
kratiskur flokkur, sum byggir sín
politikk á tað arbeiði, sum frammi
er í feløgunum. Eru feløgini, ella
bólkar í feløgunum, virkin, fáa vit
eisini ein virknan flokk. Eisini ein
flokk, sum slóðar fyri nýhugsan til
frama fyri samfelagið — til frama
fyri okkum øll.
sagt.
Versnað livikor og
arbeiðspláss í vanda
Fundarsamtykt
Suðurstreymoyar Jaun-
aðarfelag hevur á ársað-
alfundi 28.2.1983 við-
gjort politisku stoduna
og gjort hesa fundar-
samtykt:
»Vit hava nu havt eina
borgarliga samgongu i
tvey år. Hesi årini hava
skilliga prógvað, hvat
borgarligur politikkur
merkir fyri fjøldina av
fólkinum.
Livikorini eru versnað. I
meira enn eitt ár tarnaði
borgarliga landsstýrið
hækkingum av avlamis-
og fólkapensiónunum. Í
tvey ár hevur landsstýris-
samgongan forðað
neyðugum ábótum á for-
sorgarlógina. Oman á alt
hetta hevur landsstýrið
við búskapartiltekum sín-
um gjert tað dýrari at liva.
Seinasta úrslitið av ó-
hepna politikki samgong-
unnar er uppskotið at null-
stilla prístalið. Eitt tiltak,
ið førir til fleiri túsund
krónur í inntøkumissi, ser-
liga við tað at samgongan
ikki vil hækka sjálva prís-
talsviðbótina.
Suðurstreymoyar Javn-
aðarfelag tekur undir við
mótmælunum frá fak-
feløgunum, og mælir til at
fáa viðbótina hækkada, so-
leiðis at hon hevur sama
lutfall í mun til tímalen-
ina, sum hon hevði, tá
prístalslógin varð broytt í
1975. Eins og Suður-
streymoyar Javnaðarfelag
mælir til at broyta prís-
talsgrundarlagið, soleiðis
at prístalið svarar til veru-
liga livikostnaðin hjá ein-
um vanligum feroyskum
húsarhaldi.
Suðurstreymoyar Javn-
aðarfelag ásannar, at terv-
urin á nýggjum rektar-
heimi í Havn er sera á-
troðkandi. Felagið tekur
undir við uppskoti Javn-
aðarfloksins í býráði og á
løgtingi um at fara undir
at projektera og byggja
rektarheim alt fyri eitt.
Suðurstreymoyar Javn-
aðarfelag átalar, at lands-
stýrissamgongan hevur
skert og framhaldandi ætl-
ar at skerja heimahjálp-
ina. Felagið heitir tí á løg-
tingið um at virka fyri, at
heimahjálpin fær tær játt-
anir henni tervar.
Sum kunnugt er tervur
á 200—300 nýggjum ar-
beiðsplássum árliga. So-
leiðis sum politiska stødan
er í borgarligu samgong-
uni við tverrandi vilja,
klandri og atgerðarloysi
rekst einki fyri, at hesi ar-
beiðspláss verða fingin til
vega.
Samstundis vísir Suður-
streymoyar Javnaðarfelag
á, at tað at samgongan
ongan handils- og vinnu-
politikk hevur, ger, at
mong arbeiðspláss í tí
unga føroyska idnadinum
eru i vanda.
Sudurstreymoyar Javn-
adarfelag heitir å ting-
menn — Javnadarfloksins
um at gera tad, teir
megna, fyri at minka um
avleiðingarnar av tí borg-
arliga politikkinum. Hesin
politikkur hevur vist, at
bert eitt styri vid Javnad-
arfloksins luttøku kann
skapa góð livikor fyri øll í
hesum landi.«
Nr. 26 — 3. mars 7983
Zan Zi Bar einaferð enn
I Sosialinum 1. februar
1983 er á forsíðuni prent-
að stór yvirskrift! »Børn
skulka fyri at spæla við
spæliautomatir«. Eisini
stendur, at næmingar
vinna sigarettir, um tey
fáa nóg nógv stig.
Grillbarrin Zan Zi Bar,
sum í nekur ár hevur selt
pylsur og annan grillmat,
skifti eigara fyrst í desem-
ber-mánað.
Tá ið tú spákaði fram
við Zan Zi Bar, áðrenn
hesin nýggi eigarin tók
við, kundi tú innast í høl-
inum síggja gentur
arbeiða, meðan kundarnir
antin bíðaðu eftir terni,
ella við eitt lítið borð fingu
sær at eta. Ein lítil og
hugnalig grillbar.
Í dag er eðrvísi. Tann
nýggi eigarin hevur drigið
gardinurnar fyri vindeyg-
uni, sjålvt um tað eru ein-
astu vindeygu, sum kunna
geva ljós inn í helið. Fjalir
hesin maður nakað, ella
hevur hann kanska ringa
samvitsku?
Tann nýggi eigarin av
Zan Zi Bar er ikki ókendur
í Feroyum. Hann hevur
um summrarnar hesi sein-
astu árini ferðast runt í
Feroyum, tá ið stevnur
eru hildnar. Hann hevur
mergsoðið mangan feroy-
ingin á henda hátt. Til alla
lukku hava ítróttaleiðarar
í Feroyum fingið eyguni
upp fyri hesum manni og
noktað honum atgongd til
stevnurnar.
Eigarin, sum er útlærd-
ur snikkari, gevst ikki so.
Í staðin at arbeiða sum
snikkari, sær hann sær
betri vinning at hava
spæliautomatir í Zan Zi
Bar. Hann vil heldur
súgva pening úr lumm-
anum á ungdóminum í
Havn á ólógligan hátt, enn
at arbeiða eitt erligt
arbeiði. Eigarin er sjálvur
úr Havn.
Tá ið eg nevni ólógligan
hátt, so kann tað prógv-
ast. Eg eri lærari og havi
havt áhuga fyri hesum
máli eina tíð. Tá ið eg
hevði lisið greinina í Sosi-
alinum, fór eg beinanvegin
at spyrja meg fyri hjá
næmingunum á skúl-
anum. Eg havi fingið alt
váttað frá næmingunum,
sum stóð í Sosialinum 1.
februar 1983. Næm-
ingarnir legdu eisini
afturat, at teir kundu
brúka hálvthundraðkrón-
ur ein seinnapart í Zan Zi
Bar. Spurdir, hvaðan teir
fingu allan henda peningin
frá, svaraðu teir: Frá for-
eldrunum, samlaðu fløsk-
ur og so… Allur hesin pen-
ingur endar óskerdur i
lummanum hjá
eigaranum.
Í Sosialinum upplýsir
Bjorn Klyver, Þpoliti-
assessor, at tað er loyvt at
seta upp spæliautomatir,
sum ikki gev tí, sum
spælir, peningaligan vinn-
ing. Tað er prógv fyri, at
eigarin av automatunum
hevur útflýggjað vinn-
ingar sum: Sigarettir til
smábern, sodavatn og
pening. So kundi eg spurt
Bjørn Klyver: Tá ið vit
vita, at maðurin hevur
brotið lógina, hví verður
maðurin ikki steðgaður
beinanvegin. Hava tit
gjørt nakrar kanningar,
ella valdar tað ein líkasæla
innan politivaldið í hesum
máli, sum man hevur var-
hugan av?
Tað er eisini ófatuligt,
at allur peningurin,sum
vunnin verður av
automatunum, er skatta-
fríur.
Og seinast ein áheitan
til Poul Michelsen, býráðs-
formann. Um politivaldið
ikki vil gera nakað við
málið, so royn tú at fáa
steðgað hesi »spælibulu«.
Ungdómurin í Havn hevur
annað uppiborið enn at
tema lummar sínar í Zan
Zi Bar.
PS. Tað hoyrist longu
frá næmingunum, athann,
ið hevur Zan Zi Bar, hevur
sagt, at nýggj og sterri
holi koma í nærmastu
framtíð. »Hygga siggj«.
Havnin verður skjótt eitt
nýtt Chicago, um hesin
maður ikki verður steðg-
aður beinanvegin.
Lærari
Viðmerking
Í brævinum oman fyri
stendur, at skattur skal
ikki latast av vinningin-
um. Í hesum sambandi
var ein prentvilla í greinini
í Sosialinum 1. feb. Brotið
var soljóðandi: »Hann
sum hevur »spæliauto-
matir«, skal ikki lata
nakað avgjald ella skatt
av vinninginum, viðkom-
andi hevur«. Ella var
komið skeivt fyri. Har
skuldi standa bert.
Blaðstj.
Lat okkum fáa tað uppá
prent her í blaðnum, hver
av tykkum 13 býráðs-
limum hevur givið byggi-
loyvi til tað stóra for-
samlingshús, sum nú
verður bygt her í miðbýn-
um, har ov trongt er í for-
Og tað, ið verri er, við
ongum parkeringsplássi?
Hvussi kann tílíkt lata
seg gera? K. H.